leygardagur 21. januar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 5 — 21. januar 1978
720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Utgevari:
Bladstjori
Blaðmenn
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSÍALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
= = á
Fimti ár
Mánadagin eru fimti ár liðin, síðan
javnaðarflokkurin á fyrsta sinni
fekk umboð á Føroya Løgting, og
vóru hesi umboð P. M. Dam, sáli,
valdur fyri Suðuroyar valdømi, og
Maurentius Viðstein, sáli, valdur
fyri Suðurstreymoyar valdømi.
POLITIKKURIN, sum javnaðarflokk-
urin stóð fyri, var rættuliga ólíkur tí
politikki, sum teir táverandi polit-
isku flokkarnir í Føroyum róku.
Flokkurin legði til brots við einum
politikki, ið tóktist flestu føroying-
um nýggjur og ókendur, og soleiðis
gjørdist javnaðarflokkurin slóðbrót-
arin fyri eini nyskapan í føroyskum
politikki.
á
GAMLA MØSNID um samband ella
sjálvstýri setti javnaðarflokkurin til
viks. Hetta lat flokkurin koma í aðru
rød. Ístaðin legði javnaðarflokkurin
størsta dentin á at skapa tí føroyska
fólkinum best møgulig kor, og hev-
ur flokkurin á tí sosiala, fíggjarliga,
vinnuliga og mentunarliga økinum
virkað fyri hesum øll árini síðani.
TÁ VIT NÚ skulu líta aftur um bak,
so kemst tað ikki uttanum, at poli-
tikkur javnaðarfloksins í rættuliga
stóran mun hevur vunnið frama.
Beinleiðis hevur javnaðarflokkurin í
stóran mun ávirkað førda politikkin
í Føroyum, við tað at flokkurin hev-
ur luttikid í tilsamans fimm lands-
stýrum, og harav havt leiðsluna í
teimum fýra.
EISINI hevur flokkurin ávirkað pol-
itiska arbeiðið óbeinleiðis. Hetta
hevur hann lutvíst gjørt sum and-
støduflokkur og lutvíst við tað, at
allir hinir politisku flokkarnir so við
og við hava flutt seg nærri uppat
javnaðarflokkinum.
MEN KORTINI. Ongin tosar før-
oyskt mål so væl sum ein føroying-
ur, og ongin kann reka javnadar-
politikk so væl sum javnadarflokk-
urin, og føroyingar velja sjålvandi
tað besta. Vit vænta at føroyingar í
hesum merkisári javnaðarfloksins
fara at rætta flokkinum eitt lógva-
tak, tá vit seinni í hesum ári skulu
hava løgtingsval.
SOSIALURIN heilsar Føroya Javn-
adarflokki å fimti åra degnum vid
ynski um blidan byr framyvir.
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen; Vesturkirkjan:
Kjartan Merkere, altar-
gongd; Nólsoy: Eivind
Vilhelm; Hestur: Hegni
Poulsen. kl. 12, altar-
gongd; Strendur: Niels
Pauli Danielsen, altar-
gongd; Nes kirkja: Jóhs.
Follend, altargongd; Hell-
urnar: Torkil Beder, altar-
gongd; Klaksvík: Jákup
Magnussen, altargongd
(talvan gongur fyri kirkj-
una); Hvalba: Johan
Weihe; Vágur: Martin R.
Jacobsen; Leiti: Elsa
Funding, altargongd:
Konfirmantar
í Suðurstreymoy
Konfirmantarnir í Suður-
streymoyar vestara pres-
tagjaldi (markið er Trónd-
argeta, Varðageta, Vill-
ingadalsvegur) eiga at
meta i Vesturkirkjuni tys-
dagin 24. januar kl. 15.
Kjartan Merkere hevur
konfirmatiónina pálma-
sunnudag, 19. mars, og
Hegni Poulsen sunnudag-
in 9. apríl.
Adventista-
samkoman
Bibliustudium í dag kl. 10
og gudstænasta kl. 11 v/
J. Marcussen å Adventis-
taskúlanum vid Hoyviks-
tjørn. Sunnudagsskúli kl.
11 å sama stad.
Mikladals soknar
fråhaldsfelag
Fundur verður í Uppi-
stovu í kveld kl. 20.
Marius Johannesen lesur
upp.
KFUK
Sunnukvøldid kl. 20.30 er
felagsfundur, har Alma B.
Johannsson, húsm. talar
um evnið: Gev okkum í
dag.
Pensionistafelagið
Mánakveldið kl. 19.30
verður samkoma í KFUK
við hesi skrá: >Jesu kær-
leiki — megin í gerandis-
lívinum< v/ Kjartani
Mørkøre, presti. Poul Ser-
ensen, fjarritari, lesur
segur. Andakt v/ Jákup
Kass, stjóra.
KFUM
Dreingjafundur mánadag-
in kl. 17: bíbliuorðið, Jes-
us grødir. Álvheygg vitj-
ar. Filmur og framhalds-
segan, Teir flýggja til
Finnlands.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 9 frå Monte Carlo (vid
siduna av Luxembourg) å
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varar eitt korter.
Dion 80
Månadagin 23. januar
fyllur Dion Nolsøe i Vågi
80 år. Henda mann, sum
allir vågbingar kenna frå
livsyrki hansara sum
snikkarameistari og frá
snikkaravirki sínum har
suðuri, kenna eisini tey
flestu sum stillføra mann-
in, sum ongantíð hevði
stórvegis lyndi til at gera
burturúr sær. Best lynd-
aði honum at vera millum
síni og var negdur við tað.
Hóast so er, so vita vit, at
hann hevur tikið síni tek
sum ungur og lívsfróur og
seinri í livinum.
Dion var sum so mang-
ur unglingi á sjónum á
yngri árum, men smíð
kom hann skjótt at kenna
á bedingini í Vági, sum
væl gjerdi sítt til, at hann
gjerdi seg út til snikkara-
fakið. Hann var á hand-
verkaraskúla í Danmørk
og stovnaði síðani, saman
við Tom Silvurdal, snikk-
aravirki, sum teir høvdu i
mong år.
Snikkaravirkid stendur
enn sum áður, hóast árini
sjálvsagt siga, at virk-
semið har ikki er tað sama
sum fyrr, minni enn so.
Men tað sigst um Dion,
at hann var ikki bara
spelkin unglingi, men sum
hin fimi og dámligi ung-
lingin tók hann lut í ellum
bygdarlívi, var av fræg-
astu bjargamonnum. Vág-
bingar rektu bjergini
sunnanvert á Vágsfirði og
tað er skilligt, at dirvi
skuldi eisini til, tá tek
skuldu takast, sum at
sleppa seyði á feitlendi ella
taka hann. Mangt ringt
ternið tók Dion eisini har.
Fullgjørt var tað ikki,
um nútíðin ikki eisini fekk
at vita, at eisini Dion var
fótbóltspælari í VB, eitt
skifti vóru teir fimm breð-
ur, sum spældu á fræga
VB-liðnum, Otto, Jens
Mohr, Sofus, Kristin og
Dion.
Í almenna lívinum hev-
ur Dion tikið lut sum val-
evni og løgtingsmadur fyri
Javnaðarflokkin. = Hann
sat á tingi í 8 ár, valdur í
1958 til 1966 og hevur
allastaðni verið virdur
sum álitis- og skilamaður.
Tá hetta er skrivað um
Dion kann myndin ikki
vera fullteknað, uttan eis-
ini at siga frá konuni Ellu,
sum varð 80 í september í
fjør. Hugnaliga heim teir-
ra hevur verið staðið, har
4 bern teirra og familjan
manga letuna hava kent
stóra við musikki og
sangi. Ella var fastur or-
ganistur við Vágs kirkju
til hon fyri umleið 5 árum
legði hetta ikki lítið týð-
andi kirkjuliga og tón-
listarliga starv frá sær eft-
ir at hava rekt hesa upp-
gávu í umleið 50 ár, hálva
eld.
Á fødingardegnum er
Dion Nolsøe ikki við hús,
heldur ikki konan. Men
vit eru fleiri, sum bera
Ellu og Dion ell góðynski. i.
Tillukku og må Harrin
geva tykkum góðar dagar.
KONSERT
RICHARD DEERING
klaver
Í Kommunuskúlahellini í Havn sunnukveldið 22.
jan. 1978 kl. 20.
J. Haydn Sonata í F-dur
Johs. Brahms 7 Phantasien op. 116 |
C. Debussy 4 Preludes
Fr. Chopin Nocturne i F-dur
Franz Lizt Ballade i b-moll
Dagrøktarheim
| samband vid, at dagrøkt av
børnum millum 0 og 7 år er sett á
stovn í kommununi, verður sekt
eftir dagrøktarheimum.
Tey, ið hava áhugað fyri at taka
børn at passa, bidast sum skjótast
siga leiðaranum frá á telf. 12934
millum kl. 10 og 12. Somuleiðis
verða tey, ið hava boðið sær til at
taka børn at passa, biðin um at seta
seg í samband við leiðaran, so nærri
avtalur kunnu gerast.
Tórshavnar uttanb. kommuna
Dagrøktarleidarin
TRADERLINE
|
|
Í
Vit ferma
í Álborg
í Halmstad
i København
hvønn månadag og tysdag
hvønn mikudag
hvønn hosdag
2. hvørja viku i Larvik
3. hvørja viku i Ålesund
3. hvørja viku i Sandnes
4. hvørja viku i Blyth
(næstu ferð 6/2)
(næstu ferð 27/1)
(næstu ferð 26/1)
(næstu ferð 15/1)
til Føroyar
Frystikontainarar eins væl og
vanligir kontainarar eru tøkir
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg
A/s Traderline, tlf. 203311 København
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN