mikudagur 1. februar 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 1. februar 1978
sosialurin
Næsta havrættarstevna
— tann seinasta?
Skal verða hildin nú til várs
Eftir ætlanini skal næsta
havrættarstevna, ið hildin
verður í april-mai, verða
hin seinasta; nú hava so
nógvar verið hildnar, og
einki úrslit er komið burt-
ur úr, men tað ber neyvan
til at halda fram á sama
hátt, eitt úrslit mugu
fundarmenn koma til, um
ikki alt skal detta niður
fyri.
Formaður á stevnuni og
leiðari av teimum fundum,
ið higartil hava verið
hildnir, hevur verið um-
boðsmaðurin hjá Sri
Lanka í ST, Shirley Ham-
ilton Amerasinghe, og
mett verður, at hesin eis-
ini kemur at halda fram
sum forseti á komandi
havrættarstevnu, hóast at
valskeið hansara átti at
verið at enda komið í
mars.
Men orsakað av persón-
ligum og politiskum mót-
setningum, ið verið hava
Nýggjur ST
búnaðargrunnur
settur á stovn
Samstundis fær hjálpargrunnurin fyri
flóttarfólk meiri pening at arbeiða við
Ein nýggjur ST-grunnur
er settur á stovn til at
stimbra landbúnaðin í til-
afturskomnum londum.
Grunnurin, IFAD, hevur
longu hildið fyrsta fund
sín í Rom. Tað eru eina-
helst norðurlond, ið hava
virkað fyri, at grunnurin
varð skipaður, seinast
hevur Finnland endaliga
samtykt — ratifiserað —
sáttmálan um IFAD og
givið tilsøgn um at jåtta 3
miljónir dollars til kom-
andi virki hansara, til-
samans fær búnaðar-
grunnurin umleið 1 milj-
ard dollars at arbeiða við.
Millum hini londini, ið
hava latið pening, eru
Danmark, Noreg og Sve-
Grunnurin fyri flóttar-
fólk, UNHCR, hevur hild-
ið árliga fund sín, har 48
lond samtyktu at jåtta
stívliga 16 miljónir dollars
til virki hansara i 1978.
Eftir figgjarætlanini skal
UNHCR nyta einar 72
miljónir dollars í hesum
ári, men vanligt er, at væl
meiri av peningi verður
latin grunninum sum frá-
líður.
Tað er hesin grunnur, ið
1. januar í ár fekk fyrrver-
andi danska forsætismála-
ráðharran Poul Hartling
til formann, aftanå at hig-
artil verandi formadurin,
Sadruddin Aga Khan, i
november hevði boðað frå,
at hann ikki ætladi at
halda fram i formans-
starvinum. Tað vóru øll
norðurlond, ið settu upp-
skot um at velja Poul
Hartling, og einki lima-
land í ST setti seg ímóti
hesum.
105 ST-lond hava játtað
meiri enn 455 miljónir
dollars til hjálpiætlan
Sameindu Tjóða —
UNDP-ætlanin — at nýta
í árinum 1978. Harafturat
meta teir, at:114 miljónir
dollars vilja verða latnir
aftrat komandi mánaðar-
nar.
Barnahjálpargrunnur
Sameindu Tjóða, UNI-
CEF, kemur at fáa 100
miljónir dollars at arbeiða
við í ár.
ST-utvarpskriggj
móti Sudurafrika
i umbúna
Tað ljóðar, at ST-felags-
skapurin til vårs, kanska
longu i mars, hevur i um-
búna at byrja dagligar út-
varpssendingar á stutt-
bylgjum, vendar móti
hvítamannastýrinum í
Suðurafrika, ið ikki hevur
viljað aktað tær samtykt-
ir, ið ST og íðiliga hevur
gjørt fyri at gera enda á
hesum stýri og rasupoli-
tikki stjórnarinnar. Sagt
er, at samráðingar hava
verið við útvarpssteðina
Voice of America og yms-
ar europeiskar, bretskar,
sovjetiskar og kinesiskar
utvarpsstødir um at nýta
útvarpsútgerð teirra.
Sendingarnar skuldu verið
eitt lið í bardaganum móti
aparteid-politikkinum við
einari figgjarætlan uppá
270.000 dollars, siga tíð-
indi úr New York.
millum Amerasinghe og
uttanrikisrådharran i
nýggju stjórnini i Sri Lan-
ka, hevur ivi kortini verið,
um forsetin fór at halda
fram, uttan mun til, at
hann er ein sera nærladur
og dugnaligur diplomatur.
Hetta er einahelst komið
til sjóndar undir teimum
fundum, ið longu hava
verið hildnir.
Fleiri lond, teirra mill-
um Noreg, hava heitt á
stjórnina í Sri Lanka um
at lata Amerasinghe fram-
vegis verða forseti, tí at
hann hevur átt stak góð
evni at leiða fundirnar. Øll
eru vitandi um, at áhuga-
málini hjá teimum ymsu
londunum, ið luttaka, eru
ógvuliga ymisk, og skuldi
verulig kapping farið fram
um forsetasessin, kundi
alt lættliga enda í einum
ruðuleika, vilja flestu vera
við. Fremstu londini í
Asia vildu barst fyri fram-
vegis at sleppa at eiga for-
setasessin, men eisini
onnur lond hevdu væl
kunna hugsað sær at taka
yvir formannskapin.
Jens Evensen
hevur verið borin
uppá mál
Norski havrættarráðharr-
in, Jens Evensen, er ein
teirra, ið nevndur er sum
forsetaevni. Men hóast
dugnaskap sín hava ikki
verið mong, ið hava hild-
ið, at Evensen veruliga
átti nakran meguleika,
siga keldur í New York,
bæði ti at hann kemur úr
einum av ríku oljufram-
leiðandi londunum í Eu-
ropa (Norðsjóvaroljan),
og ti at Noreg er partur av
vesturheiminum.
Sum steðan verður mett
í dag, kemur hin 65 ára
gamli Amerasinghe at fáa
eftirløn frá ríkisstjórn
síni, meðan ST kemur at
gjalda allar vanligar út-
reiðslur í samband við for-
setastarvið, siga hesar
keldur. Sri Lanka sigst at
hava vilja samtykt í hes-
um sjónarmiði, treytað
av, at avgerðin ikki ber
við sær, at álagt verður
landinum meirútreiðslur.
— Avgerð er tó eingin
tikin enn.
Síða 7
Nýggj
ATLAS
framsýning
og sela
opnar
í Klaksvík
"hi y
ør
Vit hava opnað nýggja
forrætning við ATLAS
kekum og húsarhalds-
tólum, hvar tygum
kunna síggja ein av
teimum mongu vekru
ATLAS-kekunum við
tilhoyrandi = el-húsar-
haldstólum útstillað-
um.
Tað verður givið ó-
bindandi tilboð og
koma vit eisini, um
tygum ynskja, út í
heimini og uppmåla
køkin.
Vit hava sera góð
garderopuskápstilboð.
Landsins lagaligastu
gjaldstreytir.
-
-
i
|
re
JOHS. BRANDAL
Klaksviksvegur,
tlf. 55034
KUNNGERD
Eftir lóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um skatt i Føroyum verða allir persónar, sum
skulu verða settir i persónligan kommunuskatt í Vágs kommunu bidnir um,
annaðhvert sjálvir ella við fulltrúa — um so er undir egnu ábyrgd fulltrúar-
gevarans — innan 15. februar 1978 — tó teir, sum skyldugir eru at føra løggiltar
handilsbøkur, innan 1. mars 1978 — at geva upp inntøku sína fyri árið 1977
samsvarandi tey utfyllingarblød við leiðbeining til sjålvuppgåvu, sum komm-
unala líkningarvaldið letur flýggja út til skattgjaldararnar. Serliga verður víst
á, at persónar, sum í yrki sínum vanliga nýta annað rakstrarár enn álmanakka-
árið, hava rætt til í sjálvuppgávuni at nýta rakstrarárið.
Sjálvuppgávan yvir inntøkuna verður soleiðis útfylt latin inn til
VAGS LÍKNINGARNEYND, 3890 VÅGUR
Samstundis letur skattgjaldarin uppgerð yvir ogn sína og skuld við árs enda
1977 til Líkningarráð Feroya, Tórshavn.
Um fullfiggjad sjálvuppgáva yvir innteku ikki er latin inn rættstundis, eins
og frammanfyri er ásett, metir líkningarvaldið inntekuna til eina peningahædd,
sum er í minsta lagi 25% hægri enn nevndin veit um ella ætlar.
Verður inntøkan ætlað, verður hon í minsta lagi sett 25% hægri enn hon var
sett skattaárið frammanundan. Verður fullfiggjað sjálvuppgáva latin inn aftaná
at innsendingarfreistin er úti, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður
við 1% fyri hvønn dag, ið liðin er frá tí innsendingarfreistin gekk út, tó í mesta
lagi við 10%. Hækkingin skal í minsta lagi verða 100 kr. og í mesta lagi 5.000
kr.
Sjálvuppgávur yvir inntøkuna, sum ikki gjølla útfyltar og undirskrivaðar eru
innkomnar til kommunala líkningarvaldið innan áðurnevndu freistir, kunnu
ikki krevjast tiknar til umhugsunar.
Er ognaruppgerðin ikki send líkningarráðnum rættstundis, verður innsend
sjálvuppgáva yvir inntøkuna roknað sum ikki innlatin.
Persónar, sum eru skyldugir at fera leggiltar handilsbekur og skattskyldug
deyðsbúgv, skulu saman við uppgávu yvir inntøku sína senda inn rakstrarrokn-
skap og uppgerð yvir figgjarstand við rakstrarårsins byrjan og enda.
Gjert verður vart við, at útfylt og undirskrivað sjálvuppgáva altíð skal fylgja
við roknskapinum.
Gjert verður kunnugt, at hann, sum móti betri vitan gevur skeiva sjálvupp-
gávu ella gevur skeivar upplýsingar til skattavaldið um innteku ella ogn og við-
urskifti síni, verður sektaður við at hann til kommunu og landskassan betir upp
til 5 ferðir tann skatt, hann hevur svikið.
Um onkur einki útfyllingarblað hevur fingið, fær hann tað við at venda sær til
kommunala líkningarvaldið.
Skattgjaldari, sum einki útfyllingarblað hevur fingið, er ikki frítikin fyri at
geva inn sjálvuppgávu.
Kommunala líkningarvaldið í Vágs kommunu