mikudagur 8. februar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tørshavn
Føroya Javnadarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Utgevari:
Blaðstjóri
Blaðmenn:
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Uppseting:
Prent:
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Såttmåli fyri árið
EITT GOTT framstig í sáttmálasam-
ráðingunum við felagsmarknaðin
var tað, at samráðingarúrslitið, sum
í dag liggur á tingborði, er galdandi
fyri alt árið 1978, ístaðin fyri sum
higartil, at samráðingar bert góvu
úrslit fáar mánaðar ísenn.
FINGIÐ er nú eitt úrslit, sum gevur
okkum føroyingum eitt grundarlag
fyri fiskiskapi í 1978, sum vit saman-
um tikið kunnu vera nøgdir við.
TAÐ SUM týðir nógv fyri okkum, er
at vita, at vit hava sáttmálar til allar
síður fyri árið, at okkara fiskifloti
hevur møguleikan til eitt ársúrslit,
sum vit kunnu vera nøgdir við. At
vit framvegis megu geva part av
okkara egna stovni, so vit sjálvir
kunnu fáa burturav hjá øðrum, er
ein leið, sum er neyðug fyri at
tryggja okkum ta neyðugu javnvág-
ina í fiskivinnuni.
LINJAN, sum fylgd hevur verið, at
vit við samráðingum til allar síðir
fáa mest burturúr, hevur rokkið á
mál á hesum sinni. Av týdningar-
mestu stovnum á heimaleiðum,
toski og hýsu hava EF lond loyvi at
fiska uppí ávikavist 3400 tons og
3.600 tons.
AT VIT fingu 8.500 tons av rækjum í
Grenlandi er eitt úrslit, sum liggur
omanfyri tað, menn væntaðu. Við
galdandi prísum, verður hetta at
nøkta tann tørv, vit hava brúk fyri
við tí rækjuflota, vit hava. Eisini í
samríkisgrundarlagnum er fingin
trygd fyri, at hesin felagsskapur
gevur okkum fyrimun. Hóast lima-
skapur Danmarkar í EF gevur teim-
um skyldu eisini at lata aðrar fáa
burturav er sligið fast, at við ríkis-
felagsskapi við Danmark, hava vit
fingið eitt munandi betri úrslit, enn
vit høvdu fingið, um vit stóðu uttan-
fyri.
SAMANUMTIKIÐ hevur samráð-
ingarúrslitið fyri árið 1978 givið okk-
um ein góðan sáttmála við EF.
sosialurin
Frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag:
24. januar skipaði Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
fyri felagsfundi um by-
ráðsmál. Byrådslimirnir
hjá flokkinum, Jákup
Suni og Leivur, vóru á
fundi, og vóru annars
nógvir limir mettir.
Á fundinum varð ser-
liga tjakast um telefon-
viðurskifti, ferðslutrupul-
leikar í býnum og somu-
leiðis um setan av starvs-
fólki til ellisheimið í Havn.
Frá nevndini verður sagt,
at so stórur áhugi var fyri
tílíkum evnum, at tey
hava í umbúnað at skipa
fyri fleiri av tilikum fund-
um.
dagbókin
Føstu-
gudstænastur
I kvøld kl. 20:
Vesturkirkjan: Bergur
Jacobsen; Skáli: Jóhs.
Follend; Fuglafjørdur:
Niels Pauli Danielsen
(Heimamissiónssangbók-
in); Geta: Torkil Beder;
Oyndarfjerður: Peter Pet-
ersen; Eiði: Petur M. Ras-
mussen; Kollafjerður:
Axel Tórgarð, altargongd;
Vágur: Martin R. Jacob-
sen.
Hóskveldið kl. 20:
Hósvík: Peter Petersen;
Klaksvík: Petur M. Ras-
mussen; Sumba: Martin
R. Jacobsen; Katólska
kirkjan: Messa í kveld kl.
18.45.
Missiónshúsið
við Landavegin
Møti hóskveldið kl. 20.
Filadelfia
Systurmissiónin í kveld
kl. 20 (offur til Thailand).
Evangeliihúsið,
Trondargøtu
Missionsmøti hóskveldið
kl. 20.
Kirkju- og missi-
ónshúsið, Argjum
Bønarmøti i kvøld og tvey
komandi kvøld kl. 20.
Sion, Vågi
Evangeliskt møti i kvøld
kl. 20. Dennis Burnett tal-
ar og syngur.
Fyrilestur
Hóskveldið kl. 20 heldur
Johan Weihe tridja fyri-
lesturin um navnframar
gudfrødingar úr okkara
eld. Fyrilesturin er um
Karl Barth og verður á
Fróðskaparsetrinum.
Uppistova
Ungmannadeildin hevur
fostulávintsveitslu í kveld
kl. 20. Atgongupeningur.
Várgleði og
Spælistovan
Fundur í KFUK í dag kl.
16.
KFUM og -K
Almennur bibliufundur v/
Høgna Poulsen, presti,
verdur i KFUK hoskvøld-
ið kl. 20. Evni: náði —
náðievni — náðigávur.
KFUM
Ungmannadeildin hevur
fund í kveld kl. 20 við frá-
greiðing um ytri missión,
framhaldsseguni, ljós-
myndum og andakt.
KFUM-skótar
Í kveld kl. 21: Mikukvøld
i føstu.
Stranda hagi
Hagafundur verður hós-
kveldið kl. 20 á Brand-
steðini í Klaksvík. Skráin
verður sbrt. gr. 8 í lógini
og ymiskt.
Lærarasetan
Skúlastjórnin hevur sett
Marionnu Dahl sum lær-
ara á Venjingarskúlanum
frá 1. august 1977 at
rokna.
Orð krossins
ið er kristilig sending á
íslendskum máli, hoyrist
hvenn leygarmorgun kl.
10. Sent verður á stutt-
bylgju 31 metrum. Send-
ingin varar eitt korter.
MOYDALSVEGUR 8
SN TLF 15222
Nr. 10 — 8. februar 1978
Góður fundur
um býráðsmál
Opið hús
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag fór seinasta heyst
undir nýtt tiltak. Opið hús
varð hetta kallað, og varð
skipað soleiðis fyri, at åvis
kveld vóru avsett til hetta
endamál, har oll áhugaði
kundu stekka inn á gólv-
ið, at práta um ymisk
aktuell viðurskifti. Hetta
fekk so góða undirteku tá,
at felagið nú fer at taka
uppaftur henda tåttin.
Opið hús verður nú aftur
14. februar, 4. april og 18.
april. Annars fer felagið at
skipa fyri felagsfundum 1.
mars, og 14. mars. Somu-
leiðis er ætlanin at hava
ein almennan fund eina-
ferð í mai.
Fleiri limir
Limatalið í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag veks-
ur stødugt, og má hetta
takast sum eitt demi um
at fleiri og fleiri fólk taka
undir við stevnu flokks-
ins, og tí politikki sum
flokkurin stendur fyri.
Tá felagið sendir út
brev til limirnar, hendir
ofta, at nøkur av teimum
koma aftur. Hetta er ti at
limir eru fluttir til annan
bústað, og heitir felagið tí
á fólk, sum flyta bústað,
um at siga felagnum frá.
Hetta eigur at gerast til
kassameistaran, sum er
Henry Róðá, Hetlands-
vegi 6, 3800 Tórshavn.
Norðoyar
Javnaðarfelag
Limafundur verður á Klaksvíkar Sjó-
mansheimi
12. februar kl.
(kjallarin) sunnudagin
15. Heitt verður á
limirnar um at meta fjølmentir.
NEVNDIN
Starvsmanna-
felagið
Boðað verður til ársaðalfundar á
Hotel Føroyum hóskveldið tann 23.
februar 1978 kl. 19.30.
Dagsskrå sambært grein 19 i
lågum felagsins.
Møgulig uppskot frá limum mugu
vera felagnum í hendi í seinasta lagi
tann 16. februar 1978.
NEVNDIN
15. februar!!
Seinasti dagur at fáa endurgjald frá
sjúkrakassa tínum fyri rokningar,
sum eru frá 1977, er hin 15. februar
1978.
Tí verður biðið um, at allar rokn-
ingar viðvíkjandi 1977, sum sjúkra-
kassi skal lata endurgjald fyri, verða
innsendar
nevndu freist.
ella fráboðaðar
innan
Vegna allar sjúkrakassar
í Føroyum
MEGINFELAGIÐ