Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 8 — 1. februar 1978 Ein kona í Amsterdam skuldi ein morgun fara við bussi til arbeiðis. Á vegnum til bussin gav hon nekrum gásum breyð at eta. Hetta dámdu teimum helst væl, tí tær fylgdu kon- uni heilt til dyrnar á bussinum. Vatn — ein marglætis- vera Tað nýggja árið á Si- cilia byrjaði við fínasta sólskini frá einum klár- um himli Hetta dámdu íbúgvunum har einki, tí teir hava ikki sæð regn í einar tiggju mánaðir. Drekkivatn verður nú selt í flosk- um, og tað er ikki smá- vegis, hvat ein tílík fløska kostar — 28 kr. #07 Forboð móti at ganga úti Foreldur í amerikanska býnum Baltimore í statinum Maryland kunna vænta eina bót upp á 600 kr. um tey lata bern síni undir 16 ár ganga á getuni eftir kl. 23, uttan at vaksið. fólk fylgist við teim- um. Hetta er ein lóg, sum skal forða fyri teimum vaksandi ung- dómsbrotsverkunum. Hetta forboð er fyri øll børn frá skúlaaldri og uppeftir. Tað er eisini bannað at ganga úti millum kl. 9 og 14 fyri at forða, at børn eru 6- lógliga burturstedd frá skúlanum. Henda lóg varð sett í verk 2. januar 1978 og skal ætlandi verða í gildi alt árið. Post-óskil Danska postverkið stend- ur eins og tað feroyska postverkið javnan fyri at- finningum um at tænast- an er ov vánalig. Tað vísir seg eisini, at donsku brúkarnir íkki kunnu vera heilt vísir í, at tey brev, teir senda, altíð koma fram til rætta mót- takaran. Hvert ár koma um 7 mill. brev skeivt fyri hjá danska postverkinum. Fyri at fáa greiðu á, um nakað hald er í atfinning- unum móti postverkinum, hevur danski brúkaraum- boðsmaðurin Niels Eren- reich, gjørt eina kanning av postverkinum. Hann sendi tilsaman 1483 brev til ymsar mót- takarar, og kannaði síðan eftir, um brevini komu fram til móttakararnar. Tað vísti seg, at 12 brev komu ikki fram fyrr enn tveir dagar seinni, og at átta av brevunum komu als ikki fram til móttakar- an. Leiðslan í danska post- verkinum er bilsin av úr- slitinum, og tann lítla kanningin hjá brúkaraum- boðsmanninum kemur meguliga eisini at fera til, at politikararnir fara at hava sterri áhuga fyri við- urskiftunum hjá danska postverkinum. KAVI Á AKROPOLIS +. Tad man vera heldur sjåldsamt vid kava å gitna Akropolis i Athen i Grikkalandi, men seinastu dagarnar hevur rættulig kavaódn herjað grikska høvudsstadin, og kavin er, sum tað sæst av mynd- ini, eisini lagstur á Akropolis Heimsins størsta biohøll noydist at steingja Heimsins størsta biohøll, Radio Mucic Hall vid 6.200 sitiplåssum i New York, kemur helst at steingja í april. Talið av vitjandi og harvið eisini inntøkurnar av billettsøl- uni eru minkadar stórliga seinastu årini. Sidani risa- filmhellin, ið liggur i Rockefeller Center á Man- hattan, opnaði 17. desem- ber 1932, hava 230 milj- ónir fólk vitjað biografin. Tað eyðkenda við Radio City Music Hall hevur verið 3 tíma longu fram- sýningarnar við bæði film- um og show av einum hverjum slag, og við øll- um teimum litum og ljós- um, ið myndaðu hitt gamla Hollywood. Men seinastu fimm árini hevur henda turistattraktión kortini givið stórt pen- ingahall, nú seinast við 1 mill. dollars árliga. Hetta er hent, hóast at teir, ið stíla fyri, hava roynt við popp-konsertum, og at starvsfólkið av sínum ein- tingum samtykti eina 10% lenarlækking. Høllin er so stór, at tey ið sita á aftastu rað noyð- ast at hava kikara, skulu tey síggja filmarnar ella show'ini, og leiktjaldið er 24 metrar høgt og 34 metrar breitt — tað vegar 1 1/2 tons! Eigararnir av City Music Hall halda, at or- sekin til afturgongdina hjá fyritøkuni er, at ikki finnast longur so mangir stórir familjufilmar at sýna fram og at fólk held- ur sita heima og hyggja at fjarsýni. Men mangir á- skoðarar halda eisini, at sýningarnar eru vorðnar avoldaðar. Men á jólum er altíð stúvandi fult í Radio City Music Hall — tað er gamal siður hjá New York búgvum! Skotlendingar býttari enn onglendingar? Skotlendingar eru í meðal byttari enn eingilsku landsmenn teirra sunnan- fyri, og orsekin er m.a. tann, at tað besta av fólk- inum í Skotlandi gjøgnum eldir eru rýmd úr land- inum burtur í onnur lond, og tískil hevur >mjólkað< Skotlandi fyri heilayvir- skot og harvið fyri arvalig eyðkenni fyri nýggju ætt- arliðini. Tað er ein bretskur pro- fessari, Richard Lynn, ið er komin til hesa fatan aftaná at hann hevur granskað intelligens- royndir frá umleið 100.000 fólkum í tíðarskeiðnum 1933—72. Flestu av hes- um hava verið skúlabern ella ungfólk undir her- venjing. Meting profess- arans er, at intelligens- kvotienturin í Skotlandi er 96,5 móti 100 í Onglandi. Onnur viðurskifti styð- ja hesa meting: Í árinum 1875 vóru t.d. 1/3 fleiri skotskir limir av The Roy- al Society (vitskaparsetr- ið) enn eftir fólkatalinum at meta. Í dag er bert helvtin av, hvat ið av røttum átti at verið. Blaðið >The Scotsman« ið viðger málið, skrivar í blaðgrein, at eingin endi tykist verða á depru hag- tølunum úr Skotlandi. Áður hevði Skotland heimsmet í tannasjúkum, drykkiskapi og valdsgerð- um, og nú verður steinur lagdur oman á byrðu! Men The Scotsman viðgongur, at professarin helst er á beinari leið í metingum sínum. Arviligu avleiðing- arnar av umfatandi útflyt- ing av mest virkisfúsnum og intelligentum fólki í Skotlandi tykjast vera til- staðar. Spurningurin er nú, at beta um viður- skiftini, so at eisini tey evnariku fólkini verða ver- andi í Skotlandi — og nýta heila teirra har!