Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.6 Mikudagin 25. januar 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Panelfundur um bygda- menningina Komandi sunnudag skipar Vága Javnaðar- felag fyri stórum pa- nelfundi í biohellini í Servági. Evnið verður bygdamenningarpoli- tikkur. Luttakarar verða úr bygdarráðu- num í Vágum, Dánjal Tavsen, Servági, Gud- mund Niclasen, Mið- vági, Heini F. Peter- sen, Sandavági, for- maðurin í Feroya kom- munufelag Vilhelm Jo- hannesen, legtings- maður Haldor Hansen, og legmaður Atli Dam. Á fundin, ið byrjar kl. 14.00 sunnudagin, eru øll vælkomin og verður hevi hjá áhoyr- arum at seta spurning- ar. Annars hevur Vága Javnaðarfelag tað sein- asta árið skipað fyri fleiri væleydnaðum fundum um ymisk á- hugaverd evni og vón- andi meta fólk fjølment til hetta góða tiltak felagsins. Góð vika hjá útróðrar- bátum Línubátarnir, sum fiska til flakavirkið Lynfrost í Runavík, fingu nógv í síðstu viku. Teir vóru úti hvenn dag og heildar- veiðan fyri vikuna var hendan: Sjóguttin 36.800 pund, Mai 40.000, Tjernunes 32.700, Brimnes 31.800 Gion 7.400, Torry 13.300, Maria 840, Dyrhamar 7.600 og Gamli Jåkup 1.900 pund. Besta túrin hevði Mai hósdagin. Hann fekk tann dagin 16.554 pund. Froyur var undir Ís- landi, tá føroysku skip- ini noyddust at fara haðani, hann hevði tá 110.000 pund inni. Froyur er ikki enn farin nýggjan túr, men ligg- ur í Rúnavík. Grunningur landaði 30.000 pund undan Feroyum mánadagin. Svartkjaftur til dógurða? Týskarar verða møguliga førir fyri at framleiða svartkjaft til matna í hesum árinum, sigur Bettina Bussmann, ein av fiskifrødingunum umborð á vesturtyska havrannsóknarskipinum Anton Dohrn, sum hevur gjørt royndir vid Føroyar við svartkjafti til matna teir seinastu 14 dag- arnar. Anton Dohrn var á Havnini frígg- jadagin. Føroyski fiskifrødingurin Hjalti í Jåk- upsstovu hevur eisini verid vid skipi- num. Hann metir, at tað møguliga loysir seg hjá føroyingum at veiða svartkjaft til ídna longu nú. Hver hevur | víkiskyldu? Fiskifreðingarnir Bettina Bussmann og Hjalti í Jákupsstovu í royndarstovuni um- borð á Anton Dohrn lesið á síðu 3 peger Yee ; er ! fr 2 Hóast gjøgnumføringin av J. Patursson- 1481 há Enn | i argøtu ikki er lidug enn og gøtan, frå + > æe Kekubúðini og eystureftir, ti enn er eitt arbeidsplåss, hevur hon kortini verið opin fyri allari ferðslu nú eina tíð. Kortini eru eingi skelti sett upp á vega- mótunum Tréndargøta—J. Paturssonar- gøta, so tað er ringt hjá fólki at vita, hver gøtan hevur fyrsta rættin og hvar víki- skylda er. Eitt álvarsligt ferðsluóhapp er longu hent á hesum vegamótunum og taka myndugleikarnir sær ikki um reiggj og stongja arbeiðsplássið fyri óviðkomandi ferðslu ella seta skeltir upp, so verður hetta neyvan tað seinasta í hesi deyðs- felluni í Havnargøtum. hi i Lesið á síðu 5 Javnaðarfloksins Mánadagin vóru 50 ár liðin síðan javnaðarflokkurin fekk sæti á tingi. Í samband við dagin skipaði flokkurin fyri méttøku í tinghúsinum mánadagin. Umleið 200 fólk vitjaðu inn á gólvið. Myndafrásegn á síðu 8 Pole Hansen, bygdarráðsformaður við konu og Svenning Lindenskov, Nóisoy