Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • leygardagur • 6. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo HB spælararnir hava sagt nei takk til til- boðið um tvær vikur summarfrí – teir fara at venja aftur um eina viku HB–B68 Jóannes Hansen Støðutalvan sigur, at talan er um toppdyst, tá HB í morgin fær vitjan av B68. HB er tvey stig framman- fyri B68, sum við sigri kann troðka havnarmenni- nar av tindinum, sum teir hava verið á alt kappingar- árið. Á Toftum ásanna teir, at tað verður torført at røkka ynskidreyminum. Bæði tí at HB hevur eitt gott lið, sum higartil í ár hevur víst seg at vera sera sannførandi á heimavølli, og tí at fyri- treytirnar hjá B68 ikki eru av teimum bestu. Tað setur síni spor at luttaka í altjóða kapping og samstundis røkja skyldurnar heima á landi í landskappingini og steypakappingini. – Men spælararnir vita, hvat tað snýr seg um. Skal møguleikin fyri at fáa HB aftur varðveitast, so verður neyðugt at fáa stig í Gunda- dali. Við sigrinum miku- kvøldið fóru vit framum trý lið. Um tað ikki gongur okkum til vildar í morgin, so er møguleikin góður fyri, at KÍ, NSÍ og GÍ fara framum okkum aftur, held- ur Niclas Davidsen, for- maður í B68. Hjá B68 er Morten Skytte, sum spældi fyrsta tíman ímóti Skála, farin av landinum aftur. Anders Ny- gaard verður ivaleyst við frá fyrsta bríksli í morgin. Eingin spælari er skaddur, og eingin er leikbannaður. Men Marcello Marcellino verður ikki við. Hann fer í dag til Brasilia, og hann kemur ikki aftur: – Tað er rætt, at Marcello rýmir frá okkum. Hann hevur verið nógv skaddur í ár, men nú var hann komin fyri seg. Í vikuni bað hann um at sleppa til hús, og tað fer hann so, sigur Niclas Davidsen. Marcello skoraði átta mál í landskappingini í 1999, sum var fyrsta árið hjá hon- um á Toftum. Besta árið var í 2000, tá hann skoraði fim- tan ferðir. Í fjør var hann skaðaplágaður fyrsta partin av kappingini. Hann spældi við í fjúrtan dystum, men bara í seks frá fyrsta bríksli. Úrtøkan var fimm mál. Skerja frítíðina niður í helvt HB er væl fyri, nú teir skulu verja oddastøðuna í Gundadali. Burtursæð frá Una Arge, sum ikki hevur verið við í nógvar vikur, eru allir spælararnir tøkir. Eingin er leikbannaður, og eingin er skaddur. Tá dysturin ímóti B68 verður liðugt spældur, fara HB hugsanirnar at snúgva seg um steypafinaluna á ólavsøku. – Okkum stóð í boði at halda frí tvær tær næstu vikurnar, men spælararnir hildu, at tað var ikki ráði- ligt at halda frí so leingi. Tí fara vit at venja aftur, tá næsta vika er liðug, sigur liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe. Á Toftum hava teir gjørt av, at teir skulu bara hava summarfrí í eina viku. Men hann verður ikki á KÍ liðnum ímóti Skála, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða SKÁLA–KÍ Jóannes Hansen Eftir at Skála fyri fyrstu ferð hevur spælt ímóti øll- um hinum liðunum í bestu deildini, eiga teir framvegis fyrsta sigurin til góða. Men hóast tað ikki hevur roynst nakað serligt, so hava skálamenn ikki mist mótið. Teir harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig ímóti B68 og vóna, at tað skal ganga betur ímóti KÍ: – Hýrurin er góður, og vit fara at royna at gera alt, sum tað ber okkum til, fyri at fáa eitt gott úrslit. Tað verður torført, tí tað hevur gingið væl hjá KÍ seinastu vikurnar, men vit fara at royna, sigur Pauli Poulsen, sum er miðverji á Skála. Umframt teir, sum vóru við mikukvøldið, er Rúni Rasmussen tøkur aftur. Hann var leikbannaður ímóti B68. Nú er tað stað- fest, at eitt bein er brotið í fótinum á Kára Nielsen, sum tískil heldur ikki fer at fáa vant næstu vikurnar. Heðin aftur á vøllinum Heðin á Lakjuni hevur ikki spælt síðstu seks vikurnar, tí eitt bein hevur verið brot- ið í fótinum. Nú er skaðin burtur. Heðin á Lakjuni vandi aftur hóskvøldið. Tað er kortini sera ivasamt, um hann verður við í morgin. Tá vit frættu úr Klaksvík í gjár, roknaðu teir ikki við, at Heðin fer at spæla. Liðformaðurin hjá KÍ, Jan Joensen, er leikbannað- ur í morgin. Ove Nysted hevur verið knæskaddur, men hann vandi aftur hós- kvøldið. Um hann verður í miðverjuni, so verður Allan Joensen fluttur fram aftur á miðvøllin. Í Runavík var Allan í miðverjuni. – Skulu vit vera við, har tað gongur fyri seg, so mugu vit vinna í morgin. Tað verður torført, men vit kenna treytirnar, sigur Har- ley Bertholdsen, sum hevur verið væl fyri síðstu vikur- nar. Harley og hinir klaksvík- ingarnir hava sjálvandi áhuga í, hvussu tað fer at gangast í Gundadali í morgin. Ynskidreymarnir hjá KÍ eru, at teir vinna á Skála, og at HB samstundis ikki fær fulla úrtøku ímóti B68. Um ynskini gerast til veruleika, so verður talan um toppdyst, tá HB í fyrsta umfarinum eftir summar- steðgin skal til Klaksvíkar. KÍ spælararnir hava frí í tvær vikur, men teir hava eina renniætlan við sær í summarfrí! Marcello farin til hús Í hvussu so er venj- ararnir hjá fimm feløgum fylgdu við, tá Skála og B68 tók- ust í summarkulda- num á Skála EYGLEIÐARAR Jóannes Hansen Sum alla aðra staðni, so var tað bítandi kalt á Skála mikukvøldið. Hó- ast tað var 3. juli, so tókt- ist tað, sum um at høgu fjøllini í Eysturoy høvdu hug at grána. Men hóast kuldan, so vóru ikki so fáir áskoðar- ar á Skála, og millum hesar vóru nógvir, sum hava við onnur fótbólts- feløg enn tey bæði, sum vóru á vøllinum, at gera. Um venjararnir hjá VB, TB og B36 vóru har, duga vit ikki at siga. Vit løgdu teir ikki til merkis, men allir hinir vóru har. Tí hevði tað verið lag á manni at havt fund í fel- agnum fyri venjarar, tá dysturin var lokin! Kurt Mørkøre, venjari, og Dánial Jákup Joensen, hjálparvenjari hjá KÍ, vóru millum áskoðarar- nar. Tað var ikki so undarligt, tí longu nú sunnudagin skal KÍ spæla á Skála, har teir ikki stóðu seg so væl í steypa- kappingini. Ion Geolgau, HB venj- arin, var eisini á Skála. Hann mundi serliga hava eyðuni eftir B68. Kom- andi sunnudag fær HB vitjan av B68, og talan er um rættuliga týdningar- miklan dyst. HB er á odda í 1. deild, men teir eru bara tvey stig undan B68. Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, var eisini á Skála. Hans- ara lið fer 11. august at fáa vitjan av B68. Jógvan Martin Olsen, venjari, og Bill Jacobsen, hjálparvenjari hjá NSÍ, vóru á Skála, og tað var Johan Nielsen, venjari hjá GÍ, eisini. GÍ skal spæla á Skála 11. august, meðan NSÍ ikki skal yvir á Skála fyrrrenn 1. sep- tember. Men tað ræður um at vera væl fyrireik- aður. Nógvir eygleiðarar á staðnum Heðin venur aftur Eftir beinbrot, er skjóti framherjin Heðin á Lakjuni farin aftur at venja Mynd: Savnsmynd Brasiliumaðurin Marcello verður ikki á síggja á B68 liðnum restina av árinum Mynd: Savnsmynd 15 14 Nr. 127 - 6. juli 2002 Hósdagin komu eini fimti finskir dansarar til Klaksvíkar á vitjan hjá Klaksvíkar Dansifelag. Finnarar- nir eru her í sam- bandi við dansistevn- una, sum landsfelagið hjá dansifeløgunum í Føroyum, Sláið Ring, skipar fyri. Dansi- stevnan hevur fingið heitið: Havleik DANSUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Dansararnir komu til Klaksvíkar hós- morgunin klokkan tíggju. Tey fóru beint í ein buss og so ein túr til Viðareiðis. Alex Sólstein var ferða- leiðari og hann greiddi dúgliga finnunum frá ymiskum søguligum í sam- bandi við støð, sum tey vitjaðu. Millum annað vóru tey í Viðareiðis kirkju, har tey sóu alt kirkjusilvurið. Eftir vitjanina á Viðareiði varð farið aftur til Klaks- víkar og niðan í Skálan, sum eru hølini hjá Klaks- víkar Dansifelag, at eta matpakka. Síðani skiftu tey klæðir og so gekk leiðin í Christianskirkjuna, áðrenn tey fóru norður á Nólsoyar Pálsgøtu at hava eina lítla dansiframsýning fyri norð- oyingum. Tey dansaðu á parker- ingsøkinum norðanfyri bakaríið hjá Símun og heilt fitt av fólki steðgaði á at hyggja eftir hesum dansin- um, sum at síggja til tyktist so leikandi lættur, men óivað ikki var tað kortini. Dansiframsýningin vardi ikki longi, men fólkini, sum vóru savnað til at hyggja, sóu út til at hugna sær í góðveðrinum kortini. Nógv høvdu nýtt høvi til at fara út við børnunum og høvdu keypt ís. So tað var rættu- ligur summardámur yvir løtuni. Eftir dansiframsýningina fóru dansararnir niðan aftur í Skálan, har tey fingu at eta. Og síðani fóru tey avstað aftur klokkan sjey. Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag, sig- ur, at tey lótu væl at vitj-an- ini, og tey søgdu, at tey høvdu fingið eina positiva mynd av Norðoyggjum. Havleik Dansararnir eru í Føroyum í sambandi við at Lands- felagið fyri dansifeløgini í Føroyum, Sláið Ring, skip- ar fyri eini dansistevnu, sum tey hava valt at kalla fyri Havleik. Hetta er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Umleið 400 dansarar úr øllum Norður- londunum eru í Føroyum í hesum sambandinum. Tílíkar dansistevnur hava verið í Íslandi eisini, og har eita tær Ísleik, og so varð hildið, at tað var so upplagt at kalla ta føroysku dansi- stevnuna fyri Havleik. Dansistevnan gongur fyri seg í Havn, men hósdagurin varð so nýttur til at fara í onkrar av hinum oyggjun- um at vitja. Og finnararnir komu so til Klaksvíkar, meðan onkrir av hinum dansarunum fóru aðra- staðni í landinum at vitja. Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag sigur annars, at tað gongur væl hjá føroyska dansinum fyri tíðina. - Hóast tað tyktist sum um limir í okkara dansi- felag ikki tóku so væl undir við Havleik, so eru vit kortini aktiv. Næsta viku- skiftið verður dansinátt í Norðurlandahúsinum og í ár eru tað so vit, sum skulu skipa fyri, sigur Heini og leggur at enda aftur at, at Klaksvíkar Dansifelag eitt kvøldið í hesi vikuni dans- aði fyri portugisiskum gest- um hjá Kósini, sum vóru til døgurða í Skálanum. - Tey vildu so fegin sleppa at síggja tann før- oyska dansin, og tað sluppu tey so eisini. Fuglfirðingar fara at spæla varmakeldu- teitið í Mentanar- húsinum, og um vikuskiftið verður eisini dansur við bólkum og plátu- vendara Um vikuskiftið er varma- keldustevna, og fleiri tiltøk eru á skránni hjá nðggja Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Fríggjakvøldið var Varmakelduteitið sðnt, og tað verður tað aftur sunnu- kvøldið og mánakvøldið. Tað eru fuglfirðingar sum spæla, og ein partur av skemtinum er lokalt. Mill- um annað hava tey gjørt eina parodi upp á kenda vísusangaran Niels Mid- jord. Tað eru eisini aðrar vísur, sum Mortan G. Berjastein hevur skrivað, á skránni. Í gjárkvøldið var so diskotek við Jan Gardar. Leygardagin er café í húsinum, og tá kunnu fólk vitja inn og hyggja eftir húsunum. Leygarkvøldið verður barnatiltak við Angelu, Bobo og Fjotto, og eftir midnáttarsamkomuna verð- ur dansur við bólkinum Driv. Sunnudagin er aftur café í Mentanarhúsinum, og kvøldið verður rundað av við dansi, har Jens Marni Band fer at spæla. Finskir dansarar vitjaðu Klaksvíkar Dansifelag Tónleikur og sjónleikur í Mentarhúsinum Tríggir tónleikarar spældu undir, meðan dansararnir sýndu fram finskan fólkadans í Klaksvík seinnapartin hósdagin C M Y K 14