Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 25. januar 1978 sosialurin Ur Bjargasøguni Arne Nørrevang: UR BJARGASØGUNI Rhodos, Keypmannahavn 1977 Umsett hevur Hans Thomsen Myndir: Peter Jensen o.a. 280 bladsidur — kostnadur 257,40 kr. Alberg »Ur Bjargasøguni« er kærkomin og forvitnislig bók, skrivað av fuglafrød- ingi og dr. phil. Arne Nør- revang. Upprunaliga er bókin skrivað á donskum; týtt til føroyskt hevur Hans Thomsen. Vit kenna Arne Nerre- væng væl frá fyrilestrum og viðtalum í Útvarpi Feroya. Annars eisini sum trúliga vitjandi summar- gest á ymsum oyggjum okkara. »Gløgt er gestsins eyga< og tykist hetta orðatak at hóska sera væl, tá tú hevur lisið og hugt í gjøgnum hesa rúgvusmik- lu bók — 280 síður. Tað er ikki løtuverk, ið ger, at tilik bók kemur í bókabúðina. Bókin er stuðlað av Carlsbergs- grunninum og Dansk- Færøsk Kulturfond. Í roynd og veru munnu hes- ir stovnar tryggja sær, at dygd er í verkum, teir rætta hond. Eg haldi ikki, teir eru farnir skeivir í hesum føri. At bók ella verk síðan verður mis- javnt mett av teim, ið lesa, er einki at siga til, og vil altið so verða. Heitið, ið bókin ber, tal- ar fyri sjálvt seg. Stersti parturin av bókini er savnað dokumentariskt tilfar, meira og minni kent. Eitt ómetaliga stórt og nærlagt arbeiði, ið høv- undurin her hevur lagt á seg. Tað er ikki smávegis av tíð og stríði, ið krevst fyri at gjøgnumganga og eftirkanna so rågvismikid og fjølbroytt tilfar. Ein hopur av munnligum frå- sagnum og vidtalum stuð- la allan fyrra partin av bókini. Sum oftast ger hesin skriviháttur bøkur — ser- liga av hesum slagi — meira lættlisnar og er tað aloftast fyri neyðini. Men Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tíðindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 25. 08.05: Enskt 5 17. sending 13.00: Kveðuljómar til sjófólkið 18.42: Barnautvarp 19.15: Kvædi og dansur Herluf Berthelsen greidir frå. Bragd- artættir 1. partur. Havnar Dansifelag kvødur Viljorms Kornus kvædi 20.00: Vedurtidindi og tidindi 20.10: Grammofongestur å Bryggjubakka Fyrsta sending hjå - Flåvin Jacobsen 20.40: Enskt 5 17. partur (e.) Hósdagin 26. 18.42: Læknin hevur orðið 19.00: Framhaldssegan »Katrin« eftir Sally Salminen. Oskar Hermansson umsetur. Margreta Næss lesur. 5. partur 19.30: Poppur 20.00: Búnaðartáttur 20.20: Tónleikur úr Salzburg. 4. send- ing. Janus Mohr skipar fyri Veðurtíðindi og tíðindi 21.00: Fríggjadagin 27 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Burtur og heima 19.30: Tónleikur. Sonne Smith 20.00: Friggjakveld kl. 20 21.00: Vedurtidindi og tidindi samstundis er tann vandi her til stadar, at vit missa høvundan burtur. Seinri partur av bókini, tykir mær, hevur meira persónligan dám, og er hetta kanska av somu or- sek sterkasti parturin í bókini. Bókin er býtt sundur í fleiri partar. Líka frá Tá Feroyar vóru til — Fer- oysku bygdirnar — Fugl- urin, ið veiddur verður o.a. Síðan verður ógvuliga gjølla greitt frá ollum teim sterstu fuglaplássunum í Feroyum, veiðihættum, amboðum, snildum, pá- trúgv, áræði og tílíkum. Hetta ger, at tú væl kanst nýta bókina sum hondbók, og er hetta óg- vuliga hent fyri hann, ið hevur hug at vita nakað um føroysku bjargasøg- una ella åvisar partar av henni. Eg fari her at triva i nøkur brot úr bókini: Fuglurin var eitt ógvu- liga týðandi íkast í kosti- num... Ti var fuglaveiðan partur av striånum fyri dagliga breyðinum... Økologiskar kanningar hava hesi seinastu ártiggj- uni avdúkað mangt sam- anhangið í náttúruni, ser- liga er nógv fingið at vita um viðurskiftini millum hjá teimum er tað javn- vág, sum er teirra mill- um... Í hesi skipan hevur menniskjan eina sersteðu, av ti at hon við fram- komnu útgerð síni er før fyri at erskera hverja náttúrliga skipan tað vera skal og harvið erkymla javnvágina í náttúruni. Hetta eru rámandi sonn og vælsegd orð. Aðrastaðni verður tikið soleiðis til: Eingin ivi er um, at hjá bjargamanni- num goymir fuglabergið ikki somu romantikkina, sum hjá ferðamanninum, ið verður hugtikin. Tann fatan, bjargamaðurin hev- ur av fuglaberginum, er nógv skilbundnari og beinleiðis... Soleiðis kundi verið hildið fram við mongum sera vælsegdum og for- vitnisligum brotum, men tað er ikki ætlanin við hesum stutta ummæli. Myndatilfarið styrkir bókina ikki so lítið. Eitt sera gott úrval. Somuleið- is tekningarnar. Tó skal her viðmerkjast, at onkur mynd er heldur tilvildar- lig, meðan nakrar eru komnar skeivt fyri. Undir frásegnini um ræning í Fugloy eru átta sera góðar og eyðkendar litmyndir úr Skúvi. Tekningin á s. 55 sýnir mann í snarafleyggj. Hann situr uppá skeiva hond, sum fuglurin flýg- ur, og vendir andlitið frá fuglinum, ella má hann sita við snaraðum hevdi. Hetta varð bert gjort av unglingi, ið ikki var vanur at fleyga, ella honum, ið ikki dugdi at fleyga uppá báðar hendur. Á síðu 71 verður sagt, at lundin hevur einki dún at kalla. Hetta skilji eg ikki, tá fjaðrarnar eru royttar av lunda, er hann alloðin í dúni, og stendst mikið strid av at fáa hann dúnfrian. Júst til hetta endamál verða skavingar- træ, dúningartræ og royt- ingartræ tikin í nýtslu. Nakað á sama hátt undrist eg, tá sagt verður á s. 152, at fugloyingar eru komnir eftir einum serstøkum fleygihåtti, nevndur sjófleyg. Hetta merkir at fleyga fugl frá báti — lomviga, ið flýgur fram við landi. Á Sigmundargjógv í Skúvoy — báðumegin við, alt sum ættin var — á Múlagjógv, í Sundinum og á Álvishelli í Dímun, vóru ikki so fá túsund, sum árliga gjøgnum mannaminni eru veidd júst á henda hátt. Sera áhugavert er at síggja gjøgnum alla bók- ina, hvussu miklan ans, ið myndugleikarnir hava sýnt fuglaveiðini og fugla- meinginum í Feroyum. Fyrstu friðlýsingarnar av fugli komu í 1741. Alt síðan tá og líka til veiði- lógin kom í 1854 og eisini eftir tað, er friðing av ymsum fuglasløgum í styttri og longri tíð van- lig, tó altíð í samráð við sakkenar. Hverjir vóru so hesir sakkenu? Sum serkenur fugla- frødingur og fuglavinur smæðist Arne Nørrevang ikki vid at siga, at hann metir vitan roynda bjargamansins ógvuliga hátt. Í 1855, árið eftir at veiðilógin varð sett í gildi, ynskir bóndi í Stóru Dim- un oynna friðaða, tí hann hevur hildið stovnin verið niðurundirkomnan. Sum í lógini tilskilað vóru tveir av myndugleikunum sett- ir sýningarmenn sendir til bókarummæli oynna at vita, mundi vera. Longu árið eftir: >blev af retten lyst fred over fuglabjergene paa hele omkredsen af Qen Store- Dimon.« Hvussu nógv lurta myndugleikarnir í dag eft- ir dímunarbóndanum og ødrum sakkønum bjarga- monnum? Sum ådur nevnt, hevur Hans Thomsen tytt bók- ina til føroyskt. Hans nyt- ir her, eins og i øllum, hann tydir, gott, ramligt um so føroyskt mål. I stødum kanska i tað ramliga. Kellingaknútur hevði kanska fallið betur í oyra enn kuntuknútur. Martin Joensen Næs, ið skrivar grein í Ítróttartíðindi 1959, nr. 11—12 nýtir fyrrnevnda orð. Grefligur gróður ella: seyðurin leggur eftir hes- um grefliga gróðuri, ljóðar kanska í so ógvisligt. Helst, tí at vit oftast nýta orðið í minni »positivum« týdningi. Eg havi ikki sæð donsku tekstina til bók- ina, men tá tað á s. 70 verður nevnt um at: garn- arnar á lunda vóru drignar i gjøgnum eitt kut í búk- inum, haldi eg hesa mál- bering vera heldur legna. Eg veit ikki um annað enn, at minturin varð skorin av og garnarnar „tiknar út< henda vegin. Skuldi lundin fyllast, varð hetta holið seymað aftur. At flekja fugl, havi eg heldur ikki hoyrt fyrr, men heldur kryvja. Tað kann tó væl vera, at hetta er lokal málnýtsla. Á s. 87 stendur, at fugl- urin varð kneptur og kneppini vórðu blakað til sjós. Her átti heldur at staðið | kneppaður og kneppurnar. Fótnóta á síðu 215 sig- ur, at: pisan hjá havhest- inum eitur náti. Eitur pis- an náti, kann ikki sam- stundis verða talað um nátungar. Hetta fyrikem- ur mær málspilla, eins og fólk nú vanliga nevna líra fyri lirapisu. Líri er pisan hjá skrápi. Hasari nåtafløkjuni slepst undan við at skriva um havhest og havhestaung- ar. Soleiðis málber eisini ein stórur partur av føroy- ingum seg. Annars stendur um havhestin, at gamalt er, at fyrsta havhestaparið búsettist í Feroyum 1839, og er hetta eisini tað, ein vanliga hevur hoyrt Kortini haldi eg bæði í Oyggjast meg rgjanum og í einum av dagblødum okkara fyri undir 10 árum síðani hava sæð grein, ið visti til bretskan ella het- lendskan vísindamann, ið vildi vera við, at havhest- ur í hópatali hevði átt í Feroyum fyri fleiri hundr- að árum síðani, men bein- leiðis hvarv og vísti seg ikki aftur fyrr enn um miðja seinastu eld. Hann, ið ognar sær hesa bók, fær mangt á- hugavert at vita um bjargarekt í Feroyum. So nógv tilfar av hesum slagi er ikki savnað eld. Hann, ið ognar sær hesa bók, fær mangt áhugavert at vita um bjargarekt í Feroyum. So nógv tilfar av hesum slagi er ikki savnað í nakra ein- staka bók her fyrr. At enda fari eg at taka seinasta reglubrotið í bók- ini við. Har stendur: Í hesi umseting eru ymsir partar sleptir, sum kanska hava meira djórafreðiligan áhuga. Men púra skilligt skuldi verið, at menn við longum og strongum og dýrgoldnum vísindaligum royndum eru komnir fram til úrslit, sum Feroyingar í dagliga lívi teirra hava nýtt í nógv hundarð ár. Sjúrður Poulsen = Hita- = bylgjan uppaftur- .- = tikin Í kveld fer Havnar Sjón- leikarfelag aftur undir at framfera leikin Hitabylgj- an eftir Ted Willis. Sjónleikarafelagið framferdi henda leikin í heyst. Tá varð hann sýnd- ur 31 ferðir, og umleið 5.000 fólk hava sæð hann. Tað er ikki avgjert, hvussu nógvar sýningar verða í hesum umfarinum, men tað verða tó bert nakrar heilt fáar.