Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 18. februar 1978 sosialurin Síða 7 ítróttur Spennandi hondbóltsvikuskifti: | Avgerðin fellur í dag Tveir spennandi dystir í kvinnudeildini í hondbólti verða leiktir í ítróttarhellini í Havn í dag Í dag kl. 14.00 fellur av- gerðin, hver verður meist- ari í aðru deild, kvinnur í hondbólti. Tá leika bæði oddaliðini MB og Neistin móti hverjum eðrum. Um MB bert leikar javnleik eru tær meistarar, tá tær í letuni hava betri málúr- teku enn Neistin, men um Neistin vinnur dystin við fýra málum verða tað tær, ið vinna føroyameistara- heitið í ár. Møguliga avgerandi Kl. 19.10 verður ein dyst- ur millum Neistan og Kyndil fyrstu deild, kvinnur, leiktur. Hesin dystur hevur alstóran týdning fyri, hver verður meistari í ár. Um Neistin skal hava nakrar vónir um at vinna føroyameistara- heitið, so mugu tær vinna henda dystin. Hesin dyst- ur er seinasti dystur hjá Kyndli í ár, og bert við at leika javnleik, kunnu tær tryggja sær meistaraheit- ið, meðan Neistin, ið enn restar at leika tveir dystir, ein móti VÍF og ein móti Stjørnuni, skal vinna henda dystin og báðar tær næstu og um hetta hendir tá, verður tað málmunur- in, ið verður avgerdandi fyri hver verður føroya- meistari í ár. Spennandi verður í ellum førum at síggja henda dyst. 1. deild menn Kl. 16.50 verður ein dyst- ur millum VIF og Stjørn- una í 1. deild fyri menn. Hesin dystur hevur ongan týdning fyri hver verður meistari í ár, tá Neistin sum kunnugt longu hevur tryggjað sær meistara- heitið, men hevur hann týdning fyri hver verður nr. 2. Um VÍF skal hava nakran meguleika fyri at gerast nr. 2, so mugu teir vinna dystin, men Stjern- an, ið hevur leikt nakrar góðar dystir í ár, kann spæla uttan nervar, og so- statt kunnu vit áskoðarar rokna við einum spenn- andi dysti. Føroyskar venjarar Bæði 1. deildarlidini i Havn hava føroyskar venjarar Ikki øll tey føroysku 1. deildarliðini hava fingið sær útlendskan venjara í ár. Bæði Havnarliðini HB og B36 hava í ár, eins og tey seinastu árini føroysk- ar venjarar. Venjarar hjá HB verða Jóhan Nielsen og Sverre Jacobsen. Spennandi verður at sigg- ja, hvat hesir báðir megna saman, í fjør stjórnaði Sverri piltunum til sigurs og unglingarnir vórðu nr. 2. Jóhan tók sær av dreingjum og teimum vaksnu og ikki kann sig- ast annað enn, at eisini hann fekk gott úrslit burt- urúr. Venjari hjá B36 verður Jákup Thomsen, sum nú í fleiri ár hevur leikt á 1. liði hjá B36, harafturat hevur hann tikið sær av venjing- ini hjá teimum yngru deildunum. STUBBAR UTTANLANDS spælarakeyp Serliga Ongland vænt- ar, at teir amerikansku fótbóltsfelogini fara at keypa nógvar spælarar ta komandi tíðina, og tey hava ráð til at keypa allar tær stóru fótbóltsstjernurnar. Týskararnir = halda ikki nógv um fótbóltin í USA. Teir nevna NASL fyri operettu ligaina. Ein lærari, sum hevur við Tampa Bay Rowdies úr Flor- ida at gera, sigur, at fótbólturin í USA hev- enskur ur somu styrki sum onnur deild í Onglandi. Nýtt heimsmet Nýggja australska svimjistjørnan Michel- le Ford, id er 15 ára gomul, hevur sett nytt heimsmet i 800 m. fri- ari svimjing. Tidin var 8.31.30. og svam hon sostastt strekkid 3.56 sekundir skjótari enn tað gamla metið og seks sekundir skjótari enn eysturtýska Petra Thumer, ið vann gull á Olympisku leikunum í Montreal. Michelle Ford setti eisini nýtt Common- wealth-met tá hon svam 400 m uppá 4.13. 25. 2. deild 2. deildarliðið hjá NSÍ hevur eisini útvegað sær nýggjan venjara. Hesin er fyrrverandi 1. deildarleik- arin hjá HB Jehn Eyst- uroy. Roknað verður ikki við, at John skal leika við á liðnum, men NSÍ hevur Sverri Jacobsen — venjari hjá HB nakað sama fólkið í ár, sum í fjør, so roknast kann vid, at tad skuldi gingist teimum hampu- ligt. NSI luttekur i år i 2., 3., dreingja-, smådreing- ja- og piltadeildini. Ítróttarteigurin ynskir hesum nyggju venjarum góða eydnu við størvum teirra. + Hvussu man fara at gangast Oluvu i kvøld? Skråin Skráin fyri teir dystir, ið verða leiktur í hondbólts- landskappingini í Itrott- arhellini í Havn hetta vi- kuskiftið, er annars henda: Í DAG: Kl. 14.00 MB — Neistin 2. d. kvinnur. Kl. 15.00 Kyndil— Stjørnan 2. d. kvinnur. Kl. 16.00 VB—Søljan kv. ungl. Kl. 16.50 VIF —Stjørn- an 1. d. menn. Kl. 18.00 EB—VIF 2. d. menn. Kl. 19.10 Neistin— Kyndil 1. d. kvinnur. Kl. 20.10 Neistin A— Kyndil ungi. menn. Í MORGIN: Kl. 13.00 Neistin—VB kv. ungl. Kl. 14.00 KIF — Neistin B dreingir. Kl. 14.50 Neistin B— Kyndil ungl. menn. Kl. 15.50 VIF—EB kv. ung). Kl. 16.50 Neistin A — Kyndil B 2. d. menn. Kl. 18.00 Neistin B— Kyndil A 2. d. menn. Kl. 19.10 St. IF — Kynd- il 1 d. menn. Havnarmeistaraskapið í fótbólti Árliga kappingin um Havnarmeistara- heitið í fótbólti verður komandi mánað Kappingin verður í deg- unum frá 18. til 27. mars og verður kappast í trim- um bólkum, A, B og C. Í bólki A spæla 1. deild- arliðini hjá B36 og HB og 2. deildarliðið hjá Fram. Í bólki B eru luttakarar- nir 2. og 3. deildarliðini hjá HB og 3. deildarliðið hjá B36. Í bólki C luttaka ung- lingaliðini hjá HB og B36 og 3. deildarliðið hjá Fram. Innleiðandi dystirnir verða leiktir leygardagin 18., sunnudagin 19..og skirhósdag 23. mars. Leygardagin 25. mars spælir nr. 1 í bólki A móti vinnaranum í bólki C, nr. 2 í bólki A móti nr. 2 i bólki C og nr. 3 í bólki A móti nr. 3 í bólki C. 2. páskadag 27. mars spælir vinnarin A 1/C 1 finalu móti vinnaranum í