Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Utgevari: Blaðstjóri: Blaðmenn Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting = FÅ |. Misálit SUM KUNNUGT hevur landsstýrið ætlanir um at seta eina sjúkradag- peningaskipan í gildi, soleiðis at timalønt og onnur, sum í dag eru fyri inntøkumissi, tá sjúka leikar á, kunnu fáa sjúkadagpening. FYRI STUTTUM vóru umboð fyri landsstýrið til samráðingar við ríkis- myndugleikarnar um hetta mál. Eft- ir at útvarpið hevði borið tíðindi um hesa samráðingaferð, var eitt les- arabræv í Dagblaðnum, har sagt varð, at vit nú skulu uppliva sama ruðuleikan, sum verið hevur í Dan- mark seinastu árini. HER KEMUR fram, at greinskrivarin ikki hevur fyri eitt tvey-oyra av áliti á føroyska verkafólkinum. Møgu- leikin fyri misnýtslu verður drigin fram. lllgitt verður, at fólk vil seta seg heima við hús at taka ímóti pen- ingi, heldur enn at fara til arbeiðis. ØLL TEY, sum eru fastlønt, eisini í Føroyum, eiga ta trygd, at tey kunnu vera sjúk, uttan at hetta nervar inntøku teirra. Og ongin hev- ur nakrantíð tikið tann møguleika uppá tunguna, at tey fastløntu mis- nýta henda rætt ella hesa trygd. MEN NÚ TALAN er um, at sama trygd eisini skal veitast verkafólki- num — arbeiðskvinnum og -monn- um, handverkarum, útróðrarmonn- um og øðrum, ið ikki frammanund- an hava hesa trygd — nú koma ill- gitingarnar og nú verður møguleikin fyri misnýtslu drigin fram. HETTA KANN bert takast sum eitt stórt misálit á alt tað arbeiðandi fólkið, ið ikki arbeiðir fyri fasta løn. Vit hava tvørturimåti fult álit á hes- um fólki, og vit vilja undirstrika, at tað sum er sjálvsagt og náttúrligt hjá ødrum stættum, eisini má vera sjálvsagt og náttúrligt hjá arbeiðar- um, handverkarum og fiskimonn- um. Fotosatsur Skjót avgreiðsla. Sosialurin tif. 11820 og 147 20 sosialurin ÞGASS: Sjáldan hevur soðið hjá P. Ellefsen verið tynri enn hesa ferð. Hatta var ikki so mikið sum »OyYragass«, men luktadi kortini heldur illa, og var týðulig roynd at leggja roykgass yvir ta lofnaðu stødu, hann nú kennir seg komnan í, har allir dómadagsspádómar hansara og teir, G. L. Sa- muelsen undir heitum sum Andreas E. Joensen, Chr. N. Chr., GI. legtingsmað- ur, polit., húsmóðir, úti- seti, siglandi og ógift mamma, hevur skrivað, so skammiliga eru av- sannaðir. P. Ellefsen las endan av løgmansrøduni 1977 og kallaði hetta >konklusión< — samandrátt — Iløg- mans, og so royndi hann at láturliggera hesa kon- klusion, sum ein ikki kundi bjóða fólki í 1978. Hetta, sum legmaður, ið dugir væl at tala og skriva, endaði reðu sína við, var sum vant máls- liga væl samansett, var ivaleyst ikki ætlað sum ein samandráttur av reð- uni, men snúði seg um nakað so prinsipielt sum tað, um vit skulu tæna Demos (fólkinum) ella Plutos (rikidømisgudinn- uni) og um vit skulu hava politisk mål og mið ella um vit skulu møsna um småmål og blæsa tey upp til ein »surrogat politikk«. P. Ellefsen »konkluder- ar« at tad sostatt eru fleiri orå løgmans, men tad gjørdu tey ikki. P. Ellefsen hevdi spurt at tað sostatt eru fleiri politiskir sibbar í Feroy- um umframt hann, og tað kundi ikki fallið honum inn at hugsa, at hesi menniskju vóru so »takt- full«, at tey ikki søgdu honum, at endin av løg- mansreðuni, var ein lys- ing av muninum millum ein politikara við hugsjón- um og einum politikara av P. Ellefsenskum skapi, sum onga stæðu tekur, men eins og ein Glistrup nýtir einstøk smámál at øsa við, alt til fyrimuns fyri eina harðrenda kapi- talistiska skipan, har bert lagkøkumenninir liva væl av annara arbeidi. P. Ellefsen gjørdi seg” her eins tornæman og tær ferðir hann hevur nytt fleiri minuttir av talutið síni at siga fólki frá, at sjálvt banalar politiskar spurningar skilur hann ikki, hóast legmaður, landsstýris- og løgtings- menn hava nytt timar uppá at greiða honum teir. Nr. 4 — 18. januar 1978 So tornæmur er hann ivaleyst ikki, men hann er óvargaligur og letst vera so. Hetta eisini tá hann talar um at riða á tveim- um hestum. Danskir politikarar hava sagt okkum, at nú mugu vit velja, og kanska er ov seint at velja, sigur Ellefsen. Hann ikki so mikið sum sigur, hvat hann og sambandið vilja velja, kanska tí hann heldur, at tað ber til at siga føroy- ingum frá, at sambands- ryssan ongantið hevur fol- að, og at tað tí bert finst hetta eina ross at ríða. Men visa danir okkum fleiri ross at velja ímillum, sum P. Ellefsen sigur, so man tað vera tí henda sambandsryssa nú er so lamin, at hon rennir ikki langt longur. Henda sann- føring Ellefsen er 35 ár ov seint á veg. Longu tá vistu vit, at sambands- ryssan var halt og blind. Jú, Ellefsen, vit hava valt fyri langt síðani, nevniliga at standa uttan fyri EF, hóast Danmark gjørdist limur, men vit hava kortini ikki slept prinsippiellu støduni, at vit sum rikisborgarar eiga dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti í kveld kl. 20. Hós- kveldið kl. 19 barnaring- ur. KFUK-skótar og títlingar Fundirnir eru byrjaðir aft- ur: Titlingar 1. lið månadag kl. 16.30, titlingar 2. lið tysdag kl. 16.30, Skótar 1. lið týskveld kl. 19, skótar 2. lið hóskveld kl. 19. Søkt verður eftir maskin- og rórsmiðum til støðugt arbeiði. Pf. Skála Skipasmiðja tlf. 41260 Havnar Arbeidsmanna- felag lýsir til aðalfund í felagshúsinum tyskvøldid 31. januar kl. 20. Dagskrå: Roknskapurin og ymiskt NEVNDIN Vårgledi Fundur i KFUK i dag kl. 16, Bókanna bók. Unggentudeild KFUK's Fundur í kveld kl. 20. Frelsunarherurin, Tórshavn Heimaforbundið hós- kveldið kl. 20. Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20. Missiónsvikan í Vestmanna Johan Weihe, prestur, tal- ar í kveld kl. 20. Streing- jakórið í Vestmanna syng- ur. Ungmannadeild KFUM's, Torshavn I kveld kl. 20 er meti við sangi, tónleiki, framhalds- segu, filmi og andakt. Skála håsmødrafelag Fundur verdur i kvøld kl. 20 i losjuni. rætt i donskum og grøn- lendskum sjógvi. Er tað hesari steðu Ell- — efsen vil sleppa fyri bert at ríða á einum rossi? Hann torir í hvussu so er ikki at siga tað. Spyrt tú hann, hví G. L. Samuelsen áhaldandi kann júka um limaskap í EF og tey vælsignilsi, vit tá fingu, meðan Ellefsen sigur seg vera ímóti EF li- maskapi, svarar hann, at tað er »bekvemt« og praktiskt fyri sambands- flokkin at hava bæði sjón- armiðini. Samstundis ger hann til láturs greiðu og røttu steðu javnaðarfloksins um okkara ríkisrættindi og okkara rætt til at umsita egin viðurskifti, samráð- ast um tey og avgera tey og kallar tað eina »sirkus- upptradkan.« Man hann ongar leidir visa å sjålvur, men vartar upp vid somu plåtum um norðsjóvarsild i 1976, hó- ast hann ikki kann dylja fyri fólki, at júst samráð- ingarsnildi Atla Dams vann okkum steði sum næststersta sildatjóð í Norðsjónum, meðan vit tá leikurin um sildabýti byrj- aði í 1970 lógu aftast, tí tá var enn ikki brostið fyri nev fyri foroyskari silda- veiðu har. P. Ellefsen roynir at bóta sítt tunna soð við dygdini av teimum und- anfarnu løgmansrødunum tá sambandið var partur í landsstýrinum, hóast hann sjálvur politiskt tá lá í móðurlívi, men tey sum kenna legmann síggja, at stíl hevur hann ikki broytt, so sambands- ávirkanin tá man hava verið lítil. Í 1973/74 vóru tað Mao og Regin Smiður, sum >kryddaðu< løgmans- rødurnar, i år var tad av- myndanin — (karakterist- ikkurin) av P. Ellefsen vid orðunum um Demos og Plutos. Næsadjarvut var tað eisini at nevna ein fják- utan setning um kon- struktivan sambandspoli- tikk fyri eina konklusión sum sýna skuldi fólki, hvussu ein slík skal gerast av einum veruligum polit- ikara. Er tad nakar, sum metir sambandsins lut i kon- struktivum politikki ødr- visi enn lutin hjå honum, sum situr hjå, hyggur at og er so gladur um at sleppa at spæla vid, at hann fegin pyntar seg við javnadarij iðrum. Nei, P. Ellefsen. »Man skal have ordet i sin magt for at siga, hvad man aldrig skulle have sagt.«