Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Formaðurin í Fiskimannafelagnum skrivar: Nr. 13 — 18. februar 1978 Hava vit avreitt tosk undir Føroyum fyri rækjur undir Grønlandi Stórt tjak hevur verið í blødum og á tingi um okk- ara seinasta sáttmála við EF. Tað sum serliga hev- ur elvt til hetta tjak er spurningurin um okkara rættindi sum ríkisborgar- ar at veiða í gronlendskum og donskum sjógvi. Hildið hevur verið fram av summum politikkarum, at Óli Jacobsen okkara ríkisrættindi eru burtur, og at okkara mø- guliga veiða í grenlendsk- um og donskum sjógvi er innroknaður á ta veiðu, sum EF skip, kunnu veiða undir Feroyum, ella at vit hava avreitt okkara tosk til EF fyri at sleppa rækj- ur undir Grenlandi. Með- an aðrir politikkarar hava hildið, at hetta ikki er so. Hvergin parturin hevur tó lagt nakra útrokning fram, sum prógvar teirra áskoðan. Og tað er eisini rætt sum legmaður sigur, at tað eru nógvir ymsir mátar at rokna hetta út uppá. Í teirri uppstilling, sum fylgir við hesi grein verður tó roynt at gera upp, hvat virði EF kann fiska fyri hjá okkum, og hvat virði vit kunnu fiska í EF-sjóg- vi, uttan Skagerak og Grenland, og verður hetta gjørt upp á triggjar ym- iskar mátar, og skal verða greitt frá, hvussu komið er fram til tey ymsu úrslit- ini. Avrokningarvirði Fyrst er gjørt upp avrokn- ingarvirði. Fyri møguligu EF veiðuna undir Føroy- um er roknað út, hvat virði hendan veiðan hevði havt, um hon varð landað í Føroyum til galdandi av- rokningarprísir. (Tá er stuðul úr ráfiskagrunni- num sjálvsagt ikki tikin við). Mett er at helvt um helvt av toskinum er om- anfyri og undir 70 cm. Tað skal tó viðmerkjast, at vit ikki í letuni eru førir fyri at taka ímóti øllum hesum fiski, men um vit hevdu, hevði EF veiðan undir Feroyum havt eitt av- rokningarvirði uppá um 86,5 mill. kr., og hetta er roknað út frá avrokning- arprísunum hjá ráfiska- grunninum pr. 5/2 1978. Hesi tel kunnu sjálvsagt broytast, sum prísviður- skiftini = broytast, men hetta er stødan í løtuni. Tann rundi fiskurin er umroknadur til sløgdan fisk vid at byta vid 1,11. Vid virdismetan av okk- ara veidu i Norðsjónum er eitt sindur meira av 6- vissu. Makrelurin er mett- ur til kr. 2,00 pr. kg., og er hetta umleid midalpris- urin fyri makrel til matna i 1977. Sildin er sett til tann avrokningarpris, sum meginparturin av sildini varð avroknad fyri i Før- oyum seinasta heyst. Men hetta skuldi givið eitt av- rokningarvirði uppá um 112 mill. kr. So avrokningarvirðið av okkara veiðu í Norðsjó- num er rættuliga fitt hægri enn avrokningar- virðið av veiðuni hjá EF hjá okkum, um hon varð landað í Føroyum til gald- andi prísir. Arbeiðsvirði Síðan er roynt at rokna út, hvussu steðan er, um vit rokna avrokningarprísir- nar og leggja afturat ta beinleiðis arbeidsløn, sum hendan veiða gevur uppi á landi. Og tað sæst í talv- uni, hvussu heg arbeiðs- lenin er fyri hvert fiska- slag. Telini eru sirkatøl. Tá síggja vit at beinleiðis avrokningar- og arbeiðs- virði, sum EF fær frá Rækjuskipið Fame okkum er um 121 mill. kr., meðan vit fáa um 118,5 mill. kr. Við teirri óvissu sum er, kann sigast, at her er tolulig javnvág í, áðrenn veiða í ríkissjógvi er tikin við. Útflutningsvirði Um vit nú leggja dekn- ingsbidrag til virkini aft- urat hesum telum, so koma vit fram til umleið útflutningsvirðið av hes- um býtishandli. Men her kemur rættuliga stór ó- vissa inn í útrokningina, tá hetta er tann upphædd, sum verður nýtt til fastar útreiðslur hjá virkjunum, og ti fer ein partur av teirri upphædd, sum nú verður løgd afturat av aft- ur landinum til maskinur, tilfar, olju v.m. Men taka vit útflutningsvirðið sum grundarlag, so síggja vit, at vit fáa um 132,5 mill. kr., meðan vit lata um kr. 147,5 mill. kr. ella eitt »undirskot« uppá kr. 15 mill. Um vit nú leggja okk- ara veiðu í Skagerak og undir Grenlandi afturat teimum 132,5 mill. sum Vit »fåa« frá EF, so síggja vit, at vit fáa eitt >yvir- skot< uppá um 124 mill. kr. Nidurstøda Hetta eru sjålvsagt ut- rokningar, sum skulu tak- ast vid øllum møguligum fyrivarni. Men eg vil halda, at tað ber eisini til at gera tað á hendan hátt, og fyritreytirnar eru ann- ars tilskilaðar í útrokning- ini. Men annars er niður- stødan. 1. Um vit ganga ut frå avrokningarvirði, so hava vit fingið meira enn vit hava latið. 2. Rokna vit við tað virði, sum virkini í Føroy- hava vit ein »vinning« um gjalda fyri fiskin + ta uppá nevndu yvir 100 beinleiðis arbeidsløn, sum mill. kr. veiðan gevur, tá stendur nekurlunda á jevnum, sjálvt tá Skagerak og Grenland er undantikið. 3. Rokna vit við út- flutningsvirðinum er eitt hall, men rokna við tá veiðu í ríkissjógvi uppi Hetta er ikki ætlað sum prógv fyri nakrari áskoð- an, men er bert ætlað sum eina roynd at visa á, at spurningurin kanska ikki er so einfaldur og upp- lagdur, sum kanska onkur heldur. Virði av veiðuni hjá EF hjá okkum Uppgjørt til okkara avrokningarprísir pr. 5/2 1978: — 1.000 kr. Toskur 1 1.700 t. : 1,11 er 1.532t. sløgtå3,50kr. 5.362 Toskur 2 1.700 t. : 1,11 er 1.532 t. sløgtå2,87 kr. 4.397 Hysa 3.600 t. : 1,11 er 3.243t. sløgtå3,06 kr. 9.924 Upsi 25.100 t. : 1,11 er 22.613 t. sløgtål,93 kr. 43.643 Blålonga 6.000 t. : 1,11 er 5.405 t. sløgtål,73 kr. 9.351 Tunga 600 t. : 1,11 er 541t. sløgtå4,23 kr. 2.288 Brosma 500 t. : 1,11 er 450t. sløgtål,73kr. 779 Kongafiskur 7.000 t. : 1,11 er 6.306 t. sløgtå0,85 kr. 5.360 Longa 1.500 t. : 1,11 er 1.351t. slegtá3,01kr. 4.067 Annað 600t.:1,11er 541t. (mett) á 2,50 kr. 1.353 Avrokningarvirði tilsamans kr. 86.524 + arbeiðslen á landi: 43.514 t. av ráfiski á kr. 0,80 kr. 34.811 Beinleiðis virði (prisur + arbeiðslen) kr. 121.335 + dekningsbidrag til virkini: 43.514 t. å 0,60 kr. 26.108 Umleið útflutningsvirði kr. 147.443 Virði av okkara veiðu hjá EF Sild 2.000t. á2,90kr. 5.800 Longa 950t.:1,11856t. å3,01kr. 2.577 Makrel 29.000 t. å2,00kr. 58.000 Hvítingsbróður 37.500 t. å0,48kr. 18.000 Nebbasild 10.000 t. å0,60kr. 6.000 Brisling 30.000 t. å0,60kr. 18.000 Brosma 550 t. : 1,11 495 t. å1,73kr. 856 Annar botnfiskur 1200 : 1,11 — 1.081 á2,50 kr. 2.703 + arbeiðslen á landi: kr. 111.936 2.432 t. ráfiski = á 0,80 kr. 1.946 2.000 t. sild å 0,40 kr. 800 77.500 t. idnadarf. å 0,50 kr. 3.875 kr. 6.621 kr. 118.557 + dekningsbidrag til virkini: 2.432 t. av botnfiski å 0,60 kr. 1.459 2.000 t. av sild å 0,40 kr. 800 77.500 t. av idnadarf. á 0,15 kr. 11.652 kr. 13.884 kr. 132.441 1.000 t. sild å kr. 3,00 kr. 3.000 8.500 t. rækjur å 16 kr. kr. 136.000 EF + Danmark + Grønland kr. 271.441