leygardagur 11. februar 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Skattaspurningar
Frádráttur
Regin Thomsen svarar
fyri ferðing
Mær er sagt frá, at frá-
dráttur er loyvdur fyri
koyring til og frá arbeiðs-
plássi, tá vegalongdin er
longri enn 3 km hvenn
vegin, og at frádrátturin
er 40 oyru fyri hvenn km.
Kanska eg kundi fingið
aí vita, um hetta er rætt,
og hvussu frádrátturin
verður roknaður. Ð
Svar:
Skattgjaldari, ið hevur
langan veg til arbeiðis,
kann draga frá fyri ferðing
50 oyru fyri hvenn km út-
yvir 3 teir fyrstu, eina ferð
fram og aftur dagliga.
Her er vert at leggja til
merkis, at drádrátturin er
hækkaður frá 40 oyrum til
50 oyru fyri hvenn km,
galdandi fyri inntekuárið
1977.
Maður, ið býr i Vest-
manna, og arbeiðir í Tórs-
havn, hevur samb. yvirlit
yvir vegalongdir í ál-
mannakkanum, 40 km til
arbeiðis, og 40 km heim
aftur. 3 km verða fråtrekt-
ir fyri hvenn túrin, so-
leiðis at frádrátturin verð-
ur loyvdur fyri 2 ferðir 37
km, ella fyri 74 km. Tá
hann kann frádraga 50
oyru fyri hvenn km, so
verður frádrátturin 37 kr.
fyri hvenn arbeiðsdagin.
R. T.
* SK
Loysir tað seg
at fara yvir til
roknaðan skatt?
Í 1977 hevði eg eina inn-
teku uppá 73.277,91 kr.,
útreiðslurnar vóru
2.126,00 kr. og goldin
skattur í 1977 var
13.490,00 kr.
Í 1978 verður inntøkan
væntandi 80.800,00 kr.
Eg eri fastlent, eigi 1
barn. Hvat vil R. T. råda
mær til? Loysir tað seg i
hesum føri at fara yvir til
roknadan skatt?
H. J.
Svar: .
Um roknað verður vid, at
tygum búgva í Tórshavn-
ar kommunu, kann spurn-
ingurin verða svaraður so-
leiðis:
Av inntøkuni i 1977
koma tygum at rinda:
1. um goldin skattur
verður frádrigin kr. 35.723
2. um roknaður skattur
verður frádrigin kr. 24.710
Her eru sostatt spardar
kr. 11.013.
Um tygum velja at
halda áfram í gomlu skip-
anini, kunnu tygum burt-
urav inntøkuni í 1978
draga tann goldna skattin
fyri 1977, og um roknað
verður við, at tygum hava
goldið allar kr. 35.723 fáa
tygum í hesum feri eina
skattaheild roknaða av
inntøkuni i 1978 uppá kr.
12.568.
Men um tygum eru far-
in undir roknaðan skatta-
frádrátt verður skatta-
heildin tilsvarandi kr.
22.697.
Í hesum feri verður
meirgjaldið kr. 10.129.
Samandrigið kann so-
statt verða sagt, at fyri
bæði árini samanlagt ko-
ma tygum at spara kr.
884,— um tygum fara
yvir til at nýta roknaðan
skattafrádrátt. Tilskilast
skal, at her er ikki roknað
við kirkjuskatti.
Um tygum nú ikki hava
goldið allar álíknaðu kr.
35.723, men bert tey í
1978 falnu 7 gjøldini ella
kr. 25.006, — , verða hesar
at draga frå istadin, og
verður skattaheildin tá av
inntøkuni í 1978 kr.
21.445, og hava tygum í tí
førinum, við at fara yvir
til roknaðan skattafrá-
drátt, spart kr. 9.761,—
samanlagt fyri bæði árini.
R. T.
sosialurin
Vónandi fáa vit
Nr. 11 — 11. februar 1978
ein vinnuskúla
Tað er vón mín, og eg
haldi eisini, at tað er av-
gerandi neyðugt, at vit
fáa ein vinnuskúla, har
fólk m.a. kunnu fáa kunn-
leika í tilgerð av troyggj-
um, sigur Olavur Greg-
ersen.
Hann heldur, at skeiðið,
sum varð hildið í januar
mánaði í tilgerð av
troyggjum, var eitt ófert
tiltak, sum avgjørt eigur
at verða uppafturtikið.
11 kvinnur luttóku á
skeiðinum, teirra millum 5
frá Tetingarvirkinum.
Skeiðið varð hildið í skúl-
anum í Getu og lænti Tet-
ingarvirkið maskinur o.a.
til undirvísingina. Leiðari
av hesum skeiðinum var
ein donsk lærarinna frá
spesialarbeiðaraskúlanum
í Herning.
— Tað sæst so týðu-
liga, at luttakararnir ha-
va fingið nakað burtur úr
skeiðinum, sigur Olavur
Gregersen.
— Royndirnar av ar-
beiðinum á virkinum í
Getu hava vist, at man
ikki heilt hevur dugað teir
rettu mátarnar. Arbeitt
hevur verið ov tungliga,
og tað hevur verið alt ov
strævið. Nú aftaná skeiðið
sæst, at fingrarnir fara
dupult so lættliga, og
meira kemur burtur úr.
Eisini vísur tað seg, at ar-
beiðsfólkið orkar nógv
betur nú.
Ólavur heldur lítið vera
at ivast í, hverja leið vit
eiga at stíla fram ímóti. —
Tað eigur at verða hildið
fram við hesum skeiðvirk-
semi, soleiðis at fólk, ið
arbeiða innan tekstilídn-
aða, kunnu fáa enn hollari
kunnleika til sítt arbeiði.
Luttakararnir á Getu-
skeiðinum rindaðu hver
800 krónur. Annars studl-
aði Menningargrunnurin Ein vinnuskúli er neyðugur. Hetta hevur
skeiðinum.
Nú hava 24 lodnulanding-
ar verið í Fuglafirði á hes-
um sinni. Níggju skip
hava landað tilsamans
14.000 tons.
Lodnan er nú beint
eystur úr Langanesi, einar
50— 60 fjórðingar úr landi.
Nýborg á Havnini, 400 tons av lodnu í Jastini
Lodnuprisurin hjå
Havsbrún fór i gjár niður,
úr 42 í 37 oyru fyri kg.
stóran týdning
fyri m.a. tilgerðina av føroyskum troyggjum
24 lodnulandingar
Krúnborg á odda
Niðanfyri er eitt yvirlit
yvir føroysku lodnuveið-
una higartil í ár:
landingar tons
Krúnborg 4 3150
Chr. í Grót. 3 11845
Skålafossur 2 1.395
Nordborg 2 1.150
Sj. Tollaksson 3 1.620
Polaris 3 1.600
Jupiter 3 1.570
Durid 2 865
Nyborg 2 800
24 14.000
Og so eru 21.000 tons eftir
av kvotuni.
Setid hann i
Norðoyingar
Setið sparipeningin inn í tykkara peningastovn.
Norðoya Sparikassa
— tað lønar seg.