leygardagur 6. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
11
FLØGUÚTGÁVA
Tað var í juni í 1982, at
tónleikabólkurin
Black
Birds við Marner Andrea-
sen, Árna Andreasen og
Oskari Eirikson, góvu út
eitt kasettuband við sjó-
manssangum og onkrum
lættari tónleiki afturat.
Kasettubandið varð sera
væl mótgtikið. Tað vórðu
seld meiri enn 3.000 bond
eftir trimum mánaðum.
– Nú eru 20 ár liðin síð-
ani bandið kom út. tað
munnu ikki vera nógv, sum
eiga hetta kasettuband í
dag. Eftir fleiri áheitanir,
hava vit tí gjørt av at geva
bandið útaftur – hesaferð á
fløgu, siga teir tríggir í
Black Birds.
Fløgan kemur út týsdagin
komandi, og verður fyrsta
upplagið 250 fløgur. Á
fløguni eru níggu løg og
yrkingar, sum Harry Birtu-
líð, Viggo Johansen, Birni
Dam, Simmi Jacobsen og
Victor
Danielsen
hava
gjørt. Harry Birtulíð eigur
yrkingarnar, »Eg havi
prøva«, »Sum ungur eg
fór«, »Aftan stongdar dyr«
og »Djúpt í havsins djúpa
favni«. Viggo Johansen
eigur yrkingina »Stella
Argus«, sum er um Stell-
una, sum gekk burtur í
1959. Simmi yrkti »tvær
fjaðrar«. Victor Danielsen
yrkti »Jónas«. Herman
Jacobsen yrkti »Havnar
býur«, og Birni Dam yrkti
yrkinginga »Alt í lagi«.
Kasettubandið
bleiv
innspælt í MZ Ljóðteknikk,
hjá Milson Zachariasen.
RMS Studio hevur staðið
fyri fløguframleiðsluni.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Føroyski búskapurin er rættiliga heitur í løtuni. Vit
hoyra at bilasølan er hægri enn nakrantíð. Kommunal
arbeiði verða bjóðaði út, uttan at nakað tilboð kemur
inn. Húsaprísirnir í høvuðstaðarøkinum eru himmal-
høgir, og soleiðis kundu vit hildið fram. Afturat hesum
eru ávaringar frammi frá fiskifrøðingum um minking í
æti og ovurfisking. Dagblaðið ger gjøldur burturúr
fiskifrøðingunum og man tosar um besta fíggjarmála-
ráðharra nakrantíð.
Ljóðar hetta kent? Omanfyristandandi brot kundi verið
skrivað í 1988, men tað er tað ikki. Soleiðis sær út í
dag, og minnir støðan sera nógv um støðuna áðrenn
búskaparkreppuna fyrst í 90’unum.
Onkur munur er tó. Rentuspekulatiónin er tipt fyri
langari tíð síðani og veðhaldsskyldurnar hjá landinum
eru nakað lægri, enn fyri 15 árum síðani. Uttanlands-
skuldin er ikki høg, og partar av vinnulívinum tykjast
verða vælkonsolideraðir. Fyrr var illa, aftaná stór-
saneringarnar fyri 10 árum síðani.
Hóast tað eru element í búskapinum, ið eru munandi
betri fyri í dag, enn fyri 15 árum síðani, so krevst at
verða á varðhaldi, ístaðin fyri at ganga og skammrósa
landstýrisfólki, ið koma at fáa søgunar dóm um 10 ár.
Um søgunar dómur yvir búskapar- og fíggjarpolitikkin
hjá sitandi samgongu verður positivur ella negativur,
kemur tíðin at vísa. Tað er undir øllum umstøðum um-
ráðandi, at landið og bankar skalka lúkurnar, tí sjask-
veður kann verða fyri framman. Søgan vísir okkum, at
fyriuttan tilfeingi, so koma búskaparligir aldudalar í
heimsbúskapinum eisini at raka Føroyar – vit kunnu
bert hyggja at úrslitunum í partabrævahandli seinastu
tvey árini.
Fiskivinnan og alivinnan hava havt tað gott nú í mong
ár, men trøini veksa sum kunnugt ikki inn í himmalin
og er tað umráðandi, at landstýri og løgting taka ávar-
ingarnar frá fiskifrøðingum fyri fult. Umráðandi er
eisini, at hugt verður at okkara skattaskipan og
frádráttarskipan, soleiðis at einki er í henni, ið ger
ovurupphitingina verri.
Ein av grundunum til, at aftur ber til at tosa um
búskaparpolitik, fíggjarpolitikk, konjukturar og
vinstra/høgra er, at fullveldismálið er lagt á ís, og vit
aftur hava heimastýrispolitikk við onkrari hissini
yvirtøku her og eina aðrari der. Vinstrivongurin í
Løgitinginum – Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokk-
urin – kunnu semjast um nógv, sum vit hava sæð tað í
t.d. privatiseringskjakinum. Ein sosialt bevístur skyn-
samur fíggjarpolitikkur má førast, og kanska kann
hetta gerast tvørturum samgongumark við Tjóðveld-
inum og Javnaðarflokkinum á odda. Løgmaður tosar
altíð um samstarv tvørturum samgongumark. Spurn-
ingurin er bara, hvussu konstruktivt hann hevði sæð
uppá tað, um ein búskapar-, fíggjar- og vinnu-
politikkur, ið onkuntíð fór uttanum Fólkaflokkin, hevði
gjørst veruleiki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Búskapurin heitur
VIÐMERKINGAR
Tøkk
Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum og øllum,
sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Elsebeth Maria Sivertsen
búsitandi í Havn
doyði og varð jarðað.
Takk til tykkum øll, sum vóru um mammu, bæði
heima og á Landssjúkrahúsinum.
Ein serlig tøkk til Jukim Olsen, sum vitjaði hana
meðan hon var innløgd.
Takk fyri troystarrík orð, bæði í Ebenezer, Betesda
og á grøvini.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til barnalegurnar
í Grønlandi og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Gud signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Hans, Elsa, Jórun, Palli og Fríðgerð
Endurútgáva frá 1982:
Black Bird út á fløgu
Bandið, sum
Black Birds gav
út í 1982, kemur
týsdagin út á
fløgu
Hans Birgir Hansen
Tað er tá vit fylgja við bløð-
um, útvarpum, sjónvarpum,
tá lesa, hoyra, síggja vit
hvussu allur mannaheim-
urin í dag líður undir kríggi
og nógvu ræðuleikunum.
Tað er á sama hátt ígjøg-
num bløð, útvarp og sjón-
varp, at vit staðfesta, at
mannaheimurin er allur
skipaður rættuliga einstátt-
aður av einarøðis valds-
harrum.
Tað er við hjálp av stór-
kapitalistum ið vilja gera
allan
mannaheimin
til
arbeiðandi
trælir
sum
dagliga líðir undir øllum
teimum fyribrigdum sum
ein stríðist við.
Tað er álvarsliga áfatt, tá
ið føroyingar ikki fáa klára
upp við seg sjálvi og gevast
við at lata seg misnýta av
teimum sterku í samfelags-
skipanum um landi.
Tað er at vera skitna ar-
beiðsamboði ímóti teimum,
ið stríðast fyri frælsi-,
mannajavnbjóðisrættindir,
privatlív,
ið
øllum
er
grundlógartryggja í dag.
Tað er samfelags skylda
ein røkir, tá ið ein fær
nógva kunning í bløðini Ið
vanligir føroyingar ikki fáa
frá øllum teimum valdstyst-
andi við kræddaralyndi.
Tað er alt grundleggjandi
skeivt og órættvíst skipa, tá
Ið ikki allir føroyingar fáa
somu fortreytir/grundarlag
at liva, og virka eftir før-
leikaevnunum.
Tað er bæði sum einstak-
lingar
og
sjálvstøðugt
vinnurekandi stór og smá-
partafeløg inna alt handils-
og vinnulív og ídna- og
tænastuvinnur um landið.
Tað er avgerðandi neyð-
ugt at draga sum skjótast
niður alla almenna, privata,
kommunala, land, ríkis
skuld, og fáa hesi at skipa
fíggjar- og presónsfrælsi.
Tað er avgerandi at koma
øllum
forðingum/móta-
rbeiðan einaræðis valds-
harrum og stórkapitalistum
til lívs sum vanliga fólkið
líður undir.
Tað er ikki minst gald-
andi øllum teimum, sum
fremja
samfelagsundir-
gravandi virksemi øll tann
bíliga arbeiðsmegin um
landið - næmingar, lesandi
og lærlingar.
Mannaheimurin og føroyingar
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Verkfall í
oljuvinnuni
Meiri enn 1200 fólk,
sum fáast við at veita
norsku oljuvinnuni ser-
ligar tænastur, fóru í
gjár í verkfall. Talan er
eitt nú um kavarar og
jarðfrøðingar.
Samráðingarnar um
ein nýggjan sáttmála
slitnaðu gjáranáttina,
og stutt eftir boðaði
fakfelagið frá, at 1200
av limum tess fóru í
verkfall. Tey 1200 ar-
beiða hjá 17 ymsum
arbeiðsgevarum.
Ein talsmaður hjá
oljuvinnuni segði í gjár,
at verkfallið fer at hava
við sær, at framleiðslan
á summum oljuleiðum
fer at steðga sum frá
líður.
Týskarar
byggja
Týska byrrifelagið Bil-
finger Berger hevur
fingið
arbeiðið
at
byggja eina nýggja
brúgv um Svinesund á
markinum
millum
Noreg og Svøríki.
Brúgvin verður 600
metrar long og skal
hava fýra koyribreytir,
og hon kemur afturat
gomlu brúnni, sum
varð bygd í 1946.
Brúgvin skal eftir ætl-
anini takast í nýtslu um
trý ár.
Tann nýggja brúgvin
fer at kosta 527 milli-
ónir svenskar krónur,
og norðmen og sviar
hava avtalað, at hon
skal fíggjast við bumm-
pengum. Tað fer at
kosta 20 krónur at
koyra yvir um brúnna.
Halda prís-
inum uppi
Avgerðin hjá OPEC-
londunum at varðveita
núverandi avmarkaðu
framleiðsluna heldur
oljuprísinum uppi og
virkar sostatt eftir ætl-
an. Seinastu dagarnar
hevur tunnan ligið um
25 dollarar á evro-
peisku marknaðunum.,
og tað samsvarar við
ætlanina hjá OPEC,
sum hevur sagt, at fe-
lagsskapurin ætlar at
halda prísinum millum
22 og 28 dollarar fyri
tunnuna.
Serfrøðingar á olju-
marknaðinum
siga
kortini, at oljuprísurin
kann koma undir trýst,
tí eftirspurningurin í
USA hevur verið vikn-
andi.
Heldur
tann
gongdin fram, kann tað
skjótt trýsta oljuprísin
niður.
Úr Norðurlondum:
Niðurgera
kvinnur
Kvinnufelagsskapir í
Noregi ilskast um, at
giftar kvinnur kunnu
ikki spyrja skattavaldið
ella fólkayvirlitið um
síni egnu viðurskifti,
uttan at tær upplýsa
persónstalið hjá mann-
inum.
Norsku
javnstøðu-
myndugleikarnir geva
kvinnufelagsskapunum
rætt. Mona Larsen-
Asp, varastjóri í javn-
støðuráðnum, sigur, at
kvinnur verða mettar
sum sjálvsstøðugir per-
sónar í dag, og tí heldur
hon, at giftar kvinnur
eiga at fáa upplýsingar
um síni viðurskifti utt-
an at nýtast at upplýsa
persónstalið hjá mann-
inum.
Norsku skattamynd-
ugleikarnir
siga,
at
persónstalið hjá mann-
inum er høvuðstalið hjá
hjúnum, men at hesi
viðurskifti
møguliga
verða broytt, tá edv-
skipanin verður broytt
um nøkur ár.
Full fongsul
Donsku fongslini hava
so nógvar fangar sit-
andi, at nógv, sum
verða dømd inn at sita,
noyðast ella kanska
rættari sagt sleppa at
bíða í langa tíð eftir
einum kliva at sita í.
Sum er verða bara
fólk, ið fáa dóm fyri
grovan harðskap, sett
inn beinanvegin, men
umleið 300 fólk, sum
eru dømd fyri rús-
drekkakoyring, innbrot
o. a. noyðast at bíða
eftir plássi.
Lene Espersen, løg-
málaráðharri sigur, at
stjórnin fer at játta
fongsulsverkinum
meiri pengar næsta ár,
men hon hevur einki
uppskot um, hvussu
trupulleikarnir
nú
kunnu loysast.
Arbeiðsloysi
og arbeiði
Arbeiðsloysið í Oslo er
nú so stórt, sum tað ikki
hevur verið í langa tíð,
men tað løgna er, at
arbeiðsgevarar
sam-
stundis kæra seg um, at
teir fáa ikki nóg mikið
av arbeiðsfólki. Sam-
bært hagtølunum eru
15.314 fólk arbeiðsleys
í Oslo, samstundis sum
umleið 3.900 størv eru
ósett í býnum, tí ar-
beiðsgevararnir fáa ikki
fólk.
Ætlanin er at nýta
bæði flogfør og
hermenn í álopinum.
Amerikanska blaðið The
New York Times skrivar, at
amerikanska
herleiðslan
fyrireikar eitt stórálop á
Irak.
Sambært upplýsingum,
sum blaðið hevur fingið
fatur á, ætlar herleiðslan at
lata hermenn í tíggjutús-
undatali gera innrás úr
grannalandinum Kuwait,
samstundis sum flogfør
skulu søkja at týðandi
málum.
Endamálið við álopinum
er at fella irakska forsetan,
Saddam Hussein.
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, hevur
fleiri ferðir sagt alment, at
eitt av málum hansara er at
fáa Saddam Hussein av
vegnum, men higartil hevur
hann ikki viljað sagt,
hvussu hann ætlar sær at
fullføra málið.
Tað var ikki ein yvirgangs-
atsókn, tá ein maður hós-
kvøldið skjeyt og drap tvey
fólk uttan fyri deildina hjá
ísraelska flogfrelagnum El
Al í floghavnini í Los
Angeles. Tað siga ameri-
kansku myndugleikarnir,
men
ísraelsmenn
vilja
kortini vera við, at talan var
um eina yvirgangsatsókn.
Ísraelskir
ráðharrar
søgdu í gjár, at álopið í
amerikansku floghavnini
var ein liður í herferðini hjá
víðgongdum
muslimum
ímóti Ísrael og ísraelskum
málum.
Maðurin, sum drap tey
bæði fólkini og særdi sjey
onnur, var ættaður úr
Egyptalandi, men hevði
búð í USA seinastu tíggju
árini.
Tvey flogfør hjá
British Airways vóru
bert 300 metrar frá
hvør øðrum í luftini
uppi yvir Wales
mikukvøldið
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
Annað flogfarið var á veg
úr Glasgow í Skotlandi til
Bristol í Suðuronglandi við
43 ferðafólkum. Í hinum
flogfarinum, sum var á veg
norður til Newcastle, vóru
22 ferðafólk.
Um sjeytíðina miku-
kvøldið vóru tey bæði
flogførini komin so nær
hvør øðrum, at ávaringar-
skipanin umborð á báðum
boðaði frá, at annað flogfar
var á somu leið. Ávar-
ingarskipanin umborð á
øðrum flogfarinum gav
flogskiparanum boð um at
fara longur upp, meðan
skipanin umborð á hinum
flogfarinum bað flogskip-
aran fara longur niður.
-Ávaringarskipanin
gjørdi júst tað, sum hon er
ætlað at gera í tílíkum
førum, segði ein talsmaður
hjá British Airways hós-
kvøldið.
Bretsku loftferðslumynd-
ugleikarnir hava kortini
gjørt av at kanna, hvussu
tað kundi bera til, at tey
bæði flogførini komu so
nær hvør øðrum.
Mánakvøldið doyðu 71
fólk, tá eitt russiskt ferða-
mannaflogfar og eitt flutn-
ingsflogfar stoyttu saman
yvir Suðurtýsklandi.
Ikki yvirgangur
Bretsk ferðamannaflogfør
nær samanstoyti
USA fyrireikar stórálop á Irak
C
M
Y
K
11
10