Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 1978síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 Mikudagin 15. februar 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi Javnaður brødralag Pengarnir komu leyvgarkvøldid — ætla at byggja nytt flakavirki i Sørvågi Sunnudagin boðaði Vága útróðrarfelag arbeiðsfólki og útróðrarmonnum í Ser- vági til fundar um stovn- an av nýggjum flakavirki. Orsekin til hetta stigið var, at flakavirkið hjá P/fN. Niclasen skyldaði 9 bátum tilsamans 360.000 kr. brutto. Skuldin var frá hesum árinum. Elias Petersen, formað- ur í Vága útróðrarfelag, sigur, at hann hevur verið á fundi við starvsnevnd M.Ú. og har varð avgjert at seta eina freist fyri at fáa skuldina goldna. Henda freist skuldi vera til endan av síðstu viku, men leygardagin kl. 18 komu pengarnir til Ser- vågs úr Sjóvinnubanka- num. Landsstýrið mælti frá Á fundinum í Servági sunnudagin varð upplýst, at Sjóvinnubankin hevur boðið Servágs kommunu at keypa flakavirkið hjá P/f N. Niclasen, men hetta segði kommunan nei til. Virkið skuldi kosta 4—5 mill. kr., men sagt varð, at landsstýrið mælti frá keypinum. Sjóvinnu- bankin hevur hinvegin fingið fyrispurning um leigu av virkinum, men hesum játtaði bankin ikki. Bíðar eftir frágreiðing Stjórin á flakavirkinum, Niclas Niclasen sigur, at virkið í letuni liggur stilt og steða verður ikki tikin um framtíð tess, fyrr enn felagið hevur fingið eina frágreiðing frá fundinum sunnudagin. — Tað er annars ætlan- in at gera ymiskar umbøt- ur á virkinum fyri 150.000 kr., men nú, tá ið ætlanin Tað er nógv um at vera á eystaru bryggju mánadag, tá skipini eru komin úr útlondum. Í 1977 innfluttu vit fyri 900 mill. kr. 1977 — eitt gott ár „Det rådgivende udvalg vedrørende Færgernex sigur í frágreiðing síni fyri 1977, at tað var eitt gott ár fyri før- oyska búskapin. Framleiðslan hevur sligið oll fyrri met. Innflutt varð fyri 901 mill. og útflutt fyri 862 mill. kr. Al- mennar íløgur vóru 213 mill. kr. og privatar 321 mill. kr. Sagt verður eisini, at realinntøkan hjá løntakarum vaks við 15—20%. Lesið um hetta á síðu 5 Flakavirkið hjá P/f N. Niclasen — Sjóvinnubankin hevur boðið kommununi virkið. men hon tók ikki av, tí virkið er ov ótíðarhóskandi er at stovna eitt nýtt flakavirki, rokni eg við, at eg bakki út, sigur Niclas Niclasen og leggur aftur- at, at steðan hjá útróðrar- monnunum kemur sær á óvart. Hann sigur, at virkið í 1977 lat 13 mill. kr. í lenum til arbeiðsfólk og útróðrarmenn. Á fundinum sunnudagin varð vald ein nevnd til at arbeiða víðari við måli- num. Í henni eru Dánjal Tavsen, bygdarráðsfor- maður, John Mouritsen, Edmund Simonsen, Pauli Jacobsen, formaður í ar- beiðsmannafelagnum og Suni Jacobsen, bygdar- ráðslimur. Nevndin skal arbeiða við málinum við- víkjandi stovnan av ein- um nýggjum flakavirki í Servági og annars finna eina fyribilsloysn av steð- uni, sum hon nú er. Ein tekningarlisti lá frammi á ti fjølmenna fundinum sunnudagin og kundu fólk, sum vilja stuðla stovnanini av ein- um nýggjum flakavirki, tekna seg. Tá fundurin endaði vóru 80 nevn á listanum. Teir Servágsbátar, sum hava verið úti síðani fríggjadagin, hava avreitt til Snarfrost í Miðvági og Fiskavirkið í Vestmanna. Er Føroyahus við Artillerivej Keypmannahavnar kommuna hevur boðið føroyingum at leiga eitt oki til at byggja á við Artillerivej aftanfyri Hotel Scandinavia á Christianshavn. Kanningar verða nú gjørdar, um henda bygging kann fáast í lag. Meira um hetta á síðu 3