Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sámal Thorsteinsson og maskinan, ið framleiðir veirmanill Tog- og Snerisvirkið í Klaksvík hevur úr at gera í letuni. Eftir- spurningurin eftir linu- snøri er storur og ar- beiða nú 10 mans á virkinum við at gera sneri. So mikið er at gera, at arbeitt verður 16 tímar um samdegr- ið. Sámal Thorsteins- son, stjóri á virkinum sigur, at teir selja línu- sneri til so gott sum allan heimamarknaðin. Bert í Klaksvík munnu vera einir 60 bátar, ið brúka linusnøri. Tog- og Snerisvirkið gavst í september mán- aða í fjør at gera nótir og trol. Orsekin var tann, at virkið fekk ongan føroying at taka sær av leiðsluni av troldeildini. Adur hevði ein dani staðið fyri hes- um arbeiði. Á troldeild- ini arbeiddu tá einir 15 mans og virkið hevði tá gjert nótir í 7 ár Nýggja maskinan, um virkið keypti úr ] fjør til fram- veirmanill verið brúkt nógv higar- til. Teir hava framleitt nakað til heimamarkn- aðin og hevur kvalitet- urin verið góður. Sám- al Thorsteinsson sigur, at teir hava ikki havt fólk at manna maskin- urnar og annars havt eitt sindur av byrjun- artrupulleikum. Hann roknar tó við, at teir um stutta tíð fara und- ir eina størri framleið- slu av veirmanill. Eis- ini kunnu teir framleiða bindingarendar úr nyl- on og kunstfibur, sum verður brúkt í dag. Í juni mánaða í ár hevur Tog- og Sneris- virkið 20 ár á baki. Besta árið hjá virki- num var 1977. Tá seldu teir fyri 5 mill. krónur. Meginparturin av framleiðsluni var línu- sneri. Sámal Thor- steinsson vónar, at 1978 fer at eydnast líka væl. Verður eftirspurn- ingurin eftir veirmanill stórur, fer virkið me- guliga at keypa fleiri maskinur til hesa fram- leiðsluna Til avlamisfólk og heilsubrekað í Tórshavn A ti varda verkstaðnum hjá ALV í Havn er pláss fólkum afturat tyri 10 Vardur verkstaður, er verkstaður, hvar fólk kunnu arbeiða sum tey orka til. Arbeiðstíð hálvan ella heilan dag. Arbeitt verður við at gera smá- lutir úr træ og eðrum til skreytlutir og við ripp- ing, hondarbeiði og oðrum lættari arbeiði Tey sum ikki eru gongufør kunnu verða heint- aði við bili Fólk fáa allar upplýsingar og kunnu tekna seg il ALV tlf I. 13704 frå månadegi, ella senda henda lepa vid navni å til ALV. Vardagøta t ALV sosialurin Nr. 12 — 15. februar 1978 á teimum føroysku fiskavørunum betri Góðskueftirlitsfólk, virkisleiðarar og arbeiðsformann á foroysku flakavirkjunum hava stovnað nýtt felag Sunnudagin varð eitt nýtt felag stovnað. Tað eru góðskueftirlitsfólk, virkis- leiðarar og arbeiðsfor- menn á teimum føroysku flakavirkjunum, sum ha- va tikið seg saman í eitt áhugafelag, ið hevur fing- ið navnið Feroya Góðska. Stovnandi aðalfundurin varð hildin á Bacalao í Havn. Umleið 20 fólk frá so at siga ellum flaka- virkjum í landinum vóru á fundinum. Endamálið við nýggja felagnum er at fremja samstarv millum flaka- virkini við upplýsingarar- beiði, og við kjaki at menna vinnuna. Haraft- urat er endamålid hjá fel- agnum at beta um góðsk- una á føroysku fiskavør- unum, og herundir ætlar felagið við samtyktum at ávirka felog og stovnar í góðskufremjandi enda- máli. Trímannanevnd Á fundinum sunnudagin varð ein nevnd vald. Í henni sita Gert Poulsen, Vestmanna, Andreas Jo- hannesen, Miðvágur og Gullberg Gullfoss, Tórs- havn. Ein av nevndarlimu- num Gullberg Gullfoss sigur, at tað ofta stinga seg upp spurningar, sum eru verdir at viðgera a kjakfundum millum góðs- kueftirlitsfólk, virkisleið- arar og arbeiðsformenn. Hann sigur, at ætlanin hjá felagnum er at skipa fyri nøkrum kjakfundum árliga. Tað hevur fleiri ferðir fyrr verið umhugsað at stovna eitt tílíkt felag. Fyrireikararnir, sum hava tikið stig til at fáa felagið stovnað, hava skrivað til oll flakavirkini, og hava fingið positivt svar frá øll- um. Onki útlit til loysn av handverkaraósemjuni Handverkarafelagið, Arbeiðsmannafelagið og Handverks- meistarafelagið fara at taka meira vittfevnandi stig mot-- vegis býráðnum, um krøv teirra ikki verða gingin á meti Hóast handverkarnir hjá Tórshavnar kommunu nú hava verið í verkfalli í hálva fjórðu viku, tykist tað ikki, sum partarnir í Osemjuni eru komnir nærri eini loysn Tilsamans einir 15 handverkarar hjå komm ununi eru i verkfalli. Or- søkin til ósemjuna er, at handverkarafelagið vil hava, at 2. vatnmeistarin hjá kommununi, sum í løtuni er í starvsmanna- felagnum, skal gerast ak- tivur limur i handverkara- felagnum. Handverkara- felagið góðtekur bert, at ein handverkari innan hverja deild kann standa uttanfyri handverkarafel- agið. Hetta er ein regla, sum verður praktiserað. Meira umfatandi tiltøk Håskvøldid høvdu Havn- ar Handverkarafelag, Havnar > Arbeidsmanna- felag og Havnar Hand- verksmeistarafelag fund um målid, og eftir fundin sendu tey try feløgini eitt bræv til byrådid og allar byrådslimirnar I hesun skrivi siga løgini, at ósemjan skal metast út frå ti sjónar- miði, at stødan hjá hand- verkarum og arbeiðs- monnum verður undir- grivin við at handverkarar og arbeiðsmenn, ið als ikki hava tey somu rættindi sum starvsmenn, eru limir 1 sama starvsmannafelag sum starvsmenninir Hetta ber i sær, at tær skipanir, sum nå eru gald- andi fara fyri skeyti, sige tey try feløgini. Tey krevja, at hesi vid- urskiftini koma i rættlag beinanvegin, og siga, at tey fara at fremja onnur og nógv meira umfevn- andi tiltøk mótvegis by- ráðnum, um hesi krøv ikki verða gingin á meti Fyri í figgjarnevndini Petur Christiansen, by- rådsformadur, sigur, at málið skal nú fyri i figgj- arnevndini hjá býráðnum. Higartil hevur tekniska nevndin arbeitt við máli- num, men hon hevur sam- tykt at leiðslan í býráð- num skal taka sær av mål- inum Býráðsformaðurin skul- 1 gjár greiða al ilggjar nevndarlimunum frá mål- inum, men fundurin í figgjarnevndini verður væntandi ikki fyrr enn í morgin, ti aðrir nevndar- fundir skulu vera í dag. Undir ósemjuni hava partarnir ikki verið samdir um, hvønn ósemjan er i millum. Handverkarafelagið hevur alla tíðina sagt, at hetta er ein ósemja millum býráðið og felagið, meðan býráðið hevur sagt, at 6- semjan er imillum komm- unala starvs- og tænastu- mannafelagið og hand- verkarafelagið. Sum steðan er í løtuni, er ikki útlit til nakra sem- ju. Handverkarafelagið, arbeiðsmannafelagið og handverksmeistarafelagið hava sum sagt boðað bý- ráðnum frá, at tey fara at fremja onnur og meira umfevnandi tiltøk yvirfyri býráðnum, um krøv teirra ikki verda gingin å møti. Stødan hjå starvsmanna- felagnum stendur stendur føst Stødan hjá kommunala 1sStumanna- felagnum stendur fest, sigur formaðurin í felag- num, Marius Weihe. Hann sigur, at starvs- mannafelagið hevur ein sáttmála við býráðið, og at felagið krevur, at øll starvsfólk, sum verða lent eftir hesum sáttmála sku lu verða límir í starvs- mannafelagnum. Marius Weihe sigur víð- ari, at starvsmannafelagið hevur onki ímóti, at mað- urin, sum stríðið stendur um, gerst limur í hand- verkarafelagnum. Hann sigur, at fleiri av teirra limum eru limir í eðrum verkafelogum. — Men vit vilja ikki á- leggja manninum at fara uppí handverkarafelagið, sigur Marius Weihe. Starvsmannafelagið krev- ur, at maðurin ikki skal hava nakað fíggjarligt tap av at fara uppí handverk- arafelagið. — Um byrådid avgerð at noyða mannin upp í handverkarafelagið, so verður tað eitt fíggjarligt tap fyri mannin, og so er talan um eitt brot á sátt- málan millum býráðið og starvsmannafelagið, sigur Marius Weihe