Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 127 - 6. juli 2002 Nr. 127 - 6. juli 2002 9 Yngri bróður henn- ara var vorðin væl við eina gentu úr Mastoi- ættarbólkinum. Tí avgjørdi ráðið í bygdini, at tann 18 ára gamla gentan skuldi neyðtakast - av fýra monnum BAKGRUND Árni Joensen Leygardagin tann 22. juni varnaðust nakrir limir í ráðnum í pakistansku bygd- ini Meerwala í landslutin- um Punjab, at ein ellivu ára gamal drongur hevði »ólógligt« samband við eina kvinnu úr teirra ættar- bólki. Brotið hjá tí unga dronginum var, at hann hevði gingið undir liðini á einari 30 ára gamlari kvinnu eftir vegnum. Sum revsing varð drongurin læstur inni, og tá hann hótti við at siga løgregluni frá, hvat honum hevði verið fyri, varð hann kynsliga misnýttur. Tveir tímar seinni samtykti ráðið í bygdini, at ein 18 ára gomul systir hjá tí ellivu ára gamla dronginum skuldi neyðtakast. Hetta skuldi vera hevnd fyri brotið hjá beiggjanum. Pápin royndi sum vera man at verja børnini. Hann greiddi ráðnum í bygdini frá, at tann ellivu ára gamli drongurin var ov ungur til at hava kynsligt samband við nakran, og at kvinnan tí var trygg. Men einki hjálpti. Meðan fleiri hundrað fólk hugdu at, neyðtóku fýra menn ta 18 ára gomlu gentuna seinni sama dag, soleiðis sum ráðið hevði samtykt, skrivar pakistanska blaðið The Dawn. Gekk nakin til hús Tann 18 ára gamla Mukhta- ran Bibi hevur sjálv greitt blaðnum frá tilburðinum: – Eg nam við føtur teirra. Eg græt. Eg segði við teir, at eg lærdi børnini í bygdini tað, sum stendur í Koranini, og at teir tí ikki máttu revsa meg fyri nakað, sum eg ikki hevði gjørt. Men teir skræddu klæðini av mær og neyðtóku meg – ein fyri og annar eftir. Sambært The Dawn var ein av neyðtøkumonnunum bróður ta 30 ára gomlu kvinnuna, sum tann ellivu ára gamli drongurin var sæddur saman við. Mannarættindafelagsska purin The Joint Commitee for Peace sigur, at tann 18 ára gamla gentan varð noydd at ganga nakin heim til hús aftan á neyðtøkuna, meðan næstan túsund fólk eygleiddu hana. Felags- skapurin hevur nú kravt, at teir pakistansku myndug- leikarnir taka valdið frá ráðunum í bygdunum í Punjab-landslutinum. Fyri rættin Hesaferð hava myndugleik- arnir eisini gjørt vart við seg. Løgreglan fekk boð um at taka øll vápn frá Mastoi-ættarfólkinum og at handtaka neyðtøkumenn- inar og limirnar í ráðnum, sum gav boð um neyðtøk- una. Níggju menn sita nú í varðhaldi, men teir siga seg einki vita um tilburðin og halda uppá, at teir eru als ikki úr Meerwala, men úr einari aðrari bygd. Samstundis hava myn- dugleikarnir flutt allar løg- reglumenninar, sum ar- beiddu í Meerwala, til aðrar bygdir at arbeiða, og nú verður kannað, um teir kunnu revsast fyri ósketni í tænastuni. Samstundis verður kravt, at teir fýra neyðtøkumenninir og teir fimm limirnir í ráðnum í Meerwala verða settir fyri hægstarætt í býnum Lahore, tí hildið verður, at teir kunnu ávirka úrslitið, kemur málið fyri ein rætt í Muzaffargarh-økinum, har Meerwala er. Eisini hetta tykist hava havt ávirkan á myndugleik- arnar, tí blaðið The News skrivar, at teir níggju menn- inir skulu fyri ein serligan yvirgangsdómstól. Tað hev- ur løgmálaráðharrin í Punjab-landslutinum givið boð um, skrivar blaðið. Ikki einasti tilburðurin Blaðið The Dawn vil vera við, at Rana Ijaz Ahmed Khan, løgmálaráðharri er vorðin kunnaður um, at tilburðurin í Meerwala tann 22. juni er minni enn so tann einasti av hesum slagnum har á leiðini. M. a. er komið fram, at tá menn fyri trimum árum síðani gjørdust ósamdir um eina vatnveiting, burtur- fluttu nakrir teirra tvær systrar og neyðtóku tær. Tær vóru døtur ein mann, sum hevði eina aðra áskoð- an um vatnveitingina. Í einum øðrum føri varð ein genta burturflutt og seld. Eisini er komið undan kavi, at ein ung genta í einari bygd tætt við Meerwala tók lívið av sær herfyri, eftir at tveir menn høvdu neyðtikið hana. Tað hevur leingi verið siður í pørtum av Pakistan at revsa kvinnur við kyns- ligari misnýtslu, og manna- rættindafelagsskapir hava leingi kravt, at myndugleik- arnir í Islamabad skulu gera enda á áganginum, sum greitt stríðir ímóti landsins lógum. Nú er líkt til, at tilburð- urin í Meerwala kann bøta um rættindini hjá pakist- ansku kvinnunum. Dømd at verða neyðtikin Pakistanska gentan, ið var bólkaneyðtikin sæst her saman við mammu síni uttan fyri heimið í Meerwala Jatoi nærindis Multan mikudagin. – Eg nam við føtur teirra. Eg græt. Eg segði við teir, at eg lærdi børnini í bygdini tað, sum stendur í Koranini, og at teir tí ikki máttu revsa meg fyri nakað, sum eg ikki hevði gjørt. Men teir skræddu klæðini av mær og neyðtóku meg – ein fyri og annar eftir, greiddi hon pakistanska blaðnum, The Dawn, frá Mynd reuter Tá danska grundlógin varð gjørd í 1953, skutu serfrøðingar upp, at Føroyar og Grønland skuldu hava grundlógar- tryggjaðan rætt til sjálvstýri. Hetta kom tó ongantíð við í grundlógina, og danska stjórnin duldi hesar upplýsingar fyri landsráðnum og vill- leiddi harvið grønlendingar POLITIKKUR Stefan í Skorini Danska blaðið Politiken avdúkar í grein, at danska stjórnin villleiddi grøn- lendska stýrið, tá landið í 1953 gjørdist partur av danska ríkinum og ikki longur hevði støðu sum hjáland. Hetta varð gjørt við at dylja sera týdningar- miklar upplýsingar fyri landsráðnum í Grønlandi. Serfrøðingurin í stats- rætti, Alf Ross, skeyt upp, at grundlógin skuldi tryggja Grønlandi og Før- oyum rætt til sjálvstýri. Hesum tóku donsku mynd- ugleikarnir tó ikki undir við, og hetta tilmælið mátti dyljast sum mansmorð. Umsitingin við táverandi forsætisráðharra, Erik Erik- sen úr Venste, á odda, var bangin fyri, at hetta fór at birta uppundir sjálvstýris- hug grønlendinga og føroy- inga, og tí skuldi hetta als ikki nevnast fyri grønlend- ingum. Landshøvdingurin í Grønlandi, P.H. Lundsteen, sum eisini var formaður í Landsráðnum, fekk tó kunning um, hvussu málið í veruleikanum hekk saman, men hetta var í strongum trúnaði, skrivar Politiken. Fólkaatkvøða Johan Lund Olsen úr flokk- inum Inuit Ataqatiqiit, sum hoyrir heima á vinstravong- inum, heldur, at hetta eigur at føra til, at tað grøn- lendska fólkið fær møgu- leika at taka støðu til sam- bandið við Danmark á eini fólkaatkvøðu. Hann leggur samstundis donsku stjørn- ina undir at hava villleitt landsráðið. Grønlendski landsstýris- formaðurin, Jonathan Motzfeldt, er tó ikki so av- gjørdur. Hann heldur, at tað var skeivt av donsku stjørn- ini at goyma umráðandi skjøl, tí hetta økir ikki um álitið millum londini. Hann vísir hinvegin á, at sam- bandið millum Grønland og Danmark ongantíð hevur verið opið sum millum tveir javnstillaðar partar. – Tí er tað umráðandi, at vit fáa sjálvstýri, hóast vit eru ein partur av danska ríkinum, sigur landsstýris- formaðurin. Hanne Petersen, profess- ari í rættarsosiologi, heldur, at Grønland hevði verið komið nógv longri á sjálv- stýrisleið, um Grønland hevði ein grundlógar- tryggjaðan rætt til sjálv- stýri. Ikki í grundlógina Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, heldur ikki, at tað hevði verið rætt, at givið Føroyum og Grøn- landi ein grundlógartryggj- aðan rætt til sjálvstýri. – So hevði tað verið tað danska fólkið, ið hevði kunnað gjørt av, um Føroy- ar og Grønland skulu fáa sjálvstýri. Tað skal fólkið í báðum londunum sjálvandi gera av, sigur Høgni Hoy- dal. Hann heldur, at Danmark skuldi sett Føroyar og Grønland á listan hjá ST yvir lond við sjálvsavgerð- arrætti, men sum enn ikki hava útint henda rættin. Føroyar er ongantíð komið á henda listan, men vit skulu framvegis halda fast um sjálvsavgerðarrættin, heldur Høgni Hoydal. Um Føroyar koma á henda listan, kann landsstýrið samráðast við donsku stjórnina sum javnstillaður partur. Sekstan lond standa í løtuni á hesum listanum hjá ST. USA hevur eitt nú sett Vesturindisku oyggjarnar á henda listan. – Hetta vísir tó, at tess meira tú leitar í søguni, jú meira kemur tað fram, at Danmark hevur framt órætt móti Føroyum og Grøn- landi. Vit hava ikki fingið tey rættindi, sum onnur lond í okkara støðu hava fingið, sigur Høgni Hoydal at enda. Danmark duldi upplýsingar fyri grønlendingum Hóraldur Joensen úr Norðragøtu kann nú kalla seg dr.scient í kemi. Tað eydnaðist honum at verja doktararitgerðina, sum hann hevur skrivað um fitisýrur í fiski, við universitetið í Bergen DOKTARARITGERÐ Stefan í Skorini Hóraldur vardi ritgerðina týsdagin, og hann hevði ein royndarfyrilestur mánadag- in. Tað gekk sera væl, frætta vit úr Noregi. Hann fekk rós fyri eina væl úr hondum greidda ritgerð. Hon snýr seg um at skilja ímillum stovnar av fiski út frá fitisýrunum í gøgnun- um, serliga hjartanum. Kanningarnar hjá Hór- aldi vísa stóran mun í nøgd- unum av ymsu fitisýrunum í toski á Landgrunninum og á Føroyabanka. Somuleiðis vísir hon mun millum ymsu sløgini av kongafiski í landnyrðings Atlantshavi, og at fýra stovnar eru av trantkongafiski í sama øki. Hetta kann hava stóran týdning fyri framtíðar skip- anina av fiskiskapinum eftir trantkongafiski og fyri býtið millum londini. Nýtast til eftirlit Kanningarnar kunnu nýtast til at staðfesta, hvønn stovn fiskurin hoyrir til. Tað er t.d. komið fyri, at fiskiskip hava fiskað norðsjóvarsild, men hava landað hana sum norðhavssild. Við at nýta henda kanningarháttin ber til at vita við vissu, hvar sildin er fiskað, ella hvønn stovn hon hoyrir til, tí munur er á fitisýrunum í teimum ymsu fiskasløgun- um. Kanningarnar kunnu sostatt nýtast til at hava eftirlit við fiskiskapi. Ein av kanningunum, sum Fiskirannsóknarstovan og Hóraldur Joensen hava gjørt, var at hava tosk av landgrunninum og tosk av Føroyabanka í somu ring- um í trý ár. Hesi bæði toskasløgini, sum stava frá ymiskum stovnum, livdu undir somu umstøðum og í sama umhvørvið í trý ár Tað vísti seg tó, at vit at kanna fitisýrurnar, bar til at staðfesta, hvar teir einstøku fiskarnir hoyrdu heima. Opponentar undir verjuni av ritgerðini vóru skotin John Sergent, ið er profess- ari í feittsýrubiologi, og Gunnar Nevdal, ið er prof- essari í fiskaríbiologi. Hóraldur Joensen hevur tey seinastu fýra árini verið knýttur at Fiskirannsóknar- stovuni, og áðrenn tað var hann lærari á Studentaskúl- anum og HF-skeiðnum á Kambsdali. Hóraldur Joensen vardi ritgerðina Ein fegin Hóraldur Joensen eftir at hann hevði vart ritgerðina við universitetið í Bergen. Alt gekk væl, og hann kann nú kalla seg dr.scient í kemi Høgni Hoydal heldur, at Føroyar og Grønland áttu at komið á listan hjá ST yvir lond við sjálvsavgerðarrætti, men sum enn ikki hava nýtt henda rættin Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, heldur, at tað var skeivt av donsku stjórnini at goyma týdningarmikil skjøl fyri grønlendingum. Hann heldur tað vera umráðandi, at grønlendingar fáa sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin C M Y K 9 8