Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÓÐI LØKSÁGARÐ Við einum kaffikoppi í hondini, og tónleikar- ásini VH-1 bleiktrandi á sjónvarpsskíggjanum í bakgrundini, sita vit í hugnaligu uppihalds- stovuni í Studio Pegasus í Klaksvík. Tað er sunnu- dagur, kavin liggur tjúkkur uttanfyri, og innanfyri døggutu rút- arnar, í flógva rúmi- num, hava vit fingið Arnfríð Lützen at sessast til eitt prát um tónleik, framtíðarætlanir og fyrimyndir. Arnfríð er 17 ára gomul. Hon var liðug við 10. flokk í fjør, og hevur síðani starvast á Royki- virkinum í Klaksvík. Arnfríð er næst elst av fýra systrum. Foreldrini eru bæði úr Klaksvík, men tey flestu av barna- árunum hevur Arnfríð búð í Gøtu. Ikki fyrr enn hon fór í 10. flokk, fluttu tey aftur til Klaksvíkar. — Tað var ikki nøkur stuttlig tíð, mær longdist illa aftur til Gøtu, so eg var hvørt einasta viku- skifti í Gøtu, so tú kanst ætla at eg bleiv ofta spurd um eg ikki búði í Klaksvík longur. Nakað sum hon saknar eftir at vera flutt úr Gøtu, er umhvørvið rundan um losjuna, har tey ungu javnan hittust bæði til at lurta eftir, og sjálvi at spæla tónleik. Hyggja vit at teimum nøvnum sum seinastu árini hava ver- ið frammi innan tann heimliga tónleikin, sæst at fleiri av teimum hava traðkað sínar barna- skógvar í losjuni í Gøtu, so alt bendir á at losjan hevur verið eitt kveikj- andi umhvørvi. Sjálvt um tað neyvan eru mong sum minnast tað, ella yvirhøvur vita tað, so var røddin hjá Arn- fríð fyrstu ferð at hoyra á eini útgávu, longu tá hon var smágenta. Hon og nakrar vinkonur vóru við á eini útgávu hjá Símun Konoy, har tær sungu kór á einum lagi. — Men hatta nýtist tær ikki at skriva, legg- ur hon afturat. —Eg havi altíð sungið, sigur Arn- fríð tá vit freganst eftir nær hon av álvara byrj- aði. —Eg og elsta systurin plagdu at syngja tá vit vóru lítlar, eg haldi at tað hevur altíð verið har. Hon vil ikki bein- leiðis viðganga at hon er av musikalskari familju, men sigur at pápin plagdi at spæla guitar fyrr, og at hon hevur hoyrt okkurt um at mamman eisini hevði sungið sum yngri. Fyrstu ferð Arnfríð sang til eitt alment til- tak, var tá hon gekk í framhaldsdeildini í Fuglafirði. Til eitt jóla- hald hevði tónleika- lærarin hjá henni fingið hana og vinkon- una Eivør Pálsdóttir at syngja saman. — Eg minnist at eg hevði øði- ligar nervar, men tá eg stóð har og var byrjað at syngja var alt burtur, soleiðis havi eg havt tað líka síðani. Eg havi nervar hvørja ferð eg fari á pallin, men tá ið eg eri komin í gongd, so eru teir púrasta vekk, sigur Arnfríð um sína fyrstu almennu framførðslu. Frammanundan hesi framførðsluni í Fugla- firði hevði Arnfríð bara sungið fyri familju og vinum, eitt nú til onkran føðingardag og onkra konfirmatión. Seinni sama ár fingu all- ir tónleikahugaðir før- oyingar møguleika fyri at hoyra Arnfríð syngja. Onkrar vinkonur hjá henni høvdu meldað hana til kappingina um at gerast ársins song- rødd, so tað var bara at leypa í tað. Hon og vin- konan Eivør Pálsdóttir, megnaðu báðar at koma víðari frá innleiðandi umfari- num í kapping- ini og sluppu við til final- una sum var hildin á Kambs- dali. Eivør Pálsdóttir v a n n kapping- ina hetta árið, bara 13 ára gomul. Longu árið eftir hevði onkur aft- ur teknað Arnfríð til innleið- andi um- farið í Klaksvík. Sangurin var My Heart Will Go On, og hesaferð gekk enn betur enn fyrru ferð. Eftir at hava vunnið inn- leiðandi umfarið í Klaksvík, vann hon eisini finaluna á Kambsdali. — Tað var eitt fantastiskt upplivilisi, serliga tí at eg als ongar vónir hevði um nakað sum helst, sig- ur hon, tá talan fellur á minniligu løtuna á Kambsdali. Eftir hetta byrjaði av álvara at vera boð eftir Arnfríð og rødd henn- ara. Studio Pegasus liggur í grannalagnum har Arnfríð dagliga búleikast, og eisini har høvdu teir hoyrt um unga sangfuglin. Tá tørvur var á at fáa onkran at syngja kór var sum oftast boð sent eftir Arnfríð. Úrslitið av hesum er, at hon er at finna á bæði útgávum hjá Aria, I am og Wild Child. Seinni fekk Arnfríð eis- ini møguleikan at royna seg einsamalla. Skúlin er liðugur, er heitið á sangi, sum er at finna á savnsfløgu sum Studio Pegasus gav út í 1999, og har er tað Arnfríð sum eigur røddina. Seinni sama ár var Arnfríð drigin uppí eina enn stórri framleiðslu. Kular Røtur er heitið á eini barnafløgu sum kom út stutt undan jólum í fjør. Á hesi útgávu eru tað Arnfríð og Jógvan Hans- en, sum er kendur úr Aria, sum eru høvuðs- sangarar. Vera hon er well, bilurin hjá okkum og Brúsi eru í dag sangir sum flestu børn í Føroy- um kunnu skrála við til. Fyri stuttum fingu tey sum luttóku á Kular Røtir so møguleikan at royna seg á palli við løg- um av útgávuni. Hetta var tá Creamy vitjaðu í Føroyum og hildu tvær konsertir. Kular Røtir stóð fyri upphitingini av stóru mannamúgvunum, sum vóru samlaðar. —Tað var ótrúliga stuttligt, eg havi ongantíð sungið fyri so nógvum fólkum fyrr. Tað var eitt heilt serligt upplivilsi, børn- ini livdu eisini ótrúliga væl við. Annars sigur Arnfríð seg ikki gera nógvan mun á at syngja fyri børnum ella fyri vaksnum áhoyrarum. — Tað er altíð stuttligt at syngja, bara fólk tíma at lurta. Enn bleiktar sjónvarpið í bakgrundini, og eitt av andlitunum sum trínur fram á skíggjan er tann blaðunga Lee Ann Rimes. — Eg blívi heilt øvundsjúk tá eg síggji hana og Britney Spears, tær eru javngamlar við meg, og hygg hvussu langt tær eru komnar. Aftaná hesa útsøgnina fellur tosið náttúrliga á hvørjar fyrimynidir hon hevur sum sangar- inna. Her er tað serliga eitt navn sum gongur aftur. — Mariah Carey hevur eina heilt ótrúliga rødd, sjálvt um hon kan- ska jodlar eitt sindur for nógv til tíðir, leggur Arnfríð varliga afturat. Eisini Whitney Houston er at telja millum fyri- myndirnar. — Eg haldi at mær dámar sum heild væl tær littu sangarinn- urnar, tað er nakað ser- ligt við teimum myrku røddunum. Sjálv hevur Arnfríð eisini dreymar um at koma víðari við sangin- um. Gongur alt sum ætlað so verður fyrsta stigið á leiðini longu tik- ið í summar. — Eg havi fingið samband við ein tónlistaskúla í Íslandi, har eg havi ætlanir, at fara at ganga til sang- frálæru. Eg vil gjarna læra at brúka røddina hjá mær betur, enn havi eg einki lært um sang, so har er nógv at fara eftir. Arnfríð sigur víðari at hetta ikki er nakar dýrur skúli, og hon veit um onkrar føroying- ar sum ganga og hava gingið har, og at tey lata øll rættuliga væl at. —Tá man er ungur so hevur man hug til so nógv, so tað verður fyrst og fremst ein fíggjarlig- ur spurn- ingur, eitt nú eru tað eisini nógv ym- isk lond sum eg kundi hugsað mær at sæð, men tú kanst ætla at tað er ringt at samla pengar, tá man sam- stundis skal fylgja móta og liva eitt vanligt lív sum onnur ung. Men hetta at fara til Íslands er veruliga nakað sum eg vil. Umframt at fáast við sang, so gongur Arnfríð eisini til klaverspæl. — Eg byrjaði aftur fyri stuttum sigur hon. — Upprunaliga byrjaði eg at ganga til klaverspæl hjá einum onglendingi sum 10 ára gomul, tá vit búðu í Gøtu. Men tá hes- in lærarin flutti av landinum, datt eisini klaverspælið hjá mær niðurfyri. — Fyrimunur- in við at duga at spæla okkurt ljóðføri er at tú kanst skriva tínar egnu sangir, sigur Arnfríð um orsøkina til at hon er farin undir klaverspæl- ið aftur. Sum flest onnur sum fáast við at syngja, so hevur Arnfríð eisini ein dreym um einaferð at geva eina fløgu út. — Skuldi eg farið undir nakað sovorið, so vildi eg havt at ein partur av til- farinum skuldi verið mítt egna, og tað havi eg einki av í løtuni. —Eg havi onkuntíð roynt at gjørt okkurt lag við guitar, men so skjótt man hevur verið burtur frá tí í fimm minuttir so hevur man longu gloymt hvussu tað var, so tú kanst ætla at tað gongur seint fyri seg. Hetta heldur hon fyrst og fremst skyldast at guit- arspælið er nakað vána- ligt. Pápin hevur lært hana nakrar akkordir, restina hevur hon bara sjálv miksað seg fram til. Burtursæð frá tón- leikinum, so hevur Arn- fríð onki frítíðarítriv. — Eg spældi fótbólt fyrr, men tá vit fluttu til Klaksvíkar so datt tað niður fyri. Hon vil tó ikki vera við at hetta er orskað av trúskapi móti gamla felagnum hjá sær. — Nú er tað tónleikurin sum fer við allari tíðini, tá eg ikki eri til arbeiðis. Í løtuni er tað ein nýggj útgáva við Kular Røtur sum er á skránni. Til- farið er tað mesta klárt og farið er undir inn- spælingarnar, sigur Arnfríð at enda. Kular røtur er meiri enn bara fløguútgávur. Einaferð seinni í hesum mánaði- num verður skipa fyri stórum tiltaki á kambs- dali, har Kular Røtur verða høvuðsnavnið. Umframt at geva fløgur út og at skipa fyri kon- sertum, so hava fólkini aftan fyri kular røtur eisini lagt eina heima- síðu út á allnótina. Tann tóma kaffi- kannan, og hálvfulla øskutrogið geva greiðar ábendingar um at nú hava vit sitið leingi, og tíðin er búgvin at reisa seg aftur. Arnfríð biður farvæl, og traðkar út í tjúkka kavan, og setur kós móti húsum aftur. Heim til guitarin og klaverið, og allar teir óskrivaðu sangirnar sum sveima í høvdinum á henni sum sum tilvild- arlig orð og leysir nótar, sum enn mangla at vera settir í skipan. Einin Kulul Rót ót Arnfríð Lützen er ein av evnaríku ungu songkvinnunum her heima. Eftir at hon gjørdist ársins songrødd í 1998 hevur rættuliga verið boð eftir henni. Seinast var tað til barnafløguna Kular Røtur Byrja›i hjá hjá Símun Konoy Ársins Songrødd Luttiki› á fleiri útgávum Klaverspæl og og sangskriving Next stop stop Ísland Mynd: Ey›un Klakstein Arnfrí› Lützen