Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 1. februar 1978 sosialurin Síða 5 Verkfallið móti býráðnum stendur við Tað er rættuliga ábyrgdarleyst av býráðnum, at teir ikki gera vart við seg, sigur Andreas Poulsen, formaður í Havnar Handverkarafelag Verkfallið sum Havnar Handverkarafelag hevur sett í verk móti Tórshavn- ar Býráð, stendur við. Til- samans 15 handverkarar innan tær ymsu deildirnar hjá Tórshavnar kommunu hava verið í verkfalli síðan mánadagin í síðstu viku. Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, = An- dreas Poulsen, sigur, at felagið hevur onki frætt frá Býráðnum, síðan verk- fallið byrjaði. Hann held- ur tað vera rættuliga á- byrgdarleyst av byråd- nam, at teir ikki hava gjert vart við seg. Hand- verkarafelagið bað mána- dagin um ein fund við teknisku nevndina hjá by- ráðnum og býráðsfor- manninum, men fyrra- partin í gjár var onki svar komið uppá hetta brævið. 2. vatnmeistari Osemjan snýr seg um 2. vatnmeistara hjá komm- ununi. Hesin er í letuni limur í kommunala starvs- og tænastumannafelag- num, men handverkara- felagið vil hava, at mað- urin eisini gerst aktivur limur í teirra felag. Andreas Poulsen sigur, at Handverkarafelagið góðtekur bert, at ein mað- ur innan hverja deild stendur uttanfyri hand- Snarfrost Garnabátarnir í Mið- vági vóru inni og av- reiddu í síðstu viku. Leygardagin avreiddi Venus 31.500 pund. Fríggjadagin vóru Reynsatindur og Miðv- ingur inni og landaðu. Reynsatindur hevði góð 41.000 pund og Miðvingur 83.000 pund. Hósdagin av- reiddi Hamraberg 33.500 pund. Meginparturin = av veiðuni hjá garnabát- unum er upsi. Teir hava roynt á Sandoy- ar- og Nólsoyarbanka- num, men nú royna teir suður vestur úr Myki- nesi. Í gjár avreiddi Held- arstindur um 40.000 pund av trolfiski undan Feroyum til Snarfrost. Snarfrost tók leyg- verkarafelagið. Hetta er ikki bert ein prinsipiell staða hjá felagnum, men eisini ein regla, sum verð- ur praktiserað. — Hetta er ikki meir enn eitt rímuligt krav. Eitt handverkarafelag má hava rætt til at eiga og verja um síni arbeiðsekir og felagsumráði. Skal ein persónur við tilknýti til handverk kunna tilmeld- ast eitt starvsmannafelag, er eyðsæð, at stættur verður settur upp ímóti stætti. Tað vildi verið á- taluvert og Orimiligt, um t.d. Havnar Handverk- arafelag fór at innlima skrivstovufólk, starvsfólk og tænastumenn í felagið, sigur Andreas Poulsen. Annar fekk lima- skapin í rættlag Tað var í juli mánaða í fjør, at Havnar Hand- verkarafelag sendi byråd- num bræv, um at felagið hevdi avgjørt, at varafor- menninir å tveimum deild- um hjá býráðnum skuldu gerast limir í handverk- arafelagnum. Annar av hesum monn- um fekk sín limaskap i handverkarafelagnum i rættlag. Samband hevur sidan verid millum hand- verkarafelagid, byrådid og kommunala starvs- og ardagin moti fiski frå tveimum útróðrarbát- um. Aldubáran hevði 4.700 pund og Ørvur 3.500 pund. Friggjadagin avreid- di Aldubáran slek 4.000 pund til Snar- frost, og hósdagin av- reiddu triggir útróðrar- bátar. Teir lógu úr 2.650 upp í góð 4.000 pund. Hvítingsbróður úr norskum sjógvi Mánadagin landaði Havseki 150 tons av hvítingsbróðuri í Fug- lafirði. Lastina hevði hann fingið á norskum eki í Norðsjónum, har nakrir føroyskir idnad- artrolarar royna, nú EEC-økid er stongt. % Andreas Poulsen, form. i Havnar Handverkarafelag tænastumannafelagid um hin mannin, men onki úr- slit er komið burtur úr. 15. januar sendi hand- verkarafelagið so býráð- num bræv, har boðað varð frá, at um viðurskiftini ikki vóru komin í rættlag innan 23. januar, fór fel- agið at sýta limum sínum at arbeiða hjá kommun- uni. Og tá onki var hent innan hesa freist, varð verkfallið sett í verk. Kommunala starvs- og tænastumanna- felagið avvísir kravinum Í brævi til handverkara- felagið hevur kommunala starvs- og tænastumanna- felagið avvist kravinum hjá felagnum. Starvs- og tænastumannafelagið sig- ur, at avtalað er millum býráðið og felagið, at kom- munalu starvs- og tænas- tumenninir skulu fylgja landsins starvsmonnum, bæði lønarliga og arbeiðs- liga, og at allir fastløntir starvsmenn hjå kommun- uni skulu vera limir i starvs- og tænastumanna- felagnum. Av ti at ongar broytingar hava verid i støduni hjá teimum hand- verkarum, sum arbeida i landsins tænastu, må fel- agið avvisa kravinum hjá handverkarafelagnum. Andreas Poulsen sigur, at handverkarafelagið metir, at hesi bæði tingini hava onki við hvert annað at gera. Hann sigur, at ósemjan er millum býráðið og handverkarafelagið. Handverkarafelagið krev- ur ikki, at maðurin skal burtur úr kommunala starvs- og tænastuman- nafelagnum, men bert at hann gerst aktivur limur i handverkarafelagnum. Undir samrådingunum um hetta mål hava lønar- vidurskiftini ikki verið umrødd, og onki er til hindurs fyri, at maðurin framvegis kann verða lentur eftir starvsmanna- sáttmálanum. Handverkarafelagið krevur ikki, at maðurin skal burtur úr starvsman- nafelagnum, sigur Andre- as Poulsen. Skilji væl støðuna sigur býráðs- formaðurin Petur Christiansen, bý- ráðsformaður, sigur, at hann væl skilur støduna hjá “ handverkarafelag- num, men at hann heldur tað vera legið, at felagið ikki ger vart við seg fyrr enn nú, tí starvið sum 2. vatnmeistari varð lýst leyst í 1973 til at seta eftir starvsmannasáttmála- num. — Byrådid hevur onki i- móti at viðkomandi er limur í handverkarafelag- num. Fyri okkum kann hann væl vera limur í báðum felegunum, sigur Petur Christiansen. Hann sigur, at býráðið fer at taka spurningin um verkfallið upp til umhugs- unar, men at hann enn ikki kann siga nakað kon- kret um, hvat býráðið fer at gera. Fyrst skulu sam- ráðingar vera við teknisku deildina og kommunala starvs- og tænastuman- nafelagið. Fiskavirkið í Vestmanna Fríggjadagin avreiddu seks bátar, sum royna við troli til Fiskavirkið í Vestmanna. Heyga- drangur hevði 9.700, Sóley 8.600, Norð- bugvin 9.300, Leit- hamar 11.700, Vest- finnur 16.300 og Norð- finnur 12.900 pund., Månadagin avreiddi Brestur, sum roynir við línu 1.900 pund. Vaðhorn 130.000 pund Vaðhorn kom måna- dagin á Eiði at avreiða til Nordis. Teir høvdu millum 130 og 140.000 pund undan Føroyum. Vaðhorn hevur roynt á Feroya Banka, og meginparturin av veið- uni var stórur og góður toskur. Morgunroðin, sum eisini hevur roynt á Feroya Banka, skuldi koma inn at avreiða í gjárkveldið ella í dag. Tá vit frættu mána- dagin vóru tveir bátar afturkomnir. Teir hev- du 5.500 og 7.000 pund. Hósdagin í síðstu viku avreiddu triggir bátar, sum royna við línu, til Nordis. Teir hevdu 1000, 1100 og 3900 pund. Mikudagin avreiddi ein bátur. Hann hevði 3.800 pund. Tysdagin i sids- tu viku tók Nordis i- moti tilsamans 22.000 pundum frå fimm ut- róðrarbátum. Teir logu úr 2900 upp í 6.500 pund. Leita fyri fiski- rannsóknar- stovuna Tveir idnaðartrolarar skulu frá 1. februar gera royndarfiskiskap eftir svartkjafti fyri fiskirannsóknarstov- una. Teir eru Leivur Øssurson og Polarfisk. Ætlanin er at leita fyrst norðanfyri Fer- oyar. Hesar kanningar eru ein liður í royndunum at vita, um grundarlag er fyri at veiða svart- kjaft til ídnað hesa tið á árinum. Frammanund- an hava feroyingar bert fiskað svartkjaft í mars og april mánað tá hann er á veg norður eftir. Kanningar visa nú, at svartkjafturin ferðast suðureftir aftur í januar. Men vit vita ikki, um tað er møgu- ligt at veiða sterri nøgdir. kring oyggjarnar 9 útlendsk fiskifør Mánadagin vóru 9 út- lendsk fiskifer á fer- oysku landleiðini, 5 norsk línuskip og 4 russiskir svartkjafta- trolarar. Noråmenninir royna á Nólsoyarbankanum og russarnir eru vest- anfyri, teir siga frá vá- naligari svartkjafta- veiðu. Sambært avtalu millum Feroyar og EEC hava 6 bretsk li- nuskip loyvi til at royna í feroyskum sjógvi, hóast ongin en- daligur sáttmáli enn er gjerdur. Fýra skotsk línuskip hava verið her og eru nú farin heim av fyrsta túrinum við 5—600 kassum hvert. Dugnaskapar- roynd Dugnaskaparroynd í sigling varð hildin í Runavík og á Strond- um ávikavist 13. og 14. januar. Tilsamans 21 næmingar stóðu royndina. Í Runavík stóðu hes- ir royndina: Hilmar Sigmund Kalse Danielsen, Inn- an Glyvur, Terji Dav- idsen, Saltangará, Jan Hammer, Runavík, Kristian Hammer, Ru- navik, Jógvan Hansen, Saltangarå, Thorleif Hansen, Saltangará, Kári Hejgaard, Salt- angará, Aksel Dam Jacobsen, Skála, Niels Juel Kristiansen, Æðu- vík, Zacharias Leitis- stein, Runavik, Hans Karl Juul Saltå, Salt- nes, Asfinn Sigvard- sen, Saltangarå, Petur Thomsen, Glyvrar. A Strondum stóðu hesir royndina: Jarmund Berthel- sen, Innan Glyvur, Kári í Garði, Strendur, Tummas i Garði, Strendur, Hans Petur Hansen, Strendur, Tummas Símun Høj, Strendur, Jógvan An- fin Jacobsen, Strend- ur, Erhard Sigfred Jo- hansen, Strendur, Marnar Poulsen, Strendur. Spruttseljari tikin Leygardag: varð ein útlendingur, búsitandi í Klaksvík, fongslaður í eina viku fyri brot á rúsdrekkalógini. Maðurin varð tikin av politinum í Klaksvík fyri at selja rúsdrekka á svarta marknaðinum.