Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 127 - 6. juli 2002 Nr. 127 - 6. juli 2002 21 - Eg fataði ikki, at teir tríggir vóru deyðir. Ikki fyrr enn eg sá tær tríggjar kisturnar og familjurnar syrgja, skilti eg, hvat var hent. Eg kundi akkurát tað sama eisini ligið í eini kistu tá, sigur 18 ára gamla Jóhanna Vang, sum var við í stóru ferðsluvanlukkuni á Lambareiði í fjør FERÐSLA Turið Kjølbro Gott ár er liðið síðani ógvusligu ferðsluvanlukk- una á Lambareiði á Skála- fjørðinum. Fimm ung, fýra dreingir og ein genta í aldrinum 17-23 ár vóru í bilinum, tríggir dreingir doyðu, ein fekk álvarsligan løst og gentan somuleiðis stóran løst. Í einum nýggj- um bili koyrdu hesi ungu inn eftir vegnum við grót- brotið á Lambareiði um gott trítíðina náttina til fríggjadagin 30. mars. Før- arin hevur eftir øllum at døma mist tamarhaldið á bilinum. Bilurin er slongd- ur út av vegnum á niðaru síðu, hevur koyrt einar 20- 30 metrar hinumegin bil- verjuna, hevur síðani rent í ein stein og er bóltaður einar 50 til 100 metrar om- an eftir bratta bakkanum. Alt bendir á, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin. Unga gentan, sum var í bilinum, var Jóhanna Vang av Glyvrum. Hon var akku- rát vorðin 17 ára gomul. Tveir av dreingjunum, Jó- hanna og tvær vinkonur høvdu verið í Havn í bio- graf sum ofta fyrr, tó ikki í hesum sama nýggja bili. Tá ið tey komu aftur til Runa- víkar, fóru vinkonurnar heim. Skúladagur var dagin eftir, men av tí, at Jóhanna arbeiddi við eini uppgávu, sum ikki hevði nakra tíðarfreist, helt hon ikki, at henni nýttist at skunda sær heim. Hon fór tí saman við dreingjunum ein biltúr. Jóhanna og báðir dreingir- nir komu tá í samband við dreingin í tí nýggja bilin- um, sum var saman við einum øðrum. - Vit fimm plagdu ikki at vera saman. Hví vit funnu saman hetta kvøldið, veit eg ikki. Vanlukkan hendi á veg til Søldarfjarðar, har vit ætlaðu at fáa okkum okkurt at eta hjá einum øðrum vin- manni, greiðir Jóhanna frá. Vaknaði í bønum Hvat hendi akkurát, minn- ist Jóhanna ikki heilt. - Eg minnist, at bilurin koyrdi ógvuliga skjótt, hvussu skjótt veit eg ikki. Tá ið vit komu í svingið við Lambareiði, føldi eg, at okkurt fór at henda, tí at bilurin byrjaði at svinga aftur og fram frá síðu til síðu. Eg ørminnist, at tað varð rópt og skrálað í bilin- um. Eg blundaði, tí fór nak- að at henda, vildi eg ikki síggja tað. Tá ið bilurin kom út um bilverjuna, fór hann at hoppa og so minnist eg ikki meir, sigur Jóhanna. Jóhanna vaknaði í bø- num, nógvar metrar undir vegnum. - Eg vaknaði, áðrenn nakar kom fram á okkum. Hvussu leingi vit lógu har, veit eg ikki, tað hevur kanska verið ein lítlan hálvan tíma. Eg sá, hvar vit vóru, kendi alt aftur og royndi at rópa eftir hjálp. Eg sá hvørki bil ella nakran annan, men eg havi síðani fingið at vita, at ein av dreingjunum, sum doyði, lá tætt við, har eg lá. Ein vaktarmaður í Eyst- uroy boðaði frá vanlukkuni á alarmsentralinum í Havn frá klokkan 03:49. Hesin legði beinanvegin ein jakka, sum hann fann í bø- num, yvir Jóhonnu, ið var ógvuliga køld. Lækni kom beinan vegin á staðið, og somuleiðis fýra sjúkrabilar, sum vóru við í eini venjing í Kollfjarðartunnlinum. Læknin kundi staðfesta, at teir tríggir ungu menninir vóru deyðir. Við í hjálpar- arbeiðinum vóru eisini níggju mans frá sløkkilið- inum á Skálafjørðinum og tveir av kubatrolarunum, Gorpur og Skrápur, sum um hetta mundið komu inn eftir Skálafjørðinum, varp- aðu ljós yvir vanlukku- staðið. Jóhanna var tann fyrsta, sum fór á Landssjúkra- húsið, síðani fór bilførarin. Bilførarin fekk álvarsligan skaða og varð seinni sama dag fluttur á Ríkissjúkra- húsið. Kropshitin á Jó- hannu var komin niður á 26 stig. Heiti jakkin, sum fyrsti maður á staðnum, legði á hana hevur ivaleyst bjargað henni. Skaðarnar, hon fekk, vóru brot á skinnaveggin undir knæ- num, beinini til mjadnarnar vóru brákað, livur og milt høvdu fingið skaða, og kjálkabeinið var brotnað. Umframt hevði hon ilt í rygginum. Dýrur lærdómur Jóhanna fekk rættiliga skjótt at vita, at tríggir av dreingjunum vóru deyðir. - Eg fataði tað als ikki, at teir vóru deyðir. Ikki fyrr enn eg sá tær tríggjar kisturnar og familjurnar hjá dreingjunum, skilti eg rættiliga, hvat var hent. Eg kundi akkurát tað sama eisini ligið í eini kistu tá, sigur Jóhanna. Vanlukkan og avleiðing- arnar hava verið ein dýrur lærdómur fyri Jóhonnu. - Eg hugsi framvegis nógv um vanlukkuna, hon spøkir við hvørt í høvdin- um á mær, serliga tá ið eg eri einsamøll og leggi meg at sova. Eg havi nakað av sambandi við foreldrini hjá dreingjunum, sum doyðu, og dreingin, sum koyrdi, sigur Jóhanna, ið ikki kann lata vera við at brigsla sær sjálvari eitt sindur. - Hevði eg bara farið heim, tá ið vit komu úr Havn, ístaðin fyri at seta meg í handan bilin, hevði vanlukkan kanska ikki hent. Men tað hjálpir mær als ikki at hugsa so, tað ger bara ilt verri. Eg havi lært nógv, til dømis, at tað er farligt at koyra skjótt og sita í bili uttan trygdarbelti. Hví vit ikki sótu í trygd- arbelti, veit eg ikki. Tað er kanska ikki so væl dámt av ungfólki, sigur Jóhanna, sum undan vanlukkuni dámdi væl at koyra biltúr saman við vinum. - Mær dámdi væl at sita í bili og koyra skjótt. Í dag eri eg bangin, bara ferðin verður eitt sindur, sigur Jóhanna, sum enn ikki hevur fingið koyrikort. - Eg ætli at fáa mær koyrikort seinni í ár, men eg stúri eitt sindur fyri tí, tí tað er nakað annað at sita aftanfyri róðrið enn at sita við síðuna av. Seinasta árið hevur Jó- hanna búleikast í Keyp- mannahavn. Nú ein dagin var hon í einum ferðslu- óhappi, sum rættiliga loypti hvøkk í hana, hóast hetta var ein lítil hending saman- borið við ta í mars í fjør. - Bilurin, eg sat í, varð árendur aftanífrá av einum lastbili í eini rundkoyring. Bilurin fór illa, men einki hendi okkum í bilinum. Tí- betur sótu vit í trygdarbelti, sigur Jóhanna. Í hesum mánaðinum flytir Jóhanna heim aftur at búgva. Eftir summar- steðgin byrjar hon á FHS á Kambsdali. Bert eitt stig frá at doyggja í kulda Jóhanna nakrar dagar eftir vanlukkuna - Tað kann ikki samanberast at missa sítt barn og so at fáa loyvi at behalda tað, men fyri okkum er tað ein so ræðuligur tanki, at hon var deyðanum so nær. Bert eitt stig frá at doyggja í kulda. Vit upplivdu hesa hend- ing sum at vit fingu okkara dóttir av nýggjum, siga Kristianna og Sunn- vard, foreldur Jó- honnu, sum var við í stóru ferðsluvanlukk- uni á Lambareiði í fjør FERÐSLA Turið Kjølbro Foreldur, sum eiga vaksin børn, eru mangan stúrin fyri teimum, tá ið tey eru úti um náttina. Tað vóru Kristianna og Sunnvard Vang, foreldur Jóhonnu eisini hetta hóskvøldið í mars í fjør, tá ið dótturin ikki var komin til hús á midnátt. - Vit fóru stúrin í song, tí Jóhanna ikki var komin heim. Eg føldi á mær, at okkurt var, uttan at eg dugi at siga, hvat eg óttaðist fyri. Sum at eg ótilvitað var fyrireikað uppá, at okkurt var. Ikki at nakað fór at henda Jóhonnu, men at okkurt var sum tað ikki átti. Av tí, at klokkan var so nógv, vildi eg ikki ringja heim til vinkonurnar hjá henni at spyrja, um hon var hjá teimum. Vit royndu at ringja á fartelefon hjá ein- ari vinkonu, men tað svar- aði ikki. Tí fóru vit ógvu- liga órólig í song, greiðir Kristianna Vang frá. Mangan verður stúrt ógrundað, men hesa náttina hendi tað, sum nógv for- eldur óttast mest av øllum. Sunnvard, pápi Jóhonnu, skuldi til arbeiðis á ali- støðini í Lamba klokkan fimm hendan fríggja- morgunin. Uppkomin sá hann, at Jóhanna ikki var komin heim. - Tá ið eg kom inn á Lambareiði, sá eg, at ein vanlukka var hend. Eg spurdi ein mann, sum stóð í nánd, hvat var hent, men hann visti ikki at siga mær beinleiðis, uttan at ein álvarslig ferðsluvanlukka hevði verið. Óviðkomandi skulu halda seg burtur, tá ið vanlukkur henda, men av tí, at dótturin ikki var komin heim, mátti eg spyrja nærri. Og tá fái eg at vita frá einum øðrum, at Jóhanna hevði verið í bilinum, sum var farin út av, men at hon eftir umstøðunum hevði tað gott og var klár. Hon var sum tann fyrsta longu farin til Havnar, og tað einasta vit fingu at vita, var, at hon hevði gramt seg um ryggin, greiðir Sunnvard frá. Stutt frá Vanlukkan hendi rættiliga stutt frá barndómsheim- inum hjá Jóhonnu. Sunn- vard mátti so heim at boða konuni frá, hvat var hent. - Eg hoyrdi á fótafetun- um á Sunnvard, tá ið hann kom aftur, at okkurt var hent. Fyrsta hann segði var, at Jóhanna hevur tað gott. Síðani segði hann, at hon hevði verið fyri eini álv- arsligari ferðsluvanlukku og at fleiri vóru deyð. At fáa hesi boðini var bara so ræðuligt, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Kristianna, og hon leggur afturat. - Eg varð á ein hátt spard, av tí, at tað var maðurin, sum gav mær boðini, uppá ein hampuligan máta, sum hann nú kundi, hóast hann var ógvuliga skelkaður sjálvur. Tá ið Sunnvard greiddi Kristionnu frá, hvar van- lukkan var hend, í skrið- unum á Lambareiði, fór hon veruliga at ivast í, um tað nú var satt, sum sagt var, at hon hevði tað gott. - Eg visti bara, hvussu bratt tað var har umleiðir. Sunnvard mátti so ringja til Landssjúkrahúsið fyri at vita, um hon veruliga hevði tað gott. Enn vistu vit ikki, hvørji hini vóru í bilinum og hvør var deyður. Um tað vóru vinkonur hjá Jóhonnu ella onnur. Vit tordu rætt og slætt ikki at hugsa tankan, um hvørji hini vóru. Komin til Havnar, sluppu Kristianna og Sunnvard beinanvegin til Jóhonnu, sum tá lá á stovu saman við dreinginum, ið yvirlivdi. - Jóhanna var verri fyri, haldi eg, enn eg hevði fingið fortalt. Andlit og kroppur høvdu fingið nógvar snuddir og løstir, kroppurin var fullur í bláum merkjum, men hon var klár alla tíðina, og hevði eisini verið før fyri at greiða løgregluni frá, hvussu nógv vóru í bilin- um. At tríggir dreingir vóru deyðir, var hon ikki før fyri at skilja tá, tí hon var so illa fyri kropsliga. Vit undraðu okkum yvir, at hon var so rólig. Øll skakað Ein slík hending er ógvu- liga skakandi fyri øll í familjuni. - Fyrsta reaksjónin var sum vera man stórur skelk- ur. Vit kundu ikki brigslað henni nakað, tí hon var farin í bilin hasa náttina. Vit vóru ófatiliga takksom fyri, at Jóhanna yvirlivdi. Tank- arnir hjá okkum leitaðu til hini, sum høvdu mist, sigur Sunnvard. Jóhanna lá í tvær vikur á Landssjúkrahúsinum, og foreldur og onnur vóru um hana alla tíðina. - Tað var ógvuliga gott at kunna vera hjá henni og um hana. At vit høvdu møgu- leikan at taka í eina heita hond. Báðir partar høvdu brúk fyri tí. Tað kann ikki samanberast at missa sítt barn og so at fáa loyvi at behalda tað, men fyri okkum er tað ein so ræðu- ligur tanki, at hon var deyðanum so nær. Bert eitt stig frá at doyggja í kulda. Vit upplivdu hesa hending sum at vit fingu okkara dóttir av nýggjum, tí tað kundi líka gott verið vit, sum mistu. Hennara tíð var ikki úti, trúgva vit. Síðani vanlukkuna hevur Kristianna verið meiri bangin, enn frammanund- an, í ferðsluni og um Jó- honnu. - Tey ungu fáa góða frá- læru í skúlunum um ferðslu og ferðslutrygd, men eg haldi ikki, at tey hugsa nokk um vandarnar, sum kunnu standast. Nú hava Jóhanna og vit øll fingið ein lærdóm fyri lívið. Kristianna og Sunnvard heita á øll um at vera varin í ferðsluni, og gera alt tað, vit øll eru før fyri at gera ferðsluna trygga, lýða ferðslureglar og -lógir, trygdarútgerð og brúka trygdarbelti. - Vit heita á bilførarar um at sýna størsta varsemi úti í ferðsluni, siga Kristianna og Sunnvard at enda í viðtali. Vit fingu okkara dóttur av nýggjum - Tankarnir leita mangan aftur í tíðina, til ta náttina í fjør. Tað er líkasum ein ræðufilmur, ið verður spældur umaftur og umaftur. Og hvussu ringt ið Jóhanna hevur havt tað, hvussu hon hevur stríðst, og hvat ið hon hevur hugsað, tá ið hon lá har í bønum, áðrenn hjálpin kom, siga Kristianna og Sunnvard Vang. Mynd: Jens Kristian Vang - Vit vóru ófatiliga takksom fyri, at Jóhanna yvirlivdi. Tankarnir hjá okkum leitaðu til hini, sum høvdu mist, sigur Sunnvard C M Y K 21 20