mikudagur 15. februar 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 15. februar 1978
sosialurin
Síða 5
Realinntøkan vaks
við 15 —20% í 1977
— yvirskot á gjaldsjavnanum uppá 56,3 mill. kr.
Årid 1977 var figgjarliga
sera gott fyri Føroyar.
Batin i bytislutfallinum
millum inn- og utflutning,
sum byrjadi i 1975 og 76,
helt fram i 1977. Utlit eru
fyri, at gjaldsjavnin i 1977
er positivur vid 56,3 mill.
kr. Tå er statsstudningur-
in (250 mill. kr.) iroknad-
ur. Hetta er nidurstødan i
frágreiðingini hjá »Det
rádgivende udvalg vedrer-
ende Færøerne«, sum
starvast undir Rikismåla-
ráðnum i Keypmanna-
havn. Orsekin til fram-
stigini er fyrst og fremst
ein vekstur í útflutning-
inum av fiskavørum uppá
34%, tey 18% stava frá
størri vørunøgd og hini
16% frá betri prisum.
Innflutningurin vaks
við 14% í 1977.
Ødrvisi
skipabygging
Handilsjavnin var nega-
tivur vid 38,7 mill. kr. i
fjør. Men tå skipakeyp og
-søla ikki eru iroknad, er
handilsjavnin = positivur
við 22,4 mill. kr. Til sam-
anburðar kunnu vit seta
upp handilsjavnan í hes-
um árum:
Skipikki Skip
iroknad íroknað
1970 +31,3 + 22,6
1973 +50,2 + 59,1
1974 57,2 +150,9
1975 =49,0 —187,2
1976 +20,9 + 158,1
1977 +22,2 + 98,7
I 1977 keyptu føroyingar
skip fyri 104,6 mill. kr. og
seldu skip av landinum
fyri 43,7 mill. kr. Til sam-
anburðar kann nevnast, at
i 1974 vórðu keypt skip
fyri 114,7 mill kr., í 1975
fyri 154,3 mill. og í 1976
fyri 158,2 mill. kr.
Hesa gongdina metur
„Det rådgivende udvalg«
sum eitt tekin um, at nú
verda ikki longur bygd
stor skip til fjarfiskiskap,
men smærri skip til
heimafiskiskap. Vist verð-
ur á, at av teimum 26 inn-
fluttu skipunum í 1977
vóru 19 fiskiskip undir 60
bruttotonsum til steddar.
Hini eru tvey farmaskip
og fimm stór fiskifør. Um-
framt vórðu trý stór fiski-
for bygd í Feroyum, men
sagt verður, at skipini til
fjarfiskiskap helst eru um-
biðin, áðrenn broytingar-
nar í fiskimynstrinum
gjørdust greiðar.
Lítil prisvøkstur
„Det rádgivende udvalg
vedrørende Færøerne« er
eisini komið til tað úrslit,
at realinntøkurnar hjá før-
oyskum lentakarum vaks
við 15—20% i 1977. Hetta
kemst av, at prisvøkst-
urin í 1977 bert var uml.
6% í mun til midalpris-
leguna i 1976. Lønirnar
hækkadu, sagt verdur at
lenin hjá arbeiðsfólki
hækkaði vid 16—22% , hjá
fiskimonnum uppaftur
meira, men eitt sindur
minni hjá starvsfólki
(funktionerum). Sagt
verður eisini, at lands:
skatturin minkaði og alt
hetta hevði so við sær, at
realinntøkan vaks við
15—20%. Fólk hevur so-
statt havt fleiri pengar
millum hendurnar í 1977
og teir eru ivaleyst brúktir
til eina størri nýtslu, ti
innflutningurin av nýtslu-
verum (forbrugsvarer)
vaks við 23% í árinum.
Rækjutrolarin Sólborg er eitt av teimum fimm stóru fiskiskipunum, sum komu til
landið í 1977. Og meguliga eitt av teimum síðstu í landsins søgu
Innflutningurin
nærkast
milliardini
Feroyar innfluttu fyri
901,2 mill. kr. í 1977 sam-
bært fyribilstølum frá
„Det rådgivende udvalg
vedrørende Færøerne.« I
1976 varð innflutt fyri
789,5 mill. kr. og í 1975
fyri 651,2 mill. kr. Orsak-
að av færri skipakeypum
er veksturin í 1977 einans
14% móti 21% í 1976.
Maskinur og tól
Stersti parturin av inn-
flutninginum eru nýtslu-
verur 399,4 mill. kr., síð-
ani koma ráverur og ym-
isk evni til idnadarfram-
leiðslu við 261,1 mill. i-
løguvørur 135,9 mill. og
skip fyri 104,6 mill. kr. I
mun til 1976 er innflutn-
ingurin sum fyrr nevnt
vaksin vid 14%, men út-
flutningurin vaks við
37%, hann var 862,5 mill.
kr. I innflutninginum er
vøksturin størstur i ti,
sum verður rópt iløguvør-
ur t.e. útgerð, maskinur
og tól, til virki og verk-
smiðjur. Veksturin her er
uppá heili 66%.
Innflutningurin av rá-
verum til húsa- og skipa-
bygging vaks við 35% í
mun til árið fyri.
Nytsluvørurnar
Innflutningurin av nyts-
luvørum vaks vid 23% i
1977. Her vaks innflutn-
ingurin av bilum vid 37%
og meira enn dupult co
nógvir persónbilar vórðu
fluttir inn í 1977 sum í
1975. Men tað verður við-
merkt í frágreiðingini hjá
„Det rådgivende udvalg«,
at færri persónbilar eru i
Feroyum enn í Danmerk,
uttan mun til, hvussu tel-
ini verða borin saman.
Innflutningurin av mat-
verum var 12,7% sterri í
1977 enn árið fyri, av
drykkjuverum og tubakki
16,1% sterri, 16,5% av
klæðum og fótbúnaði,
33,4% av innbúgvi og
25,8% av olju og bensini
til privata nýtslu.
80% úr Danmørk
Endalig tøl um innflutn-
ingin i 1977 eru ikki tøk
enn, men tølini fyri 1976
visa, at 80,6% av vøru-
num koma ur Danmørk
(skip eru ikki iroknad). Ur
Onglandi komu 28%,
2,0% úr eðrum EEC-
londum, 6,9% úr Noregi,
3,6% úr Svøriki og 1,3%
úr Íslandi. Tað er áhuga-
vert, at i 1970 vóru 73,6%
av innflutninginum úr
Danmørk og 7,1% úr
Onglandi.
kring oyggjarnar
Vága sýsla —
ein lýsing
Hetta er heitið á al-
mennu fyrilestrarødini,
sum byrjar i annað-
kveld á Fróðskapar-
setrinum.
Í fjør vár hevði Fróð-
skaparsetrið eina fyri-
lestrareð, har Havnin
varð lýst frá gamlari
tid til dagin í dag. Nú
verður tað so Vága
sýsla sum kemur fyri.
Reðin fevnir um 5
fyrilestrar. Jóannes
Rasmussen, jarðfroð-
ingur, leggur fyri hós-
kveldið 16. februar um
náttúru og landslag.
Síðani eru evnini:
Fornminni (Sverri
Dahl, antikvarur),
bygdirnar (Ludvík Pet-
ersen, landsskúlaráð-
gevari), persónsega
(Jens P. Heinesen,
hevundur) og sýslu- og
kommunuviðurskifti
(Marni av Kák, sýslu-
maður).
Fyrilestrarnir verða
hildnir í fyrilestrasali-
num á Debesartrød og
byrja kl. 20. Lýst verð-
ur sohvert í útvarpi-
num.
Ferðsluóhapp
Leygardagin vóru 6
ferðsluóhapp í Havn. Í
ti eina ferinum hendi
fólkaskaði, tað var tá
tveir bilar stoyttu sam-
an á vegamótinum
Frælsid /Landavegur.
Eitt fólk varð lagt inn á
Landssjúkrahúsið við
pínu í bringuni. Sun-
nunáttina vóru tvey
bilóhapp og sunnudag-
in fór ein bilur út av
vegnum við Svinåir.
Sunnunåttina um
hålvgum-eitt tíðina var
eldur i einum skorsteini
í Tórfinsgetu, men
hann varð skjótt slekt-
ur og ongin stórvegis
skaði hendi.
Talvupeningur
Sunnudagin 29. januar
gekk talvan í Sjóvar
prestagjaldi til frama
fyri Sjomansmission-
ina. Inn komu tilsam:
ans 2.771 kr.: 719 kr. í
Sjóvar kirkju, 1256 í
Skála kirkju, 322 í
Oyndarfjarðar kirkju
og 473 kr. í Selatraðar
kirkju. Sóknarprestur-
in, Niels Pauli Daniel-
sen takkar kirkjufólku-
num fyri góða gávu
S&K havt
aðalfund
S&K i Havn, felagið
hjá skrivstovu- og
krambúðarfólki, hevði
ársaðalfund tann 26.
januar.
Á fundinum varð
Niels Thomsen valdur í
nevndina í staðin fyri
Sólrun Danielsen, men
hinir nevndarlimirnir
eru teir somu. Jákup
Lamhauge, formaður,
Paula Christiansen,
Alfred Broderick og
Anna M. Christiansen.
S&K í Havn hevur nú
uml. 350 limir.
Drúgvur teinur
At tað er streymhart norðuri við Streymin er einki
nýtt og tað kann taka drúgva tíð at sleppa igjøgn-
um tá tað rekur ímóti. Tað mátti hesin installer-
ingurin sannað seinasta hósmorgun. Her er hann
komin norð móti brúnni, og tað tók honum ikki
minni enn júst ein tíma at sleppa norðum.