mikudagur 8. februar 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 8. februar 1978
sosialurin
Síða 3
ÍSF ynskir meira
pening at arbeiða við
Hevur biðið um fund við figgjarnevnd løgtingsins
Arbeiðsuppgávurnar
hjá Ítróttasam-
bandinum gerast fleiri og fleiri, og tað
skerst ikki burt, at tann peningur, sum
verður latin til ítróttina á hverjum ári,
ikki strekkir til. Tað er vón okkara, sum
arbeiða innan ÍSF, at tað almenna vil
vaksa um studningin
Soleiðis sigur nývaldi for-
maðurin í ÍSF, Jógvan
Arge. Á fíggjarlógini,
sum landsstýrið hevur
lagt fyri tingið, eru ætl-
aðar 450.000 krónur í
studningi til ÍSF. Hetta er
minni enn í fjør, tá studn-
ingurin til raksturin var
573.000 krónur — ið tó
fyri ein part var ætlaður
til at gjalda gamalt hall.
Peningaspurningurin
hjá ÍSF varð vidgjørdur á
stjórnarfundi i januar
mánaði. Her var stjórnin á
einum máli um, at umboð
fyri stjórnina skulu biða
um ein fund við figgjar-
nevnd legtingsins.
— Væntandi verður
hesin fundurin fyrsta dag-
in, og eftir ti vælvild, sum
vit hava fingið hesi sein-
astu árini, so ivist eg ikki
í, sigur Jógvan Arge, at
tað verður meguligt at
regulera studningin upp-
eftir.
Av teimum 450.000
krónunum, sum skotið er
upp at lata ÍSF í 1978,
skulu tær 150.000 kr.
brúkast til at gjalda húsið
og stjórnarútreiðslur av
ÍSF. Sostatt eru bert
300.000 kr. eftir til virk-
semið hjá teimum 10
deildunum, sum eru um-
boðaðar í ítróttarsam-
bandinum. Jógvan Arge
heldur, at tað hevði verið
gott, um landið hevði vilja
goldið tær 150.000 .-ón-
urnar til húsið umtramt
studningin uppá 45.000
krónur.
Neyðugt við
skrivara
Á aðalfundinum seinasta
leygardag tyktust fle øll
felog at vera amd um, at
tað er neyðugt við einum
skrivara at taka sær av
arbeiðsuppgávum hjá
ÍSF. Men hetta kostar
eisini pening. Ro!:nast
kann við, at utreidsl :rnar
av einum skrivara vera
umleið 100.500 kronur.
Hetta er m.a. eisini orsøk-
in til, at ÍSF nú ynskir at
tosa við figgjarnevndina.
Stendur fyri
hansara rokning
Á aðalfundi ÍSFs segði
fráfarni formaðurin, Er-
hardt Næss m.a., at i-
trótturin ikki hevur fingið
tær semdir, sum hava
verið neyðugar. Í hesum
sambandi vórðu gjerdar
atfinningar at limum í
figgjarnevnd løgtingsins.
Til hetta sigur Jógvan
Arge, at tær metingar,
sum formaðurin gjerdi á
aðalfundinum, standa fyri
hansara egnu rokning. Eg
taki ikki undir við hesum
atfinningum, tí tað er ein
royndur lutur, at ÍSF hev-
ur fingið góðar semdir frá
legtinginum hesi seinastu
árini.
Ikki sama fíggjarár
Ein av trupulleikunum hjá
ÍSF er, at tað hevur ikki
sama figgjarár, sum land-
ið. Meðan figgjarårid hjá
landinum røkkur frá april
til síðst í mars, er figgjar-
árið hjá ÍSF frá november
til síðst í oktober. Hetta er
orsekin til, at ÍSF ein
stóran part av árinum ikki
veit, hvat tað fær av pen-
ingi at arbeiða við. Fyri at
beta nakað um hetta er
ætlanin nú at leggja figg)-
arárið frá 1. januar til 31.
desember.
Nýggi formaðurin í ÍSF
sigur, at eitt týðandi mál,
sum arbeiðast skal við, er
at royna at leggja lang-
tíðarætlanir. Hetta kann
tó bert gerast, um ÍSF fær
tilsøgn um studning til
nøkur ár fram í tíðina.
Hetta er tó torført hjá
figgjarnevndini at taka
avgerð um.
Neyðugt er at gera eina
lóg fyri seg, sum sigur,
hvussu nógv ÍSF kann fáa
at arbeiða við.
Jógvan Arge, nýggi formaðurin í ÍSF, er 30 ára gamal og er sætti formaður ÍSF's. Á
aðalfundinum í fjør kom Jógvan fyri fyrstu ferð upp í stjórn ÍSF's. Hann varð tå
valdur til næstformann
Deildirnar meira
sjålvstødugar
I rødu sini å adalfundinum
kom Jógvan Arge inn á
spurningin um sterri vald
til tær einstøku deildirnar.
Um hetta málið segði
hann m.a.:
Eitt mál, sumer farið at
troðka á- inna>':ýsis hjá
Itrottasamband: Feroya,
er uppbyggingin av fel-
agsskapinum, ella struk-
tururin. Tað eru nú gott
10 ár síðani tann núver-
andi uppbyggingin vgrð
sett í verk, og hon leggur
alt figgjarligt vald og
nógv vald í spurningum
um uttanlandssamvinnu
hjá starvsnevndini, með-
an deildirnar hava mynd-
ugleika í kappingunum og
ødrum praktiskum mál-
um.
Hendan skipanin vid
deildum fyri nærum
hverja itrottagrein sær,
virkar nú rættuliga væl.
Og hendan skipanin hevur
havt við sær, at deildirnar
vilja hava fleiri avbjóð-
ingar. (Fótbóltsdeildin
hevur eina fundarsamtykt
um at starva fyri stovnan
av einum fótbóltssam-
bandi innan ÍSF — og
hetta er eisini av treyt-
unum fyri limaskapinum í
FIFA, sum vit vóna verð-
ur veruleiki í ár ella næsta
ár).
Tað hevur javnan verið
tosað aftur og fram um at
taka næsta stigið og býta
Itrottasambandid upp i
sersambond, og eg haldi
at eg kann siga, at vit
hetta komandi årid fara at
royna at gera fyrireikingar
til at gera einstakar deildir
meiri sjålvstødugar innan
ISF.
Hetta krevur av okk-
um, sum sita i stjórn at
vit koma inn å spurningin
um byti um av teimum
pengum, sum tøkir eru, til
starvsnevnd, stjórn og
deildir. Okkum er púra
greitt, at hetta verður ikki
tann lættasta. uppgåvan
at loysa innan Itrottasam-
bandið, men skula vit
hugsa um at arbeiða undir
einum nýggjum strukturi,
so kunna vit ikki geva upp
á leiðini fram til hansara.
Ein slík broyting í struk-
turinum krevur sjálvsagt
broytingar í lógunum fyri
iSF. Tað kann hugsast, at
vit til næsta aðalfund eru
komnir so langt, at stjórn-
in kann biða aðalfundin
um heimild til so spaku-
liga at fara undir nýggja
strukturin.
Eg sigi ikki, at vit fyri
ein hvenn prís skula
broyta strukturin, men eg
hugsi at hetta kann vera
mennandi fyri deildar-
nevndirnar og harvið fyri
alt arbeiði ÍSF's.
Altjóða viður-
kenning
Jógvan Arge kom eisini
inn á spurningin um við-
urkenning av feroyskum
itrotti. Hann segði m.a.:
Vit hava í hesum ári
fingið limaskap í ti vestur-
europeisku samgonguni
av ikki-rikisstyrdum i-
tróttasambondum, kallað
NGO. Hesin felagsskapur
tekur ikki tær stóru av-
gerðirnar, men er eitt for-
um, har menn greiða
hverjum eðrum frá ítrótt-
arpolitiskum spurningum
— og kanska mest frá
slíkum, sum vit ikki hava
nógv samband við enn.
Vit hava kortini kvitterað
fyri upptekuna, og hava
sagt hinum limalondunum
frá støduni i føroyskum
itrotti, og hvørji mál vit
hava.
Eftir ynski frå okkara
svimjideild hava vit biðið
um limaskap í Norður
lendsku Svimjisamgeng
uni, so at svimjarar okk-
ara, sum hava tikið seg so
nógv fram hesi seinastu
árini, kunna fáa megu-
leika at royna seg í t.d
kappingum við hini Norð-
urlond. Hetta málið varð
reist á fyrsta sinni í mai-
mánað og er ikki
enn. Eftir ti seinasta, sum
fyriliggur, er tað ivasamt
um vit kunnu sleppa uppi
norðurlendsku
una,
loyst
samgong
fyrr enn vit hava
Fr