Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 28. januar 1978 sosialurin Bygdamenning — tryggleiki og trivnaður Ongantið hevur so nógv verið tosað um decentrali- sering, sum hesi seinastu árini. Sitandi landsstýri sá eisini tað sum eina landsuppgávu at fáa gjort okkurt við henda spurn- ingin, tí setti tað eina serliga grein í samarbeiðs- sáttmálan, sum nevnist BYGDAMENNINGAR- POLITIKKUR OG AL- MENT INITIATIV INN- AN ÍDNAÐ V.M. Flest øll kunnu vit á- sanna, at tann >trunkan saman< politikkur, sum kevur merkt samfelag okkara, ikki hevur givið tey góðu úrslit, sum summir serfreðingar væntaðu. Miðsavnan ringa ávirkan Tað er einki at ivast í, at framtíðin fer at royna at beta um tey brek, sum miðsavnanin ferdi við sær. Men at tað ikki verð- ur nekur lett uppgáva, eru longu alt ov greflig prógv fyri. Tú opnar neyvan blað í dag, at tú ikki sært onkran gremja seg um av- leiðingarnar av miðsavn- anini. Grefligasta prógvið er tað rótloysi, sum eyð- kennir ein stóran part Av ungdóminum. Í staðin fyri at koma við eini betandi hond fylla brævskrivarar og åvisir bjaðstjórar blød- ini við skemdarorðum og atfinningum inn á tey, sum noyddust at fara frá teirra fjálga heimi til stór- staðin at vera. Ov fá duga at seta seg inn í teir trup- ulleikar, sum hesi ungu koma at dragast við, tá tey verða tikin upp við rót og skulu klára seg har, sum eingin kemur hverj- um eðrum við. — Har stersti denturin verður lagdur á at vinna sum mest av peningi burturúr teimum ungu. Bygdirnar mugu mennast Tá ring sjúka er við at taka seg upp, tá royna læknar at finna fram til mest effektiva heilivágin fyri at fáa tamarhald á sjúkuni sum skjótast. Men best er at finna fram til eina vøccinu, sum tekur grundarlagið undan sjúk- uni. Besta vaccinan moti teim trupulleikum, sum miðsavnanin hevur havt við sær, er at gera tað liviligt á bygdunum í Fer- oyum. Fría kappingin skapar ikki bygdamenning Tá talan er um at gera nakað veruligt, til tess at skapa trivna á bygdunum, tá tala ideologiirnar at hjá summum. Tann privat- kapitalistiski politikkurin fer ongantíð at stuðla sanna bygdamenning, tí tað »loysir seg ikki.« Tað loysir seg ikki fyri kapi- talin at hava vinnuliv á plássum, har tað ikki gev- ur størsta vinningin. Vit mugu tí gera okkum púra greitt, at vilja vit bygda- menning, so mugu vit eis- ini góðtaka, at tað al- menna t.e. landsmyndug- leikar saman við komm- ununum og annars áhug- aðir borgarar í bygdunum ganga á odda fyri at gera vinnumeguleikar í teimum ymsu bygdunum. Húsaspurningurin Ein annar stórur trupul- leiki hjá teimum, sum skulu festa búgv, eru meguleikarnir fyri at fáa nakað at búgva í. Tað er í nógvum kommunum so- SA Ein føroyskur bygdaskúli — skúlin í Oyndarfirði. Ein grundstuðul undir at fáa ung- dómin at trívast í bygdini er óivað bygdaskúlin. Meguleikar mugu gerast fyri at sum mest má kunna lærast i heimbygdini, og at tað slepst undan at fara burtur úr bygdini at ganga í skúla í tí viðbrekna skúlaaldrinum, heldur Hans Jergensen leiðis statt í dag, at tað er at kalla púra ógjerligt at fáa eitt grundstykki. Her mugu tær einstøku kom- munurnar gera álvara av meguleikunum við býar- skipan, men serliga má ansast eftir, at býarskip- anin ikki ferir tað við sær, at kommunan ger vegir o.a. til nekur byggilendi, sum so ger at jarðaeigarin kann seta ein órímiliga hegan prís á, tí kommun- an setti stykkið í selu- virði. Tað má skipast so fyri, at grundstykkjapris- irnir eru rimiligir. Annars er tað ein landsuppgáva at skipa fyri bíligari og laga- ligari lánum til sethúsa- bygging. Húsalánsgrunn- urin átti at verið einasti útlánari, so leingi húsini hildu eina rimiliga stedd. Tað skuldi ikki verið neyðugt at lænt frá bank- um til sethúsabygging, uttan so, at tú vildi hava húsini dýrari enn neyðugt. Trivnaður sum heild Sjálvandi eru inntekume- guleikarnir og tað at kunna byggja sær eitt heim fyrstu treytirnar fyri at kunna vera í bygda- samfelagnum, men saman við hesum framtekum, eigur annar trivnaður at Tað batar lítið at byggja havnir, vegir 0.s.fr., um ungdómurin ikki trívist á plássinum. Ti má ansast væl fetir, at nakað er í bygdunum, sum kann geva unga ættarliðnum lívsinnihald, skrivar Hans Jer- gensen m.a. Henda myndin er av ungfólki úti í Nólsoy Hans Jergensen, lærari í Miðvági — Tann privatkapitalist- iski politikkurin fer ong- antíð at stuðla sanna bygdamenning, tí tað »loysir seg ikki«. Tað loysir seg ikki fyri kapital- in at hava vinnuliv á plássum, har tað ikki gev- ur stersta vinningin, skrivar Hans Jergensen, m.a. í panelgreinini. vera flættaður; ti tað er greitt, at lítið batar at byggja havnir, vegir, o.s.fr. um ungdómurin ikki trivist á plåssinum. Ti má ansast væl eftir, at nakað er í bygdunum, sum kann geva unga ætt- arliðnum lívsinnihald. Skúlin Ein grundstuðulin undir hesum er óivað bygdar- skúlin. Meguleikar mugu gerast fyri, at sum mest má kunna lærast í heim- bygdini og at tað slepst undan at fara burtur úr bygdini at ganga í skúla í ti viðbrekna skúlaaldri- num. Heimið Men aðalgrundarlagið er heimið. Ti mugu vit ansa væl eftir, at hugnin og tryggleikin heima ikki verður settur til sidis til frama fyri MAMMON. Frítíðarmeguleikar Ein onnur treyt er, at ungdómurin og fyri so vítt alt bygdarfólkið eigur meguleikar at rekja síni fritíðaráhugamál. Her eru meguleikar gjerðir frá landsins síðu, soleiðis at flestar bygdir sum ynskja tað kunnu fáa stuðul til at gera tað, sum tervur er á í eini bygd á ti økinum. Hans Jørgensen