mikudagur 15. februar 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 15. februar 1978
sosialurin
Síða 3
Ætlanin er at byggja
Førovahus í Keypmannahavn
Kunnu leiga øki at byggja á við Artillerivej
Tað er i umbúnað at byggja eitt Føroya-
hús í Keypmannahavn. Nevnd, sum um-
boðar landsstýrið og tey ymsu felggini í
Keypmannahavn, er sett at arbeiða við
málinum. Ætlanin er, at nevndin skal
koma við einum áliti til landsstýrið
áðrenn tann 1. apríl í ár
Tað er eftir samráðingar
við Keypmannahavnar
kommunu, at føroyingar
hava fingið at vita, at teir
kunnu leiga eitt eki við
Artillerivej aftanfyri Ho-
tel Scandinavia til at
byggja eitt Feroyahús.
Við hesum tilboði í huga
yerdur nú farið til verka at
gera ta neyðuga kanning-
ar- og fyrireikingarar-
beiði.
Kanna tørvin
á einum húsi
Í nevndini, sum skal taka
sær av húsaspurningi-
num, eru seks limir. Trúg-
vi Johansen, handils- og
marknaðarráðgevi umboð-
ar landsstýrið, Hans Pet-
ur Weihe, Kirkjuráðið,
Herver Nolsee, Kvinnu-
felagið, Petur Andrew
Petersen, Feroysku Kirkj-
una í Keypmannahavn og
John Mortensen, Studen-
tafelagið og Meginfelagið.
Nevndin hevur havt sínar
fyrstu fundir og hevur í
hesum degum sent út
spurnarblød til allar fø: oy-
ingar i Keypmannahavn.
Ætlanin við hes:m
Umleið 8000
spurnarbløåum er at
kanna tervin á einum Fer-
oyahúsi. Úrslitið av hesi
kanning skal síðani saman
við einum skitsuprojekti
og eini kostnaðarætlan
fyri eitt Feroyahús send-
ast til Foroya Landsstýri.
8000 føroyingar
i Keypmannahavn
Trugvi Johansen sigur, at
tað er stórur áhugi millum
foroyingar í Keypmanna-
havn, at tað verður bygt
eitt Feroyahús. — Hetta
er bæði avgjert neyðugt
og av stórum týdningi fyri
føroyingar, sum búgva
her, sigur hann. Hann
metir, at tað munnu
búgva einir 8000 føroy-
ingar í Keypmannahavn.
Tað eru tó 10 ár síðani, at
menn góvust við at skrá-
seta føroyingar her í by-
num, so tað er ofta torført
at koma fram til, hvar før-
oyingar búgva.
Eitt føroyskt
umhvørvi
Endamálið vid at byggja
eitt Føroyahus er stutt og
greitt: at gera eitt før-
oyskt umhvørvi, har før-
oyingar og folk, sum hava
eitthvørt samband vid
Føroyar, kunnu koma
saman til gaman og ålv-
ara.
Trúgvi Johansen heldur
tó, at tað er nakað tidliga
enn at siga nakað um,
hvussu hetta umhvervið
fer at siggja út. Men ætl-
anin er at hava alt virk-
semið undir einum taki.
Kirkjusal og
annað virksemi
Tað er einki dulsmál, at
tað hevur leingi verið 6-
semja millum føroyingar i
Keypmannahavn um hús-
spurningin. Ein av orsok-
unum til hetta hevur ver-
ið, at foroyski presturin í
Keypmannahavn, Petur
Andrew Petersen, hevur
ynskt at byggja eina for-
oyska kirkju við megulig-
um tilknýti til ellisheim,
pleyguheim o.a. Hetta
hevur landsstýrið kortini
ikki viljað góðkent.
Síðani eru tey føroysku
feløgini í Keypmannahavn
komin ásamt um, at alt
skal leggjast umdir somu
lon. Hugsanin er at
byggja ein kirkjusal til
umleið 50 fólk. Ætlanin er
so til sterri hogtíðir sum
jól og páskir at brúka onn-
ur heli til kirkjusal við at
taka niður skilaveggir.
Annars verða heli til ym-
iskt virksemi.
Húsaviðurskiftini
út av lagi ring
Síðani ognin í Store Kon-
gensgade 108, ið varð
brúkt til Feroyahús, varð
seld fyri einum ári síðani,
hava føroyingar einki høli
havt at koma saman í.
Einasta stað teir hava
havt, eru 3 heli í Ranzaus-
gade 7, har Studentafel-
agið heldur til. So ikki
kann sigast annað enn, at
húsaviðurskiftini til fel-
agsvirksemið hjá føroy-
ingum í Keypmannahavn
eru út av lagi ring.
Barners
Kollegium
Jákup Lindenskov, lands-
stýrismaður, sigur, at tað
nú er at vóna, at okkurt
spyrst burtur úr.
Í sínari tíð var ognin í
Store Kongensgade 108
keypt til at brúka sum
Feroyahús. Av ymsum
orsekum gekk tað kortini
ikki so væl í Store Kon-
gensgade. Treytir um at
bygningurin skuldi varð-
veitast til friðingarenda-
mál fylgdu við keypinum.
Hetta kom at kosta nógv,
og fyri einum ári síðani
varð ognin seld. Einaferð
varð eisini tosað um at
keypa Barners Kollegium
og brúka hesa ognina til
Feroyahús, hetta
men
varð av ongum
sroyingar búgva í Keypmannahavn. Teir hava eitt >Feroyahús< fyri neyðini
Kirkja ikki
tað primera
Nú spurningurin um eitt
Feroyahús er reistur av
nýggjum, sigur Jákup
Lindenskov, at tað er
gleðiligt at partarnir eru
komnir ásamt um, hvussu
eitt tilikt hús skal siggja
út, og hvat tað skal verða
brúkt til.
Jákup heldur ikki sjálv-
ur, at tað er tað primera at
byggja eina foroyska kirk-
ju. — Í Keypmannahavn
eru so nógvar kirkjur,
sum feroyingar kunnu
brúka. Eg haldi eisini, at
vit sum danskir rikisborg-
arar hava sama rætt at
brúka ellisheim og aðrar
stovnar. Talan má vera
um at byggja eina ment-
unarmiðsteð, har øll
áhugamál og allir bólkar
kunnu koma til orða.
Um arbeiði hjá føroyska
prestinum í Keypmanna-
havn, sigur Jákup Lin-
denskov, at tað er ein stór
hjálp hjá nógvum feroy-
ingum har í býnum. —
Hann er ein virksamur
maður. Dagliga vitjar
hann fólk, sum eru sjúk og
hava hjálp fyri neyðini.
Til vaskirúmið
Vit hava nøkur vøsk eftir fyri tann
lægra prisin.
Tann næsta sendingin verður dyr-
IMPO
tlf. 11390
ar.
SEK limir
Limir í SEK, sum taka timalønt ar-
beiði eftir S&K sáttmálanum, biðj-
ast seta seg í samband við felagið
fyrst.
,
NEVNDIN
sosialinum