Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 9 — 4. februar 1978 48 ár til skips Við hvalakókara í Suðuríshavinum. Á land í Kap Hatteras. Bjargaður av brennandi skipi. Bumbaður undir krignum. | bjargingarlinu av islendskum trolara — og tó dámar honum ikki luktin í Fuglafirði. Hann heldur ikki, at fuglfirðingar eru erkvisnir Theodor Johannesen úr Fuglafirði, sum í gjár rundaði tey sjeyti, greiðir her frá einum parti av tí, sum honum hevur verið fyri í sínum 48 árum á sjónum, í samrødu við SOSIALIN Øll tey fyrstu árini Theo- dor var til skips, var hann við deyðsiglara. Fyrsti túrurin var í 1923, og var hann øll árini við sama skipi, »Guide Me< úr Fuglafirði. Seinri var The- odor aftur við sama skipi, og minnist hann serliga ta ferðina, tá Emanuel og Laura gingu burtur. The- odor greiðir frá: Vit komu heim, og tey vóru á veg til fiskiskap. Vit áttu at verið nærhend- is teimum, har tey gingu burtur. Hetta var millum Ísland og Feroyar — kanska nærri Íslandi. Veðrið var av tí allar ring- asta. Hetta var í 1932. Í 1928 fór Theodor út at sigla Fyrsti báturin, hann var við, var Rita Mærsk, og serliga varð siglt millum lond í norður Europa. Tríggjar vikur í ísinum — Fyrsti túrurin gekk til Leningrad og lastaðu vit timbur til Onglands. Á veg úr Leningrad komu vit at liggja tríggjar vikur fastir í ísinum í Oyrasundi Vit áttu at liggja nakað beint uttan fyri Keyp- Hvalabátur kemur við fongi mannahavn. Einaferð minnist eg, at gamla Tjaldrið kom framvið. Langt um leingi komu so ísbrótarin, og tå tók hann fleiri skip út við, sum hev- du ligið fest í ísinum. Eg fór so av aftur hesum bát- inum móti sumri, og fór tá við eðrum báti. Rendu á land Við ti bátinum fóru vit so skjótt yvir til Amerika. Har sigldu vit við sukri millum New York og Cu- ba. Av og á fóru vit inn aðrastaðir. Til demis minnist eg einaferð at hava hildið jól í Florida. Einaferð, vit komu út aftur av Florida, sigldu vit uppá Kap Hatteras. Hetta var ein kappi, sum er 300 fjórðingar sunnan fyri Nor Folk. Vit komu ov nær, men tí betur var av aliar besta veðri. Um so ikki var, komu vit ong- antid avaftur í heilum líki. Fóturin til róðrið brotnaði soleiðis at róðrið fór inn undir skrúvuna, men komu vit tó avaftur við egnari hjálp. Hetta hendi ein friggjadag, og lógu vit líka til sunnudag, tá ein sleipibátur kom okkum til hjálpar. Vit høvdu hvørki radio ella nakað annað, men tíbetur hevdu tey sæð okkum inni frá landi. Vit vórðu so sleipaðir til Nor Folk, skipið varð fyri- bils umvælt. Eftir hetta varð farið til New York, har vit fóru í dokk, har vit lógu umleið ein mánað. Kap Hatteras Tað var vanligt at donsku bátarnir skiftu bekur í- millum sín, og bar ikki vandari á, at fyrsta bók eg sá eftir henda tilburð, var ein frásegn um, hvussu vandamikið tað var at sigla á leiðini við Kap Hatteras. Eg kundi ikki annað enn geva tí, sum bókina hevði skrivað, rætt í ellum, hann skriv:ði. Tá skipið v. vælt fóru vit aftur at sigla. Vit vóru tá time-chartaðir, og hevur hetta verið um tað mundið, tá hin stóra kreppan var í Amerika. Tidirnar gjørdust ógvu- liga ringar, og ógvuliga torført var hjá okkum at fáa nakran farm. Eg minnist, at vit tá lógu eina viku uttanfyri Santiago, saman við einum norskum báti, og bíðaðu eftir nærri boðum. Endiliga eydnað- ist tað okkum at fáa hend- ur á eini last av sukri frá Cuba og yvir til London. Bumbaðir Síðani 1932 var Theodor Menn flensa, meðan hvalurin liggur uppá síðuna av hvalakókaranum við ymiskum føroyskum skipum. Hann sigldi øll kriggs- árini. Einaferð vórðu teir bumbaðir. Hann greiðir soleiðis frá tilburðinum: Einaferð fóru vit úr Onglandi við Norðbúgva- num. Stella Argus fylgd- ist við okkum. Tá vit vóru komnir nakað úr landi kom ein flúgvari eftir okkum. Teir kastaðu bumbur og skutu eftir okkum. Ein av bumbu- num kom so mikið nær skipinum, at alt skalv, men einki serligt hendi kortini. Tað var tíðliga um kvøldid og eg sá flúgvar- arnar. Hetta var i 1940, og voru vit å veg heim til Føroya. Vit høvdu verið i Fleetwood og selt. Annars merkti eg ikki nógv til kriggid. Sjálvandi sóu vit flúgvarar og kav- bátar, men tað hendi okk- um einki. Einaferð seinri kom ein flúgvari eftir okk- um. Vit ivaðust ikki í, at hann fór at skjóta eftir okkum, men hetta hevur helst bert verið ein njósn- ari. Á land í Íslandi Nakrar túrar var Theodor við Hjordis. Hann var eis- ini við, tá eldur kom í skipið, og tað fórst. Eisini eina aðra ferð var Theodor við skipi, sum fórst. Hetta var við íslendska trolara- num Jón Baldvinsson. Um henda tilburðin greið- ir Theodor frá: — Tað var av allar fín- asta veðri. Vit komu ov nær, og fastir stóðu vit. Vit vóru tó so mikið hepn- ir, at vit vóru komnir so mikið niðan í fjøruna. Utt- anfyri vóru nógv sker, so óvist hevði verið, um vit vóru farnir upp á okkurt av teimum. Sjálvt um gott veður var, breyt illa. Mannsskaði hendi tíbetur eingin. Vit vóru allir sjór- aðir upp á land í bjarg- ingarlinu. Við hesum trol- aranum vóru vit 17 føroy- ingar, og til alla lukku var eingin føroyingur å brunni, tå stoyturin hendi. Theodor var try ár við islendskum skipum og var so i 11 år vid Olavi Halga. Sidani hann slepti sjon- um, hevur hann tikist við ymiskt å landi, og hesi seinastu årini å trolvirki- num. Við hvalakókara — Í 1930 var eg í Keyp- mannahavn, og har fekk eg tjans við einum hvala- kókara. Hetta var heilt av tilvild. Eg hitti ein annan føroying har niðri, sum spurdi meg, um eg hevði hug at royna ein túr við einum hvalakókara suðuri í Íshavinum. Tað helt eg vera vert at royna, og við tí skiltust vit. Tá eg so ein dagin siti á Sjómansheiminum, ringir reidariid hjá A. P. Møller, og bidur meg koma. Eg fekk tå bod um at fara til Sandefjord, har båtarnir logu. Eg hugsi, at A. P. Møller og Anders Jari i Sandefjord høvdu eitt vist samarbeidi, tí báturin sigldi undir donskum flaggi. Báturin kallaðist Fraternitas, og hugsi eg, at hetta er einasti hvala- kókari, sum hevur siglt undir donskum flaggi. 2. august varð so hildið avstað, og gekk leiðin fyrst til Curaqao, har vit skuldu bunkra. Hagani gekk leidin til Cape Town i Sudurafrika. Allan vegin fylgdust vit við fimm smærri hvalabátum. Í Cape Town varð seinasta útgerðin tikin. Í hvalakókaranum vóru 158 mans, og saman við teimum á hvalabátunum, vóru vit 208 mans. Tá eg kom umborð minnist eg, at eg spurdi, um vit fingu klæðir. Jú hetta varð játtað, og so var. Eg fekk alt umborð har, uttan spiritus og konufólk. Arbeiðsloysi Hesa tíðina var arbeiðs- loysið ógvuliga stórt. Vit vóru nærum komnir uppá pláss, tá vit vórðu varir við tveir mans, sum hev-