Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Eystara síðan á taravirkinum. Uttast til vinstru er ætlanin at hava skrivstovu, í miðjuni verður sjálv verksmiðjan, sosialurin Taravirkið kann framleiða fyri 12 mill. kr. árliga 2 Treytin fyri einum alternativum idnadi i Føroyum er, at vit arbeida vid teimum rå- vørum, vit hava til taks Møguleikarnir at fara undir at framleiða veru úr tara tykjast at vera góðir i Føroy- um. Ráveran liggur beint uttanfyri dyrn- ar, og nógv lond geva góðan prís fyri »alginat«, ið er tað evnið, ið skal fram- leiðast úr taranum Taravirkið, ið ætlanin var at byggja í Leirvík, er nakað heilt nýtt innan alternativan idnada her heima hjá okkum. Torkil Lindberg, sum er odda- maðurin aftanfyri hesum projektinum, heldur, at hetta er leiðin vit eiga at ganga. — Vit eiga at ar- beiða við teimum ráver- um, ið eru her heima og tarin verður ikki brúktur til nakað í dag. Hetta er spell, tá vit vita, hvussu stórt virði tey evni, ið eru í taranum, hava. Tað er eisini orsekin til, at vit eru farnir í gongd við ætlanina at byggja eitt taravirki í Feroyum, sigur Torkil Lindberg. Kostar 10 mill. Kostnaðarætlanin fyri taravirkið er mett til 10 mill. krónur. Byggjast skal ein bygningur uppá 900 m*. Menningargrunn- urin letur í láni 1,5 mill. krónur, Ídnaðargrunnurin 2,5, Egnsudviklingen 3,5 og 1,5 í studningi, og 1 mill er eginpeningur. 4 Ætlanin er, at virkið í byrjanini skal taka ímóti 7.500 tonsum av ráveru. Við hesi nøgd kann virkið framleiða 300 tons av algi- nat til eitt samlað virði uppá 12 mill. krónur. 80% av taranum er vatn, og av hinum 20% er helvtin tað evnið, ið verð- ur nevnt alginat og verður brúkt sum t' wni í samband við idnaðarfram- leiðslu av ymsum slag. Tað, sum tá er eftir av tar- anum, kann verða brúkt til hesna- og neytafóður. Tað skuldi verið ov mikið av tara kring oyggj- arnar at fara undir eina sterri framleiðslu. Týdningarmikið evni í ymsum framleiðslum Alginat er eitt sera týdn- Norðmenn hava eisini gjørt bátar til einans at trola eftir tara. Hesin báturin er 57 fetur langur, hevur ein 180 HK dieselmaskinu og og siglir 9 mil FARVE Nr. 13 — 18. februar 1978 og útbygningurin til hegru er til ráverugoymslu Leirvíkin hevði egnað seg væl til eitt taravirki. Her er streymasjógvur, og her er nógvur tari ingarmikið evni í fleiri framleiðslum. Tað verður brúkt sum bindievni i matveruframleiðslu, Tað krevst lítil og eingin útgerð at taka tara upp við. Hesin norski báturin verður brúktur til at taka taran upp innan tekniskan ídnaða, framleiðslu av heilivági og ødrum við. Eftirspurningurin tyk- ist at vera heilt stórur og er prísurin góður. Hand- ils- og marknaðarráðgevin í Keypmannahavn, Trúg- vi Johansen, hevur gjørt ávísar kanningar av selu- líkindunum og prísum fyri sokallaðum alginatum. Heildarframleiðslan av teimum trimum sløgu- num, ið ætlanin er at framleiða, liggur um 25 — 30.000 tons árliga, harav europeisku marknaðarnir taka slek 10.000 tons, meðan USA og Japan brúka meginpartin av restini. Europeisku marknaðarnir verða so > gott sum heilt dekkaðir av europeisku framleiðaru- num, harav Bretland og Noreg eru teir sterstu og hava sama framleiðslu- struktur, sum virkið í Føroyum er ætlað at hava. Kanningarnar marknaðarráðgevanum eru gjørdar á teimum trimum sterstu einkult- marknaðunum í Europu, t.e. Svøriki, Týskaland, Schweitz og Danmark. Sum heild kann sigast, at talan tykist vera um ein ógvuliga stóran eftir- spurning eftir alginatum. hjá Taravirkir aðrastaðni Torkil Lindberg sigur, at teir hava verið í Norra og Bretlandi og kannað við- urskiftini á virkjunum har. Hann metir, at norð- menn í fjør høvdu ein um- setning uppá 140 mill. krónur. Norska virkið liggur í Haugesund og man vera umleið 14 ferðir so stórt sum tað, ið ætl- anin er at byggja í Feroy- um. Norðmenn hava framleitt alginat úr tara tey seinastu 25 árini. Bretska virkið liggur í Skotlandi og er uppaftur sterri enn tað norska. Bretar fáa stóran part av ráveruni frá eðrum lond- um, men nógv kemur frá teimum smærru plássu- num úti á oyggjunum og í Írlandi. Her verður tarin tikin upp, tá hann kemur uppá strondina. Eisini danir framleiða veru úr tara. Hetta er annað slag enn tann áður- nevnda. Tvey tilik virkir eru uttanfyri Keypmanna- havn og innflyta tey meg- inpartin av taranum úr Canada og Filipsoyggju- num. Hetta er turkaður reyður tari. Í Íslandi er eitt tara- mjelsvirki. Teir selja framleiðsluna til Bret- lands, har veran verður víðari góðskað til alginat. Íslendingar brúka annars mjelið til fóður. Torkil Lindberg vísur annars á, at stersta ar- beiði í samband við algi- natframleiðslu er trolingin eftir tara. Hann heldur tí eisini, at føroyingar her hava ein góðan meguleika at hava eina lenandi hjá- vinnu. Tað krevst lítið fyri at taka taran upp.