leygardagur 6. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
13
Orð: Rúnar Reistrup
Myndir: Finnur Justinussen
Teir eru rættiliga nógvir í
tali, yvir tjúgu, sum hvønn
dag, tá veðrið er til vildar,
leita sær niðan í økið mill-
um Biskupagarðin og fyrr-
verandi læknahølini hjá
Jenis av Rana oman fyri
Jóannesar Patursonar Gøtu
í Havn, at drekka eina øl
ella heldur fleiri. Eru teir
ikki her, sita teir niðanfyri
gamla bátasavnið í Nóa-
túni.
Teir hava hoyrt tosið fyrr,
og í farnu viku vórðu teir
aftur útróptir til eitt samfel-
agsproblem. Hesuferð var
tað ein ráðharri, sum metti
teir verða við til at forpesta
umhvørvið kring landsins
ølsølur.
– Hví eru tit so fínir? Er
fyrsti spurningur vit fáa,
meðan vit eru til gongu á
veg úr Biskupagarðinum
yvir ímóti økinum har fýra
mans sita við hvør sínari øl
og rættiliga nógvum tóm-
um rundan um seg. Teir vita
opinbart væl at, vit ikki
bara eru komnir fyri at geva
teimum selskap, men teir
eru ikki minni prátingar-
samir av teirri orsøk. At ein
myndamaður er við hava
teir einki ímóti.
– Her eru øll vælkomin,
sigur ein av monnunum, tá
vit hava greitt frá hvørjir vit
eru.
Hví sita tit her?
– Tí her er deiligt at sita,
tá veðrið er gott sum í dag.
Her loysa vit verðins-
problemir og hava tað gott.
Tit verða sagdir at skaða
trivnaðin her um leiðir…
– Ja, tað var hasin har
Bill Justinussen. Eg haldi at
hann sigur for nógv. Vit
sjenera ongan her. Fólk
síggja okkum bara tá vit
fara inn í Restorffs at keypa
nakrar øl. Harfrá fara vit
beina leið niðan her ella í
Nóatún.
Teir fýra kunnu tó for-
telja frá onkrari ferð, har
teir hava upplivað at aðrir
hava verið til ampa fyri
onnur. Til dømis tá teir fara
fullir inn í vitaluhølið hjá
kommunulæknanum
at
læna WC'ið.
– Tað skilji eg væl at
Jenis ikki var so glaður fyri.
Tað líkist heldur ongum.
– Men fyri tað mesta sita
vit bara her og passa okk-
um sjálvar.
Og tað fáa teir fyri tað
mesta frið til.
– Politiið kemur onkuntíð
í Nóatún og rekur okkum
burtur, men her uppi sleppa
vit vanliga at sita í frið, og
tað eru vit glaðir fyri,
greiðir ein av teimum fýra
monnunum frá.
Bumsar ella ei
Teir eru allir fýra sjómenn
og leggja eina æru í ongan-
tíð at hava fingið eitt oyra
útgoldið í hvørki arbeiðs-
loysistrygging
ella
al-
mannahjálp. Men tá teir eru
á landi, kemur kenningin
innanbora so gott sum
hvønn dag. Teir kunnu ikki
ordiliga semjast um hvat
man kann kalla teir.
– Hvat er ein bumsur?
Kanska eru vit bumsar, eg
veit ikki, tí eg veit ikki,
hvat ein bumsur er, sigur
ein.
– Fínirbumsar, heldur ein
annar fyri, men hetta vilja
hinir ikki hoyra talan um.
– Vit eru ikki nakrir
fínirbumsar. Um vit eru
bumsar, so eru vit vanligir
bumsar. Men vit kalla
okkum heldur sjómenn.
Havnarmenn drekka
Restorffs
Tá teir ikki eru til skips,
byrjar ein vanligur dagur
hjá teimum fýra í fyrsta lagi
um tólv tíðina. Leiðin
gongur framvið Restroffs
Bryggjaríi við Landavegin,
har teir keypa sær upp í ein
beriposa av øli, og so verð-
ur farið niðan í eitt av føstu
tilhaldsstøðunum at knappa
tær upp.
– Men tað er bara tá veðr-
ið er gott sum í dag. Annars
er tað eingin, sum tímir at
sita her.
Onkuntíð er eisini ein
fløska við, men teir fýra eru
rørandi samdir um at hash
og onnur rúsevni eru nakað
lort.
Hví keypa tit øl í ølsøluni
við Landavegin?
– Tí vit eru havnarmenn,
og havnarmenn drekka øl
frá Restorffs. Og so liggur
tað so deiliga tætt við eis-
ini.
Teir allarflestu av teimum
20-25 monnunum, sum
Vit sjenera ongan
Bumsarnir, verða teir kallaðir millum manna. Teir eru eitt problem, tí teir skaða
trivnaðin í umhvørvinum kring ølsølurnar, sigur familju- og
trivnaðarmálaráðharrin. Sjálvir kenna teir seg ikki sum nakra plágu fyri onnur.
Vit spurdu fýra teirra, um teir høvdu tímað at flutt seg
koma framvið føstu til-
haldsstøðunum ein góðveð-
ursdag, hava Restorffs øl í
posanum. Men ikki allir tó.
Nakrir heilt fáir, klaksvík-
ingar fyri tað mesta, kunnu
finna uppá at fara heilt út í
Havnardal ella niðan í Rús-
una eftir øli frá Føroya
Bjór.
Flyta ikki við
ølsølunum
Tá prátið fellur inn á tað,
sum nýggi familju- og
trivnaðarmálaráðharrin
hevur ført fram í seinastuni,
um at trivaðurin í økinum
kring ølsølur tekur skaða,
og at ølsølurnar hjá bryggj-
aríunum áttu at verið
stongdar ella í minsta lagi
fluttar út úr íbúðarøkjum,
hava teir fýra allir eina
greiða meining. Tað er
týðuligt, at hetta málið
hevur verið havt á lofti fyrr.
– Hann kann ikki nokta
fólki at drekka øl. Eg haldi
ikki, at hann veit hvat hann
tosar um. At steingja ella
flyta ølsølurnar út úr býn-
um, fær ikki okkum at gev-
ast at drekka øl. Tað ger tað
bara dýrari fyri okkum at
fáa fatur á tí.
– So er bara at keypa
nokk hvørja ferð, leggur
ein annar afturat.
Spurdir um hvar teir ætla
at sita um dagarnar, um
eingin
ølsøla
var
við
Landavegin, er svarið ein-
mælt.
– Her. Vit vilja vera í
Havnini, og í Havn er einki
betri stað enn her.
– Vit hava tað gott her.
Vit fara ikki at flyta, bara tí
ølsølan flytur. Politikararnir
burdu heldur syrgt fyri at
man slapp at keypa øl í van-
ligu handlunum. So høvdu
færri
sikkurt
følt
seg
sjeneraði av okkum, tí so
komu vit ikki allir sama
stað ísenn.
Sólin stendur ikki longur
mitt á himmalinum, og teir
fýra fara skjótt at rigga seg
til at fara oman í Tórshøll,
sum letur upp klokkan sjey.
Í morgin eru teir aftur her
millum Biskupagarðin og
kommunulæknahølini
oman fyri Jóannesar Patur-
sonar Gøtu ella niðanfyri
gamla bátasavnið í Nóa-
túni. Tá hava teir aftur verið
framvið ølsøluni og keypt.
– Politiið kemur onkuntíð
í Nóatún og rekur okkum
burtur, men her uppi sleppa
vit vanliga at sita í frið, og
tað eru vit glaðir fyri,
greiðir ein av teimum fýra
monnunum frá.
– Hasin har Bill Justinussen sigur for nógv.
Vit sjenera ongan her
– Politiið kemur onkuntíð í Nóatún og rekur okkum burtur,
men her uppi sleppa vit vanliga at sita í frið,
og tað eru vit glaðir fyri
C
M
Y
K
13
12