Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 18. februar 1978 sosialurin Síða 3 Nýtt panelorðaskifti: Føroyskt sjónvarp Vit fara nú undir eitt nýtt panelorðaskifti um føroyskt sjónvarp. Fyrsta panel- greinin um hetta evnið kemur í komandi leygardagsblaði. Oll, sum hava hug til at siga sína hugsan um hetta evnið, eru vælkomin til at skriva til panelið. Í blaðnum í dag fara vit sum heild at lýsa støðuna í sjónvarpsmálinum í løt- Alt ber á tað borðið, at vit skulu hava eitt føroyskt sjónvarp. Legtingið hevur tikið prinsippavgerå um, at før- oyskt sjónvarp skal setast á stovn, og landsstýrið ger nú sjónvarpsmálið klárt til at leggja á ting- borð. Tórshavnar byråd hev- ur einmælt samtykt eina åheitan til landsstýrið um, at loyvi verður givið til at fara undir regluligar sjon- varpssendingar i Havnini beinanvegin. Herfyri for ein privatur maður i Havn undir lokal- ar sjónvarpssendingar, men hann varð stedgadur av politinum, ti hetta er ólógligt. Hópur av feløgum og eisini privatum fólki hevur útvegað sær kasettusjón- varp, og talið av sjón- varpsmóttakarum í Fer- oyum veksur alsamt. Formaðurin í Sjón- varpsfelagnum, Carter Højgaard metir, at bert í Nýggja útvarpshúsið, sum skal byggjast. Ætlanin er at eitt samstarv skal vera mill- Havnini eru eini 600 sjón- varpstól. Hetta tykist at vera staðan í sjónvarpsmáli- num í letuni. Fyri tingið í hesi tingsetuni Dánjal Pauli Danielsen, landsstýrismaður í menta- málum sigur, at sjón- varpsmálið verður klárt at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni. Hann sigur, at fleiri ting hava gjert, at hetta málið ikki kemur fyri fyrr enn nú. Eitt av teimum er út- varpshúsið. Dánjal Pauli Danielsen sigur, at tað hevur verið ætlanin, at eitt åvist sam- arbeiði skal vera millum sjónvarp og útvarp. Ætl- anin hevur verið at báðir stovnarnir skulu halda til undir somu lon, og at teir t.d. skulu hava tekniskt o.a. samarbeiði. Nógvir trupulleikar ha- um eitt meguligt sjónvarp og útvarpið va verið við at fáa pro- jektið til útvarpshúsini liðugt, m.a. plaseringin av húsunum. Málið var komið so væl áleiðis, at tað var liðugt projekterað og útboðið. Men tá vísti tað seg, at húsini gjerdust dýrari enn mett varð frammanundan, og figgjarnevnd Løgtings- ins vildi ikki hækka ved- haldini. Bygginevndin hevur síðan minkað um projekt- "ið, fyri at gera tað biligari, og tað nýggja uppskotið er nú klárt hjá landsstýr- inum og figgjarnevndini at taka stødu til. Satelitsamarbeiðið Dánjal Pauli Danielsen sigur, at eitt annað mál, sum hevur tarnað sjón- varpsmálinum, eru ætlan- irnar um eitt norður- lendskt samarbeiði um ein sjónvarpssatelit. Avgerðin í hesum máli- num kann bæði hava ein figgjarligan tydning og eina åvirkan å programm- politikkin hjå einum før- oyskum sjónvarpi. Dánjal Pauli Danielsen sigur, at arbeiðið við sate- littspurninginum er nú komið so væl áleiðis, at projektið er klárt, og upp- skotið kemur fyri í Norð- urlandaráðnum um viku- skiftið, men tað er ikki greitt, um nekur avgerð fellur í málinum nú. Eftir uppskotinum skal satelitturin dekka tvey økir. Eitt hevuðseki fyri tey Skandinavisku lond- ini, og eitt annað eki vest- anfyri, sum umfatar Jan Mayen, Ísland og Feroy- ar. Steðan hjá íslendingum er ikki heilt greið, men sjálvt um úrslitið verður, at satelitturin bert skal dekka meginøkid, so hava Føroyar kortini ein møgu- leika til at vera vid. Føroyar liggja i utjad- aranum av hesum øki, og teknikarar meta, at sjón- varpssendingar frå sate- littinum kunnu takast nið- ur í Feroyum gjøgnum eina relestød. Tvey álit Tá Tórshavnar Býráð tók stødu í sjónvarpsmáli- num, vóru figgjarligir og tekniskir spurningar so at siga ikki viðgjerdir. Held- ur ikki varð nortið við programsíðuna. Byrådid samtykti bert, at nú skal Havnin hava sjónvarp. Tað týdningarmesta grundarlagið undir prin- sippavgerðini hjá tingi- num og arbeiðinum hjá landsstýrinum í sjón- varpsmálinum eru tvey álit, sum eru gjørd um sjónvarp. Annað álitið hevur ein serlig sjonvarpsnevnd gjørt i 1972, medan hitt er eitt tekniskt ålit, sum Te- lefonverkid hevur gjørt ut frå tekniskum kanning- um. Mælti til at gera sjonvarp I sjónvarpsnevndini sótu Axel Tórgarð, prestur, Andreas Hejgaard, rekt- ari, Jákup Dahl Olsen, verkfreðingur, Páll Poul- sen, radiomekanikari og Inger Petersen, lærar- inna, Niels Juel Arge, út- varpsstjóri, Sólbjern Jac- obsen, telefonverksstjóri og danski sjónvarpsmað- urin Jacob Nielsen vóru ráðgevarar hjá nevndini. Í áliti sínum mælti nevndin til, at sjónvarp verður sett á stovn í Fer- oyum sum eitt lið av Út- varpi Feroya. Hetta varð gjørt út frá eini ásannan av, at tilíkar sendingar nú eru vanligar í grannalond- um okkara og í ellum framkomnum londum, og at hetta tykist at vera ein týðandi táttur dagligu tilveruni hjá fólki. Nevndin førir fram i álitinum, at vit her í Fer- oyum, sum er ongan mø- guleika hava fyri at síggja sjónvarp aðrastaðni frá, og hon metir ti, at hetta i fyrsta lagi má verða høv- uðsgrundin, til at farið verður undir sjónvarp í Føroyum. I álitinum verður sagt víðari, at ein atfinning móti sjónvarpi er, at tað er oyðileggjandi fyri heima- og familjulívið, men hetta heldur nevndin ongan týdning fer at hava hjá okkum, tí senditíðin ikki verður so nógv. ll Uppgávan Um uppgávuna hjá sjón- varpinum sigur nevndin, at hon fer at vera, eins og hjá útvarpinum, í síni heild at bera tíðindi, upp- lýsa og at undirhalda. Afturat hesum kemur ein uppgáva sum eitur undirvísing, og á hesum økinum metur nevndin, at sjónvarp fer at hava stór- an týdning 10 tímar um vikuna Sjónvarpsnevndin helt tað verða hóskandi at senda einar 10 tímar um vikuna, umframt endursendingar og skúlasendingar. Av manning roknaði nevndin við, at tervur er á 4 programmedarbeiðarum og 7 teknikarum. Í hesum er roknað við, at sjón- varpið skal hava eitt rationelt samarbeidi við Útvarpið í tidindatæn- astuni. Sjónvarpsnevndin gjer- di eisini sínar metingar av figgjarviðurskiftunum. Hon metti, at rakstrarút- reiðslurnar árliga komu at vera einar 2,5 mill. kr., men henda kostnadarætl- 1 n liggur kortini nógv al h egn 1 dag, og Nggjariigu metingarni erð Ar hjá nevndini 1 ajouriørdar, ta m ið verður. lagt fyri tingjå