leygardagur 6. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
5
– Verður uppskotið
fylgt, sum nevndin
hjá Landsstýrinum
hevur gjørt, man tað
skjótt fara at vísa seg,
at ongin orsøk er til
at hava eina fólka-
kirkju, sum í roynd
og veru er at kalla er
ein fríkirkja, sigur
Hans Jacob Joensen,
biskupur
FÓLKAKIRKJAN
Áki Bertholdsen
– Sigur Annlis Bjarkhamar,
at talan ikki er um stórar
broytingar í álitinum, er tað
spell.
– Tí so hevur hon ikki
lisið tað nóg nágreiniliga.
Hans
Jacob
Joensen,
biskupur hevur enn sum
áður eina púra avgjørda
hugsan um, hvussu farast
skal fram, nú ætlanin er at
yvirtaka kirkjuna.
Nýggja samgongan hevði
ikki sitið í nógvar dagar,
áðrenn fyrsti fundurin var
við ímillum føroysk og
donsk embætisfólk um
yvirtøku av fólkakirkjuni.
Í samrøðu við Trúboðar-
an sigur Annlis Bjark-
hamar, landsstýriskvinna,
at grundarlagið undir sam-
ráðingunum er uppskotið,
sum ein nevnd hevur gjørt
um
samráðingarnar
og
yvirtøkuna. Og í samrøð-
uni sigur hon eisini, at eftir
uppskotinum,
sum
er
grundarlagið undir sam-
ráðingunum, verður dentur
lagdur á, at stórvegis broyt-
ingar ikki verða gjørdar.
Størsta broytingin er, at
uppskotið mælir til tveir
biskupar, sigur hon.
Hans
Jacob
Joensen,
biskupur, sigur, at tað er
talan um rættiliga stórar
broytingar við álvarsomum
avleiðingum.
– Til hvørt bispaembæti -
hvørt stift- í donsku fólka-
kirkjuni - og føroyska kirkj-
an verður verandi ein partur
av donsku fólkakirkjuni
eisini eftir yvirtøkuna -
hoyrir ein stiftsstjórn, sum
er mannað við biskupinum
og amtmanninum.
– Hetta er aldargamalt og
hevur tann fyrimun, at
hvørki verðsligi ella kirkju-
ligi myndugleikin kunnu
koma í minniluta. Kunnu
teir ikki semjast um eitt
mál, kemst ikki longur við
tí, og støðan verður óbroytt.
Í løtuni er ein biskupur í
Føroyum og ein stifststjórn.
Men stiftsstjórnin í Føroy-
um hevur tríggjar limir,
biskupin,
ríkisumboðs-
mannin og landsstýris-
mannin í kirkjumálum, ella
ein, sum umboðar hann.
– Hetta er ein trupulleiki
í føroysku stiftsstjórnini, tí
landsstýrismaðurin kemur
sum kærumyndugleiki at
taka støðu til mál, hann
longu hevur viðgjørt í
stiftsstjórnini.
–
Eftir
uppskotinum
verða tveir biskupar, men
bara ein stiftsstjórn, ella
kirkjustjórn, sum tað eitur í
uppskotinum.
– Í kirkjustjórnini skulu
sita báðir biskuparnir og
leikir limir.
Hans Jacob Joensen sig-
ur, at hetta merkir fullkom-
ið slit millum verðsligar og
kirkjuligar myndugleikar,
og tað fær uttan iva at fáa
týdning fyri kirkjuna sum
fólkakirkju.
– Biskuparnir kunnu vera
ósamdir og annar vinnur,
og annar má lata sær lynda,
at hin biskupurin saman við
meirlutanum av leiku lim-
unum tekur ræðið í hansara
biskupsdømi.
Hann sigur, at í fólka-
kirkjuni er biskupur hægsti
kirkjuligi myndugleiki í
sínum stifti. Hann hevur
eftirlit við prædiku og læru,
og ígjøgnum Kirkjumála-
ráðið innstillar hann til
Drotningina um at autori-
sera -seta í gildi-, ritual,
bíbliur og sálmabøkur, so at
tey verða lóg í kirkjuni.
– Men eftir uppskotinum
fær kirkjustjórnin henda
myndugleika, og í roynd og
veru verður kirkjustórnin
ein “synoda” ella hægsta
stjórn í kirkjuni, sum er eitt
av sermerkjunum hjá kirkj-
um, sum eru loystar frá
statsvaldinum.
Hans Jacob Joensen sigur
at sostatt er tað týðiligt, at
bispaembætið verður mun-
andi skert bæði í innihaldi
og vavi.
Men fyri at ongar mis-
skiljingar
skulu
vera,
leggur hann afturat, at hetta
hevur einki við hann per-
sónliga at gera, tí hansara
tíð sum biskupur verður
ikki long afturat.
– Ein av teimum fyrstu,
sum
gjørdust
biskupar
aftan á hann, leggur frá sær
í næsta ár.
– Eg hugsi um framtíðini
hjá føroysku fólkakirkjuni
sum
fólkakirkju,
sigur
hann.
Fólkakirkjan verður
fríkirkja
Eftir
uppskotinum
fær
leikfólkið sostatt einsamalt
evsta vald í kirkjuni, hvat
prædiku og læru viðvíkur,
og tað heldur bispur hvørki
vera rætt ella heppið.
– Skal kirkjan so eisini
fíggjast einans við kirkju-
skatti, sum uppskotið sigur,
so eru allar hurðar latnar
upp til eina fríkirkju, tí so
man skjótt fara at vísa seg,
at ongin orsøk er til at hava
eina fólkakirkju, sum í
roynd og veru at kalla er ein
fríkirkja.
Tvørturímóti sigur Hans
Jacob Joensen, at føroyska
fólkakirkjan er ein skipan,
sum í Føroyum hevur
virkað avbera væl, og hann
heldur at vit skulu ansa sera
væl eftir, tá ið vit fara at
broyta eina skipan, sum
virkar væl
– Og eftir hesum upp-
skotinum,
sum
nú
er
frammi, er ómøguligt at
vita, hvar kirkjan endar.
Ger tað nakað, at tað
verður leikfólkið sjálvt,
sum sleppur av avgera
innihaldið í kirkjuni?
– Tað kanst tú sjálvsagt
siga. Men tað ber ikki til
bæði at siga, at ongar broyt-
ingar skulu gerast og sam-
stundis vísa á eitt uppskot,
sum eftir mínum tykki førir
rættiliga
grundleggjandi
broytingar við sær, og sum
slættar vegin fyri eini heilt
aðrari kirkju, sum í roynd
og veru hevur øll eyðkenni
hjá eini fríkirkju.
Ósamdur við løgmann
Løgmaður, sum er ovast
leiðarin
í
samgonguni,
sigur, at undanfarni lands-
stýrismaður í mentamálum,
Óli Holm, fekk at vita, at
tað, sum liggur í málinum
um at yvirtaka kirkjuna, er,
at talan er bara um eina
yvirtøku, men at hon skal
virka undir somu lógum og
fyrisitingarligum reglum
sum nú, so at kirkjan ikki
verður broytt.
– Skal kirkjan broytast,
skal tað gerast í einum
føroyskum samanhangi, tí
tað skal ikki verða eina
partur av yvirtøkuni, sigur
Løgmaður
Hesum er biskupur ikki
samdur í.
– Tað er heilt avgerandi
neyðugt, at allar lógir og
fyrisitingarligar reglur eru
lidnar og púra greiðar,
áðrenn kirkjan verður yvir-
tikin. Tí er tað ikki greitt
áðrenn, verður tað neyvan í
bræði, at hesi viðurskifti
koma í rættlag, og so verða
vit í mongum førum noydd
at arbeiða av handahógv í
teirri vón, at eingin klagar.
At Mentamálaráðið yvir-
tekur
umsitingina
hjá
Kirkjumálaráðnum, tá ið
kirkjan er yvirtikin, er
sjálvsagt.
– Men hvør yvirtekur
leiklutin hjá Drotningini?
Og er fólkakirkjan í Føroy-
um framvegis ein partur av
donsku fólkakirkjuni, sum
hon er sambært grundlóg-
ini, tá Drotningin ikki long-
ur er evsti myndugleiki?
– Tí er tað neyðugt, at
vit, áðrenn yvirtøkuna, gera
okkum púra greitt, hvussu
tann føroyska kirkjan skal
vera.
– Tað er óðamannaverk at
yvirtaka
fólkakirkjuna,
áðrenn hesi viðurskifti eru
fingin upp á pláss, og vit
hava gjørt okkum púra
greitt, hvussu hon skal
skipast, og hvussu lógar-
verkið skal vera, sigur Hans
Jacob Joensen.
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýriskvinna í menta-
málum, hevur verið ómeta-
liga upptikin seinastu dag-
arnar, men hon hevur lovað
okkum eina viðmerking til
blaðið týsdagin.
Biskupur: Fær álvarsamar
avleiðingar fyri fólkakirkjuna
Eftir uppskotinum, sum
Landsstýrið arbeiðir eftir, eru
allar hurð lætnar upp fyri at
Fólkakirkjan í roynd og veru
verður ein vanlig fríkirkja,
sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur og tað heldur hann
er álvarsligt. Sostatt ber til at
staðfesta, at samstundis sum
Landsstýrið sigur, at
yvirtøkan skal vera í neyvum
samstarvi við allar partar í
kirkjuni, er hægsti
embætismaður í krikjuni
grundleggjandi ósamdur um
mannagongina
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í hesum døgum vitja ikki
færri enn 23 spaniólar, sum
keypa saltfisk, flakavirkið
á Kósini í Klaksvík.
Tað er ikki á hvørjum
sinni, at so nógv viðskifta-
fólk vitja eitt flakavirki –
og úr so fjarskotnum landi.
Egil Johansen, sum star-
vast hjá Kósini, samskipar
vitjanina hjá spaniólunum
og ein íslendingur, sum
Kósin samstarvar við, er
eisini við í ferðini.
Spaniólarnir, sum komu
til Føroya miðskeiðis í hesi
vikuni, fara avstað aftur
leygardagin, og á ferðini í
Føroyum vitja teir bara á
Kósini.
Sosialurin skilir, at mill-
um útlendsku gestirnar er
eisini onkur stórur keypari
av saltfiski.
Á Kósini hava tey ikki
latið so illa at gongdini við
saltfiskinum, sum onkur
onnur virki, ið virka salt-
fisk, hava gjørt.
Sosialurin fer at venda
aftur til vitjanina í komandi
viku.
23 spaniólar
vitja Kósina
Norðanfyri Norð-
smolt í Funningsfirði
verður í løtuni
planerað. Men av tí, at
støðan er keðilig við
sjúku kring landið, er
ilt at siga, hvussu
víðari verður við
útbyggingini
ÚTBYGGING
Ingrid Bjarnastein
Funningsfjørður:
P/f
Norðsmolt í Funningsfirði
er nú í holt við størri út-
byggingar. Men ilt er at
siga, hvussu víðari verður
við útbyggingini, tí sjúka er
ein afturvendandi trupul-
leiki hjá alarum.
– Vit eru í holt við at
byggja út, men eg veit ikki
nógv at siga um, hvussu
verður, sigur Meinhard
Hansen, sum arbeiðir á P/f
Norðsmolt.
– Ætlanin var at byggja
út, men sum støðan er nú,
veit eg ikki rættðiliga,
hvussu fer at vera við tí.
Norðsmolt hevur upp
ímóti einari millión av
smolti, og sigur Meinhard
Hansen, at ein útbygging er
neyðug, um ein vil meira.
Men enn er einki avgreitt
enn, og ilt er at siga, hvussu
verður í framtíðini.
Norðsmolt byggir út
Flakavirkið Kósin í Klaksvík hevur havt stóra fremmandavitjan hesa vikuna - 23 spaniólar,
sum virkið samstarvar við. Millum gestirnar, er onkur stórur keypari av saltfiski
Planerað verður norðanfyri
Norðsmolt í Funningsfirði.
Tó er ilt at siga, um
útbyggingin heldur fram
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4
Í Tróndargøtu
29
tel. 318200
218199
Nógv nýtt
NOA-NOA
og TONE
BARKER
heimkomið
Opið er:
Mán-hósd.
9-18
Fríggjadag
9-19
Leygardag
9-14