mikudagur 18. januar 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 4 — 18. januar 1978
Reindjór
í jólagávu
Amy Carter, dóttir am-
erikanska forsetan,
sæst her á myndini,
meðan hon gevur ein-
um av teimum báðum
reindjórunum, sum
hon fekk í jólagávu,
hoyggj at eta. Hon
hevur fingið tey frá
finsku stjórnini.
Súkkla
seld fyri 4800 kr.
Ein súkkla, sum varð
serliga bygd til eing-
ilsku drottningina Eli-
zabeth, varð á eini
uppboðsselu í London
seld fyri 4800 kr. her-
fyri. Súkklan, sum er
silvurmálað, hevur
kongabláan saðil og trý
gear, varð givin
drottningini í samband
við, at hon hevði verið
drottning í 25 ár.
Súkklan varð seld, av
ti at drottningin ikki
súkklar.
Tarvafikting
Fyri fyrstu ferð í 25 ár
kundu íbúgvarnir í San
Francisco hyggja at
tarvafikting har í bý-
num herfyri, men hon
varð gjella eftirhugd
av limum úr ymsum
djoraverndarfeløgum,
sum høvdu mótmælt,
at fiktingin fór fram.
Askoðaratalið var
ikki so størt, sum
væntad. Av teimum
14.000 áskoðarapláss-
unum, sum eru, vóru
bert 3000 fylt.
Djóraverndarlimir-
nir segdu aftan á fikt-
ingina, at teir ikki høv-
du sæð nakran tarv
verða pindan.
Ein vanlig tarvafikt-
ing fer fram á tann
hátt, at tarvarnir verða
stungnif við spjótum
o.t., men henda man-
nagongdin er bannað í
USA. Tó loyvir statur-
in California einari so-
nevndari fridaligari
fikting, har einki blóð
kemur upp í leikin.
Matadorurin roynir at
vinna yvir tarvinum
einans við hjálp av ein-
um kappa.
Frystir pengar
Ein arbeiðstakari í
danska býnum Holste-
bro hevur meldað til
politiið, at 30.000 kr.
eru stolnar frá honum.
Hann hevði fjalt teir í
frystiskápi sínum,
meðan hann var úti og
ferðaðist nakrar dagar.
Tá hann var komin
aftur og skuldi fara eft-
ir pengunum, varð
hann varur við, at teir
vóru burtur.
Politiið, sum hevur
kannað húsini hjá ar-
beiðstakaranum, sigur,
at tjóvurin (ella tjóvar-
nir) helst eru komnir
inn gjøgnum eitt opi
kjallaravindeyga.
Tær 30.000 krónur-
nar hevði arbeiðstakar-
in fingið fyri at hava
sélt jólatre.
Dapurt útlit fyri
búskapinum í
Norðanlondum
Av teimum skandinavisku londunum
verður Sveríki í tí komandi árinum mein-
ast rakt av kreppuni í Vesturheiminum.
Hallið á gjaldsjavnanum verður í øllum
forum 77 milliardir s. kr.
Hetta sæst av ti meting-
ini, sum NEO, Nordic
Economic Outlook, hevur
sent út eftir ársskiftið.
NEO metir, at búskapar-
liga afturgongdin í Sveríki
verður rættiliga umfevn-
andi, meðan norski bú-
skapurin fer at betrast
nakað í hesum árinum í
mun til 1977. Harafturi-
móti roknar NEO ikki við
stórvegis broytingum í
Danmark og Finnlandi.
OECD hevur annars á-
varað Sveríki hetta sein-
asta árið móti eini bú-
skaparligari afturgongd.
Tann økonomiski serfrød-
ingastovnurin hevur heitt
á svensku stjórnina um at
seta tiltøk í verk fyri at
koma sum best burtur úr
ti kreppuni, sum Svøriki
higartil er sloppið nekur-
lunda undan.
Og í seinastum hevur
svenska stjórnin gjert
ymisk tiltøk. M.a. hevur
hon latið veitingar til idn-
aðin, men tað hevur mun-
að lítið.
Arbeiðsloysið
fer at vaksa
Higartil hevur arbeiðs-
loysið í Sveríki verið lítið
og einki, men NEO roknar
við, at tað fer at vaksa
munandi í ti komandi ár-
inum.
Grundirnar til tað lítla
arbeiðsloysið eru fyri tað
fyrsta tær høgu veitingar-
Løgdu hond á
100 tons
av marihuana
Trý skip við tilsamans 100
tonsum av eiturevninum
marihuana vórðu nýliga
tikin av amerikansku
strondverjuni í Florida og
beind inn til ymsar havnir
í hesum stati.
Farmaskipini »Miss
Connie« og »Escopesca
IV« vid farminum av
marihuana eru komin til
havnina i Miami Beach
undir strangum vaktar-
haldi av verjuskipunum
Manningin av smuglaraskipunum undir strangum vakt-
arhaldi av amerikansku løgregluni i Florida
»Steadfast« og »Cape
Fox«, sum settu herfólk
umborð á viðum havi.
21 sjómenn úr Colombia
vóru við á báðum hertiknu
skipunum, og virði av
farminum á svarta markn-
aðinum er mett til ikki
minni enn 530 miljónir
krónur! Tað var eitt flog-
far frá strondverjuni, ið
rakti við smuglaraskipini í
einari vík 80 km eystur úr
Fort Lauderdale, og flog-
farið boðsendi beinan veg
verjuskipunum. Eisini eitt
triðja smuglaraskip, >Ma-
rania<, er síðani tikið, 8
fjórðingar úr Tampa Bay
á vesturstrond Floridas.
Har umborð funnu teir 20
tons av marihuana.
The
Greatest
Hin heimskendi boks-
arin Mohammed Ali
sigur, at hann er tann
stersti innan fyri boks-
ing, men tá tað kemur
til filmsinntøkur, so er
hann ikki so stórur
longur. Filmurin um
lív Ali's, The Greatest,
er vorðin figgjarliga
miseydnaður, bæði í og
uttan fyri USA. Og tað
løgna er, at í Europa
eru tað mest hvít fólk,
sum hyggja at filmi-
num; tey svertu eru í
minniluta har.
nar, sum staturin hevur
latið til idnadin og fyri tað
næsta tær sosialu skipan-
irnar, sum t.d. umskúling
og endurupplæring, ið
tann undanfarna sosialde-
mokratiska stjórnin fekk í
lag.
Iløgurnar í ídnaðin eru í
ti farna árinum minkaðar
og NEO metir, at tær fara
at minka uppaftur meira í
hesum árinum.
Framleiðslan er mink-
að. Grundin er minkandi
eftirspurningur á útflutn-
ingsmarknaðinum.
Norska brutto-
tjóðarframleiðslan
vaksin
Mótvegis grannalondu-
num er framleiðslan í Nor-
egi vaksin munandi í 1977
og NEO metir, at brutto-
tjóðarframleiðslan eisini
fer at vaksa í hesum ári-
num.
Veksturin í ti farna åri-
num er roknaður til 4,5
pst. og NEO metir, at
veksturin í ár fer at verða
7 pst.
Norski útflutningurin
fer at økjast við 13 pst. í
mun til undan farna ár.
Stersta grundin til vekst-
urin er oljan og gassið.
Útflutningurin frá orku-
keldunum verður tvífald-
aður í ár í mun til í fjer.
Stórt hali
á gjaldsjavnanum
Hallið á norska gjalds-
javnanum er stórt. Í fjør
var tað 27,5 milliardir n.
kr., men NEO metir, at
tað fer at minka rættiliga
nógv í 1978 vegna tann
vaksandi útflutningin av
olju og gassi. Prishækk-
anin á heimamarknaði-
num verða teir somu, 10
pst. Arbeiðsloysið er nær-
um einki, undir 1 pst.
Í Finnlandi minkadi
ídnaðarframleiðslan við 2
pst. í 1977, meðan útlitini
fyri hetta árið eru nakað
betur. NEO roknar við
einum lítlum vekstri uppá
eitt —tvey pst.
Hallið fer at minka
Finnland hevur eisini eitt
hall á handilsjavnanum at
dragast við. Í fjør var tað
um 1000 mill. finskar
frankar, men búskapar-
serfreðingarnir rokna við,
at hallið fer at minka niður
í 100 mill. frankar í ár.
Virðið á ti finska frank-
inum liggur um 1,47 kr.
Framleiðslan í Dan-
mark vaks í fjør við
tveimum prosentum í mun
til 1976, tá veksturin var 5
pst. NEO metir, at vekst-
urin í ár bert verður 1 pst.
Hallið á danska handils-
javnanum var í fjør 12
milliardir, meðan roknað
verður við, at tað fer at
minka við tveimum milli-
ardum í ár og at tað
verður uppaftur minni
næsta ár. *