Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 6. juli 2002 17 Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 07.07 EB/S-TB Petur Skarðenni 07.07 HB-B68 Niklas á Líðarenda 07.07 Skála-KÍ Suni Johansen 07.07 NSÍ-B36 Páll Augustinussen 07.07 VB-GÍ Dagfinn Olsen 2. deild menn 07.07 VB-B36 Tølini tala Tað er vanliga málrík í Havn, tá tey bæði verandi oddaliðini, HB og B68 tak- ast. Bert tvær ferð tey tíggju seinastu árini er dysturin millum hesi bæði liðini í Gundadali endaður javnur, og í hinum átta upp- gerðunum eru skotin ikki færri enn 43 mál. Annars siga hagtølini okkum eisini, at bæði B36 og GÍ hava staðið seg væl á útivølli móti ávíkavist NSÍ og VB, og at TB vann trygt á Mølini, einastu ferð teir hava leikt fyrstudeildardyst á útivølli móti EB/Streymi. Sunnudagin snýr tað seg tó ikki um hagtølini. Tá verður tað dagsformurin, sum er avgerandi, og hann kann væl vera ein heilt ann- ar. Christian Høgni Jacobsen er farin til Danmarkar aftur, og Julian Johnsson verð- ur møguliga at síggja á B36-liðnum UPPTAKT Páll Holm Johannesen Dysturin í Runavík sunnu- dagin er av alstórum týd- ningi fyri bæði liðini. Skal tað eydnast NSÍ í ár at fylgja við í oddinum, so er tað eitt krav, at runavíking- ar vinna á B36 sunnudagin. Hjá B36 er dysturin avgjørt seinasta útkall, um teir skulu gera sær nakrar vónir um heiðursmerkir í ár. Bæði liðini taptu sínar dyst- ir seinasta vikuskiftið, og tí fara bæði liðini eftir eini uppreisn. Christian Høgni ikki við Úr Runavík verður sagt undan dystinum, at fleiri mans eru ivasamir. Runa- víkingar vilja tó ikki upp- lýsa, hvørjir spælarar talan er um, tí enn er ikki greitt, um teir við ella ikki. Summir av teimum iva- somu spælarnum hava gingið til viðgerð alla vik- una, og hava ikki vant. Í gjárkvøldið skuldi endaliga støða takast, um hesir spæl- arar verða klárir ella ikki. Eitt er tó vist, Christian Høgni Jacobsen verður ikki at síggja á vøllinum sunnu- dagin. Hann er farin til Danmarkar aftur, har Vejle er farin undir fyrireikingar- nar til komandi kappingar- ár. Annars verður sagt úr Runavík, at hóast teir møguliga verða skerdir, so fara teir eftir øllum stigun- um, tí skal tað eydnast teimum at heiðursmerkir í ár, so skulu heimadystirnir vinnast. Julian Johnsson møguliga við Hjá B36 stendur onki ser- liga væl til við fólki, undan dystinum ímóti NSÍ. Tríggjir leikarar eru leik- bannaðir, Jákup á Borg, Bárður Mortansson og Kenneth Jacobsen sita allir uttanfyri sunnudagin. Bæði Bárður Mortansson og Kenneth Jacobsen fingu gult kort í Vági seinasta vikuskiftið, meðan Jákup á Borg aftur situr uttanfyri hetta vikuskiftið, tí hann er sektaður við tveimum dyst- um, eftir reyða kortið ímóti GÍ. Landsliðsleikarin Jens Kristian Hansen og Tórálv- ur Poulsen verða heldur ikki við sunnudagin, tí báð- ir eru skaddir. Umframt hesar eru Áki Mørk og Niels Joensen framvegis skaddir, og Karl Leonsson burturstaddur, so talan er um eitt rættiligt mannfall í árstalsfelagnum. Í B36 arbeiða teir av lívs- ins kreftum, við at fáa spæliloyvi hjá nýggja spæl- aranum, Julian Johnsson, klárt. Tað verður ikki greitt fyrr enn leygardagin, um Julian verður at síggja á vøllinum í Runavík. Ein av høvuðsstuðlunum á meist- arliðnum í fjør, Jan Gutte- sen hevur vant við fyrsta liðið í vikuni, og hann er við í hópinum ímóti NSÍ. Jan býr í Danmark, og er komin heim í summarfrí. Úr B36 verður sagt, at teir eru noyddir at fara til Runavíkar eftir øllum stig- unum.- Tapa vit aftur hetta vikuskiftið, verður frástøð- an til oddin ov stór, so vit mugu gera alt fyri at vinna torføra dystin í Runavík, verður sagt úr Havn. Vind eller forsvind hjá B36 Lagt er upp til spennandi dyst sunnudagin í Runavík, har bæði NSÍ og B36 ætla sær tey trý stigini 17 16 Nr. 127 - 6. juli 2002 Botndystur á Mølini Tvøramenn hava leita styrk uttanlands, og EB/Streymur ætlar sær øll stigini UPPTAKT Páll Holm Johannesen Sunnudagin fær felagsliðið EB/Streymur vitjan av tvøramonnum á Mølini. Dysturin verður ein sokall- aður seks stigs dystur, har úrslitið kann fáa stóran týd- ning fyri botnstríðið í ár. Kappingin er við at býta seg upp í ein odd, eina miðju og ein botn. Botnin mynda Skála, TB og EB/Streymur, og innanhýs- is dystirnir millum hesi fel- øgini eru rættiliga týdning- armiklir fyri, hvat fyri lið skal tungu leiðina niður í aðru deild. Allir mans tøkir hjá EB/Streymi Frá felagsliðnum verður boða frá, at allir mans eru tøkir undan dystinum og leikararnir eru rættiliga uppsettir til dystin ímóti TB. - Vit hava spælt tríggjar dystir fyrr í ár ímóti teim- um, og allar dystirnar, hava vit verið betra liðið, verður sagt frá av sundalagnum. Sundalagsmenn taka eisini undir við, at dysturin er av alstórum týðningi fyri bæði liðini, og hann kann koma at hava stóran týding fyri botnstríðið í ár. - Trýstið liggur á tvøramonnum, tí vit eru tvey stig framman- fyri, og teir skulu helst vinna dystin, greiða sunda- lagsmenn frá undan dysti- num. Teir vísa eisini á týdn- ingin at vinna dystin, tí sum sundalagsmenn greiða frá, so hava teir eitt rættiliga ungt lið, og fyri at teir ungu kunna fáa neyðugu royndir- nar, má EB/Streymur var- veita sessin í fyrstu deild. Við einum sigri á tvøra- monnum leggur EB/- Streymur sjógv ímillum seg og TB, og tá sær rættiliga bjart út hjá sundalags- monnum, viðvíkjandi sessi- num í bestu deildini. Spenningur á Tvøroyri Undan dystinum á Mølini sunnudagin eru tvøramenn rættiliga spentir um, hvussu fer at hilnast. Í vikuni hevur ein onglendingur, við navn- inum Craig Dean, royndar- vant. Hann hevur klára seg somikið væl, at hann við vissu verður við á TB-liði- num sunnudagin. Craig Dean er 26 ára gamal mið- vallari, og ætlanin er at hann skal stýra TB-mið- vøllinum. Aftrat Craig Dean, arbeiða tvøramenn harðliga við at styrkja enn meir um liðið til sunnudag- in. Tveir danir eru í kikara- num, men tað bleiv ikki greitt fyrr enn seint fríggja- dagin, um teir verða við ímóti EB/Streymi. Wladi- mir Matijivic og Óli Jo- hannesen vera báðir við aft- ur, eftir at teir sótu uttanfyri ímóti HB seinasta viku- skiftið.Einastu spælarar, ið sita uttanfyri, eru Andrass Nolsøe og Nebosje Urtajl, ið er báðir eru skaddir. Tvøramenn vænta ein torføran dyst ímóti felags- liðnum, ið teir siga, altíð eru torførir at møta á Møl- ini. -Teir skapa sjáldan meir enn 2-3 møguleikar í einum dysti, og tað plagar at vera nóg mikið hjá teimum at gera mál uppá, verður sagt av Tvøroyri. Annars eru tvøramenn rættiliga bjartskygdir und- an dystinum, tí nú tykist nakað at henda í felagnum, og komandi vikurnar vænta teir, at hópurin verður so- mikið styrktur, at liðið ikki noyðist niður í aðru deild. Tað gongur framá hjá báðum liðum á stiga- talvuni, so nú ræður um hjá vágbingum og gøtumonnum at halda tørn UPPTAKT Páll Holm Johannesen Tá VB og GÍ møtast á Eiði- num sunnudagin, verður talan um tvey lið, ið eru vælkoyrandi í løtuni. VB hevur í tveimum torførum dystum fingið fýra stig, meðan gøtumenn hava fingið fulla úrtøku úr tveimum teimum seinastu dystunum. Eftir sigurin á B36 seinasta vikuskiftið, kunnu vágbingar við sigri sunnudagin, blanda seg í kappingina um heiðurs- merkir. Skulu gøtumenn fylgja við í oddinum, er kravið trý stig sunnudagin, so tað er lagt upp til ein rættiliga spennandi dyst í Vági. VB bjartskygdir Allir spælararnir eru tøkir hjá VB til dystin sunnudag- in. Einasta undantakið er framherjin Nenad Zivano- vic, ið er leikbannaður. Hjá VB ræður nú um at halda tørn, nú vágbingar teir sein- astu dystirnar hava vent gongdini. Úr Vági verður sagt, at teir altíð fara eftir trimum stigum á heima- vølli, og dysturin ímóti GÍ sunnudagin verður onki undantak.- Vit eru í einari góðari stimu í løtuni, og nú er bara ein vegur á stiga- talvuni- uppeftir. Venjing- arnar ganga væl, og menn er bjartskygdir um seinnu hálvu, greiða vágbingarnir frá. Bartal skaddur Álitið í GÍ-verjuni, Bartal Eliassen, meiddi seg so illa undir venjing týskvøldið, at hann nú gongur á høkjum, og verður ikki við gøtu- monnum sunnudagin. Um- framt Bartal, er Hans Pauli Petersen leikbannaður. Úr Gøtu verður sagt, at tað gongur betri nú, og skulu teir klára at fylgja við HB, so skulu teir fáa trý stig við sær sunnudagin. Seinasta vikuskiftið vóru bæði Magni Jarnskor og Janik leikbannaðir, men teir verða so við hesuferð. Væntandi er, at báðir vera við frá fyrsta bríksli, so er bara spurningurin um, hvussu Johan Nielsen velur at blanda kortini - Hóast vøllurin í Vági ikki er av teimum bestu, plaga vit at standa okkum væl í Vági, og vónirnar eru tí góðar til dystin, verður sagt úr Gøtu. Søgan um skiftið hjá Johan Byrial Hansen til TB heldur fram, tí í vikuni kom fram, at tvøramenn høvdu hald í síni søk SPÆLARASKIFTIÐ Páll Holm Johannesen Tað hevur verið rættiligt rok í DBU í vikuni. Lógin, ið forðaði Johan Byrial Hansen at vera á TB-liði- num seinasta vikuskiftið, er ikki komin í gildið enn. Lógin snýr seg um, at spælari ikki kann skifta fel- ag í Danamark meir enn tvær reisur í einum kapp- ingarárið, og var tað júst hetta, ið forðaði Johan Byr- ial at skifta til TB. Tvøramenn vístu sína ónøgd yvir, at lógin ikki er á skrift nakrastaðni, og mánadagin komu so boð úr DBU um, at lógin ikki kemur í gildið fyrr enn í september í ár. Tað hevði so havt við sær, at Johan Byr- ial Hansen kundi havt tørna út fyri TB seinasta viku- skiftið. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, arbeiða tvøra- menn uppá at fáa styrk úr Danmark til dystin ímóti EB/Streymi, og um Johan Byrial Hansen er ímillum teirra, vilja tvøramenn hvørki játta ella avsanna. EB/Streymur kann við einum sigri á TB, leggja sjógv ímillum seg og botnliðini Bæði liðini fara eftir sigrinum Bæði VB og GÍ ætla sær fulla úrtøku sunnudagin Johan Byrial kundi spælt kortini Stóri spurningurin er so, um Johan Byrial verður at síggja á TB-liðnum hetta vikuskiftið ? C M Y K 16