leygardagur 6. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
19
Listamaðurin Hans
Jacob Glerfoss hevur
seinastu vikurnar
leitað eftir íblástri í
Føroyum, og hann
hevur fingið nógv
burturúr. – Tá eg fari
avstað aftur til
Danmarkar, havi eg
einki við mær, men
sálin er full, sigur
hann
GLERFOSS
Eyðun Klakstein
– Vínur mín, veist tú hví
allir persónarnir líkjast
mær so nógv?
Hans
Jacob
Glerfoss
stendur framman fyri ein-
um málningi av seinastu
kvøldmáltíðini, sum hann
arbeiðir við. Á myndini sita
Jesus og lærusveinarnir um
borðið, og Jesus hevur júst
sagt orðini um, at »ein av
tykkum fer svíkja meg.«
Tað sæst á myndini, at
okkurt er áfatt.
– Tað er tí, at eg havi allar
hesar persónar inni í mær,
svarar Hans Jacob Glerfoss
sjálvur spurninginum.
Listamaðurin, sum var
føddur í Mikldadali seint í
tríatiárunum,
stendur
í
einum rúmi á loftinum í
húsinum hjá dóttir síni,
sum býr í Leirvík. Hann
býr í Danmark, men sein-
astu vikurnar hevur hann
vitjað heima aftur í Før-
oyum.
Á vegginum hongur stóri
málningurin, sum ikki er
liðugur enn. Málningurin
skal ikki langt, tí tá hann er
liðugur, verður hann borin
niður trappurnar og inn í
stovuna. Har skal hann
hanga.
– Tað var dóttir mín, sum
kom við hugskotinum til
hesa myndina. Hon segði
við meg, hví málar tú ikki
heilagu kvøldmáltíðina, og
eg hugsaði sjálvandi.
Málningurin hevur fingið
skap, persónarnir eru farnir
at líkjast og tað er longu
eyðsýnt, at talan verður um
eitt framúr verk.
– Tað eru tríggir av læru-
sveinunum, sum eg eri
serliga góður við. Tað er
Pætur, sum eg fegin vil
vera. Tummas, sum er júst
soleiðis, sum eg eri. Og so
er tað Judas, hann sveik
menniskjasonin við einum
kossi, tað minnir meg eisini
um meg sjálvan, sigur
Hans Jacob Glerfoss.
Hann greiðir frá, hvussu
hann hevur arbeitt við
málninginum, hvørji iva-
mál hann hevur havt, og
hvat hann ætlar sær at gera.
Hann nevnir ofta, at konan,
versonurin ella dóttirin
hava sagt okkurt um tað,
sum hann hevur gjørt, og
tað vísir ein listamann, sum
ikki krógvar seg fyri teim-
um næstu, meðan hann
málar.
– Nei, tað er einki við at
steingja hurðina, meðan eg
máli. Eg fái jú inspiratión
av at tosa við fólk, meðan
eg arbeiði við einum verki.
Flutti til Danmarkar
Hans Jacob Glerfoss er
sjálvlærdur
listarmaður.
Hann lærdi seg á ungum
árum handverkið, og síðani
hevur hann málað, leitað og
lært. Hann hevur eisini yrkt
nógv, og higartil eru trý
yrkingasøvn komin frá
hansara hond.
Seinastu átta árini hevur
Hans Jacob Glerfoss búð í
Danmark.
– Tá konan fyri nøkrum
árum síðani spurdi meg,
um eg vit ikki skuldu flyta
til Danmarkar, segði nei,
sigur hann við einum smíli.
Men tá Hans Jacob
skuldi hava eina fram-
sýning í Århus fyri átta
árum síðani, kom tað aftur
upp á tal, at tey skuldu flyta
niður. Og hesaferð var
Hans Jacob ikki so avvís-
andi.
– Eg segði, at skuldu vit
búgva í Danmark, so skuldi
tað verða vestanfyri og ikki
eystanfyri, greiðir hann frá.
Endin var eisini, at tey
búsettu seg í Danmark, og
seinastu sjey árini hava tey
búð har norðuri í jútlandi, í
Hirtshals.
– Í Hirtshals er skjótt at
ganga oman til sjógvin,
oman á bakkan. Føroyar
eru í sjónum, og fjøllini
búgva her, sigur Hans
Jacob og peikar á høvdið.
– Fyri mær er Hirtshals
mest at líkna saman við
eina føroyska bygd. Gamli
parturin av Hirtshals er sum
Klaksvík. Har sært tú
uppilagstar sjómenn, sum
standa og práta, tú sært yvir
bátahylin, og fólk kenna
hvønn annan, júst sum
heima í Føroyum. Haraftur-
at líkjast vesturjydar føroy-
ingum sera nógv.
Hans
Jacob
Glerfoss
tosar róliga og inniliga,
hann hugsar seg stundum
væl um, og hann fjalir ikki
út yvir, at hann er glaður
fyri lívið. Hann hevur
stundum
eina
sigarett
hangandi í munnklivanum,
og pakkin liggur væl fjald-
ur í lummanum á gulligu
skjúrtuni, sum er fjaldur
innan fyri cowboyvestin.
Á høgra lítlafingri eru
nakrar strípur av máling, og
í tí livandi svarta hárinum
er ein farri av gráum.
– Tað er ofta, at fólk
spyrja meg, um eg ikki
leingist heim til Føroya,
men tað geri eg ikki. Børn-
ini hava tað gott og hava
fingið sína egnu familju.
Eg hugsi sjálvandi um tey,
men tey klára seg sjálvi. Í
Hirsthals er gott at vera, har
eru nógvir føroyingar, og
vit hava tað gott, sigur
Hans Jacob.
Grøna lívið
Hann
tekur
penslin
í
hondina, koyrir hann niður
í eitt av málingablikkunum,
blandar litin á borðinum
frammanfyri seg, og so
Til Føroya at finna íblástur
– Tað eru tríggir av lærusveinunum, sum eg eri serliga góður við. Tað er Pætur, sum eg fegin vil vera. Tummas, sum er júst soleiðis, sum eg eri. Og so er tað Judas, hann sveik menniskjasonin við
einum kossi, tað minnir meg eisini um meg sjálvan, sigur Hans Jacob Glerfoss
Mynd: Jens Kristian Vang
málar so ovarliga á mála-
rínum.
– Her ætli eg mær at hava
ein grønan lit, og oman fyri
høvdið á Jesusi skal liturin
verða ein serligur, sterkur
blágrønur
litur,
greiðir
hann frá og leggur afturat:
– Lívið er grønt.
Hann strýkur penslin
eftir málninginum, og tað
er púra greitt, at her er ikki
talan um tilvildarlig strok.
– Eg dugi ikki at greiða
frá, hví lívið er grønt.
Kanska er tað bara mín
fantasiur, men lívið er fult
av grønum. Eina stilla nátt
við vætu og mjørka í
luftini, er tað grønt niðri
undir. Tað er eisini onkur,
sum hevur skrivað, at grøn
er grá hús, sigur hann og
hyggur út av vindeyganum.
Hann steðgar á.
– Kanska síggi eg tað
bara gjøgnum míni eygu.
Til Føroya at fáa
íblástur
Hans Jacob Glerfoss hevur
seinastu vikurnar verið í
Føroyum, og hann ætlar
sær at steðga her eitt sindur
afturat, áðrenn hann fer at
leita sær aftur til heimið í
Hirtshals.
– Eg segði ein dagin við
konuna, at nú pakki eg alt
saman, og so fari eg til
Føroyar at finna andan.
– Eg hevði eina rúgvu av
tilfari við til Føroyar, og
tollarnar gløddu eitt sindur
við, tá eg kom dragsandi
við øllum. Tá eg nú fari
avstað aftur, havi eg einki
við mær, og tollararnir hava
einki at leita eftir, men sálin
er full, sigur hann.
Tað er langt ímillum
framsýningarnar hjá Hans
Jacob Glerfoss. Í fjør var
ein framsýning í Leirvík,
men áðrenn tað vóru tað
fleiri ár síðani seinastu
framsýning. Men orsøkin
til, at framsýningarnar eru
færri, er ikki, at Glerfoss
einki ger við listarliga
arbeiðið, men heldur tí, at
hann leggur nógva tíð og
orku í hvørt einstakt verk.
– Tað er eingin trupul-
leiki hjá mær at kopiera
meg sjálvan, at endurtaka
tað, sum eg havi lært, men
tað dámar mær ikki at gera.
Tí royni eg at finna nýggja
inspiratión, og ein slíka
ferð sum hendan til Føroya
gevur mær ómetaliga nógv,
sigur hann.
Lívið
Hans Jacob Glerfoss hevur
yrkt nógv gjøgnum árini.
Hann hevur givið trý yrk-
ingasavn út, og hann hevur
eisini skrivað nógv seinastu
árini, hóast einki er komið
frá honum í nógv ár.
Hann tekur eina tjúkka
svarta bók fram. Hon er
slitin, og tað kemst av, at
hann hevur brúkt endaleyst
tal av tímum við henni. Í
bókini eru hugleiðingar,
eygleiðingar, tekningar og
yrkingar. Hetta er ikki
einasta bók av sínum slagi,
og partur av hesum tilfari
verður ivaleyst at síggja á
prenti einaferð í framtíðini.
Hann setur seg at blaða í
bókini, hann leitar eftir eini
yrking, sum hevur samband
við tað, sum hann júst
hevur sagt. Men hann finnir
ikki røttu yrkingina. Hann
lesur tó okkurt burtur úr
bókini. Hann hevur millum
annað skrivað um, hvat tað
er at elska, og ein yrking er
um, hvat tað er at liva.
– At liva er at nokta at
doyggja blindur, ljóðar ein
av beinraknu strofunum
burtur úr hesi yrking.
– At vera listamaður er
ikki nøkur mótasøk, tað er
nakað, sum vit føðast til.
Tað er ein Guds gáva, sigur
Hans Jacob.
– Tað er umráðandi at
læra, og fólk hungra altíð
eftir at blíva tað, tey læra,
men eg haldi, at tað er týdn-
ingarmikið, at tú brúkar
lærdómin saman við teim-
um evnum, sum tú hevur
fingið.
Hans Jacob Glerfoss skal
um eina góða viku aftur til
Danmarkar, og hóast hann
nú er útiseti, er hann fegin
um lívið.
– Tað ræður um at hava
góð minni. Og so skalt tú
minnast til, at tú kanst ikki
leita minnini upp og vænta,
at tú finnur alt í sama líki.
Soleiðis er lívið ikki, sigur
hann.
Hann tekur eina sigarett
burturúr
pakkanum
og
stingur hana í munnin.
Hann festir sær í og sendir
roykin út í rúmið.
– Lívið er ein fantastisk
søga, sigur hann.
– At vera listamaður er ikki nøkur mótasøk, tað er nakað, sum vit føðast til. Tað er ein Guds gáva, sigur Hans Jacob Glerfoss
Mynd: Jens Kristian Vang
– Eg dugi ikki at greiða frá,
hví lívið er grønt. Kanska er
tað bara mín fantasiur, men
lívið er fult av grønum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18