Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 18. februar 1978 Klaksvíkar Roykvirki: sosialurin I hesum á 3555 lítla áfasta - heldur fa til Keyparin fær ofta vøruna alt ov seint — tí skipini koma ikki fram til tíðina Tað kann gera, at virkið missir keyparar Roykivirkið í Klaksvík hevur trupulleikar at dragast við. Orsøkin er tann, at royktu kølivørurnar mangan koma ov seint fram til keypararnar har suðuri í Europa. Hetta kemst av, at farmaskipini fara tóm niðuraftur til Danmarkar og verða tá oftani lættliga tarnað av veðri. Tískil kemur ólag í allan tann víðari flutningin Grímur Lassen, sum ar- beiðir á Roykivirkinum, sigur, at teir hava havt so ringar royndir av at flyta keligóðs til Danmarkar, at teir gera sær ikki vón um at fara undir munandi sterri framleiðslu í hesum ári. Var talan um at út- flyta frystar verur, so var hesin trupulleikin loystur, men fransar, ið keypa stóran part av framleiðsl- uni, vilja bert hava tær royktu verurnar sum køli- góðs — og tær mugu koma á marknaðin til tid- ina. Hann sigur víðari, at vórðu skipini betri lastaði niðuraftur, so hevði ging- ist nógv betur, og spurn- ingurin at flyta keligóðs varð fyri ein part loystur. Eftirspurningurin framvegis stórur Eftirspurningurin eftir royktum fiskavørum hev- ur annars verið stórur. Nakað verður selt til heimamarknaðin og til danska marknaðin, men meginparturin fer til Fraklands og Bretlands. Í hesi vikuni hevur Royki- virkið roykt 7 tons av fiski til Bretlands og 2 tons til Fraklands. Tað mesta er toskur, hýsa og brosma, annars er nakað av longu Grímur Lassen inni á Roykivirkinum og upsa. Harumframt roykja teir eisini laks og síl. Roykt 15 tons í ár Klaksvíkar Roykivirki hevur higartil i år roykt umleid 15 tons av ymsum fiskavørum. Hetta er nær- um helvtin av øllum ti, ið virkið roykti alt árið i fjør. Gongur væl í hond kunnu teir roykja eini 5 tons um vikuna. Virkið hevði í fjør ein umsetning uppá um- leið eina hálva miljón krónur. Einki svar frá kommununi Roykivirkið hevur leingi havt ætlanir at byggja út. Teir hava havt eina um- sókn liggjandi hjá komm- ununi, men hava ongantið fingið nakað beinleiðis svar. Virkið heldur í dag til í einum lítlum bygningi úti í Klaksvík. Hesin bygn- ingur er áfastur í gamla pakkhúsið hjá J. J. Jac- obsen, sum Klaksvíkar byråd eigur. Í umsóknini til býráðið verður biðið um loyvi at k teimum gomiu DaKKNUS- Her er ætlanin £. eina irysti- og KØNgOvmSs 1 1 rr „*“ bygninginum ---Roykivirkið Tilboðini uppá leingjan av flog- vellinum opnaði Tilboðini uppá leingj- anina av flogvellinum í Vágum vórðu opnaði hósdagin. Tilboðini umfata jerð-, veg- og kápularbeiði av teim- um 150 metrunum, flogvellurin skal leingj- ast. Lægsta tilboðið hevði Phil & Søn. Tað var upp á 19,3 mill. kr. Næsta tilboðið hevði Kanjon, sum bjóðaði 20,3 milliónir. August Jergensen á Troelsen bjóðaðu 24,2 mill. kr. Hoffmann & Sønner 25,4 og Kampsas 25,6 mill. kr. Tann nyggi parturin av flogvøllinum skal eftir ætlan verða klárur at taka í brúk um heystið í 1979, men meginparturin av tí ar- beiði, sum tilboðini umfata skal vera liðugt í august mánaða næsta ár. Eldur í útróðrarbáti Mikudagin var eldur í útróðrarbátinum Royndini Fríðu úr Vági. Teir vóru í ferð við at draga línuna á Munka- grunninum, tá ljósið umborð fór. Ein maður fór niður undir at skifta sikringina, men tá var eldur í messuni. Tað eydnaðist at slekkja beinan vegin, ti eldurin hevði ikki havt tíð til at breiða seg. Fýra mans eru við Royndini Fridu, sum hevði 9.000 pund henda dagin. Royndin Frida fór út aftur hós- Gagin 0 í sosialinum Siða 5 kring oyggjarnar Almennur fyrilestur um økologi Náttúruvísindaliga fy- rilestrareðin á Fróð- skaparsetrinum heldur fram við ti 9. fyrilestr- inum nú mánakveldið 20. februar. Hetta verður triði fyrilesturin hjá Dorete Bloch Danielsen við lívfreðiligum evni. Vistfreði ella okologi er vísindagrein, sum snýr seg um húsarhald- ið í náttúruni, vit kun- nu eisini siga samvist- ina millum djór og plantur og tað um- hvervi, tey liva í. Í fyrilestrinum verða umredd evni sum orku- gongdin í náttúruni, viðskiftið millum djór og plantur, bæði av sama slag og millum fleiri sløg, harumframt millum eitt slag og umhvervi tess. Fyri- lesturin viðger ymisk djóra- og plantusam- feløg og menniskja i hesum samfeløgum. Eisini verður åvist, hví eitur frá umhvervinum verður savnað ovast í fødslurødini. Fyrilesturin verður hildin í fyrilestrasali- num á Debesartrød og byrjar kl. 20. Løgtingsfundur aftur hosdagin Mikukveldið endaði logtingið viðgerðina av fíggjarlógini. Figgjar- lógin fyri komandi figgjarår er nú beind til vidgerdar i figgjar- nevndini. Tingið sam- tykti eisini eykafiggj- arlógina. Næsti ting- fundur verður 23. feb- ruar 2 ; >