mikudagur 8. februar 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 8. februar 1978 sosialurin Síða 5
Kópakonan í Hvalba EET
Grima farin undir nyggjan leik
Leikbélkurin Grima er nå
farin til Suduroyar vid
Kvæðinum um kópakon-
una. Tvær almennar sýn-
ingar verða í Roynhøllini,
tann fyrsta nú friggja-
kveldið kl. 20 og hin sun-
nudagin. Leygardagin
verður sýning fyri teimum
eldru skúlaflokkunum.
Leikurin verður bert fram-
fordur í Roynhellini.
Nýggjur leikur
Gríma er nú farin undir at
venja ein nýggjan leik.
Hesin er svenskur og er
um ungdómar og foreldur
teirra. Fyrstaframførslan
verður um miðjan mars.
Fyri ikki at noyðast at
tarna venjingunum av
hesum leikinum ov nógv,
verður suðuroyarferðin
hesa ferð avmarkað til
Hvalba.
Gríma — aftur út at ferðast
Umframt sjálvi at
venja, hjálpa tey fimm í
Grímu hvalbingum við at
venja leikirnar >Mýrufólk-
ini« og »Teir ríða til
strandar. <
Atgongumerki til fram-
førslurnar av Kópakonuni
i Roynhellini kunnu bi-
leggjast á tlf. 75082 í
Hvalba, 71074 á Tveroyri
og 73086 í Vági.
Til Føroya Landsstýri
Styrid fyri Meinigheits-
húsið i Havn hevur sent
landsstýris- og legtings-
monnum soljóðandi bræv:
Í løgmansrødu síni á
ólavsveku seinasta ár
segði løgmadur, at neyð-
ugt varð at ognartaka
lendi til telefonsteðina í
Havn, men nevndi ikki
hvar. Nú henda reða
hansara var til viðgerðar í
løgtinginum helt eisini
Finnbogi Isaksen, lands-
stýrismaður, tað verða
neyðugt við ognarteku, og
týðuliga er tað ognin hjá
Meinigheitshúsinum við
Tinghúsvegin, sum hugs-
að verður um. Finnbogi
Isaksen helt eisini, at
makaskiftið millum býráð-
ið í Havn og Meinigheits-
húsið skuldi ganga aftur,
so at Meinigheitshúsið
fekk sítt gamla hús aftur,
har eingir meguleikar fyri
útviðkan sum kunnugt
eru. Samstundis vil lands-
stýrið ikki góðkenna eitt
makaskifti, sum er farið
fram seinri millum býráð
og Meinigheitshúsið, har
Meinigheitshúsið fær
skúlan ella oki á Frúutreð,
sum verður tekt, tá ið
Eysturskúlin er bygdur.
Hetta seinra varð tó ikki
umtalað av landsstýris-
monnunum.
Tá ið nú Telefonverkið
sum umtaleð so fegið vil
hava fatur í ekinum hjá
Meinigheitshúsinum við
Tinghúsvegin, hví vil so
landsstýrið ikki góðkenna
hetta seinra makaskifti
ella tingast við býráð og
stýrið fyri Meinigheits-
húsið. Stýrið fyri Meinig-
heitshúsið hevur roynt at
laga seg eftir krevum
myndugleikanna, og ti er
einki blivið burtur úr ætl-
anum okkara enn um betri
umsteður at arbeiða und-
ir, og vit vilja heldur ikki
nú standa í vegin fyri eini
loysn, men hon má koma
heilt skjótt nú.
Tað er eyðsæð, at eitt
so gamalt arbeiði í by-
num, sum arbeiði í Mein-
igheitshúsinum er, ikki
bara kann kveistrast til
viks og ongar meguleikar
hava ella fáa til at gera
sitt arbeiði eftir ti torvi, ið
er.
Vit vilja tí heita á hátt-
virdu landsstýrismenn og
løgtingsmenn okkara, nú
býráðið hevur sýnt okkum
vælvild, at loysa hesa
flokju skjótast, og loysnin
er eftir okkara sannføring,
at góðkenna býráðssam-
tyktina um seinra maka-
skiftið.
Við hávirðing
Tórshavn,
tann 23. januar 1978
Stýrið fyri
Meinigheitshúsið
P. S. Sivertsen
Petur Johannesen
Klæmint Tausen
Johs. Bæk
Olaf Sv. Petersen
Edgar Højgaard
Johan C. Jacobsen
Alma B. Jóhannsson
Johan G. Joensen
Hegni Poulsen
Eldur í sethúsum
á Tvøroyri
Um sjey-tidina sunnu-
kvøldid kom eldur i eini
sethus å Tvøroyri. Eld-
urin kyknadi upp uppi
å loftinum av kort-
slutningi i el-innlegg-
ingini.
Sløkkilidid vard bod-
sent, og kom å stadid
fimm minuttir seinni.
Eldurin varð sløktur
beinan vegin. Loftið
var ikki innrættað,
men eldurin hevði
brent niður gjøgnum
loftið til kekin og
gongina.
Út av á Oyndar-
fjarðarvegnum
Friggjakvøldid fór ein
bilur ut av å Oyndar-
fjardarvegnum. Ongin
mannskadi hendi, men
bilurin gjørdist vrak.
Bilurin for ut av uppi å
ti hægsta, og hålka var
orsøk til ferðsluóhapp-
id.
Sunnukveldið for ein
bilur ut av i ånna i
Norðagetu. Bilurin
kom úr Norðagetu, og
rendi á rekkverkið á
brúnni. Rekkverkið
brotnaði, og bilurin
bóltaði í ánna. Trý fólk
vóru í bilinum, men
ongin teirra fekk
skaða. Bilurin fór nak-
að illa.
Tveir koyrt
við kenning
Um vikuskiftið tók po-
litið í Eysturoynni
tveir mans, fyri at
hava koyrt við kenn-
ing.
Hallarklettur
aftur til Føroya
Umvælingarnar av
maskinuni hjå Hallar-
kletti eru nå lidnar.
Hallarklettur fór til
Noreg fyrst í januar
mánaða at fáa hesar
umvælingarnar gjerd-
ar. Báturin kemur nú
aftur til Feroyar, áðr-
enn teir fara til fiski-
skap. Teir fóru út úr
Noregi í gjár.
Mýlingur
1500 kassar
Mýlingur, sum hevur
roynt eystanfyri av-
reiddi í gjár til Bacalao
i Havn. Teir høvdu um
1500 kassar ella millum
85 og 90 tons. Meg-
inparturin hevði toska-
skræðu.
Mánadagin avreiddi
Marjun III 15.400
pund av trolfiski til
Bacalao. Mánadagin
skuldu 3 aðrir trolbátar
eisini avreiða til Baca-
lao. Teir høvdu millum
10 og 12.000 pund, og
vóru komnir inn fyri
veður.
Mánadagin avreiddi
Kúrberg 25.000 pund
av garnafiski. Teir
hava roynt eystanfyri
Nólsoynna.
Fríggjadagin og
leygardagin tók Baca-
lao ímóti fiski frá
tveimum útróðrarbát-
um. Leygardagin av-
reiddi Kristina 6.500
pund og Ægir 6.300
pund. Fríggjadagin av-
reiddi Marian 7.100
pund og Antaris 8.900
pund.
Hósdagin tók Baca-
lao ímóti tilsamans
umleið 62.000 pundum
frá niggju útróðrar-
bátum. Kapilsund,
sum trolar eftir upsa,
avreiddi eisini hósdag-
in. Teir høvdu 13.300
pund.
Føroyskir
listamenn å
norðurlendskari
sýning
Felagsskapurin »Den
Nordiske« skipar i hes-
um døgum fyri lista-
framsyning i hølinum
hjå »Den Frie« i Keyp-
mannahavn.
20 listafolk luttaka å
framsýningini, harav
tveir feroyingar, feðg-
arnir William og Zak-
arias Heinesen. Ein
annar av luttakaru-
num, Emil Herbov,
hevur eisini landslags-
málningar úr Feroyum
á syningini, sum er
opin til 12. februar.