leygardagur 6. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
3
Petur Bjarnastein var ein
sera góður basssangari. Nú
hevur hann lagt nótablaðið
og sungið sítt síðsta lag her
í hesum heimi. Siti við ein-
um V. U. Hammershaimb -
einum hundraðkrónuseðili
framman fyri mær. Henda
seðil fekk eg frá Peturi eftir
konsertina 17. apríl í Fugla-
fjarðar kirkju, áðrenn farið
varð til Danmarkar og Svø-
ríkis á konsertferð við
Fuglafjarðar
sangkóri.
Magda og Petur sótu hetta
konsertkvøld so elskulig
mannfólkamegin í stóli
nummar fýra uttast við.
Hugfarsligt var at sita
millum Jakku Lundsbjerg
og Petur Bjarnastein, tá ið
Herluf mýkti røddirnar
undir venjingunum í sang-
kórinum. Teir vóru sera
nótafastir og høvdu gott
gehør. Skemtiligt var tað
eisini. Eitt kvøldið segði
Petur við Herluf, meðan
vant varð: " Herluf, skulu
vit ikki fara til "Ulla-Pool"
á konsertferð?" Hetta var í
tí tíðini, tá føroyingar seldu
sild í Skotlandi, og hon
varð skipað upp í "Ulla-
Pool".
Oddfríður Haraldsen,
sálið, helt fyri, beint áðrenn
hann doyði, at hann hevði
sungið
fimmti
ár
við
Fuglafjarðar sangkóri, men
honum untist ongantíð at
koma uttanlands at syngja.
Tað sama kundu Petur og
Jakku siga, men glað vóru
tey, um kórið bert rakk út
um Gøtueiðið og sungið
varð onkunstaðni uttanfyri;
men teimum lá hjartanum
næst at syngja so ofta í
Fuglafirði sum gjørligt.
Petur var tann síðsti av
teimum fyrstu, sum var við
frá byrjan av. Fleirirødd-
aður sangur hevur ljómað í
Fuglafjarðar kirkju síðani
1925. Serligur hátíðardám-
ur hevur verið í kirkjuni
jólakvøld, tá ið kórið í sín-
um besta skrúð, er komið
inn eftir gólvinum við
Herluffi síðst í hópinum og
sungið jólaløg undir guðs-
tænastuni jólakvøld. Vit,
sum eru eitt sindur yngri,
minnast hesar løtur sum
eina góða uppliving líka frá
barnsbeini av.
Petur helt uppat við at
syngja fyri bert heilt fáum
árum síðani. Hann hevði
ein djúpan bass, sum eg
ikki havt hoyrt siðani. Hann
liggur nú saman við mong-
um øðrum sangarum Um
heygar og bíðar eftir upp-
reisanartónanum.
Sum sagt, stakk Petur
mær ein hundraðkrónuseðil
í lógvan eftir konsertina 17.
apríl og ynskti okkum góða
konsertferð. Kundi hugsað
mær at viska V.U. Hamm-
ershaimb burtur av seðilin-
um, sett mynd av Peturi
ístaðin og fingið myndina í
glas og ramma sum eitt
varandi minni um ein góð-
an sangara, skemtara og
vin.
Frits
Petur Bjarnastein
til minnis
Tann 20. Mars andaðist
okkara kæri starvsfelagi
Inga F. Danberg.
Tað er óskiljandi at henda
lívsterka, glaða og arbeiðs-
sama kvinna ikki er ímill-
um okkum meira. Ja so
óveruligt, at tað er sum um
ein bert gongur og bíðar
eftir til hon aftur trínur inn í
handlinum í Niels Finsens-
gøtu og tú aftur kannst
hoyra hennara gneggjandi
látur og upplivað hennara
lætta lyndi. Tankin um at
ein ikki skal síggja hana
aftur gevur onga meining.
Saknurin er ómetaliga stór-
ur og eftir henni stendur eitt
stórt tómt hol.
Inga hevði fyri okkum
starvsfelagar sera stóran
týdning.
Fyrsta uppfatan tú fekk
av henni var, at hon var
bersøgin og hevði sín heilt
serliga hátt at siga og gera
tingini uppá. Men tá tú
lærdi hana at kenna, fanst
tú útav, at hon var sera
ósjálvsøkin. Hon hugsaði
altíð um hini fyrst, var altíð
gevarin, men kravdi einki
afturfyri. Hevði tú trupul-
leikar á arbeiðinum ella
persónliga, kundi tú altíð
fara til hana, tí her hevði tú
ein persón, sum tú kundi
tosa við í trúnaði og tú fekk
altíð eitt greitt svar.
Tú kundi mangan undrast
yvir alt íð hon kundi náa.
At arbeiða í handli krevur
nógv av einum, kortini so
hevði hon stundir at venja
hondbólt, verða um familj-
una, skilja fisk við pápan-
um vesturi í Sørvági, ganga
á fjall og ikki so sjáldan
samlaði hon okkum starvs-
felagarnar um borið í
køkinum við nýbakaðum
bollum ella køku. Ja, Inga
var eitt satt konubrot við
einum heitum hjarta, sum
elskaði at fjálga um tey
sum stóðu henni nær.
Nú tíðin er komin til ta
árligu
útferðina,
renna
tankarnir aftur til tann
ógloymandi túrin úti í
Mykinesi seinasta ár, har
hon vísti okkum runt á
sínum himmiríkið á jørð.
Henda oyggj sum hon
hevði so stóran tokka til, og
sum hon so mangan for-
taldi okkum um.
Vit eru sera takksom fyri
at vit sluppu at upplyva
hana úti í Mykinesi.
Tín tíð her á jørð gjørdist
ikki long, men hóast hettar
so náddi tú meir enn mong
náa eitt langt lív.
Hví tú Inga skuldi fara so
ung, fáa vit ikki at vita -
helst hevur Guð ikki kunna
verið hendan eingilin fyri-
uttan meira.
Takk Finn, fyri at tú alla
tíðina kunnaði okkum um
støðuna hjá Ingu gjøgnum
sjúkraleguna. Hetta gjørdi
tú hóast tað var ein svár tíð
tit fóru ígjøgnum.
Er saknurin av Ingu, hjá
okkum stórur, so kann tað
ikki lýsast hvussu stórur
hann eigur at verða hjá
tykkum, Finn og børnun-
um, Vinjard, Marjun og
Pola. Tit vóru hennara eitt
og alt og Inga tosaði eisini
altíð um tykkum.
Við hesum fátøku orðum
vilja vit lýsa frið yvir minni
um okkara kæra starvs-
felaga og vin Ingu F. Dan-
berg
Starvsfelagarnir
Ingu Falkvard Danberg til minnis
Tey búðu á Eiði.
Malla var dóttir Lenu og
Hanus í Leirvík og Theodor
var sonur Siggu hjá Hans
Andreasi á Eiði.
Mamma fór at tæna hjá
Hans Joensen í Havn sum
ung genta. Har var hon fyri
tí óhappi at detta niður
ígjøgnum ein lem og fáa
skaða. Maria, dóttir Hans
og Anitu og mamma vóru
bestu
vinkonur,
høvdu
sama føðingardag og sama
ár.
Tey hjá Hans Jeonsen
tóku sær væl av mammu og
tá Maria giftist við Chr.
Restorff tóku tey sær av
mammu. Pápi og mamma
giftust 30.10.1935. Fingu 2
synir eg(Gunnar) f. 18.08.
1936 í Klaksvík og Hans
Andreast f. 03.09.1940
føddur á Eiði.
Pápi var formaður í
Glottanum eina tíð og fekk
í lag at stovna begravilsis-
kassan á Eiði, so fólk
kundu fáa hjálp í slíkum
føri.
Á fyrsta flaggdagshaldi
sum var hildið á Eiði 25.
apríl 1941, bar pápi Merk-
ið, Eiðis ljómfelag spældi
og Eli í Andrasstovu helst
flaggdagsrøðuna.
Mamma var ófør til alt
handarbeiði og sera góð til
matgerð. Hon savnaði gent-
urnar inn til sín at binda,
hekla, broderað og gimpa,
hon læs nógvar søgur fyri
børnum, so sum Mary Jon-
es og Bíbliu hennara og
aðrar líknandi bøkur.
Mamma plagdi at siga, at
kríggið tók Theodor og
friðurin tók Gunnar. Tá tað
kom til krígslok í 1945,
mátti eg fara niður til Dan-
markar á Blindeinstitut í
Ræsnes við Kalundborg.
Tá var lítið at fáa av
klæðum, mamma samlaði
genturnar saman at binda
hosur, vøttir og húgvur til
børnini á skúlanum, børn-
ini vóru sera glað fyri hesar
bundnu lutir, og skrivaðu
takkarbræv heim til henn-
ara.
Hon hevði eisini skaldar-
gávur, hevur yrkt nógvar
sangir, m.a.:
Guds náði, hon er undurfull
Og meiri verd enn góðs og
gull;
Takk, at tú okkum hevur vart,
Takk, at tú hevur lív várt
spart!
Takk fyri, vit ta longu tíð
Við vinum fylgdust heimi í,
Takk fyri øll, sum kenna teg,
Við okkum ganga lívsins veg!
Vit lov og tøkk nú syngja tær,
At tú so trúgvur okkum var
Ígjøgnum hesi mongu ár –
Um runnið hevur mangt eitt
tár.
Takk fyri gleði, sorg, tú gav,
Takk fyri djúpa náðihav,
Takk fyri sólskin, toku við,
Takk at tú ert við vára lið!
Hesin
sangur
verður
sungin við lagnum »Deep
Harmoni«.
Vit
báðir
beiggjarnir
plagdu at vera í Miklagarði,
í Løðuni og aðra staðni, har
fingu vit mangan góðan
bita. Mamma hevði okkum
við á møti í Miklagarði,
hetta var áðrenn salurin
Mizpa var bygdur. Hon
lærdi okkum Guds orð, vit
lósu
fleiri
kapitlar
í
Bíbliuni um dagin.
Hon kom nógv saman
við Óluvu í Løðuni, Luffu í
Miklagarði og Poulinu í
Gimbrinum.
Tá prædikumenn komu
til bygdina, komu teir altíð
inn til okkara. Hon hevði
eitt umfatandi brævaskifti
við trúboðanina út í heimin,
millum annað í Kina.
Orsaka av fallinum hon
hevði fingið sum ung, var
hon ofta á sjúkrahúsinum
og hvíldarheiminum. Mín
gongd tá eg kom niðri frá,
var út á sjúkrahúsið ella
niðan á hvíldarheimið, av tí
sama var eg nógv hjá most-
rum og mammubeiggjum í
feriuni, hjá Kamillu á
Toftum, Andreu í Leirvík,
Sigrid í Havn, Frederik í
Søldarfirði og Hjalmar og
Leirvík. Eisini plagdu vit
øll at vera nógv hjá Victor
Danielsen í Fuglafirði.
Tá Dia beiggi mín var 14
ár, fór hann til skips við
Føroyinginum, hann var
eisini við Imanuel og
Venus. So legðist hann upp
á land og fór at koyra
hýruvogn, hann giftist við
Britt, tey fingu 4 børn,
Theodor, Eyðun, Eydnu og
Ragnar. Í 1965 1. januar
fekk hann arbeiði sum por-
tørur á Landssjúkrahúsin-
um, har var hann til hann
doðyi 29.05.1993, hann var
nógv avhildin. Hann gav
eitt blað út í 5 ár sum
kallaðist Vaktarin.
Malla var tey síðstu
nógvu árini á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi, og
sigi eg tykkum takk fyri
góða røkt. Eisini takki eg
teimum á sjúkrahúsinum,
hvíldarheiminum
og
heimarøktini.
Og vil eg hervið siga øll-
um, sum hava hjálpt okkum
hesi mongu ár, hjartaliga
takk fyri, og citera Jeremias
kap. 49, v. 11. »Eg skal
halda lívinum í teimum, og
einkjur tínar kunnu líta á
Meg«.
Hjartaliga takk til øll,
sum fylgdu henni til henn-
ara seinasta hvíldarstað her
á fold.
Hervið lýsa vit frið yvir
Theodor, Mallu og Dia.
Gunnar og Edith
Minningarorð um
Mallu Joensen f. Hansen
f. 30.09.1913 í Leirvík d. 08.05.2002 á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi
Theodor Joensen
f. 16.09.1914 á Eiði d. 07.09.1942 undir
Vestmannaoyggjunum við »Tór II«
Mikunáttina fór
Fuglberg av Klaksvík
á Flemmish Kap á
rækjuveiðu, og
mikumorgunin kom
Sundaberg aftur
eystaneftir
FISKISKAPUR
Rúna Sivertsen
"Møtast og skiljast er lívið
her".
Summir fara, og aðrir
koma; soleiðis er lívið hjá
okkara sjófólki og familj-
um teirra.
Fuglberg steðgaði bara
eina lítla viku heima hesa-
ferð. Teir hava verið á
Flemmish Kap á rækju-
veiðu og løgdu 430 tons
upp.
Fuglberg fór av Klaksvík
um 1 tíðina mikunáttina,
aftur á Flemmish Kap at
royna. Teir vænta at verða
burtur einar 2 mánaðir. 16
mans eru við Fuglbergi
hendan túrin. Palli Sivert-
sen er skipari.
Roktúrur hjá
Sundabergi
Sundaberg kom aftur frá
fiskiskapi eystanfyri miku-
morgunin. Hesin túrurin
hjá teimum var serstakliga
góður. Teir byrjaðu túr tann
10. apríl og hava 970 tons
av flaki inni. Lastin er
sjálvsagt ikki seld enn, men
teir vænta, at hesin túrurin
verður tann størsti higartil
hjá Sundabergi í peningi.
Fríggjadagin fer Sunda-
berg niður til Grimsby at
selja; tað tekur væntandi
eina viku. Teir ætla at verða
klárir til fiskskap aftur tann
13. juli, tá ið hann fer at
royna í russiskum sjógvi í
Barentshavinum.
35 mans eru við Sunda-
bergi. Tað var John Fuglø,
ið førdi Sundaberg henda
roktúrin.
Møtast og skiljast
Sundaberg kom aftur eystaneftir mikumorgunin. Teir hava 970 tons inni og vænta teir, at hesin túrurin verður tann størsti
higartil í peningi
"Møtast og skiljast er lívið her". Summir fara, og aðrir koma; soleiðis er lívið hjá okkara sjófólki
og familjum teirra. Ikki skerst burtur, at gott er at koma heimaftur
- Enn er lastin hjá
Sundabergi ikki
seld, og tí kenna vit
ikki neyvu tøluni,
sigur Hanus Han-
sen, reiðari hjá
JFK-Troli í
Klaksvík
ROKTÚRUR
Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur spurt
Hanus Hansen, reiðara
hjá JFK-Troli, hvussu
stórur manningarpartur-
in umborð á Sundabergi
er hendan túrin.
Sundaberg
fór
úr
Føroyum, 10. apríl og
var aftur á Klaksvík
mikudagin. Hetta var ein
roktúrur, 950 tons í
flaki.
Hanus er sum vera
man trekur at tosa um
tøl, tí sum hann sigur:
"So fær onkur ilt av hes-
um, tí hesaferð gekk tað
so væl…"
Hann vísir á, at enn er
lastin hjá Sundabergi
ikki seld, og enn vita teir
ikki nágreiniliga, hvussu
sølan verður.
Sundaberg loysti úr
Klaksvík í gjár og er nú
á veg niður til Bretlands
at selja.
- Vit vænta, at mann-
ingarparturin
hendan
túrin fer at liggja millum
300.000 og 400.000
kónur, tó helst nærri
300.000.
Hetta er tað einasta,
vit fingu Hanus at siga
okkum um inntøkuna.
Ikki tí; Hanus var
bæði blíður og fryntligur
at tosa við.
- Okkum hevur ikki
dámað so væl at upplýsa
inntøkuna hjá manning-
ini, men tað er skjótt hjá
hvørjum einstøkum at
rokna seg fram til, hvat
fæst burtur úr einum
slíkum túri, sum í okk-
ara verð telist millum
teir bestu, sigur reiðarin,
Hanus Hansen.
Tá ið Sundaberg er
liðugur at landa, fer
hann nýggjan túr eystur-
eftir.
Manningin tjenti
350.000 kr.
í slakar
tríggjar mánaðir
C
M
Y
K
3
2