mikudagur 22. februar 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14
Mikudagin
22. februar 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
87 ' javnaður
brødralag
Vit vilja hvørki skada
ella forfylgja nøkrum
Daålkingin ikki beinleiðis orsøkin til, at
bygdarrådid tok loyvid til taravirkid aftur
Formaðurin í bygdarráðnum i Leirvík,
Klæmint Eliasen, sigur við Sosialin, at
eingin av sóknarstýrislimunum har hev-
ur hug at skaða ella forfylgja nøkrum.
Tað tykist sum at teir menn, ið
standa aftanfyri taraprojektið, vilja lýsa
málið soleiðis, at talan hevur verið um
forfylging frá okkara síðu. Men her hev-
ur eingin ósakligheit verið ímóti teim-
um, sigur bygdarráðsformaðurin
Klæmint Eliasen harmast
um, at ein av monnunum
aftanfyri taraprojektið,
Torkil Lindberg, í sam-
reðu við Sosialin leygar-
dagin bert vísur á dålk-
ingarspurningin, sum var
hann tann altavgerandi
fyri avgerðini hjá bygda-
ráðnum at taka loyvið aft-
ur.
Hann vísur á, at dålk-
ingin ikki var tann bein-
leiðis orsekin hjá bygda-
ráðnum at broyta stødu i
málinum. Fleiri onnur
ting gjørdu, at avgerðin
varð broytt.
M.a. fekk sóknarstýrið
bræv frá útróðrarfelag-
num har í bygdini, har
felagið gjørd: vart við,
hvussu trongligt og óar-
beiðsligt tað er í havnini,
og hvussu stóran týdning
tað hevur at útbyggja
havnina.
Klæmint sigur víðari,
at ein nýggj og sterri
Terna skal eisini hava
SBR BENNA
SKRED MEE IT
loyvi at liggja har i havn-
ini.
Og sidan er tad vatn-
spurningurin. Tå bygdar-
ráðið á sinni fekk umsókn-
ina til eitt taravirki, var
uppfatanin tann, at vatn-
nýtslan ikki fór at vera so
stór sum 25 tons um tim-
an, men ein nógv minni
nøgd. Hesa vatnnogd
kann bygdin als ikki út-
vega einum virki, og all-
arminst ikki fyrr enn
sjálvur vatnspurningurin í
bygdini er loystur. Og
hann heldur fram:
— Tað liggur í letuni
ein jåttan til at vidka
havnina. Kanningar visa,
at tad i fyrsta lagi er best
at gera hesa viðkan norður
eftir. Allir menn, sum
hava sagt sína hugsan um
hesa viðkan, eru samdir
um, at tað er hendan veg-
in, at tað er frægast at
byggja út. Og ti skal held-
ur einki byggjast á tí øk-
inum, har eitt taravirki
SR
í Havn
varð ætlað at liggja.
Hetta vóru grundirnar
fyri, at vit ikki hildu, at
tað var rætt at lata eitt tí-
líkt virki verða bygt her.
— Tað, at eitt tilikt
virki dálkar, er so eitt,
sigur Klæmint Eliasen.
Tað er tó ikki nakað ser-
ligt at hava hetta virkið
liggjandi millum hús.
Hann heldur, at tað er
ógvuliga óheppið, at bert
brot úr kanningunum hjá
Heilsufrødisligu Starvs-
stovuni verða tikin við í
samreðuni við Torkil
Lindberg i seinasta Sosi-
ali. Kanningarnar hjá
Starvsstovuni siga m.a.
eisini, at nógv sýra og
basa og tararestir verða
leiddar út á sjógv.
Hvussu er við hesum
verða so aðrir at døma
um, men eitt er so púra
greitt, at tað til seinasta
enda vera vit sjálvir, sum
duga frægast at meta,
hvat skal vera her í bygd-
ini. Tað er við einum fyri
eyga: At gera tað fræg-
asta vit kunna burtur úr
her fyri tey, sum nú liva
og tey, sum koma aftaná.
Hetta er bæði galdandi
viðvíkjandi útbyggingini
her í bygdini og líkind-
unum at reka fiskiskap,
sigur bygdarráðsformað-
urin í Leirvik, Klæmint
Eliasen.
KDE SENSE es
| Bygdarhúsið Gampingplóss
í Miðvági
á síðu 2
Sa.
LS
á síðu 3 P
Seinnapartin mikudagin rendi útróðrarbáturin Glyvraberg úr
Hvalba å land millum Nakkin og Bakkan i Sandvik. Glyvraberg
for at leka illa, men klåradi at sigla inn til Sandvikar, har hann
sakk við bryggjuna. Kl. 16.45 fekk Tjaldrið, sum júst tå var á
veg út úr Havn, boð um at fara suður til Sandvíkar. Tjaldrið
kom hagar um hálvtumátta-tíðina og beinanvegin varð farið
undir at lensa Glyvraberg og tetta hann. Teir fýra froskmenni-
nir arbeiddu alla náttina og um átta-tíðina hósmorgunin fór
Tjaldrið at sleipa Glyvraberg til Vágs, hagar komið var kl. 11
fp. Glyvraberg, sum er bygdur úr eik í Humlebæk í 1947, hevur
fingið stóran skaða í stevninum.
Á myndini sæst Tjaldrið koma við bátinum á Vág. Tjaldrið
hevði tvær pumpur umborð og tær kláraðu at halda Glyvra-
bergi lens, meðan sleipingin stóð á.
A
Føroyski básurin
á klædnamessuni
í Danmark
varð væl vitjaður.
Tetingarvirkið
er longu farið
undir at framleiða
tær fyrstu royndar-
sendingarnar.
Virkið hevur fingið
fleiri nýggjar
keyparar m.a.
i Svøriki, USA
og Canada.
Lesid meira
um hetta å sidu 4