leygardagur 4. februar 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 4. februar 1978
sosialurin
du stúvað seg saman við
proviantinum. Einki var
at gera, enn at lata teir
verða, men tað varð bein-
anvegin gjørt teimum
greitt, at teir bert fingu
løn fyri yvirtiðina. Tó stóð
verri til umborð á einum
av teim smærru hvalabåt-
unum. Har hevdu ikki
færri enn 14 mans krógv-
að seg umborð.
Tá menn vórðu varir við
teir, vóru vit komnir nak-
að vestur um Ongland, og
mátti hesin báturin seta
inn í Onglandi við monn-
unum. Í einum eðrum
báti, vóru tveir funnir
deyðir niðri í rennisteini-
num. Tað hevur ivaleyst
verið ov lítið av frískari
luft har, so tað skilst, at
tað vóru nógvir, sum hev-
du hug at sleppa við á ti-
líkar túrar. Eitt, sum
trekti nógv, var lenin.
Hon var ógvuliga góð,
nógv betur enn við farma-
bátum ella eðrum. Fyri
niggju mánaðar, sum túr-
urin vardi tilsamans, fekk
eg 3.600 kr. Tá var vanlig
ársinnteka hjá einum
fiskimanni 700 krónur.
Nógvur proviantur
Túrurin vardi í umleið
hálvt ár, og hugsa vit um,
at vit skuldu hava provi-
ant við til meir enn 200
mans í eitt hálvt ár, var
ikki smávegis, vit høvdu
við. Teir, sum hevdu ar-
beitt uppá proviantin
segdu, at tað gingu fleiri
dagar at fáa alt umborð.
Hóast nógvir dagar gingu
frá tí, vit hevdu bunkrað í
Curaqao, og til vit vóru
komnir uppá pláss, so
gekk tíðin skjótt. Allir
mans vórðu settir til at
skilja epli. Tað var eitt
eðiligt arbeiði.
Úr Cape Town
26. september: Holdes
menstring: Afgang Cape
Town. Theodor lesur úr
dagbókini hann førdi fyri
túrin.
— Tað var so nógv fólk
umborð, og eingin kendi
hvenn annan. Tað var tí
neyðugt, at allir skuldu
Við Ólavi Halga var Theodor í 11 ár
standa á dekkinum, so-
leiðis at tað bar til at telja
fólkið. Onkrir av norð-
monnunum hevdu áður
arbeitt á hvalasteðini í
Lopra. Hetta fekk eg
seinri at vita.
Vit hevdu av allar besta
veðri úr Cape Town og
niður í ísin.
Frá Cape Town var siglt
at kalla beint suðureftir,
og hugsi eg, vit sigldu
umleið eina viku. Tá vit
nærkaðust ísinum, fór ein
av hvalabátunum fram-
um. Manningin á hesum
hevði verið har fleiri ferðir
áður, og vóru kunnugir
við viðurskiftini. Hetta
var serliga fyri at finna,
hvar best var at leggja
hvalakókaran. Vit skuldu
liggja innan fyri ísin; har
var slættari.
Hvalakókarin, sum vit
vóru við, var ein av teim-
um gomlu. Tá vóru einir
tveir, sum kundu hála
hvalirnar upp gjøgnum
hekkuna.
Tá vit so vóru komnir
upp á pláss, fóru teir
smærru hvalabátarnir út
at veiða. Væl gekst, og
nógvur hvalur var at fáa.
Tað sá út sum tað trekti
eystureftir, og fóru hvala-
bátarnir sama veg tvert
við ískantinum. Vit vóru
tá eysturi á 140 gradum.
Størsti hvalurin
117 fótur
Á hesum túrinum fingu
vit 1086 hvalir, og fram-
leiddu vit 88.000 fet. Tað
var somikið nógv til at fáa
av bláhvali, at tað so at
siga bert varð roynt eftir
honum. Stersti hvalurin
vit fingu var 117 fetur. Tá
hesin hvalurin kom á borði
vóru glómur í monnum.
Teir søgdu, at tilikir hval-
ir ikki vóru um hesar leið-
ir.
Sum sagt var hetta ein
av teimum eldru hvala-
kókarunum, so hvalirnir
máttu flensast, meðan teir
lógu uppá síðuna av skip-
inum. Eisini nýttu teir so-
kallaðar doriur. Fyrst
bleiv hvalurin flensaður
har frammi. Frammi á
a
Tá íslendski trolarin Jón Baldvinsson fór á land í 1955
skipinum vóru sokallaðir
spikplanir, og fingu teir
skorið gjøgnum 'spikið
langar álir aftur eftir hval-
inum. Hesar vóru síðani
hivaðar umborð á dekkið.
Búkurin var somuleiðis
skorin frá, men tá hann
skuldi hivast umborð,
máttu tveir ella triggir
bummar til. Hesir lyftu
eini 25 tons hver. Alt var
síðani koyrt í teir stóru
ketlarnar har afturi í skip-
inum. Hetta var ikki sum
degurðapotturin heima.
Bert hevdið á hvalinum
vigaði eini 25 tons. Hval-
irnir lógu um 100 tons
hver. Roknað verður við
einum tonsi til fótin. Vit
vóru allir mynstraðir upp
á tvey ár. Hetta var av
teirri grund, at um vit ikki
sluppu útum aftur ísin,
máttu vit bert vera liggj-
andi veturin yvir. Annars
er tíðarskeiðið til at skjóta
hval bert til einaferð í
mars. Tá byrjar veturin
har niðri.
Hetta var fyrsta árið, at
vit ikki fóru inn í sjálvt
Rosshavið. Uttanfyri
Rosshavið liggur ein is-
brúgv, sum ein noyðist í-
gjøgnum, men innanfyri
er eingin isur. Hesaferð
fóru vit als ikki inn hagar,
ti tað var nógmikið av
hvali uttanfyri.
— Eg minnist ein dag-
in, tá fingu bátarnir 24
hvalir. Tá máttu bátarnir
steðga við at fara út aftur
til vit vóru klárir aftur at
taka ímóti. Hægsta vit
kundu arbeiða var 800—
1000 fot um samdegrið, og
hvalirnir kundu heldur
ikki vera ov gamlir.
Í januar kom tangabát-
ur til okkara eftir lýsinum,
vit tá hevdu framleitt.
Annars sóu vit ongan
annan hesa tíðina.
Heima aftur
Vit sigldu heimaftur við
fullum farmi fram við ís-
kantinum. Nú einaferð
vóru vit allir róptir upp á
dekkið at hyggja eftir
Prinsesse Ragnhildsland.
Hetta sama år hevdi ein
norskur flågvari funnið
hetta landið. Tá var nors-
ka prinsessan Ragnhild
fødd, og fekk hetta nýggja
landið navn eftir henni.
Vit hildu leiðina víðari, og
fóru, eins og á útferðini,
eisini hesaferð inn aftur í
Cape Town, at taka olju
og proviant.
Heimaftur hevdu vit
av ringasta veðri. Vit vóru
tá noyddir at sleipa tveir
av teimum smærru bát-
unum, sum ikki kundu
klára seg í ódnarveðri-
num. Hetta var gjøgnum
40 gr. beltið — tað sokall-
aða stormbeltið. Hetta
gongur líka frá suðurend-
anum á Suðuramerika og
heilt tverturum.
Tvey ár at sleppa
av við lýsið
Úr aftur Cape Town varð
aftur steðgað í Wal Walsh
Bay. Hvalabátarnir vóru
allir lagdir har, og vit tóku
fólkið av teimum, burt-
ursæð frá nekrum fáum,
sum skuldu vera eftir sum
vaktarmenn. Vit bunkr-
h
Fi
Deyðsiglari i illveðri
aðu so aftur í Kap Verd-
isku oyggjunum. Plássið
æt St. Vincent. Hetta var
seinasta plássið vit vóru
inni í, áðrenn vit, 40 dagar
seinri, aftur vóru í Sande-
fjord. Somikið gjerdi tann
figgjarkreppa, sum tá var
um allan heim, at hesin
báturin, sum vit hevdu
verið við, lá í heili tvey ár,
áðrenn hann slapp av við
lýsið. Eg minnist hetta, tí
vit beinanvegin fingu nak-
að av avrokningini, og
Framhald á síðu 12