Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin spurnarkassin Hevur tú eitthvørt av almennum áhuga, sum tú vil hava svarað, ert tú vælkomin at skriva til SOSIALIN, box 76, 3800 Tórshavn, ella ringja 11820 ella 14720. Vit skulu gera vart við, at allir spurningar til henda teigin verða vidgjørdir við tøgnskyldu. Oynskt partabræv Maður min eigur eitt partabræv í eini fyritøku, hvussu kann hann sleppa av við tað? Vit hava ongantíð hoyrt frá fyritøkuni ella fingið nakran ágóða frá henni. Skuld hava vit heldur íkki havt av henni, stutt sagt, hverki eitt ella annað er hent, hann eigur bara partabrævið. Partaeigari Sakførarin svarar: Tað eru mong sløg av partabrøvum, men eg kann ikki av spurningi- num síggja, hvat slag, ið hesin partaeigarin eigur. Vanligt er, at partaeig- arar kunna meta á aðal- fundi og atkveða og siga sína hugsan um tey viður- skifti, ið eru fyri á fundi- num. Sigvald Kristiansen, lækni at standa, hvussu tað kann avhendast, um tað eru avmarkingar hesum viðvíkjandi ella um tað kann avhendast fritt, og kann ein í ellum forum síggja tað í lógum felags- ins. Tað er eingin vandi við at eiga eitt partabræv, við tað, at ein ikki kann verða kravdur fyri ta skuld, ið felagið hevur ella á annan hátt koma at hava meirút- reiðslur í samband við A partabrævinum eigur #8 hesa ogn. Men hinvegin 2 - -Leiga = eitt instrument Skulu tygum læra at spæla, ella vilja tygum vita, um børnini hava hug og gávur at spæla, kunnu tygum nú leiga YAMAHA orgul og blási- instrumentir (við keypsrætti) Í Send mær skreytblað við treytum viðv. leigu Tlf. 12625, box 166 Marjun Sigurðsdóttir, sosialráðgevi kann ein meguliga fáa vinningsbýti, um so er, at felagið gevur yvirskot og vinningsbýti verður latið. Jógvan P. Lassen Nr. 7 — 28. januar 1978 Jógvan Páll Lassen, sakferari Eyðun Joensen sálarfreðingur Lærlingar uttan svein Tað stendur í lærlingalóg- ini, at lærlingur má ikki arbeiða meir enn 3 mánað- rr Hjunarsåttmåli, serogn og felagsogn Eg og madur min ætla, at øll ogn okkara, sum ber hansara navn, skal broyt- ast til mitt navn. Kann hetta gerast uttan stør- vegis hovaståk? Vidmerkjast skal, at henda ætlan okkara er ikki orsakad av skuld. Gift Sakførarin svarar: Tað verður ofta hildið, at tá ið tvey eru í hjúnar- bandi saman, so eiga bæði alt í felag, men so er ikki. Maðurin eigur sitt og kon- an sitt, t.v.s. at tað er »særhæften« og »særrå- den« Sostatt er einki til hind- urs fyri at madur og kona kunna selja sinåmillum og geva hvørjumødrum gåv- ur. Tað er soleiðis, at van- ligar gávur kunna verða givnar uttan nakað, men sterri gávur skula gevast við hjúnarsáttmála. Ein hjúnarsáttmáli er ein vanligur gávusátt- máli, har gávugevarin gevur gávumóttakaranum eina ella aðra gávu. So- vorðnir sáttmálar skula í Feroyum góðkennast av ríkisumboðsmanninum og skråsetast í »ægtepagts- bogen« á dómaraskriv- stovuni og um so er, at tað er fest ogn, talan er um, so krevst eisini tinglesing av hesi ægtepagt ella hjúnarsáttmála. Sum nevnt er omanfyri, so eiga hjúnini hver sítt, meðan tey eru gift, tó við ymiskum undantekum, sum eg ikki vil koma nærri inná her. Men spurningurin um felags- ogn og serogn er ein spurningur, ið kemur fram, tá ið búgvið skal skiftast, soleiðis at skilja, at tað, ið ein eigur við hjúnarsáttmála, fær ein fult við sær, t.v.s., tað er hansara ella hennara ser- ogn, meðan felagsognin, t.v.s. tá ið ongin avtala er gjerd nakað um sum helst, skal býtast við helvtini til hvenn. Sostatt kann ein maður, ið t.d. hevur givið konuni húsini við hjúnarsáttmála, koma út fyri at verða koyrdur út úr húsinum og onki fáa afturfyri, um so er, at tað skilnaður millum tey bæði verður Jógvan P. Lassen ir uttan svein. Eru hetta 3 mánaðir tilsamans í læru- tíðini ella eru tað 3 mán- aðir hverja ferð? (fleiri ferðir). Um nú lærlingur hevur arbeitt í meir enn hesa tíð einsamallur og klagað verður, hvat hendir so? onøgdur Sakførarin svarar: Í lærlingalógini stendur onki um, at ein lærlingur ikki má arbeiða meira enn 3 mánaðar uttan svein, við tað, at ongin tíðar- freist er nevnd. Hinvegin skal í lærusáttmálanum vera tilskilað, hver ið stendur til svars fyri, at lærlingurin verður væl upplærdur. Um so er, at tann, ið stendur til svars fyri lærlinginum, misrekir skyldu sína, kann hetta hava við sær, at lærling- urin kann krevja endur- gjald, um so er, at hann ikki fær sveinaroynd. Slík misrekt kann millum ann- að vera, at lærlingurin ikki hevur arbeitt saman við sveini. Jógvan P. Lassen sostalurin Tlf. 11820—14720 Handilstød Vinarliga bileggid tødini beinanveg- in. Minnist til åtsøluna í Skálabøðini mánadagin 30/1 -78 kl. 8.30 P/f Grødi tif. 11370