Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 13 — 18. februar 1978 Merkiligt nyggjår Menninir um borð á råmdarstødini Saljut 6, kundu — um teir vildu — hildid nyggjårsaftan 15 ferdir. Undir rund- ferð teirra um Jørdina komu teir nyggjårsnått 14 ferdir inn aftur i 1977. 80 år sidani Eisinstein varð borin i heim Í hesum månadinum eru 80 ár liðin, síðani tann stóri sovjetiski leikstjórin Sergej Ei- sinstein var borin i heim. Hann varð fødd- ur í Riga, har faðir hansara var arkitektur. Undir borgarastriðnum 1918 —20 fór hann upp í tann Reyða Herin, og hann stuðlaði strids- breðrum sínum við pla- katum og smáum leik- stykkjum mitt undir krignum. Sergej Eisenstein er kanska mest kendur fyri klassikara sín >Pansarakrússarin Potjomkin.« llætnir fílahúgvur Sveisiska politiið varð herfyri boðsent at koma til ein banka í Geneve, har teir hand- tóku 7 filipinarar. Fólkini, sum hevdu boðsent politinum, hevdu sæð hesar fara rennandi inn í bankan við filahúgvum sínum niður fyri pannuna. Filipinararnir vórðu tiknir við á politisteð- ina, men vórðu latnir leysir so at siga bein- anvegin. Tað vísti seg nevniliga, at tað vóru ferðafólk, sum hevdu keypt sær fílahúgvur vegna tann nógva kuldan, og vóru farnir inn í bankan fyri at veksla nakrar pengar. Sovjetiskur búskapur í 1977 Sovjetiska idnadar- framleidslan vaks i 1077 vid 5,7% (1976: 4,8%. Hóast sera våna veð- ur gjørdist land- bunadarframleidslan størri enn i 1976. Heystid gav 195,5 mil- liónir tons av korni, og avgreðin av rísi og bummull var sterri enn nakrantið fyrr. Real- inntekan pr. hevd vaks við 3,5%. Smáselu- handilin = ektist við 4,4% og u.l. 110 milli- ónir kvadratmetrar av nýggjari bufløtu blivu tiknir i bruk. Á stjórnarfundi, har hesi og onnur tel vóru til viðgerðar, kom fram, at fleiri brek vóru í flutningi, landbúnaði og í bygging. Fleiri ráðharragki og einstak- ar republikkir hevdu ikki rokkið tey mál, ið ásett eru í fimmára- sáttmálanum. Fundur- in álegði ráðharrunum, skrivstovustjórunum og teimum einsteku re- publikkunum at grans- ka tey innkomnu telini nágreiniliga og útar- beiða og seta í verk tiltøk móti teimum ávístu brekunum. Ágrýtnir samlarar Nógvir samlarar stóðu uttan fyri super- marknaðin Harrods í London, tá kinesiskt postalin varð selt. Tað er heilt sjáldan, at ti- líkt verður selt, so nakað av virði hevur hetta. Tað vóru fólk úr nógvum londum i Eu- ropa og aðrastaðni frá, sum vóru komin fyri at keypa. Sum tað sæst á myndini, so eru fólkini ógvuliga áhugaði. DD FF Jens Holm úr Fuglafjarðar Klubba vann tveir dystir móti Mimir Føroyameistarakappingin i billard: Havnar Klubbi økti munin Hevur 14 stig fleiri enn Mimir, áðrenn síðsta umfarið Lítil ivi er nå um, hver verður føroya- meistari í billard 1978. Havnar Klubbi hevur so gott sum tryggjað sær meist- araheitið við einans at tapa 6 stig suðuri í Vági. Mimir harafturímóti tapti 8 stig móti fuglfirðingum, og tað vil siga, at Mimir skal vinna á Havnar Klubba við 23 stigum móti 9 fyri at gerast vinnari í kappingini At hetta er nærum ógjer- ligt er einki dulsmál. Ti bæði oddaliðini eru sera jevn, tá tey dystast móti hverjum eðrum. Við úrslitunum seinasta vikuskiftið er ikki tann stóri spenningurin í kapp- ingini meira. Mimirsmenn fóru til Fuglafjarðar við vón um at vinna stórt. Uttan ein stórsigur móti fuglfirðingum varð útlitið fyri einum 1. plássi vána- ligt. Og stórsigur gjørdist Pauli Andreassen, ein av spælarunum hjá Havnar Klubba, ið luttók í kapp- ingini í Vági tað ikki. Fuglfirðingar stóðu seg væl. Besti spæl- arin hjá Fuglafjarðar Klubba, Jens Holm, megnaði at vinna tveir dystir og tók sostatt mót- ið frá mótsteðuliðnum. Harumframt vunnu Per Hansen og Jóannes Mikk- elsen hver sín dyst. Úr- slitið varð 24—8 til Mim, Stóð seg væl í Vági Havnar Klubbi stóð seg væl í Vági. Tað, sum um- ráddi hjá klubbamonnum, var at vinna hampuliga stórt. Úrslitið varð, at teir taptu triggjar dystir ella seks stig til vágbingar. Besti leikarin hjá vág- bingum, Jaspur Midjord, vísti framúr gott spæl og vann tveir av teimum trimum dystunum móti Havnar Klubba. Vágbing- ar hava annars staðið seg væl í kappingini í ár. Teir eru nummar trý við 36 stigum. Tikið seg væl fram Tað, sum er vert at býta merki í, nú onnur foroya- meistarakappingin í bill- ard er við at vera liðug, er, at bæði vágbingar og fuglfirðingar hava tikið seg so væl fram. Úrslitini hjá hesum báðum feløgum eru munandi betri í ár enn í fjør. Klaksvíkingar hava ikki staðið seg væl í kapp- ingini. Teir hava spælt tveir dystir og liggja aft- astir. Hertil skal sigast, at ein av bestu spælarunum hjá Klaksvíkar Klubba, Jógvan Vágsheyg hevur ikki luttikið í kappingini í ár. Skráin fyri billardkapp- ingina er annars tann, at í A-bólkinum spæla næsta vikuskiftið fuglfirðingar í Klaksvík og Havnar Klubbi í Mimir. Í B-bólk- inum verður kapping mill- um Mimir og Havnar Klubba hetta vikuskiftið. Havnar Klubbi: 3604 eygu og 26 stig 1. Eli Zachariassen 2. Jóanes Wardum 3. Viggo Planck 4. Pauli Andreassen Eygu 1322 756 798 728 Vágs Billardfelag: 2590 eygu og 6 stig 1. Jaspur Midjord 2. Ole Verdig 3. Hanneman Miiller 4. Hans Joensen 970 636 538 446 Mimir: 4238 eygu og 24 stig 1. Jan Miiller 2. Eyðfinn Hansen 3. Olavur Clementsen 4. Jørleif Næs 1382 982 952 922 Fuglafjardar Klubbi: 2566 eygu og 8 stig 1. Jens Holm 2. Per Hansen 3. Jóannes Mikkelsen 4. Sofus Baldvinsson 718 842 528 478 Besta umfarið hevði Jørleif (M): 146. Steðan í billardkappingini: . Havnar Klubbi . Mimir . Vágs Billardfelag . Fuglafjarðar Klubbi . Klaksvíkar Klubbi Dyst. Stig Eugu 3 84 11.628 3 70 11.678 3 36 7.966 3 20 6.494 2 14 4.964