leygardagur 6. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
25
Hann virkar sum eitt
slag av millumliði
millum oljufeløgini
og føroysku stovn-
arnar. Skal m.a.
tryggja, at alt fer rætt
fram, at avtalurnar,
sum verða gjørdar við
myndugleikarnar,
verða hildnar og eru í
lagi. Man kann siga,
at hann er føroyski
vakthundurin
yvirfyri oljufeløgun-
um og øðrum feløg-
um, sum myndug-
leikarnir samskifta og
gera avtalur við. Talan
er um kanningar-
stjóran á Jarðfrøðis-
savninum, Claus
Andersen
OLJULEITING
Jan Müller
Fyri at tryggja ein skila-
góðan og tryggan útvikling
á oljuøkinum, her verður
ikki minst hugsað um
samskiftið við oljufeløgini,
viðgerð av umóknum ol.,
setti Jarðfrøðissavnið 1.
januar í ár ein danskan
jarðfrøðing í starv sum
kanningarstjóra. Talan er
um tann 55 ára gamla Claus
Andersen. Hann hevur út-
búgving frá lærda háskúl-
anum í Keypmannahavn
sum cand scient í jarðfrøði
men hevur fyri tað mesta
arbeitt sum geofysikari í
sambandi við oljuleiting og
framleiðslu, serstakliga í
danska
partinum
av
Norðsjónum.
Hann byrjaði arbeiðið
sum kanningarstjóri á Jarð-
frøðissavninum á nýggj-
árinum og hevur ein sátt-
mála uppá tvey ár. Claus
hevur royndir innan olju og
gassjarðfrøði. Hevur arbeitt
bæði við donskum og før-
oyskum spurningum og
hevur eisini verið leigaður
út til Føroya gjøgnum
DGU og seinni GEUS í
sambandi við útbjóðingar-
umfarið, har hann hevur
mett um umsóknir og
uppgávur í sambandi við
borivirksemi. Hann hevur
annars drúgvar royndir í
oljuvinnuni. Hann hevur
arbeitt hjá Mobil innan
oljujarðfrøði, bæði í Grøn-
landi, Kanda, Portugal,
Norðsjónum og í Vietnam.
Claus hevði longu
drúgvar royndir í sambandi
við føroysku oljutilgongd-
ina, tá hann varð settur í
starv á Jarðfrøðissavnin-
um. Valið varð heldur ikki
so torført, tá kona hansara
um somu tíð varð sett sum
kunningarvørur hjá savn-
inum. Uppgávan hjá Claus
Andersen er at ráðgeva
Martin Heinesen og hinum
á Jarðfrøðissavninum og í
Vakthundurin – hevur eyguni
við oljufeløgunum
Claus Andersen: -Tað er ikki
meiningin, at vit skulu gera
júst tað sama arbeiði sum
oljufeløgini, men vit skulu
tryggja okkum, at tey halda
avtalurnar, og at tey gera eitt
professionelt arbeiði. Claus
Andersen her stæddur á
framsýningini hjá
Náttúrugripasavninum á
Debesartrøð, sum konan
Anette Jægerup hevur verið
við til at seta upp
Mynd: Jan Müller
Oljumálaráðnum. Hann er
eitt slag av supervicer fyri
tað virksemi, sum olju-
feløgini gera, tvs. er eitt
slag av millumliði millum
feløgini og føroysku stovn-
arnar. Hann skal m.a.
tryggja, at alt fer rætt fram,
og at avtalurnar, sum verða
gjørdar við myndugleik-
arnar, verða hildnar og eru í
lagi. Man kann siga, at
hann er føroyski vakthund-
urin yvirfyri oljufeløgunum
og øðrum feløgum, sum
myndugleikarnir samskifta
og gera avtalur við.
Hann skal koma við
sjálvstøðugum metingum,
fylgja upp tí, sum hendir
men mest umráðandi í
starvi hansara er at kunna
seta skilagóðar, konstruk-
tivar og krittiskar spurn-
ingar.
- Tað er ikki meiningin,
at vit skulu gera júst tað
sama arbeiði sum olju-
feløgini, men vit skulu
tryggja okkum, at tey halda
avtalurnar, og at tey gera
eitt professionelt arbeiði.
Høvuðsuppgávan hjá
Jarðfrøðissavninum, sum í
dag virkar sum ein sjálv-
støðugur stovnur, og sum
haraftrat er jarðfrøðiligi
armurin
hjá
Oljumála-
ráðnum, er at tryggja, at
føroyingar fáa allar upp-
lýsingar og metingar, og at
Føroyar
fáa
maksimalt
burtur úr tí, sum oljufeløg-
ini gera á tí jarðfrøðiliga
økinum.
Bara sett spónin í
Claus Andersen hevur
annars verið við í arbeið-
inum hjá føroyingum at
fyrireika seg til fyrsu
boringarnar og til sjálvar
boringarnar seinastu tvey
árini og hevur hetta verið
ein ómetaliga spennandi
tíð. - Vit hava enn bara sett
spónin í. Tað eru bert
gjørdar tríggjar boringar.
Hóast eitt fund er gjørt er
tað
framvegis
ógreitt,
hvussu stóran týdning tað
hevur. Men tað er ein
spennandi tíð vit ganga á
møti, hóast tað er ov tíðliga
at siga, um tað gongur
henda ella handa vegin.
Hann heldur ikki, at alt
stendur ella fellur við
boringini
hjá Amerada
Hess í næstum. Hóast
fundið hjá Hess ikki verður
lønandi, so skulu kortini
fleiri brunnar borast, og
tann heilt stóra avbjóð-
ingin er at kunna síggja
niður undir basaltið. Tað
hevur so eingin funnið
nakað svar uppá enn. Her
er sjálvandi spennandi at
síggja,
hvusu
tøknin
mennir seg.
Kanningarstjórin á Jarð-
frøðissavninum heldur
annars ikki, at man skal
síggja Føroyar sum eitt
isolerað og avmarkað øki,
tá tað um framtíðar áhugan
fyri oljuleiting ræður. Tað
veldst so sanniliga eisini
um, hvussu áhugin verður
fyri at framleiða kolvetni á
heilt djúpum vatni. -Vit
fara at verða stýrd av
gongdini í oljuprísinum og
tøkniliga
menningini,
hvussu langt hon kemur.
Føroyaøkið er so eisini í
kapping við onnur øki í
heiminum. Men gongur
væl á Atlantsmótinum úr
Írlandi til Barentshavið, so
verður væl eisini sett meira
fokus á hetta økið. Tað
verður so tíðin av vísa.
Hessboring í næstum
Boringin hjá Hess í 204/16
í bretskum øki skamt frá
føroyska markinum verður
sera
avgerandi
fyri
metingina av tí fundinum,
sum varð gjørt í føroyskum
øki í fjør. Treytin fyri at fáa
upplýsingar um eitt nú
kvalitetin av reservoirinum,
goymsluni, er ein testing
ella
royndarframleiðsla,
sum ætlanin er at gera, um
so er, at boringin í summar
verður væleydnað. Data frá
hesum
brunninum
fara
eisini at geva týðandi upp-
lýsingar um støddina á
fundinum. Claus sigur, at
hesar upplýsingar fáast ikki
til vega bara við tí arbeiði,
sum er gjørt higartil.
Hann sigur víðari, at tað
fyri Føroyar verða eisini
aðrar áhugaverdar boringar
í bretskum øki í ár. Um
hesir brunnarnir verða væl-
eydnaðir kunnu teir hava
stóran týdning fyri áhugan
fyri tí føroyska økinum. Og
her serstakliga teimum
teigum á føroyskum øki,
sum liggja uppat hesum
komandi boringum bretsku
megin
markið.
Claus
Andersen dylur heldur ikki
fyri, at umframt at kunna
fáa ávirkan fyri føroyska
økið
kunnu
umrøddu
brunnar í 19. rundu í
bretskum øki eisini fáa
alstóran týdning fyri alt
Atlantsmótið sum heild.
Úrslitini seinastu tíðini
hava verið avmarkað, og
her skal samtíðis havast í
huga, at hetta økið skal
kappast við onnur djúp-
vatnsøki sum Meksikanska
flógvan og Vesturafrika um
íløgurnar. Claus heldur tí
ikki, at man kann meta um
føroyska
landgrunnin
einsamallan ella isoleraðan,
men heldur sum ein part av
einum størri øki og av
útviklinginum aðrastaðni í
heiminum sum heild.
Claus Andersen er annars
sera væl nøgdur við tað
arbeiði,
sum
føroyskir
myndugleikar hava staðið
fyri. Hann heldur, at tað
hevur eydnast at byggja
upp eitt professionelt tøkni-
ligt umhvørvi, sum kann
taka
sær
av
føroysku
áhugamálunum. Tað hevur
so eisini verið ein fyri-
munur, at tað hevur borið
til at byggja upp eina før-
oyska kompetansu yvir
nøkur ár, áðrenn oljuleit-
ingin av álvara byrjaði. –
Vit hava so eisini verið eitt
sindur heppin, oljuprísuin
hækkaði um tað mundið, tá
bjóðað varð út. Tað haldi eg
heilt givið stimbraði matar-
listin hjá oljufeløgunum.
Skilagott at justera
oljupolitikk
- Hvørji ráð hvur hann at
geva føroyskum politikar-
um í sambandi við komandi
oljuleiting og út frá roynd-
unum í grannalondunum?
- Royndirnar frá granna-
londunum vísa, at tað kann
vera skilagott at justera
oljupolitikkin sohvørt. Har
eru treytirnar í útbjóðing-
arumførunum broyttar oft-
ani.
Oljuídnaðúrin
er
flýggjaligur, og tað hevur
alla tíðina verið ein bal-
lansugongd at finna røttu
avveganina
millum
at
tryggja
tjóðskaparlig
áhugamál og samtíðis vera
attraktivur fyri váðiligar
íløgur í leiting.
Eg síggi fegin, at tey
bæði næstu árini verða líka
so spennandi og hektisk
sum hesi, ið eru farin av
leitiumfarinum, sjálvandi
helst við lønandi fundum.
Claus Andersen, kanningarstjóri á Jarðfrøðissavninum,skal koma við sjálvstøðugum metingum,
fylgja upp tí, sum hendir men mest umráðandi í starvi hansara er at kunna seta skilagóðar,
konstruktivar og krittiskar spurningar
Mynd Jens K. Vang
Claus Andersen, jarðfrøðingur her saman við konuni Anette Jægerup. Tey byrjaðu um somu tíð á Jarðfrøðisavninum, 1. januar í ár, hann sum kanningarstjóri og
hon sum kunningarvørur. Bæði hava tey tí týðandi uppgávur at røkja í sambandi við komandi føroysku oljutilgongdina
Mynd: Jens. K. Vang
C
M
Y
K
25
24