leygardagur 6. juli 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
23
DAGBÓKABROT FRÁ
EINI SVALBARDSFERÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Brot úr arbeiðsdag-
bókini á eini ferð til
Svalbard í juni mána í
ár. Frásøgnin verður
prentað í trimum
pørtum
16. juni 2002
Vit eru júst farin norður um
polarsirkulin. Sólin bara
hækkar á himmalinum. Eg
eri á veg norður til Svalbard
á skeið fyri tíðindafólk.
Kósin er sett móti Long-
yearbýnum, og vit skulu
lenda um hálvan annan
tíma. Tað tekur næstan
tríggjar tímar at flúgva úr
Oslo og norður í oyðuna.
Vit flúgva fyrst yvir land
norður eftir. Eg siti og ergri
meg yvir, at eg eri komin at
sita í skeivu síðuni á flog-
farinum, eitt Boeng hjá
Bratens, tí eg siti nú í bak-
borð og kósin sum varð sett
út í flogblaðnum í stóla-
rygginum
frammanfyri
mær, segði, at sæt tú í
stýriborð, so hevði tú útsýni
yvir markið millum Svøríki
og Noregi, heilt norður í
gjøgnum. Eitt eru upp-
strikaðar rutur hjá eini
reklamufyritøku, annað er
veruleikin. Fyri tað fyrsta,
so var tjúkt yvir landið, so
einki var at síggja, og fyri
tað næsta, so snaraði flog-
skiparin í ein útnyrðing til
havs, so skjótt sum vit vóru
komin norður um Trónd-
heim.
Hesar reglur eru skriv-
aðar á fartelduni umborð á
flogfarinum, eini átta kilo-
metur yvir jørðini. Sólin
bara hækkar og undir mær
er eitt hvítt hav av skýggj-
um og vit halda beina leið í
norðan. Eg veit, at vit
flúgva í norðan, tí sólin
stendur nelgd føst í glugg-
anum frammanbyri meg og
sólin er í útnyrðingi tá hon
fer niður sunnanfyri pól-
kringin her á okkara leiðum
á hásumri.
Eg komið at hugsa um
Amundsen, so fór seinastu
ferðina júst hendanvegin
sum vit jú flúgva, hannn fór
at leita eftir einum itali-
enskum ævintýrara, sum
var farin við luftskipið á
veg yvir pólin. Ævintýrarin
kom aftur í aftur, og onki
er sæð til Amundsen síðan.
Ein óhugnaligur tanki at
hugsa sær, nú eg siti upp í
átta kilometra hædd á veg
til heimsins norðasta bý og
eitt land, sum eg slett ikki
kann hugsa mær, hvussu
tað sær út, og hvussu har er.
Nú er flogskiparin at
hoyra í hátalaranum. Hann
fortelir, at avfall, vátakavi
er í Longyear-býnum og
har er frískur vindur av út-
synningi. Okey, vit, sum
eru so vitleyst at leita út í
oyðuna beint undir Norð-
pólinum leita ikki norður
eftir fyri at finna hita.
Undir mær rívir eitt
sindur í skýhavinum og eg
síggi at her hvítir á aldu-
toppunum. Altíð havi eg
verið forvitin og ofta havi
eg ergra meg um, ikki at
hava ein kikara tá eg flúgvi.
Hesuferð eri eg útgjørdur
til ferðina. Eg keypti ein
pinkulítlan kikara í Dan-
mark í fyrradagin. Onki
merki stendur á honum,
men handilsmaðurin lovaði
mær, at alt eg sá í honum
var 10 ferðir nærri og at
hann vaks lutirnar 25 ferðir.
Okey, so kostaði hann ikki
meira enn 238 krónum og
missi eg hann burtur, so
verður tað har við. Undir
mær liggur havið, og hetta
eru fiskileiðir, sum føroy-
ingar kendu væl ein stóran
part av seinastu øld. Nú eru
tað fyri tað mesta norð-
menn, sum hava loyvi at
royna her, og skip síggi eg
einki. Men eg havi hoyrt, at
Sundaberg liggur og rokast
onkunstaðni undir mær.
Eg siti og hugsi um land-
ið, sum liggur fyri framm-
an. Eg skal á eitt skeið fyri
tíðindafólk, sum verður
hildið her norðuri. Eitt
skeið
um
burðardygga
vinnu í norðurhøvum, og
tað hevur eisini áhuga fyri
føroyingum, somikið góð-
an, at føroyska fiskivinnan
hevur stuðlað mær fíggjar-
liga til at luttaka á hesu
kostnaðarmiklu ferð.
Klokkan er 23:20 og
sólin er nú komin so høgt á
himmalin, at eg síggi hana
ikki longur í glugganum
frammanfyri meg. Hon er
farin uppum
Við síðuna av mær situr
ein heldur førlig norsk
kona. Hon lesir í eini bók
um norska embætisverkið.
Hon hevur sterkar brillur og
er djúpt inni í lesnaðinum.
Fyri einum tíma síðan
mannaði eg meg upp, og
spurdi hana um hon ofta
hevði verið á Svalbard. "Ja"
svaraði hon stutt og læs
víðari. So kom vognurin
við náttúrðanum. Her reyk
so deiligt av hvítleiki. Vit
fingu búff og grateng og
reyðberjafromagu omaná.
Konan sá eitt sindur ill-
brýnt út og útstrálaði, at
hon slett ikki var áhuga í at
práta. Men maturin mildn-
aði hennara illbrýnta andlit
og eg fekk burtur úr henni,
at tað kundi kava allar
dagar á árinum á Svalbard.
Men so var ikki meira prát,
hon kavaði aftur í bókina
um norska embætisverkið
og eg hugsaði eina løtu um
hvussu eitt mannfólk skuldi
vera skikkað fyri at finna
frægd í hennara selskapi.
Onkur lúnutur kanska.
Á veg úr Keypmanna-
havn komi eg at sita í
millum tveir norðmenn og
alt mundi enda í illstøðu
beinanvegin, tá eg fortaldi
hvar eg fór. Teir vóru júst
komnir úr Berlin og hildu
tað vera stuttligt, at eg fór
at vitja Svalbard, hendan
partin av Noregi. "Norra?"
spurdi eg undrandi. "Tit
eiga ikki meira í Svalbard
enn hvat føroyingar eina..
Vit fóru at trætast hart, og
tá eg greiddi teimum frá, at
rætturin Noregi í dag hevur
at umsita Svarbard stavar
frá Verseillesfriðinum eftir
fyrra heimsbardaga og var
lítið annað at rokna enn
kríggsfongur, fyri kol, sum
unga Noregi hevði latið
teim sameindu. Teir sóu, at
eg hevði lisið lektiuna, og
mutaðu ikki so nógv í móti
longur. Teir kendu eisini
hendan partin av søguni,
sum norðmenn ikki tosað
so hart um í dag. Vit samd-
ust um, at ongin eigur Sval-
bard, men Noregi umsitir
hetta land fyri altjóða
samfelagið ella fyri tey 39
londini sum hava undir-
skrivað Svalbardsáttmálan.
Sólin hækkar framvegis,
nú eru bert 55 minuttir eftir
til vit lenda. Eg siti her við
fartelduni og skrivi bein-
leiðis til sats, klárt at koyra
í blaðið. Eg gerist so ovur-
fegin um hesa nýggju
tøkni, ein spildurnýggj
berbar Machintosh, sum
ikki fyllir meir í vavi, enn
eitt bind av "Teir bygdu
land" eftir Símun Hansen.
Og so tunn sum hon er, so
er ein ein heil redaktión í
sær sjálvum. Skrivandi fólk
kunnu arbeiða hvar tað skal
vera í heiminum við eini
slíkari. Eg kíni súreplinum,
ein óforbetriligur Mac-
freak.
Vurderi eg tað rætt, so
skuldu
vit
verið
yvir
Bjarnoynna nú. Men hon er
vælgoymd undir okkum.
Og her á leið skuldi eisini
Loynikrókurin og eitt sind-
ur longur burturi Smogu-
havi, har føroyingar setti
yvirskriftir í norðureuro-
pæiskum
bløðum
fyri
nøkrum árum síðan.
Yvir av mær í hinum
borðinum sita tveir kines-
arar og sova. Teir eru helst
ein tíðindamaður og ein
myndamaður. Teir blíva við
at forstýra meg, tí báðir eru
so
meinlíkir
tveimum
kinesiskum vinmonnum eg
havi í Singapore. Eg havi
sovorðnan varhuga av, at
teir eisini eru singapore-
anarar. Teir tosa kinverska
málið hokkien, sum er
kenni frá mínum frisøri í
Singapore. Hetta skal eg
finna út av seinni í kvøld, tá
vit eru komnir upp á pláss,
um Gud vil. Longyear-
býurin er lítil og vit skulu
nokk hittast.
Tað ber væl til at sita og
skriva í flúgvaranum. Havi
roynt tað fyrr við penni og
blokki, men hetta er mun-
andi lagaligari við teldu.
Vit eru komnir í mid-
náttarsólarinnar land, 20
minuttir eru eftir til midnátt
og tá hvørvur 16.juni med
alla aftur í tíðarinnar hav,
men hann er føddur og
hann er livdur og minni um
hann fer at liva hjá mong-
un, hóast hann higartil
hevur verið ein heilt van-
ligur sunnudagur. Ella lat
okkum skera tað út í papp
við orðunum hjá kenda
norskt/danska rithøvund-
anum, Aksel Sandemose,
sum
kallaði
eina
av
skaldsøgum, "Det svundne
er en drøm".
Eg linkist og siti við
einum smíli og hugsi um
landsmenn, sum eg sá á
Strøgnum í gjár. Teir sóu
meg ikki og eg lurtaði.
Talan var um eini hjún um
miðjan aldur. Hann lág-
vaksin
í
svørtum
leðurjakka og hann píndist
sáran í hitanum, sum bæði
stavaði frá sólini og innan
úr honum sjálvum frá
Bacchus
gamla
og
pressaðum
geraðum
drúvum. Sveittaperlurnar
trillaðu út eftir hárunum,
sum lógu upp á tvørs, fyri
at dekka skallan og tær
vóru hangandi har hár-
oddurin var farin í tvey.
Hon var breið øll sum hon
var, breið og hevði sovorið
reyðprikkut dæmi, sum um
blóðtrýstið var ov høgt,.
Ikki løgið, hon bar eini 50
pund ov nógv. Helst ein
sum er nógv at síggja hjá
lækna og í heilsuverkinum,
undrandi yvir hví hon ikki
livir so væl.
"Eg gav tær pengar í
áðrni, segði maðurin. " Ja,
eg veit, men hasin kjólin er
er niðursettur við 40 pro-
sentum, smigraði konan.
"Hví spyrt tú meg um
pengar og hvat fanin skal tú
blanda meg upp í tíni
klædnainnkeyp, tú fær jú
tín vilja allíkavæl, segði
maðurin. "Og tú veit gott,
at eg hati at keypa inn
saman við tær. " Eru vit í
feriu saman ella ikki,
spurdi konan eitt sindur
hvøss. Hon spýskaði munn-
in, eyguni eins og fullu eitt
sindur inn í eygnahjolurnar
og hon hálaði pannuna eitt
sindur niður, tilreiðar at
loypa á "Skal eg við á
vertshús, so keypir tú inn
saman við mær. Hann tagdi
og tey fóru víðari.
Vit nærkast Svalbard.
Skýlagið hækkar og skýgg-
ini síggja so mjúk út, ein og
kavi er í. Í oyrunum merki
eg at flogfarið er byrja
innflúgvingina.
Hesir
ólukku proppar. Flogarið
fer at ristast aftur og fram
og eg hugsi, mundi tað vera
her Amundsen datt niður.
Eg skúgvi tankan burtur og
ilskist inn á meg sjálvan at
hugsa sovorið nú. Gud tolir
ikki slíka hugsan. Eg má
goyma og rigga telduna av.
Eg havi skriva mína fyrstu
grein í leysari luft í orðsins
rætta týdningi. Spennandi
verður hvat næstu dagarnir
hava at bjóða.
Mánadagur 17. juni.
Tað var kavarok, beint
áðrenn vit lendu í Longyear
býnum eftir midnátt í
gjárkvøldið. Ongin mid-
náttarsól, men omankavað
og bítandi kalt. Hetta var
júst sum ein vetrardagur
heima í Føroyum. Ein
landnyrðingsdag,
hvørki
meira ella minni. Ein
bussur kom í lufthavnina
eftir okkum og koyrdi okk-
um inn til býin, inn til
Basecamp, sum staðið vit
búgva eitur. Hetta var ikki
eitt hotel, sum vit vanliga
síggja. Minti meira um
stokkastovuna í Kirkjubø
og húsini hjá Tróndi Patur-
syni saman í einum. Hiti í
gólvinum, men annars alt
gjørt úr grovum norskum
viði. Nú var seint, og lítið
annað er at gera sova. Eg
havi kamar saman við
einum finna, Jormo eitur
hann. Eitt sindur eldri er
hann eg og og eg valdi
beinanvegi yvirkoyggjuna.
Sum eg eri vandur heima
umborð á skipi, teir eldru
fáa undirkoyggjuna. Ein
deilig hugnalig koyggja við
bleytari madrassu og heitari
dýnu. Eg sovnaði sum eg
var svævdur. Vaknaði eina-
ferð seinni um náttina,
sama ljósið uttanfyri og nú
var sólin komin fram.
Dagin eftir um middags-
leitið skuldi vit víðari við
skipi til russiska kolabýin
Barentsburg, sum liggur
nakrar tímar longur úti í
Ísafjørðinum. Og síðan
skuldi vit leiðina longur
norður til Ny Aalesund við
sama skipi. Vit skuldu vera
tveir dagar umborð, einn
rættulig útferð.
Eg gekk mær ein túr í
Longyearbýnum.Her
er
moderna, ein handilssentur
á stødd við SMS, nei nakað
minni, men har kundi tú fáa
alt. Her er dýrt, einasta
bíliga er sprutt og sigarettir,
sum
kundu
keypast
í
tollfríu búðini. Eg hvørki
royki ella drekki longur og
kenni lívið eitt sindur
órættvíst. Eg fekk rættu-
liga at sanna hvussu kalt
her er, tá eg var komin út.
Vindurin
lá
tráður
úr
landnyrðing og hóast eg var
í ullintari undirtroyggju,
troyggju jakka húgvu og
vøttum, so manglaði nakað.
Eg frysti nakað so grú-
somt
um
beinini
og
knappliga kom eg í tankar
um, at alt prátið um ullintar
undirbuksur áðrenn frá-
ferðina heiman, var bara
prát. Eg hevði gloymt tær
eftir. Síðan inn í ein handil
og har fekk eg sama slag av
undir buksum, sum pólfar-
arar nýta, langar og ullintar
og heitar og norskar. Eg
passi tær í umklæðingar-
rúminum og fór ikki úr
teimum aftur.
Vit loysa úr Longyear
býnum, sum onki hevur at
gera við nakað langt ár,
men er uppkallaður eftir
fyrsta námsstjóranum her á
staðnum. Mr. Longyear.
Tað fór at rulla beinan-
vegin og hóast eg vanliga
eri sterkur á sjónum, so
fekk eg sjóverk. Best var at
halda seg á dekkinum. Har
gjørdist tó skjótt ov kalt og
so niður undir aftur at lata
meg í einar vindtættar
buksur, brølapu, oman á
henni húgvu og síðan hetta.
Dubbaður
í
føroyskum
vøttum og eini fýra løgum
frá innasti til uttast fór eg
aftur á dekkið og nú bar til.
Nú beit kuldin ikki á og eg
nýtti stórslignu náttúruna út
eftir Ísfjørðinum. Vit sigldu
fram við gomlum náms-
býum og sóu hesa stórbæru
og naknu nátúru. Eg kom at
hugsa um Føroyar, soleiðis
hava tær sæð út, tá seinasta
ístíð fór at hæsa av fyri
góðum 10.000 árum síðan.
Undir Norðpólinum
Sum Føroyar undir seinastu ístíð
Ein vældubbaður ferðamaður norðuri í oyðuni,
greinaskrivarin, sum finski jorunalisturin Jormo sá hann á
íshavsferðini
Svalbard sær út í dag sum
Føroyar undir seinastu ístíð sum
fór at hæsa av fyri góðum
10.000 árum síðan
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
23
22