Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 - sm telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Bladåmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Sermerkt Í TEIMUM seinastu blgðunum hev- ur Dagblaðið skrivað um sildaverk- smiðjuna í Fuglafirði. BLAÐIÐ hevur fyrst stóra fråsøgn um ovurstóran vanda fyri dálking og eitring og um kanningar í hesum sambandi. Síðani kemur blaðið aft- ur og boðar frá, at als ongin orsøk er til at vera ræðslusligin, og blaðið loyvir sær at gera hesa viðmerking: ÞAT VIRÐIÐ í einum virki sum Havsbrún bæði fyri bygdina Fugla- fjørð og landið sum heild er so stórt, at vit als ikki hava ráð at vera so erkvisin um eitt sindur av royki, at ein av innbillningum gerst yvirføl- samur og krevur slík umfatandi til- tok sett í verk, at tað ger virkinum fortreð.a HVUSSU álvarslig dálkingin og eitr- ingin møguliga kunnu vera, eru vit ikki førir fyri at siga, og tað lata vit eisini fara í hesum sambandi. Men tað, sum meira fellur okkum fyri bróstið, er viðmerking Dagblaðsins, ið er endurtikin omanfyri. HAR ER týðuligt, at blaðið vil hava fólk at laga seg eftir einum virki, og ikki virkið at laga seg eftir fólkinum. Sagt verður, at fólk hava innbilln- ingar og at tey ikki eiga at vera erkv- isin um eitt sindur av royki. Ein fær næstan hug at spyrja, um ikki upp- fatan Dagblaðsins er tann, at fólkið er til fyri virkisins skuld. VIT HAVA ta uppfatan, at kapital- urin er fólksins tænari og ikki fólks- ins harri og tær iløgur, sum gjørdar verða í virkir, verða gjørdar fyri at tryggja fólkinum livilig kor og triv- na. Ger eitt virki skaða, eitt nú við dálking og eitring, so fremur hetta ikki vælferð og trivna. So røkkur tað ikki tí ætlaða endamálinum. TÁ ER TALAN um eitt álvarsligt brek, sum má rættast, og tað uttan mun til hvat hetta kostar. Um skriv- ingina hjá Dagblaðnum er í stuttum at siga, at hon er sermerkt fyri tað blaðið. sosialurin Í yvirliti blaðsins leygar- dagin um tingmanning Javnaðarfloksins í fimti ár varð tíverri gjørt mistak, sum vit her vilja beta um. Triggir tingmenn vóru ikki í yvirlitinum, teir eru: William Smith, Vági, Jákup í Jákupsstovu, Tórshavn og Richard Jac- obsen, Klaksvík. Umframt eru tað fleiri, sum hava mett á tingi í stytri skákbráum. Við eft- irkanning hava vit funn- ið fram til, at hesir niðan- fyri nevndu í ávísum tíð- arbilum hava mett á tingi, meðan tingmaðurin antin hevur verið sjúkur ella hevur verið burturstadd- ur: Niclas Jensen, Hval- ba, J. O. Schreter, lærari, Nes, Hvalba, Dånjal J. Serensen, skrivstovumað- ur, Tórshavn, Gunnar Poulsen, Sunnba, Manne Næs, keypmaður, Hval- ba, Henry Andreasen, trúboðari, Klaksvík, Pet- ur Eli Mikkelsen, lærari, Getu, Óla Jákup Jacob- sen, lærari, Fuglafirði, Vilhelm Johannesen, postboð, Klaksvík. Í landsstýrinum var Javnaðarflokkurin eisini umboðaður av Villa Ser- ensen, valdur 20. novem- ber 1968 til hann doyði 2. januar 1970. Á Fólkatingi hevur Javnaðarflokkurin verið umboðaður av Petur Mohr Dam og Johan Nielsen, presti, sum framvegis er fólkatingsmaður. Poul Karbeck Mouritsen, prentsmiðjustjóri sat eitt skifti á Fólkatingi meðan Johan Nielsen var sjúkur. Nr. 6 — 25. januar 1978 Tingmanning Javnaðarfloksins WILLIAM SMITH, Våger, valdur inn á ting í Suðuroy 6. november 1945 — 8. november 1950. RICHARD JACOBSEN, Klaksvík, valdur inn á ting í Norðuroyggjum 8. november 1954 — 8. november 1958. JÁKUP Í JÁKUPSSTOVU, Tórshavn, valdur inn á ting í Vág- um 7. november 1945 — 8. nov- ember 1946. dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti í kveld kl. 20. Ungmannadeild KFUM's Fundur í kveld kl. 20. framhaldssøgan, fråsøgn og ljósmyndir frå Dan- markarferðini hjá KFUM- dreingjum summarið 1977, spurningar úr Bib- liuni og andakt. KFUK D.M.S.-fundur hósdagin kl. 15.30, felagsbíbliutími kl. 20 v/P. J. Sigvardsen, skúlaráðgeva: »Kirkjan« (úr bókini Hvad vi tror). Filadelfia Barnameti kl. 18 í dag, hósdagin og fríggjadagin. Systurmissiónin í kveld LI on Brúdleyp Í dag giftast í Fuglafjarð- ar kirkju Magda Poulsen av Toftum og Erling Jo- ensen úr Fuglafirði. Brúd- leypsadr.: Fuglafjorður. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl. 20.30. Heimaforbundið í annaðkveld kl. 20. Leirvíkar missiónshús Í kveld kl. 20 talar Niels Pauli Danielsen, prestur, á missiónsvikuni. Leirvík- ar streingjakór syngur. Sion, Vági Dennis Burnett talar og syngur í kveld kl. 20. Sjómanskvinnu- ringurin, Skála Pakkaveitsla, filmur (rækjufilmurin) og kaffi- borð i Losjuni í kvold kl. 20. Øl eru vælkomin Uppistova Ungmannadeildin (14 ár og eldri) hittist í kveld kl. 21 til spurnarkappingar- kveld. Tey, sum ganga til fritidaritriv, meta til vide- osýning í morgin kl. 17. ENDURSKIN livstrygging fyri gangandi Pensionistafelagið Fundur í kveld kl. 19.30, bingospæl. Kollafjarðar talvfelag Aðalfundurin er friggja- kvøldid kl. 20. S&K Aðalfundur verður á Hotel Føroyum hóskveldið kl. 20. —————