mikudagur 25. januar 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 25. januar 1978
sosialurin
Síða 3
Týskarar møguliga
at framleiða svart- }
kjaft til matna í ár
Týskarar væl negdir við kanningar norðanfyri Feroyar
Týska
havrannsóknarskipið
Anton
Dohrn hevur í góðar tvær vikur leitað
eftir svartkjafti norðanfyri Føroyar. En-
damálið við hesum kanningum er at
vita, hvussu svartkjafturin ferðast hesa
ársins tíð og hvussu hann kann góðskast
Sosialurin vitjaði umborð
á Anton Dhorn, tá skipið
kom á Havnina friggja-
dagin. Við havrannsókn-
arskipinum eru tveir fiski-
frødingar og nýggju ass-
isteutar. Annar av fiski-
frødingunum er ein ung
kvinna, Bettina Buss-
mann.
Til matna
Bettina greiðir frá, at
kanningarnar verða gjerd-
ar fyri týsku stjórnina,
sum leggur stóran dent á
at vita, um svartkjafturin
kann nýtast til matna.
Higartil hevur hetta fiska-
slag fyri tað mesta verið
veitt til ídnað, men nú
vilja. týskarar royna at
góðská svartkjaft, so
hann kann etast eins og
annar fiskur.
Feitur og rundur
Undir royndunum raktu
tey við svartkjaft fleiri
staðni rundan um Feroy-
ar. Fiskurin er ongantíð so
feitur og rundur sum júst
hesa árstíðina, nú hann fer
suðureftir at gýta vestan
fyri Skotland. Hetta ger
eisini, at hann er væl egn-
aður at arbeiða við, tá ið
góðskingarroyndir verða
gjerdar.
Lættari at skera
Vanliga hava fiskifrøding-
ar havt nógvar trupulleik-
ar av svartkjafti, tå hann
skal skerast til flak. Men
nú fiskurin er bæði feitur
og rundur, er hann nógv
lættari at skera.
Á Anton Dohrn hava
tey skorið bæði við hond
og við maskinu. Flekima-
skinan verður vanliga
brúkt til sild, og tey hava
ti havt nakað av trupul-
leikum. Svartkjafturin er
nevniliga ikki so góður at
skera til flak sum sild.
Meðan sildin er herð, er
svartkjafturin bæði bleyt-
ur og liðiligur.
Nýggjar maskinur
Fleiri lond gera í letuni
kanningar við nýggjum
maskinum, sum kunnu
skera svartkjaftin til flak.
Hvussu langt hesar
royndir eru komnar, er
ringt at siga nakað um, tí
tað fyri mesta partin eru
privatar fyritskur, sum
gera kanningarnar við tí í
hyggju at koma fyrst á
marknaðin.
Fryst flak
Umborð á Anton Dohrn
hava báðir fiskifreðingar-
nir gjørt royndir at góðska
svartkjaftin å ymsan hått.
Teir hava gjørt royndir
vid at frysta, at leggja
hann i ymisk sløg av laka
og olju og vid at roykja
hann. Bettina Bussmann
sigur, at hesar royndir
taka tíð. Tann størsti
trupulleikin er at finna
fram til, hvussu svart-
kjafturin kann goymast
fyri at halda sær sum
longst. — Tíðin fer at vísa
okkum, hvat man fara at
loysa seg best, sigur hon.
Á degurðaborðið
í ár?
— Vit vita ikki rættiliga
enn, hverjar meguleikar
svartkjafturin hevur á
Bettina Bussmann í royndarstovuni umborð á Anton Dohrn
týska marknaðinum.
Fiskur er dýrur í Týsk-
landi, men kunnu vit finna
fram til eina veru, sum
fólk dáma, so verður hon
eisini seld. Og tað er uttan
iva heldur einki undantak
við svartkjafti, sigur
Bettina. Hon hevur vón
um, at týskarar longu í ár
kunnu seta seg við døg-
urðaborðið at eta svart-
kjaft. Væntandi kemur
svartkjafturin fyrst á
marknaðin í Týsklandi
sum fryst flak.
Royna eftir
blálongu
Anton Dohrn fór av aftur
Havnini friggjakveldið.
Vert at royna
Umborð á Anton Dorhn hava teir m.a. gjert royndir við
at leggja svartkjaftaflek í ymsar lakar og oljur
Teir eru nú staddir á het-
landsleiðini, har teir skula
royna eftir blálongu á
djúpum vatni. Hesar
royndirnar enda 27. janu-
ar, tá rannsóknarskipið
fer heim aftur til Týsk-
lands.
eftir svartkjafti
longu nú
sigur føroyskur fiskifrødingur, sum var
við Anton Dohrn, tá kanningar vórðu
gjørdar norðanfyri Føroyar
Hóast tyska rannsóknarskipið bert hev-
ur kannað møguleikan at veiða svart-
kjaft til matna, metir Hjalti í Jákups-
stovu, at tað møguliga loysir seg hjá før-
oyingum at veiða hann til ídna longu nú.
Talan er um eitt gki norðanfyri, har
Anton Dohrn hevði nøkur góð hál
Hjalti í Jákupsstovu sig-
ur, at vit nú vita við
vissu, at svartkjafturin
ferðast suðureftir eystan
fyri Føroyar hesa årstid-
ina, og at hann skjótt fer
at gýta vestanfyri Skot-
land. Tað, sum tí hevur
serligan áhuga fyri feroy-
ingar, er at vita, um torv-
urnar eru nóg stórar til, at
tað kann loysa seg at
veiða hann til idnad. Hig-
artil hava vit bert fiskað
svartkjaft vestanfyri Fer-
oyar í tíðarskeiðinum
mars— apríl, tá hann ferð-
ast norðureftir.
Samarbeiði
um svartkjaft
Orsekin til at ein feroy-
ingur varð boðin við at
luttaka í tysku- royndu-
num, er tað altjóða sam-
arbeiðið, sum er millum
lond, ið hava áhuga fyri
svartkjaftinum. Í 1973 og
1974 gjerdi fiskirannsókn-
arstovan royndir eftir
svartkjafti við Leivi Øss-
ursyni. Hesar royndirnar
vórðu gjerdar sunnanfyri
seinast í februar, men tær
góvu einki úrslit.
Ætlanin er at halda
fram við royndarfiski-
skapinum í næstum. Fis-
kirannsóknarstovan hevur
fingið triggjar umsóknir
frá idnaðartrolarum at
gera royndirnar.
Ikki vandi
fyri stovninum
Spurdur um tað ikki er
vandamikið fyri stovnin
at veiða svartkjaft nú,
áðrenn hann fer at gýta,
sigur Hjalti, at enn er hes-
in stovnur so gott sum 6-
rørdur. Og tá vit hugsa
um, hvussu stórur stovn-
urin er, er einki til hindurs
fyri, at vit kunnu veiða
væl longu nú.