mikudagur 18. januar 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 4
Mikudagin
18. januar 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Seks útlendsk
fiskifør
undir Føroyum
i løtuni
I løtuni eru bert seks
útlendsk fiskifør innan-
fyri føroyska fiski-
markið. Av teimum eru
fimm russisk svart-
kjaftaskip og ein
norskur linubåtur.
Væntandi fara nakrir
norskir linubåtar at
koma undir Føroyar at
royna nakað skjótt.
TlIsamans 77 norsk
línuskip hava sekt um
loyvi at royna undir
Feroyum í hesum ári-
num. Norðmenn hava
loyvi at veiða upsa,
longu, blålongu og
brosmu.
Seks skip úr EEC-
londunum hava fingið
loyvi at veiða innanfyri
føroyska fiskimarkið,
afturfyri at seks før-
oysk linuskip sleppa til
Rock-All at veiða. Seks
skotsk linuskip hava
søkt um hetta loyvi,
men enn er onki av
teimum komið undir
Føroyar.
Vaktartænastan
betri eftirlit
Eftir at skipini år EF-
londunum eru givin vid
fiskiskapinum vid Før-
oyar, ti ongin sina-
millum fiskiveiðuav-
tala er millum Feroyar
og EF, hevur feroyska
vaktar- og bjargingar-
tænastan havt betri
eftirlit við einum sterri
eki við Feroyar. Men
higartil hava teir ikki
rakt við nakað skip,
sum ikki hevur loyvi at
veiða undir Feroyum.
Umframt vaktar-
skipini Tjaldrið og
Dagstjørnuna, nýtir
vaktar- og bjargingar-
tænastan eisini flogfar-
ið hjá Flogfelag Fer-
oyar í eftirlitsarbeiði-
num.
Johan Ziskason,
stjóri á vaktar- og
bjargingartænastuni,
sigur, at teir hesa sein-
astu tíðina hava brúkt
flogfarið meir í eftirlits-
arbeiðinum, enn fram-
manundan.
Postgjøldini hækka
»ÆYPOSTVERK FØROYA 8
POSTVERK FØROYA “
1976
D 2 1 | A FR 11 1 pe ce i APRII 4
í
> 4
Avgjørt varð í fjør heyst at hækka gjøldini hjá Postverkinum 1.
november. Men av tí at ongi frímerki við teimum virðum, sum
aftaná hækkingina fóru at verða mest brúkt, vóru tek tá.
hækkaði bert ein partur av gjøldunum 1. november. Hini
máttu bíða til 1. februar, tí nýggj frímerki koma út 26. januar.
Teirra millum er merkið, sum nú verður tað vanligasta, 1,40 kr.
Lesið á síðu 4
Ísfiskatrolarnir
eystureftir
Teir fimm ísfiskatrolarnir,
sum hava roynt undir Ís-
landi, og sum nú vórðu
noyddir at koma heim, ti
kvotan har er uppi, ætla
sær nú eystureftir at
royna.
Fiskivinnustovan hevur
sekt norsku myndugleik-
arnar um fiskiloyvi til hes-
ar trolarnar at veiða inn-
anfyri norska fiskimarkið,
norðanfyri 62 stig.
Í gjár fingu trolarnir
eitt fyribilsloyvi, sum er
galdandi, til norsku
myndugleikarnir hava
fingið umsóknirnar og
hava kannað tær.
Trolarnir sum hava
fingið loyvini eru Polar-
borg I, Polarborg II, Myl-
ingur, Hallarklettur,
Hagaleitið
aftur í vinnu
Tað hevur nú eydnast
at fáa fólk til Lorvíks-
skipið Hagaleitið, sum
hevði
ligið síðani á
ólavseku. Hagaleitið
roynir nú við upsa-
gørnum undir Feroy-
um. Seinast hann av-
reiddi, hevði hann góð
7.000 pund eftir fýra
setum. 2.000 pund
vóru toskur.
Froyur og Suðuroyingur.
Hallarklettur er í letuni í
Norra, har hann fær um-
væling av motorinum.
Hann hevði eisini fiski-
loyvi undir Íslandi, men
fór ongantíð avstað til Ís-
lands.
Ísfiskatrolarnir siga, at
tað er lítið at fáa undir
Feroyum í løtuni.
Polarborg I og Mýling-
ur royndu eitt sindur und-
ir Feroyum, tá teir komu
undan Íslandi, men teir
siga, at lítið var at fáa.
Hallarklettur og Mýlingur hava fingið fiskiloyvi við
Noreg. Hallarklettur er í løtuni í Noregi, har hann fær
umvæling av motorinum
Dagrøktarskipan sett
á stovn í Tórshavnar
Uttanbiggjar kommunu
Roknað verður við at skipanin fer at umfata eini 30 børn
Tórshavnar Uttanbiggjar
kommuna fær nú eisini
eina dagrektarskipan fyri
børn í aldrinum frá 0 til 7
ár.
Tann dagrektarskipan
in, sum er gjørd, varð
samtykt av Sosialstyrel-
sen 22. desember í fjør, og
1. januar varð ein dag-
rektarleiðari settur. Tað
er Thomasia Matras, sum
er dagrøktarleidari. Í lýs-
ing í bláðnum í dag, sekir
Tórshavnar Uttanbíggjar
kommuna eftir dagrektar-
heimum.
Um 30 pláss
Sam Hansen, skrivari hjá
Tórshavnar Uttanbiggjar
bygdarráð sigur, at rokn-
að verður við, at tað verða
eini 30 dagrektarpláss á
Argjum og í Hoyvík.
Eitt dagrøktarplåss
kostar um 1100 krónur.
Av hesum letur staturin
40%, kommunan 30% og
foreldrini somuleiðis 30% .
Sam Hansen sigur, at
stórur tervur er á eini dag-
rektarskipan í uttanbiggj-
ar kommununi. Hesi sein-
astu árini eru nógv ung
fólk, sum arbeiða úti, flutt
til kommununa, bæði á
Argjum og í Hoyvík.
Hjá nekrum hevur tað
eydnast at fáa børnini inn
á veggustovur og barna-
garðar í Havnini. Í hesum
ferunum hevur Tórshavn-
ar uttanbiggjar kommuna
goldið Tórshavnar komm-
unu, fyri tað, sum plássini
hava kostað umframt tað,
foreldrini lata.
Tað er nakað síðan farið
var undir at tosa um eina
dagrektarskipan í Tórs-
havnar Uttanbiggjar
kommunu. Longu á figgj-
arlógini i fjør, vórðu peng-
ar avsettir til eina tilika
skipan, sigur Sam Han-
sen.