Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 28. januar 1978 Íbúgvarnir í Gundadali: Løgid at áin gjøgnum sosialurin Síða 5 tað bygda økid ikki fyrst verður lokað Íbúgvarnir í Gundadali eru illa nøgdir við avgerðina hjá Tórshavnar Býráð um fyrst at loka niðara partin av Havnará í Gundadali Á byrådsfundi næstsein- asta hósdag samtykti Tórshavnar Býráð, at ein partur av Havnará, í Gundadali skal leggjast undir heilt. Tað snýr seg um økid frá har áin liggur opin omanfyri fótbólts- vellin og niðan til Heina- getu. Íbúgvarnir í ovara part- inum av Gundadali eru illa negdir við avgerðina hjá býráðnum. Tað er ikki bygt framvið niðara parti- num av ánni, og teir halda at størri tervur er á fyrst at loka ovara partin av ánni, har sethús eru bygd báðumegin við. Hava fleiri ferðir heitt á býráðið Ein av íbúgvunum í ovara partinum av Gundadali, Áge Davidsen, sigur, at íbúgvarnir har uppi hava fleiri ferðir heitt á býráðið um at fáa henda partin av ánni lokaðan. Orsøkin til hetta er, at áin luktar illa, og at hon harafturat er vandamikil fyri bernini. Frárenslið frá septik- tangunum rennur bein- leiðis í ánna. Til tíðir lukt- ar hon so illa, at íbúgv- arnir fram við ánni ikki kunnu lata vindeyguni upp. Bern eru fleiri ferðir dottin í ánna, og eru ' >m- in rættuliga álvarslig - til skaða. Frárenslið frá septiktangunum fer beinleiðis í ánna Umsteðurnar hjá bern- unum eru ikki góðar í hes- um býarpartinum. Ødru- megin liggur Oyggjarveg- urin, sum í sjálvum sær er vandamikil orsakað av teirri nógvu ferðsluni, og hinumegin er so áin, sum ikki er minni vandamikil. Fyrstu ferð í 1972 Áge Davidsen sigur, at fyrstu ferð íbúgvarnir heittu á býráðið var í 1972, tá bræv við undir- skriftum frá íbúgvunum omanfyri svimjihylin varð sent býráðnum. Hálvt annað ár seinni varð spurt eftir brævi- num, men tá visti ongin nakað um tað ella undir- skriftirnar. Síðan varð nytt bræv við undirskriftum sent bý- ráðnum í 1974, og hesu- ferð varð kravt, at brævið varð lagt fram á býráðs- fundi. Tað varð eisini gjert. Eftir hetta hava íbúgv- arnir fleiri ferðir spurt eft- ir málinum, og tað hevur verið upplýst fyri teimum, at figgjarnevndin við- gjørdi málið. Tá málið kom fyri á býráðsfundinum næst- seinasta hóskveld, gjørdu býráðslimir = vart við, hvussu vandamikil ovari parturin av ánni er. M.a. segði Leivur Jo- hannesen, at stórur vandi er um heystið og veturin, Viðurskiftini batna ikki, fyrr enn ein kloakk er legd tá vatnferingin í ánni er stór, og at tað er hent, at bern eru dottin í ánna, og eru komin illa til skaða. Hann segði eisini, at ser- liga um várið og summar- ið er ein ómenniskjaligur luktur úr ánni, og tí mælti hann til, at tann parturin av ánni, har bygt er fram- við, verður lokaður fyrst. Báðir partar átrokandi Men býráðið samtykti til- ráðingina frá Teknisku nevndini um fyrst at loka tann niðara partin av ánni, frá Heinagetu og omaneftir móti fótbólts- vellinum. Jákup Sune Jacobsen, formaður i Teknisku nevnd, sigur, at tað er #1 | "= átrokandi at gera ovara partin, men at tann niðari parturin av ánni kann vera minst líka vandamik- il. Orsekin til at tekniska nevndin mælti til at gera niðara partin fyrst, var m.a. fyri at fáa saman- hang í byggingina, frá har sum lokanin av ánni held- ur uppat omanfyri fót- bóltsvellin. Kloakk skal leggjast niðan gjøgnum allan Gundadal Jákup Sune upplýsir, at tað er gjørd ein ætlan um at leggja eina kloakk nið- an gjøgnum allan Gunda- dal, heilt niðan um tað bygda ekið. Hetta arbeiðið er mett at kosta um eina millión krónur, og fyrsti parturin av arbeiðinum — lokanin av niðara partinum av ánni — verður mett at fara at kosta út ímóti eini hálvari millión. Sum lið í hesum arbeiði- num verður ein kloak løgd fram vid Havnarå gjøgn- um plantasjuna. Henda skal m.a. taka kloakvatn- ið frá býlingunum á Varða. Jákup Sune Jacobsen sigur eisini, at tað eisini er átrokandi at fáa Havnará lokaða frá brúnni oman- fyri Sjónleikarhúsið og niðaneftir. Hann leggur afturat, at hann hevur frætt, at íbúgvarnir her hava ætlanir um at taka seg saman, og venda sær til býráðið. Av stórum týdningi Formaðurin í Tórshavnar heilsunevnd, Nepper- Christensen, fúti, sigur at heilsunevndin á fundi 8. november í 1976 viðgjerdi ætlanina hjá býráðnum um kloakk í Gundadali, á Ternuryggi og niðan í Bug. Hann sigur, at nevndin í brævi til býráðið boðaði frá, at tað er av stórum týdningi fyri klo- akkviðurskiftini, at hetta verður gjert. kring oyggjarnar Plastiksekkir úr Vestmanna Á Tór-Plastik virki- num í Vestmanna eru teir nú farnir at leggja eitt sindur um. Teir fingu fyri 14 degum síðani nýggja maskinu, sum kann gera stórar sekkir. Maskinan er fer fyri at framleiða sekkir líka frá 15 cm longd og heilt upp í 2,5 m, og upp í 1,20 m breiðar. Teir rokna við at fáa stóran avsetning fyri tilikum posum sum t.d. kunnu brúkast til rusk og ikki minst til Fiskaseluna, sum nýtir stóra negd av tílíkum posum til at pakka fisk til útflutnings. Sagt verður á Tór Plastik, at teir lættliga eru kappingarferir í prísi í mun til tað, sum innflutt verður. Umframt at gera størri posar, eru teir frammanundan ferir fyri at framleiða beri- posar. Hesir kunnu eis- ini latast við prenti á. Prentingin verður tó ikki gjerd í Feroyum. Tað, sum higartil er av maskinum í virkinum svarar til einar 700.000 krónur. Tór Plastik starvast ikki í egnum hølum, men leigar saman við Atlantic Pane. Flakavirkið á Tvøroyri Mánadagin í hesi vik- uni tók flakavirkið á Tveroyri ímóti tilsam- ans 44.000 pundum av fiski frá tíggju bátum við línu. Teir lógu úr 1900 uppi 4700 pund. Týsdagin fekk virkið góð 50.000 pund frá 12 bátum við línu. Teir lógu úr 300 upp í 7.000 pund. Mikudagin avskip- aði Flakavirkið á Tver- oyri 100 tons av slógvi til Danmarkar við Elsu F. Neyðugt við einum politisti afturat í Vágum Tað verður neyðugt við einum politisti afturat í Vágum, tá farið verður undir trygdarkanning- arnar av ferðafólku- num við flogvellin í Vágum. Marni av Kák, sýs- lumaður í Vágum, sig- ur, at tað verður kravt, at politiið skal vera hjástatt tá hesar kann- ingar verða gjørdar. Í letuni er bert ein poli- tistur í Vágum afturat sýslumanninum, um- framt ein eykapolitist, og henda manningin verður ikki nóg mikið til eisini at klára hesa uppgåvuna, sigur Marni av Kåk. I løtuni verður nýggj politistø3 bygd i Mid- vågi. Eftir ætlan skul- di hon verða liðug til 1. mars, men arbeiðið i. vestanfyri kirkjuna Nýggja politisteðin í Miðvági verður bygd nakað verður meguliga nakað seinkað. Bygningurin er í tveimum. Umframt politistødina verður eisini ein íbúð til poli- tistin í bygninginum, sum væntandi kemur at kosta upp ímóti ein- ari millión krónum. Tað er Frits Jacob- sen í Sørvågi, sum hev- ur hevuðsentreprisuna. Í løtuni verður arbeitt við at gera sjálva steð- ina klára. Sum er arbeiðir poli- tiið undir vánaligum umsteðum. Teir hava bert eitt rúm, sum teir leiga í húsunum hjá kommununi í Miðvági. Í nýggja bygningi- num verða avgreiðslu- hellir, avhoyringarhøli og detentión, umframt toilettir, goymsluhelir og tiltakshelir.