leygardagur 4. februar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 62827:
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Bladmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Egning og skattur
Í TEIGINUM »skattaspurningar« í
blaðnum mikudagin, var ein spurn-
ingur um skatting av egningarløn.
Svarid var sjålvandi tad, at egning-
arløn er skattskyldug, å sama hått
sum onnur inntøka.
Í HESUM sambandi er tað kortini
ein spurningur, um tað ikki hevði
verið rætt, at framt broytingar við-
víkjandi skatting av inntøku hjá
børnum undir 16 ár, sum verða
skattað saman við foreldrum.
Í STÓRAN mun eru tað dreingir í
skúlaaldri, sum egna, og ongin ivi er
um, at hetta hevur rættuliga stóran
týdning fyri heimaútróðurin kring
landið. Vit hava ta fatan av spurn-
inginum, at um skúladreingir ikki
tóku eina hond í við egningini, so
vildu fleiri bátar ofta mist útróðrar-
dagar orsakað av, at ov lítið var
egnt.
EFTIR EINUM ári kunnu hesir
dreingir koma uppá fleiri túsund
krónur. Á skattarokningini hjá for
eldrunum vilja hesar krónur tyngja
rættuliga munandi. Tá talan er um,
at bæði maður og kona eru í vinnu,
verður ein kompensatión givin fyri
samskattingina. Hetta verður gjørt
á tann hátt, at helmingurin av inn-
tøkuni hjá konuni, tó í mesta lagið
4.000 kr., kunnu dragast frá.
TÁ NÚ BORN undir 16 ár eisini hava
inntøku, so kann talan verða um, at
bæði tríggir, fýra og fleiri persónar
verða skattaðir undir einum. Tað
hevði tí ikki verið órímuligt, um
skipanin, sum er galdandi, tá bæði
maður og kona eru í vinnu, eisini
kom at umfata børn undir 16 ár, so-
leidis at t.d. helmingurin av teirra
inntøku, tó í mesta lagið eitt åvist
krónutal, kundi verið frádrigin.
TAÐ HEVÐI eisini verið ein loysn,
um børn undir 16 ár, sum verða
skattað saman við foreldrunum,
fingu eitt fríkort uppá t.d. 3 ella
4.000 kr., soleiðis at tey kundu havt
ta inntøkuna, uttan at komi undir
skattskyldug.
EIN ELLA onnur skipan á hesum
øki, vildi gagna heimaútróðrinum
munandi, tá vandi annars er fyri, at
foreldur vilja sýta børnum sínum at
egna, tá hesar krónur tyngja skatta-
rokningina alt ov mikið.
sosialurin
Harra blaðstjóri! Gev
mær innivist í blaði tyg-
ara fyri hesum fáu reglum.
Á fyrstu síðu í Dimma-
lætting kyndilsmessudag
1978 er ein grein frá for-
manninum í Sambands-
flokkinum, ið viðger figgj-
armál, sum Fólkaflokkur-
in hevur um hendi í sit-
andi landsstyri, har vist
verður á, at eksportvirðið
er hækkað, meðan skatt-
urin er ikki hækkaður í
sama mun.
Men hesum viðurskift-
um havi eg nú ikki so
nógv skil á, men tað, sum
undrar meg í hesi grein, er
tá eg las hetta pettið, sum
ljóðar soleiðis:
Viðmerkjast kann, at
statsstudningurin er nógv
ektur í hesum tíðarskeiði.
(tað er frá 1972 til 1977).
Hesi orðini fingu meg at
hugsa um, hvussu hetta
kann bera til, tá man hev-
ur hoyrt sambandsmenn
ferð eftir ferð fortelja fólki
um tær ovurhonds dýru
yvirtøkur, sum framdar
eru, og tá man so sam-
stundis fær prógvað frá
formanninum í sambands-
flokkinum, at statsstudn-
ingurin er vaksin so nógv í
sama tíðarskeiði.
Nú er tað, at eg spyrji
meg sjálvan, er tað virku-
liga soleiðis, at jú fleiri
yvirtøkur, jú størri stats-
studningur?
Ein undrunarsamur
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen, altargongd og
talvan gongur til frama
fyri kirkjuna; Vesturkirkj-
an: Hegni Poulsen; Kirk-
jubeur: Kjartan Mørkøre
kl. 12; Kaldbak: Eivind
Vilhelm; Rituvík: Jóhs.
Follend, altargongd; Sela-
trað: Niels P. Danielsen
kl. 12, altargongd; Fugla-
fjørdur: Torkil Beder, alt-
argongd; Funningur: Pet-
ur M. Rasmussen; Vidar-
eidi: S. J. Joensen, altar-
gongd; Dalur: Bergur Jac-
obsen kl. 12; Skålavik:
Bergur Jacobsen kl. 19,
føstugudstænasta; Hval-
ba: Elsa Funding, altar-
gongd; Famien: Johan
Weihe; Sumba: Martin R.
Jacobsen, altargongd.
I kirkjunum i Sandoyar
og Suðuroyar sóknum
gongur talvan til frama
fyri Sjómansmissiónina.
Várkonfirmatión
Konfirmatión verður í
Havnar kirkju 2. april.
Konfirmantarnir byrja at
ganga til á Eysturskúla-
num týsdagin 7. februar
kl. 15.30.
KFUK og KFUM
Almennur felagsfundur
mánakveldið kl. 20 v/
Streingjakórinum: Aftur
føstuklokkan ljóðar.
Spælistovan
í KFUK
verður ikki mánadagin,
men mikudagin saman við
Várgleði kl. 16.
Mikladals sóknar
fráhaldsfelag
Pottasláing verður í Uppi-
stovu í kveld kl. 20.
Missiónshúsið
á Viðareiði
Chr. Høj, fyrrv. skúla-
stjóri, talar og vísur
myndir frá Rom sunnu-
dagin kl. 18.
Stranda
Blákrossfelag
Ársveitsla fyri limum
verður í Missiónshúsinum
sunnudagin kl. 17.
Evangeliska røddin
hoyrist hvert mánakveld
kl. 9 frá Monte Carlo (við
síðuna av Luxemburg) á
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varar eitt korter.
Orð krossins
ið er kristilig sending á ís-
lendskum máli, hoyrist
hvenn leygarmorgun kl.
10. Sent verður á stutt-
bylgju 31 metrum. Send-
ingin varar eitt korter.
Nr. 9 — 4. februar 1978
Norðoyar
Javnaðarfelag
Limafundur verður á Klaksvíkar Sjó-
mansheimi (kjallarin) sunnudagin
12. februar kl. 15. Heitt verður á
limirnar um at meta fjølmentir.
NEVNDIN
Vága
Javnaðarfelag
Aðalfundur Vága Javnaðarfelags
verður í gamla skúla í Miðvági leyg-
arkvøldid 11. februar kl. 20.
Dagskrå sambært låg felagsins.
NEVNDIN
Kunngerð
Sambært $ 8 d í legtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963
um landsskatt og kommunuskatt má avskriving
hjá persónum ikki vera sterri enn so, at skatt-
skylduga inntøkan í minsta lagi er lika so stór
sum livikostnaðurin eftir tí til eina og hverja tíð
galdandi prístalsgrundarlagi.
Visandi til løgtingslog nr. 5 frå 5. februar 1976
skal her verða sagt frå, at nevndi livikostnaður
fyri skattaárið 1978/79 er kr. 33.000, —.
Líkningarráðið hevur samtykt hesar broytingar
í frádráttunum fyri skattaárið 1978/79.
Fyri ferðing til og frá arbeiði er loyvdur ein frá-
dráttur uppá 50 oyru pr. km. útyvir 3 teir fyrstu,
eina ferð fram og aftur dagliga.
Fyri skattaárið 1978/79 verður nettovirðið á
mjólkineytum roknað við í sjálvuppgávuna við
900 kr., har ein kúgv er, og 1800 kr. fyri hverja
kúgv, har fleiri neyt eru, um ikki annað fram-
gongur av greiniligum roknskapi.
Tórshavn, 30. januar 1977
Líkningarráð Feroya
UTSØLA
Vegna at eg ætli at halda uppat vid
hattabud mini, er utsøla av hattum,
húgvum, turbanum v.m.
Petra Holm
tlf. 75027 — Hvalba