leygardagur 6. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
7
Jógvan við Keldu stak ónøgdur
við strandferðslustjóran
SAMFERÐSLAN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Jógvan við Kel-
du, løgtingsmaður og for-
maður í Vinnulívsráðnum í
Klaksvík
er
ógvuliga
ónøgdur við handfaringina
hjá strandferðslustjóranum
Reidar Nónfjall av sigling-
ini um Leirvíksfjørð. Jógv-
an í Keldu fer so langt í
samrøðu við Sosialin, at
hann undrast á at Reidar
Nónfjall enn situr í starvi-
num. Hann sigur soleiðis:
- Nónfjall enn í starvi-
num – meðan vinnan í
Norðoyggjunum er situr í
saksinum. Skal hetta fáa
avleiðingar? Tað er altíð
torført, tí spurningurin er,
um ein frægari stjóri fæst,
heldur Jógvan við Keldu.
Og hendir ikki nakað, so
sigur Jógvan, at hann verð-
ur noyddur at fara á hægri
stað við hesum, tí hetta
málið kann loysast uttan at
tær stóru upphæddirnar
verða játtaðar. - Og hetta er
ikki nakar vitskapur.
- Tað undrar meg, at Nón-
fjall í dag tosar um lang-
tíðarætlanir, tí allir føroy-
ingar vita, at um onki óvan-
ligt hendir, so verður fast
samband um Leirvíksfjørð
um ikki so langa tíð. Og tá
verður tað so ikki Strand-
ferðslan, sum kemur í
trupulleikar,
Hetta sigur Jógvan við
Keldu, løgtingsmaður, sum
eisini er formaður í Vinnu-
lívsráðnum í Klaksvík. Í
hesi greinini svarar hann
Reidari Nónfjall, stjóra í
Strandferðsluni aftur. Í
Sosialinum hósdagin vóru
greinar um samferðslustøð-
una í millum Klaksvík og
Leirvík. Tá tosaði stjórin í
Strandferðsluni
millum
annað um, at tað skulu
langtíðarætlanir til at loysa
tílíkar truplar støður.
- Nú at tosa um langtíðar-
ætlanir er ómetaliga eyð-
kent fyri ópraktiskar teoret-
ikarar, og er tað nakað vit
føroyingar eiga nóg mikið
av, so eru tað álit, sum ikki
verða nýtt til nakað uttan at
liggja og savna dust, heldur
Jógvan við Keldu.
- Nónfjalli nýtist ikki at
hugsa um langtíðarætlanir
viðvíkjandi Leirvíksfirði-
num. Tað sum hann eigur
og skal taka sær av, er frá
viku 26 í 2002 og inntil
fasta sambandið er veru-
leiki.
Arbeiðsbólkur settur
Jógvan sigur, at í 1998
møttust vinnulívsfólk og
býráðið og tosaðu um
álvarsligu støðuna í ferðsl-
uni um Leirvíksfjørð - her
vóru fólk, ið vinnuliga og
hugsjónarliga dugdu at
síggja fram í tíðina. Út frá
hesum fundi varð avrátt at
fáa sett ein bólk at arbeiða
við málinum.
Hesin bólkur bleiv settur
og í hann komu: Magnus
Magnussen, Heri Joensen
og Schumann Hansen fyri
Strandferðsluna,
Signar
Heinesen fyri Landsverk-
frøðingin, Jógvan Høj fyri
vinnuna og Heri Hammer
og Rani Nolsøe fyri Klaks-
víkar Kommunu.
Jógvan við Keldu sigur,
at hesin bólkurin hevði
nakrar fáar fundir, hvar
heilt greiðar linjur vórðu
settar út í kortið.
- Og her varð millum
annað talan um eina bílegg-
ingarskipan, sum kundi
gera viðurskiftini viðvíkj-
andi
ferðasambandinum
um Leirvíksfjørð einfaldari
og har afturat gera ferðsl-
una meiri liðiliga, greiðir
Jógvan frá, og hann heldur
fram, at tað sum síðani
hendi eftir fáum fundum
var, at Strandferðslan ikki
vildi spæla við meira og í
síðsta lagi tók Strandferðsl-
an síni umboð úr bólkinum.
- Eg rykti fleiri ferðir
Strandferðsluna eftir hvør
orsøkin var, og tað gjørdi
Rani Nolsøe eisini, men
eftir ein slutur fyri ein slat-
ur, hoyrdist onki aftur, sigur
Jógvan við Keldu.
Jógvan er vísur í, at um
hesin arbeiðsbólkur hevði
fingið arbeiðsfrið seinastu
fýra árini, so hevði støðan
als ikki verið so álvarslig,
sum hon er í dag.
Jógvan heldur eisini, at
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni als ikki
fatar, hvussu álvarslig støð-
an í veruleikanum er – eis-
ini tann arrogansan sum
Strandferðslan ofta vísir,
ikki at vilja tosa við, sum
vanliga nýta farleiðina og
eru kundar.
Í viðmerking til tað sum
Reidar Nónfjall segði í
Sosialinum hósdagin, um at
tað vóru mong sum vóru í
móti at Dúgvan fór at sigla
um Leirvíksfjørð, sigur
Jógvan, at hatta bert er ein
roynd at bjarga sær undan
einum og hvørjum.
- Tað vóru tey allarflestu,
sum vóru glað fyri at
Dúgvan kom. Tað vilja altíð
verða fólk, sum eru í móti,
soleiðis eigur tað at vera í
einum
demokratiskum
samfelagið, sigur Jógvan.
Stjórin á Strand-
ferðsluni sigur, at ikki
kann væntast, at ein
undirsjóvartunnil
verður klárur til
nýtslu um Leirvíks-
fjørð innan fyri tey
komandi fimm til átta
árini.
- Í okkara verð er ein
langtíðarætlan trý til
fimm ár, og tí gevur
tað meingin at tosa
um langtíðaraætlanir
í hesum sambandi-
num, sigur Strand-
ferðslustjórin
SAMFERÐSLA
Solby A. Eliasen
Reidar Nónfjall sigur í við-
merking til tað sum Jógvan
við Keldu førir fram, at
hann veit fullvæl, hvussu
trupul støðan er um Leir-
víksfjørð. Hann sigur eis-
ini, at hann hevur tosað við
skiparan á Dúgvuni um
støðuna.
- Tað eru fløskuhálsar um
Leirvíksfjørð og tað er ikki
nakað nýtt, men vit gera tað
vit kunnu fyri at loysa
trupulleikan, sigur Reidar
og endurtekur tað, sum
hann segði í greinini í Sosi-
alinum hósdagin um at fáa
polititkararnar at góðtaka at
Ternan ella Sam kann verða
sett inn í sigling aftur at
Dúgvuni um Leirvíksfjørð.
- Mítt øki er, at syrgja
fyri, at sambandið um Leir-
víksfjørð er so gott sum tað
nú einaferð kann verða. Eg
kann ikki fara at blanda
meg upp í eitt mál um ein
undirsjóvartunnil, tað er
eitt politiskt mál.
Spurdur um, hví Strand-
ferðslan tók síni umboð úr
arbeiðsbólkinum, sum í
1998 varð settur til at arb-
eiða við støðuni, sigur
Strandferðslustjórin,
at
hatta er eitt serligt dømi,
sum Jógvan við Keldu tek-
ur fram.
- Eg tók fólkini hjá okk-
um úr bólkinum, tá tað
gjørdist mær greitt, at tey
við millum annað at vilja
verða við til at leggja ferða-
ætlanina um Leirvíksfjørð,
komu ov langt inn á okkara
arbeiðsøki. Tað er ikki
ábyrgdin hjá nøkrum arb-
eiðsbólki, og tað vildi eg
ikki finna meg í, sigur
Reidar Nónfjall.
Hann sigur eisini, at
Jógvan við Keldu átti held-
ur sum politikari at gjørt
okkurt fyri at loysa trupul-
leikan enn at leggja eftir
Strandferðsluni í fjølmiðl-
unum og samstundis setur
hann spurnartekin við, hví
Jógvan við Keldu stemm-
aði í móti einum avloysara-
skipi fyri nøkrum fáum
mánaðum síðani.
Reidar Nónfjall fullgreiður yvir truplu støðuna um Leirvíksfjørð
Fleiri skip hava
landað til Fiska-
virking í Saltangará
hesa vikuna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fýra trolarar hava landað til
Fiskavirking í Saltangará
hesa vikuna.
Miðskeiðis í vikuni var
Vesturskin við 1400 kass-
um – ella umleið 130.000
pundum,
harav
90.000
pund var upsi, sum virkið í
Saltangará keypti. Vestur-
skin hevði eisini nakað av
kongafiski, toski og øðrum
fiskasløgum, sum onnur
virki keyptu.
Hósdagin var Safir inni.
Skipið
var
fult
undir
lúkurnar. Veiðan vá umleið
130.000
pund.
Eini
120.000 pund var upsi.
Tá ið vit frættu fríggja-
morgunin, vóru Jaspis og
Ametyst inni. Teir høvdu
góð 240.000 pund og vóru
fullir
undir
lúkurnar.
Meginparturin upsi.
Jason Johannesen, virkis-
leiðari, sigur, at Fiskavirk-
ing í Saltangará keypti
veiðina hjá Jaspis. Fiskurin
hjá Ametyst fór til onnur
virki.
Ábøtur og broytingar
Á Fiskavirking í Saltangará
verður fiskaarbeiði lagt
stilt í viku 31, 32 og 33; tá
fer fólkið í summarfrí, og
samstundis verða nakrar
ábøtur
og
broytingar
framdar á virkinum.
Hetta er eitt gamalt virki,
sum er útbygt so við og við,
sum árini eru liðin.
Seinasta útbyggingin, er
ein høll, sum er bygd suður
úr virkinum.
Jason Johannesen sigur,
at hetta í fyrsta lagi er ein
móttøkuhøll til fiskin sum
samstundis er kuldarúm.
Uppíbyggingin er einar 690
fermetrar.
– Tá ið høllin er liðug, er
ætlanin, at hon eisini skal
vera karmur um skiljing av
fiski, sigur hann.
Virkisleiðarin sigur, at nú
fólkið fer í summarfrí,
verða ymiskar broytingar
og ábøtur eisini framdar.
– Nøkur bond verða flutt
og aðrar broytingar gjørdar,
soleiðis at arbeiðsumstøð-
urnar verða betur. Pláss
verður eisini gjørt fyri
tveimum nýggjum skeri-
linjum, men hesar verða
ikki settar upp beinanvegin,
sigur Jason.
Eingin køling
Hann vísir á, at umstøðurn-
ar til móttøku av fiski eru
nógv betri, nú tey hava
fingið nýggju høllina, sum
kølir fiskin.
– Fyrr høvdu vit bara ein
kjallara at seta fiskin í, og
tað haldi eg vera óforsvar-
ligt í longdini.
Sum
skilst
á
Jason
Johannesen, hava nøkur
virki køling í móttøkuhøll-
ini, meðan onnur ikki hava.
– Tað kann kanska undra,
at landingarmiðstøðirnar
ikki hava køling í móttøku-
høllunum, sum átti at verið
ein sjálvfylgja, sigur virkis-
leiðarin.
.
Leggja stilt í summar
í Runavík
Fleiri skip hava landað til Fiskavirking í Saltangará hesa vikuna. Miðskeiðis í vikuni landaði Vesturskin 130.000 pund
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6
Nýtt telefonnummar
Almannastovan í Havn hevur nú
telefonnummarið:
35 35 10
Telefaxnummarið er broytt til:
35 35 11
Hjálpartólamiðstøðin hevur nú
telefonnummarið:
35 83 00
Telefaxnummarið er broytt til:
35 83 01
Deildirnar í Runavík, Klaksvík og Tvøroyri
hava framvegis sama telefon- og
telefaxnummar.
Almannastovan
J. Broncksgøta 27
Postrúm 3096
Tlf. 35 35 10 Fax. Nr. 35 35 11
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in