Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 18. februar 1978 sosialurin Síða 9 eitt taravirki í Leirvík — men nú noktar bygdaráðið Royna nú at finna eitt annað pláss at leggja virkið á Fýra føroyingar og ein dani hava í gott hálvtannað ár arbeitt við eini ætlan at byggja eitt taravirki í Føroyum. Nú teir standa við einum heilt lidnum projekti, ið nógvur peningur og orka er løgd i, er vandi fyri, at alt dettur niðurfyri. Orsøkin er tann, at bygdaráðið í Leir- vík hevur broytt støðu í málinum. Fyri hálvum ári síðani varð játtan givin at leggja virkið har í bygdini. Nú sigur bygdaráðið blankt nei til eitt tílíkt virki við teirri grundgeving, at tað dálkar náttúruna — Eg nokti at trúgva ti, at vit ikki kunnu fáa eitt hóskandi pláss at leggja taravirkið á, sigur Torkil Lindberg, ið er ein av teimum, sum arbeiðir við ætlanini. Torkil er í hesum døgum í Føroyum saman við Johan og Eivind Nic- lassen, ið eisini eru við í projektinum. — Tað sær út til, at onkur hevur áhuga at forða okkum í at fullfiggja ætlanina at byggja tara- virkið, sigur Torkil Lind- berg. — Vit vilja tí greiða fólki frá sannleikanum um taravirkið, ti tað, sum er skrivað í bleðunum um hetta virkið, eru illgiting- ar og ósannindi. Havnalagið í Leirvík. Á stóra økinum norðanfyri havnina var ætlanin at byggja tara- virkið Bygdaráðið játtaði Sosialurin hitti Torkil Lindberg, og prátaði vit við hann um gongdina í málinum. Hann greiðir frá, at teir tann 10.8. 1977 sendu bygdaráðnum í Leirvík bræv við umsókn um loyvi at leggja eitt taravirki har í bygdini. Hetta varð væl móttikið, og bygdaráðið játtaði eitt eki norðan fyri havnina at leggja virkið á. Í sam- bandi við at eitt tílíkt virki hevur brúk fyri nógvum vatni, varð svar- að, at her vóru helst eingir trupulleikar. Arbeitt hevur síðani verið við projektinum. Royndir eru gjerdar fyri Høvdu fingið loyvi at byggja Leirvíkin. Her var ætlanin, at fyrsta taravirkið í Feroyum skuldi liggja. Nú ber bygdaráðið ótta fyri, at eitt taravirki fer at dálka náttúruna at finna fram til tær best egnaðu maskinurnar. Tal- an er í hesum føri um kostnaðarmiklar og avan- seraðar maskinur. Tær verða framleiddar í Dan- mark, og leveringstidin er rættiliga long. Noktar og vilja ikki tosa meira um málið Nú hendur tað, at táver- andi bygdaráðsformaður, Brynjálvur Jacobsen fer frá, at Klæmint Eliasen tekur við sum nýggjur formaður. Og júst sum ar- SSA KM HR AN - NZ NN beitt verður víðari við pro- jektinum, kemur bræv frá bygdaráðnum í Leirvík. Sagt verður, at kommun- an nú hevur aðrar ætlanir við ekinum norðan fyri havnina. Víðari verður sagt, at eitt tilíkt virki fer at steðga ellum framburði í bygdini og bygdaráðið vísir til eina kanning, sum Heilsufrødisliga = Starvs- stovan í Havn hevur gjert í sambandi við dálking frá einum taravirki. Bygda- ráðið sigur at enda, at teir vilja ikki tosa meira um málið. Dálkar ikki Hetta er so steðan í dag, nú alt projektið annars er heilt liðugt. Torkil Lind- berg sigur, at tað, sum sipað verður til í brævi- num um kanning hjá Heilsufreðisligu Starvs- stovuni, er ikki beint. — Einhver feroyingur veit, at tað at arbeiða við tara er ikki dálkandi, og eitt tílíkt virki fer ikki at vera til bága fyri Leirvíks- bygd, tverturimóti, sigur hann. Í fjør kannaði Heilsu- frødisliga Starvsstovan málið fyri Búskaparráðið og kom fram til tað úrslit, at verður rætt atborið, er dálkingarvandin lítil og eingin. Í kanningini kem- ur Heilsufreðisliga Starvsstovan m.a. fram til ta niðursteðu: at verður ráveran goymd innandura á sjálvum virkinum, eru meguleikarnir fyri ringum royki minimalir. at verður burturrenslið frá virkinum leitt nóg langt út í streymasjógv, skuldi lítil meguleiki verið fyri ringum royki. Starvsstovan vísir eis- ini á, at ringur roykur frá alginatvirkinum, so sum vit kenna tað frá fiska- mjelsvirkjum, er so gott sum óhugsandi. Heilt uttan royk verður virkið tó ikki. Tá ættin liggur inn ímóti, er hugsandi, at hús, sum liggja innan fyri ein radius upp á 100 til 200 metrar, merkja eitt sindur av royki. Ohugsandi er tað, at tað verður nakað av serligum ringum royki frá virkinum, um rætt verður farið fram. Ongar klagur um virkið Eisini hevur Starvsstovan sett seg í samband við býardjóralæknan í Hauge- sund. Hann sigur, at ring- ur roykur frá taravirki- num har í býnum er ikki nakað teir hugsa um, og í hansara tid (2 år) høvdu ongar klagur veri um virkið. Aftaná at hava verið runt í grannalagnum segði hann, at fólk, sum búðu einar 100— 200 metr- ar metrar, kundu merkja eitt sindur av royki, um ættin bar at húsum teirra. Hann nevnir eisini, at ringur tari var ofta orsek- in, og at tarabrunnurin stóð uttanfyri virkið. Liggja har, sum streymasjógvur er Síðst í frágreiðingini setur Heilsufreðisliga Starvs- stovan upp 6 krev fyri ein- um tílíkum virki. M.a. verður sagt, at tað er av týdningi, at virkið liggur har, sum streymasjógvur er, (Leirvík, Skálavík o.s. fr.) og ikki á deyðavatni, sum t.d. í Sundalagnum. Torkil Lindberg sigur til hetta, at tað m.a. er av hesi orsek, at teir vilja hava virkið at liggja í Leirvík. — Tey evni, sum vit skulu arbeiða við, sig- ur Torkil Lindberg, eru organisk evni og tey verða ell niðurbrotin. Tað er tí heilt burtur úr vón og viti, at menn nú siga, at tari dálkar ella er vandamikil fyri umhvervið. Tararest- irnar kunnu nýtast sum fóður. Um reinføri á virk- inum sigur hann, at allar maskinurnar eru úr rust- fríum stáli, og tað er ein treyt fyri at framleiða eina góða veru, at tað er reint allastaðni. Dálking frá tannlæknum Tá tosað verður um dálk- ing, so heldur hann, at t.d. tannlæknastovur, ið liggja inni í einum lokað- um firði, eru ein stórur dálkingarvandi, sum alt ov fá geva sær far um. Tær leiða nógv evni út í sjógvin sum t.d. tung- metallir sum kviksilvur, ið ikki niðurbrótast í nátt- úruni, men verða upptikin i fødiketuni. Seiðurin fær hetta í seg, og vit eta henda fiskin. Hetta er dálking, sigur Torkil Lindberg. Nú Leirvikar bygdaráð hevur sagt nei at leggj taravirkið har, verður lr að eftir einum oð plássi í Feroyum egnað til hesa fra