leygardagur 4. februar 1978síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
Nr. 9 — 4. februar 1978
=
olju- og ravmagnsprisum
koma skúlarnir at spara
einar 400.000 krónur ár-
liga. Myllan er roknað at
hava eina livitið uppá
millum 30 og 40 ár.
Útfrá virdmátingum,
sum eru gjerdar á trimum
vedurstøåum nær við
Tvind, verður mett, at ár-
liga framleiðslan hjá myll-
uni verður um 4 mill. kilo-
Watttímar. Hetta er nóg
mikið til at upphita 120
meðalstór sethús.
Ein partur av ravmagn-
inum skal sum sagt nýtast
til at upphita vatn til
miðsteðuhitaverkið hjá
skúlunum og til heitt
vatn. Vatnið verður upp-
hitað í væl isoleraðum
tangum, sum eru lagdir
undir jerð. Í tíðarskeið-
=
inum, tá tað er stilli, kann
vatnið halda sær heitt í
tangunum í 10 dagar, tá
hitin er — 4 stig.
Eftir utrokningunum
kemur myllan í meðal at
framleiða eini 50.000 kilo-
Watttimar meir um mán-
aðin, enn skúlarnir hava
brúk fyri. Um ein avtala
fæst í lag við el-feløgini, er
ætlanin at koyra yvir-
skotsframleiðsluna út á
el-netið
Umfatandi
trygdartiltøk
Tann risastóra myllan,
sum stendur nær við skúl-
arnar krevur umfatandi
trygdartiltøk. Kjarnar í
trygdarskipanini er ein
datamaskina, sum stýrir
virkseminum hjá mylluni.
Trygdarskipanin verður
gjørd soleiðis, at um myll-
an ikki virkar fullkomiliga
sum hon skal, so skal
datamaskinan leggja tað
til merkis, og steðga myll-
uni beinan vegin.
Ongantíð fingist
við tílíkt fyrr
Tað eru nakrir av lærar-
unum á Tvindskúlunum,
sum standa fyri bygging-
ini av mylluni, saman við
erðum sjálvbodnum ymsa
staðni frá úr Danmark.
Øll, sum luttaka í bygg-
ingini, arbeiða undir somu
treytum. Tey fáa onga
len men KkoOSt, logi og
lummapening
Øll hava tey eisini eitt
Fundamentið er 24 metrar í diametur í botninum
El-generatorurin vigar 12 tons. Hann er keyptur úr Sveríki
til felags. Ongin teirra
hevur fyrr fingist við ti-
líka bygging, og tí noydd-
ust tey fyrst at útvega
sær kunnleika um, hvussu
= 8
arbeiðið kundi gerast, og
hvat tilfar skuldi nýtast.
Teir vaksandi
orkuprísirnir
Beinleiðis orsekin til at
farið er undir byggingina
av mylluni, vóru teir stød-
ugt vaksandi orkuprísir-
nir.
Í undirvísingini á
Tvindskúlunum verður
rættuliga stórur dentur
lagdur á samfelagsviður-
skiftir. Á Det nødvendige
Seminarium skulu næm-
ingarnir t.d. fyrst læra alt
tað tilfarið, sum verður
lært á teimum vanligu
Tað síðsta veingjablaðið er komið uppá pláss
læraraskúlunum, og aft-
urat hesum skulu teir seta
seg inn í nógv samfelags-
viðurskifti bæði í Dan-
mark og eðrum londum,
gera praktiskar royndir í
samfeløgunum og síðan at
gera sínar metingar aft-
aná.
Í sama anda er eisini
farið undir mylluna. Teir,
sum hava bygt hana,
vildu hava eina bíliga
orkukeldu, sum ikki skap-
ar dálking, og sum ongin
hevur monopol uppá.
Kanningar vístu, at tað
er vindur í Tvind í meðal
300 dagar um árið, og tí
varð vindorkan vald.
Framhald frá síðu 9
skuldu fáa restina, tá last-
in var seld. Tað gingu
tvey ár, áðrenn eg fekk
restina av pengunum.
Pensionistar
letingar?
Navnframur feroyskur
blaðstjóri sigur, at pensi-
onistar eru letingar. Eru
pensionistarnir í Fugla-
firði letingar?
— Tað haldi eg ikki.
Allir sum kunnu arbeiða,
teir ganga ikki fyri einki.
Tað vildi verið alt ov keði-
ligt at ligið inni. Tað at
fáa pensión havi eg altíð
tikið sum eina trygd, tá
ein ikki kann arbeiða
meira.
Erkvisnir?
Onkur hevur sagt, at ein
ikki skal geva luktinum
her í bygdini gætur. Fugl-
firðingar eru bert erkvisn-
ir. Er hetta so?
— Jú, víst luktar. Skit-
fiskur í sær sjálvum hevur
handa luktin í sær. Til
dømis hesir bátarnir, sum
landa svartkjaft og bris-
ling og annað tílíkt, tað
merkja vit ikki so nógv til.
Hetta luktar einki afturi-
móti skitfiskinum.
Tað ringasta er tó ikki
lukturin, men roykurin.
Fólk hava hongt hvítt toy
út á snór, og tikið tað
sóljugult innaftur. Serliga
galið er um summarið.
Kanska hevði tað verið
ein fyribilsloysn, at virkið
brendi reinari olju — um
ikki annað, so um summ-
arið.
Tað varð einaferð sagt,
at virkið skuldi vera 99%
luktfritt. Eg haldi ikki,
tað er so frægt sum eitt
prosent luktfrítt.
Ein Sosialur
Theodor er javnaðarmað-
ur, og tað hevur hann
verið leingi.
— Tað havi eg verið,
síðani eg fekk valrætt.
Eg minnist tá vit
gjørdu lista í 1938 og
vórðu tá tríggir mans
uppstilladir. Eg minnist
ikki nakra serstaka mót-
stødu móti javnaðarmonn-
um her í bygdini, sum tað
var aðrastaðni, eitt nú í
Havn. Tað var einki sum
tað er í dag — serliga frá
nøkrum persónum.
Javnaðarhugsanina
fekk eg, tá eg var í Dan-
mark. Eg minnist tá eg
var umborð og teir fingu
øll blødini. Tá søgdu teir:
Det er vores parti.
Eina tid var eg einasti
haldari av Sosialinum her
i Fuglafirdi. Hetta var
tann tidin, tå talvurnar
vóru, og eg setti Sosialin
upp å talvuna. Onkur var
óður um hetta, men lisin
varð hann. So sjálvt um
tað bert var tann eini
Sosialurin, sum kom til
bygdina, vóru tað fleiri,
sum lósu hann, endar
Theodor Johannesen.
| [fy I)
PARTAFELAGIÐ
STAR SHIPPING
Vit ferma
hvenn týsdag
hvenn hósdag
hvenn friggjadag
í Álborg
í Keypmannahavn
í Esbjerg
í Drammen aðruhverja viku
í Halmstad aðruhverja viku
í Álesund triðju hverja viku
(næstu ferð 22/2)
(næstu ferð 15/2)
(næstu ferð 27/2)
í Sandnes triðju hverja viku
(næstu ferð 14/2)
Vanligir kontainarar
og frystikontainarar eru tøkir
AVGREIÐSLUR:
Kebenhavn:
DFDS A/S
Sankt Annæ Plads 30
1295 Kebenhavn K
Telefon: 01)156300 Telex: 19435
Góðsavgreiðsla: Sluseholmen
Álborg:
E. A. Bendix & Co. A/S
Nyhavnsgade 9 (box 651)
9100 Aalborg
Telefon: 08) 138300 Telex: 69643
Esbjerg:
DFDS ekspedition
Englandskajen
6700 Esbjerg
Telefon: 05121700 Telex 54151
Halmstad
AB Th. Schéle
Bredgatan 2 (box 92)
30102 Halmstad
Telefon: 035)100440 Telex: 38100
Drammen:
Seeberg & Nielsen Ltd. A/S
P.O.Box 667
3001 Drammen
Telefon: 02)818180 Telex: 18772
"Alesund:
Mørerutene A/S
6001 Ålesund
Telefon: 23313 Telex: 42738
Sandnes
T. Schanche Olsen
Telefon: 66028
Trondheim
B. S. Shipping Co
Havnegaden 9
Telefon: 20088
Partafelagið
STAR SHIPPING