mikudagur 8. februar 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Innbrot í Hvalvík
Sunnunáttina varð
brotið inn í posthúsið í
Hvalvík. Politisteðin í
Havn fekk fráboðan
um hendingina sunnu-
morgunin og upplýst
verður, at kassin er
horvin við 1000 kr. og
tveimum postávísing-
um uppá 1000 og 100
kr.
Vesturvón
byrjar fiskiskap
Flakatrolarin Vestur-
vón, sum fór úr Fer-
oyum næstsidsta leyg-
ardag, skuldi byrja
fiskiskap við Norður-
noreg mánadagin.
Vesturvón hevur verið
inni í Noreg nakrar
dagar, síðan teir komu
yvir, har teir hava skift
nakrar dysur.
Frystivirkið
80 tons
Frystivirkið í Fugla-
firði tók ímóti 163.000
pundum av ráfiski í
síðstu viku. Tysdagin
var besti útróðrardag-
urin hjá bátunum, sum
royna norðanfyri. Tann
dagin lógu bátarnir úr
3.000 upp í 8.000 pund.
6 útróðrarbátar av-
reiddu í vikuni, Brand-
ur tilsamans 37.300
pund, hann var úti
hvenn dag. Tóra Maria
hevði 12.100, Havdis
14.500, Fiskimúli
5.300, Liggjas 13.600
og Hólmasund 6.000
pund.
Tveir isfiskatrolarar
hava eisini landad i
vikuni, Trastur 47.000
og Vónin 27.000 pund.
Anna T kom úr
Norðsjónum månadag-
in, hon hevði m.a.
20.000 pund av ísfiski.
Frystivirkið avskip-
aði 13.5 tons av flaki
við Baki mikudagin.
64 tons til Toftir
Flakavirkið á Toftum
hevur fingið 64 tons av
fiski seinastu vikuna.
Harav hava 9 útróðrar-
bátar avreitt tilsamans
26,6 tons og restin er
frå Havfrúnni, sum
roynir við upsagern-
um, og Jógvan Nordi,
sum roynir við línu.
Havfrúgvin landaði
35.000 pund mánadag-
in og Jógvan Norði
40.000 í gjár. Utróðrar-
bátarnir hava bert ver-
ið úti tveir dagar í hes-
um mánaðinum, miku-
dagin og friggjadagin.
Hósdagin vendu teir
aftur fyri veður. Teir
royna fyri tað mesta
evstanfvr
Lynfrost
106 tons
Flakavirkid Lynfrost i
Runavik hevur sidani
mikudagin 1. februar
tikið móti góðum 106
tonsum av ráfiski, har-
av góð 51 tons frá út-
róðrarbátunum. Tjer-
nunes hevur avreitt til-
samans 17.400 pund,
Sjóguttin 19.000, Mai
16.500, Dyrhamar
14.000, Unn 7.600, Gi-
on 18.300, Torri 3.100,
Maria 1.400 og Brim-
nes 5.500 pund. Hega-
nes, sum roynir við
upsagernum undir Fer-
oyum, hevur avreitt
26.400 pund og tvey
línuskip hava eisini av-
reitt, Morning Star
23.400 og Sjóborgin
60.000 pund.
Politibilur
steðgaður
Um hálvgumtrý-tíðina
sunnunáttina varð po-
litiið í Havn bodsent at
koma eftir einum man-
ni, sum gjørdi nakað
nógv um seg inni í
dansihell Klubbans.
Tveir løgreglumenn
fóru eftir manninum,
men meðan teir vóru
inni í Klubbanum,
hevði onkur verið í mo-
torinum á politibili-
num, sum stóð úti í
garðinum, og skrætt
allar leidningarnar
burtur. Tískil noydd-
ust teir báðir saman
við tí handtikna at
ganga niðan aftur á
steðina og seinni kom
so ein kranabilur við
salatfatinum.
Politiið sigur seg
hava grun um, hver
tann seki er.
Sloøkkiliðið
tvær ferðir
boðsent
Tað vóru tvær ferðir
boð eftir slekkiliðinum
í Havn um vikuskiftið.
Fyrru ferðina var uml.
kl. 18 leygardagin, tá
eldur var í einum bili í
Gr. Kambansgetu við
handilin hjá P. A.
Restorff. Skaðin var
kortini ikki stórur á
bilinum.
Sunnunáttina um
try-tidina vóru aftur
boð eftir sløkkiliånum.
Hesaferð til Komm-
unuskúlan, har nógvur
roykur kom úr kyndi-
rúminum. Dysurnar á
teimum trimum olju-
fýrunum í skúlanum
vóru júst útskiftar og
tær nýggju hava helst
ikki verið rætt stillað-
ar.
Ongin
eldskaði
stóðst av hesum, men,
sum fyrr sagt, var
roykurin nógvur
sosialurin
Nr. 10 — 8. februar 1978
rr |-jandverkarnir
framvegis í verkfalli
Formaðurin í teknisku nevndini fund
við mannin, sum stríðið stendur um
Tað er nú liðin hálvtriðja
vika, síðan handverkarnir
hjá Tórshavnar kommunu
fóru í verkfall, men part-
arnir eru steðugt íkki
komnir nærri eini loysn av
ósemjuni.
Formaðurin í teknisku
nevndini hjá býráðnum
skuldi í gjár hava ein fund
við mannin, sum ósemjan
stendur um, men tá blaðið
fór til prentingar, var ikki
greitt, hvat úrslit teir báð-
ir komu til.
Tað er 2. vatnmeistari
hjá kommununi, sum
stríðið stendur um. Hann
er bert limur í kommunala
starvs- og tænastuman-
nafelagnum, men hand-
verkarafelagið krevur, at
hann eisini gerst limur í
handverkarafelagnum.
Tað er ein vanlig regla,
sum verður praktiserað,
at bert ein handverkari á
hverjari deild kann standa
uttanfyri handverkarafel-
agið.
Starvsmanna-
felagið góðtekur,
at maðurin
gerst limur
Fríggjadagin vóru tveir
fundir um málið.
Fyrrapartin hevði hand-
verkarafelagið ein fund
við formannin í teknisku
nevndini, býráðsformann-
in og býarverkfreðingin.
A hesum fundinum samd-
ust partarnir um, at hand-
verkarafelagið einaferð
enn skuldi samráðast við
kommunala starvs- og
tænastumannafelagið.
Seinnapartin var so
fundur millum bædi feløg-
ini. Å hesum fundinum
segði kommunala starvs-
og tænastumannafelagið,
at felagið onki hevur í-
móti, at limir felagsins
eisini eru limir í eðrum fel-
øgum, men at felagið ikki
kann áleggja limum sín-
um at fara upp í onnur
verkamannafeløg.
Handverkarafelagið sendi
síðan manninum eitt
bræv, har heitt var á hann
um at koma uppí felagið.
Hann fekk eina freist til á
miðdegi leygardagin, at
koma við einum svari.
Innan freistin var úti,
boðaði hann handverkara-
felagnum frá, at hann ikki
kundi gerast limur í fel-
agnum.
Handverkarafelagið
hevur síðan aftur vent sær
til teknisku nevndina hjá
býráðnum við áheitan um,
at nevndin syrgir fyri at
loysa málið.
Tekniska nevndin hevði
ein fund mánadagin. Tá
var avgjert at lata for-
mannin í nevndini Jákup
Suna Jacobsen, arbeiða
víðari við málinum.
Hann skuldi í gjár hava
ein fund við mannin, sum
ósemjan snýr seg um, men
úrslitið av hesum fund-
inum var ikki greitt, tá
blaðið fór til prentingar í
gjár.
D
fingið limaskap í tveimum
eðrum millumtjóða feløg-
um — kallað LEN og
FINA.
Fyri tveimum árum sið-
ani fingu vit limaskap í
Felagsnevndini fyri Norð-
urlendsk Ítróttasambond,
og hava í heyst verið á
fundi har á eðrum sinni.
Hetta er eitt samarbeiði,
sum vit kunna fáa góða
nyttu av. Á fundinum í
Keypmannahavn førdu vit
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 týsdag, og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
m.a. fram, at feroyskum
ítrótti tørvar útbúnar leið-
arar, og vit heittu á hini
londini um at rætta okk-
um eina hjálpandi hond í
hesum viðfangi — t.d. við
at læna okkum instrukter-
ar og venjarar og ráðgev-
arar.
Hini Norðurlond vístu
seg at vera sinnað til at
hjálpa okkum í royndun-
um at fáa eitt betri stødi
at standa á, og okkum á-
liggur nú at gera okkum
greitt, hvat vit hava brúk
fyri.
Á hesum fundinum
vóru eisini formenninir í
fótbólts- og hondbólts-
deildini, sum eins og 2/3
av starvsnevndini eru
nýggir innan ÍSF. Hesar
deildir hava longu lagt til
brots, og eg hugsi ikki, at
eg gangi nekrum ov nær,
tá eg nevni, at fótbólts-
deildin hevur heitt á
svenska fótbóltssamband-
ið um at lata sær lærarar
til dómaraskeið, sum jú
eru sera átroðkandi.
Hondbóltsdeildin = hevur
vent sær til svenska rikis-
itrottasambandid og biðið
tað hjálpa sær við venjara
eina tíð í sambandi við
okkara luttøku í C-bólk-
inum í ár.
Tað hevur onkuntið
verið nevnt, at meguleikar
fara at verða at fáa figgj-
arligan studning frá Norð-
urlanda Ráðnum til ítrótt-
arendamál. Útlit eru til at
Norðurlanda Ráðið fer at
avseta nakað av peningi
til m.a. at lætta um itrótt-
arsamvinnuna millum Ís-
land og Feroyar og hini
skandinavisku londini. Eg
skal tó leggja dent á, at
politikararnir í Norður-
landa Ráðnum ikki fyrst
og fremst hugsa um kapp-
ingaritrott í sambandi við
hesa studningsjáttan,
men á Keypmannahavn-
arfundinum segdu bæði
danir, norðmenn og sviar
at fáa teirra ítróttarsam-
bond slíkan studning, so
skula teir i mest møgu-
ligan mun brúkast til Í-
tróttasamvinnuna við
Feroyar og Ísland.
Undirritaði
Navn:
Bústaður:
teknar
haldara av Sosialinum
seg
Kannað posthúsinum
LEE!
Hi)
#1)
A ART.
Y FF
I
| Opostad |
| (SOSIALURIN
Í rindar |
postgjaldið! —
| -
|
I
| Í
3
Postbox 76 = —
3800 Tórshavn
ie gt