mikudagur 15. februar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- em telf. 14720 . 11820. giro 6282725
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Blaðstjóri
Blaðmenn
Jógvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Segði onki
MÁNADAGIN fór legtingið undir
fyrstu viðgerð av uppskotinum til
løgtingsfiggjarlåg fyri 1978/79.
Í SKRIVANDI løtu er bert lítil partur
avwhesum orðaskifti útvarpaður. Vit
hava hoyrt framsøgumenninar fyri
allar flokkarnar. Framsøgumaådurin
fyri sambandsflokkin segði mest og
samstundis onki.
ORÐAFLOYMURIN var tann vanligi.
Sambandsflokkurin er einasti flokk-
urin á tingi, sum hevði mælt til at
skera almennu útreiðslurnar niður,
og hann var einasti flokkur, ið vildi
halda aftur. Í sama andadrátti boð-
aði framsøgumadurin frá, at hann
fór at krevja, at fleiri tøl á uppskot-
inum til nýggja havnaætlan verða
hækkaði.
MEN AFTUR til niðurskurðin hjá
Sambandsflokkinum. Vit hoyrdu
onki orð um, hvgrjar av hesum út-
reiðslunum skulu skerast niður.
Lurtarnir sótu sjálvandi og spurdu
seg sjålvar, um tað vóru Måsin,
Barskor, Súlan og Ritan, sum
skuldu sigla nakrar túrar minni um
vikuna til Fugloynna, Svínoynna,
Kunoynna, Kallsoynna, Mikines,
Nólsoyar, Hest, Koltur o.s.fr.
ELLA ÆTLAR Sambandsflokkurin,
at minni peningur skal nýtast til
heilsurgkt, til skúlar, barnagarðar,
vøggustovur, dagrøkt av børnum,
til fålka-, avlamis- og einkjupensi-
én? Skal røktarheimid í Eysturoynni
ikki byggjast? Ella skal Klaksvíkar
Sjúkrahús ikki byggjast út?
MØGULIGA hugsar Sambands-
flokkurin sær, at minni peningur
skal setast av til Lenjavningar-
grunnin og Ráfiskagrunnin, soleiðis
at minstalgnin, prísviðbótin og al-
menni parturin av avreiðingarprís-
unum verður munandi minni. Tað
kann tykjast legið, at vit koma við
hesum gitingum, men hvat skulu vit
annað, tá vit hoyra um at skera al-
mennar útreiðslur niður, og um at
halda aftur, og so onki orð hoyra
um, hverjar útreiðslur skulu skerast
niður, og hvat talan kann verða um
at halda aftur.
NIDURSTØDAN er stutt. Hann tos-
aði nógv, men segði onki.
sosialurin
Jákup Lindenskov skrivar:
Nr. 12 — 15. februar 1978
Óvitska ella óndsinnað
Eg stúrsaði við, tá eg las
>Tingakross< friggjadag-
in. Tað var ein grein við
yvirskriftini > Verður
kristni forboðið í skúlu-
num í framtidini?« — und-
irritað av H.A. (Hanna
Absalonsen?) — sum
gjørdi meg forvitnan og
bilsnan, ti greinin byrjar
soleidis:
»Tå id vit seta henda
spurningin nu, so kemst
tad av, at danski skula-
målarådharrin Ritt Bjer-
regård ur danska javnad-
arflokkinum hevur sett
uppskot fram á danska
fólkatingið um at forbjóða
morgunbøn í skålunum.«
Sidani inniheldur grein-
in meira »gott« um før-
oyska javnaðarflokkin,
sum sjálvsagt verður
lagdur undir helst at fylg-
ja hesum sama.
Gjerdi ti tað, sum eg
helt vera tað einasta
beina, antin at fáa váttað
ella avsannað hetta. Ring-
di ti til fólkatingið at hitta
Johan Nielsen, fólkatings-
mann og stillaði honum
spurningin úr Tingakros-
si, hann svaraði stutt og
greitt: »Jåkup, hatta er
ein loddrett lygn, Ritt
Bjerregaard hevur einki
uppskot sett fram á fólka-
tingi um hatta.«
Sostatt må eg avvisa
søguna i Tingakrossi sum
blonk ósannindi.
Tað, sum hent er i
hesum måli, er tad, at for-
eldur å onkrum skula i
Nordursælandi hava heitt
å rådharran um at for-
bjóða morgunbøn í skúla-
num, ti tað skal vera at
indoktrinera. Í tí sam-
bandi hevur fólkatings-
maður í Kristiliga Fólka-
flokkinum sett fyrispurn-
ing til kenslumálaráð-
harran og svarar Ritt
Bjerregaard, at spurning-
urin nú skal kannast og at
tað er hugsandi at hon
leggur fram lógaruppskot
um broyting í fólkaskúla-
lógini, soleiðis at tað vera
skulanevndirnar, sum av-
gera ein tilikan spurning.
Ráðharrin ætlar sær sjálv-
sagt ikki at seta nakað
uppskot um at forbjóða
morgunbøn í skúlanum.
Lat gá, at tað er vorðið
siður hjá mótsteðufólki at
tveita eftir okkum javnað-
arfólki, at vit eru ikki so
kristilig sum tey í hinum
flokkunum, »enhver er
salig i sin tro«, men kom
ikki vid slikum å prenti,
sum greitt er i strid vid
veruleikan og sannleikan.
Vit i javnadarflokkinum
vera hvørki verri ella betri
um onnur ropa eftir okk-
um, tad er ju teirra rætt-
ur, at tey so halda seg
gerast reinari kristin vid
at gålva eftir javnadar-
fólki er jú eisini teirra
rættur, eg haldi tó ikki so,
men nakað er sum eitur
blaðetikkur, og tað er
m.a. at ansa sær, ikki at
taka eitthvert upp, sum
annar spýr úr sær, sum
t.d. hetta við uppskoti-
num um forboð móti
morgunben.
At tveita skarn eftir
javnaðarfólki, ti vit skulu
vera meira ókristilig enn
fólk úr eðrum flokkum, er
vorðin ein heilag missjón
hjá vissum, men tann
rætt eiga tey jú eisini,
eingin kann forða teimum
í slíkum, men lat tað tó
vera við einum vissum
máta; ein kann lættliga
sjálvur gerast skitin í slík-
um kappastridi.
Hilmar Bech skrivar:
Eitt satt bragd
Í einum greinastubba í
Dimmalætting týsdagin
dagbókin
Føstu-
gudstænastur
i kvøld kl. 20:
Vesturkirkjan: Martin R.
Jacobsen; Hvalvik: Niels
P. Danielsen; Vestmanna:
Axel Tórgarð; Strendur:
Hans J. Joensen; Oyndar-
fjørdur: Torkil Beder;
Skáli: Petur M. Rasmus-
sen (Heimamissiónssong-
bókin); Sandur: Bergur
Jacobsen; Vágur: Johan
Weihe kl. 19.30.
Hóskveldið kl. 20.
Selatrað: Henning Bøges-
vang; Løorvik: Høgni
Poulsen; Rituvik: Axel
Tórgarð; Tvøroyri: Johan
Weihe.
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
Missiónsvikan,
Argjum
Í kveld kl. 20 talar Petur
J. Sigvardsen og Vest-
manna Streingjakór syng-
ur.
Filadelfia
Systurmissiónin í
kl. 20.
kveld
7. febr. 1978 sigur Pauli
Ellefsen, at eg í Sosiali-
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Ungdómsmeti í kveld kl.
20.30 og Heimaforbundið
hóskveldið kl. 20.
Sion, Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
KFUK
Hósdagin kl. 16 er sam-
koma teirra eldru v/ Tor-
kil Beder, presti: Lov-
syngið harranum. Anna
Olsen, húsmóðir, syngur
solosang.
Ebenezer
Møtirødin byrjar í kveld
kl. 20.
Fødingardagur
Anna Elisabeth Midjord,
vanliga nevnd Elisabeth å
Hevdanum, Fuglafirði,
fyllir 85 ár í dag.
Pensionistafelagið
Hóskveldið kl. 19.30 verð-
ur fundur á Parnassinum.
Limir úr kavarafelagnum
Njerði visa film.
num eftirlýsti ti »egent-
liga< spurninginum í sam-
bandi við okkara fiski-
rættindi í Grenlandi, men
her roynir fólkatingsmað-
urin aftur at fáa umrøduna
burtur frá ti »egentliga«
spurninginum, eg setti
honum, sum var hesin:
Hverji konkret úrslit kann
fólkatingsmaðurin vísa á,
sum frukt av hansara fól-
katingsarbeiði til tess at
tryggja okkara fiskimonn-
um framhaldandi fiski-
rættindi har vesturi.
Hesin spurningur
stendur framvegis ósvar-
aður.
Meginparturin av grein
Ellefsens er í tí stóra og
heila endurtøka av fyrru
grein hansara, burtursæð
frá hesum, ið hann skriv-
ar:
Eingin føroyingur ivast
i, at vit hava havt serlig
rættindi i donskum og
grønlendskum sjogvi, or-
saka av at vit eru rikis-
borgarar. Øll vita eisini,
at hesin spurningur ta
seinastu tíðina er vorðin
alt meira floktur. Orsekir-
nar eru fleiri.
Fyri tað fyrsta kann
nevnast, at Danmark er
limur av E.F., meðan vit
eru uttanfyri.
Tað sum vit ferð eftir
ferð, bæði í talu og skrift,
hava fingið at vita frá
fólkatingsumboðnum er
tað, at tað eru foroyingar
sjálvir, sum hava verið
orsek til, at vit hava fing-
ið trupulleikar við okkara
fiskiskapi undir Grøn-
landi, hóast hann veit bet-
ur, og ti er tað gleðiligt at
lesa á prenti í Dimmalætt-
ing, orð, sum eru skrivaði
av Paula Ellefsen sjálv-
um, har hann viðgongur,
at tann »egentliga«
grundin til problemini i
Grønlandi er tann, at
Danmark er limur av
E.F., medan vit eru uttan-
fyri.
Hetta hevur folkatings-
umboð okkara ongantið á-
sannað fyrr, og tað hevur
ikki eydnast nekrum at
yvirbevísa hann um hetta,
men nú hevur Ellefsen,
sum hann sjálvur sigur,
tosað við hin fólkatings-
mannin Johan Nielsen um
spurningin, eg setti hon-
um, og tað má sigast, at
vera eitt satt bragd Johan
Nielsen hevur gjørt í hesi
samreðuni at kunna fáa
Ellefsen til at viðganga, at
tað egentliga problemið
liggur í ti, at Danmark er
limur av E.F., meðan Fer-
oyar eru uttanfyri henda
felagsskap, og tí mugu vit
vóna, at um hesin fólka-
tingsmaðurin aftur skuldi
komið í eina slíka steðu,
at hann tá fer at ráðfora
seg meira við hin fólka-
tingsmannin.