Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Hegni Djurhuus Utgevari: Blaðstjóri Blaðmenn Jógvan Jespersen Sosialurin Dimmalætting Uppseting Prent Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Renovatións- málið SEINASTA leygardag skipaði Før- oya Kommunufelag fyri fundi um renovatiónsmálið. Spurningurin er, um kommunurnar skulu loysa hetta mál í felag við eini felags brennistød fyri alt landið, ella um hvørt renova- tiónsgkið skal keypa sína brenni- stød. Í seinna førinum kann talan verða um einar sjey brenniovnar. ÚRSLITIÐ av tí kanningararbeiði, sum gjørt er í hesum máli bendir á, at tað er ein stórur fyrimunur við eini felags brennistød. Ein felags brennistød verður ódýrari at byggja, raksturin verður somuleiðis ódýrari, og møguleiki fyri at gera nýtslu av hitanum verður størri. Á FUNDINUM leygardagin kom fram, at verður ein felags brenni- stød bygd fyri alt landið, so verður talan um eina íløgu uppá einar 10 til 12 mill. kr., meðan tað í hinum før- inum verður talan um eina samlaða illøgu uppá ikki minni enn 45 mill. kr. RAKSTURIN av eini stórari felags brennistød verður ikki dýrari enn raksturin av eini av teimum smærri støðunum. Tað skulu í báðum førum trý starvsfólk til, og verður nýtsla gjørd burtur úr hitanum, skulu í øllum fórum eini tvey starvs- fólk afturat. HAVA VIT so dálkingarvandan í huga, so má haldast, at betra loysn- in av at alt burturkastið i Føroyum verður vidgjørt á einum stað, heldur enn at burturkastið verður vidgjørt á eini sjey ymiskum støðum. Ongin ivi er um, at vit á tann hátt fáa betri tamarhald á burturkastinum. VIT META tað avgjørt rætt og neyð- ugt, at kommunurnar halda fram við hesum arbeiði, og at roynt verður at loysa málið í felag. Um neyðugt eigur tað almenna eisini at stuðla arbeiðinum fyri at fremja eina felags loysn fyri alt landið. HIV RÉL en LIS dagbókin Føstu- gudstænastur mikukveldið kl. 20: Vesturkirkjan: Jákup Magnussen; Hósvík: Pet- ur M. Rasmussen; Vest- manna: Petur Petersen; Eiði: Hans J. Joensen; Viðareiði: Niels P. Daniel- sen; Vágur: Martin R. Jacobsen. Hóskveld kl. 20: Rituvík: Axel Tórgarð; Klaksvík: Niels P. Dani- elsen; Tveroyri: Martin R. Jacobsen; Sumba: Johan Weihe. Skóta- gudstænastur Elsa Funding prædikar i Havnar kirkju í kveld kl. 19. Skótar, úlvar og ti lingar meta í búna í holum sínum kl. 18.30. Í Klaksvík verður skótagudstænasta í kvold kl. 19. Skótar, úlvaungar og títtlingar meta í holum sínum kl. 18.30. Konfirmation Konfirmatiónin i Sjóvar prestagjaldi verður pál- masunnudag 19. mars í Skála kirkju. Byrjað verð- ur at lesa mánadagin 6. mars kl. 8 í Stranda skúla. Missiónshúsið við Landavegin Meti hóskveldið kl. 20. Missiónsvikan, Miðvági Í kveld leggur Hans Petur í Brekkunum, Hósvík, fyri og Servágs streingja- kór syngur. D.M.S. Fundur verður í KFUK hósdagin kl. 15.30. KFUK Bíbliutími hóskveldið kl. 20 v/ J. Vágadal, skriv- stovumanni. Ebenezer Møtirødin heldur hesa vikuna. Meti hvert kveld kl. 20. Várgleði Fundur í KFUK í dag kl. 16. Filadelfia Systurmissiónin í kveld kl. 20. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl. 20.30 og Heimaforbundið hóskveldið kl. 20. fram- jr ser gfi Nr. 14 — 22. februar 1978 Kostnaðarmeting gerast av bygda- húsinum í Miðvági Landsstýrið heimild til at veita 30% av byggikostnaðinum í studningi Landsstýrið hevur nú við- gjørt umsóknina frá bygdahúsnevndini í Mið- vági um studning til bygdahúsið, sum er í gerð í bygdini. Á landsstýrisfundi í síðstu = viku avgjørdi landsstýrið, at metingar- nevnd landsstýrisins skal Sjómanskvinnu- ringurin, Vági Fundur verður hóskveldið kl. 20 hjá Ingeborg Winther. Missiónsvikan, Tvøroyri I kvøld kl. 20 talar Niels Smith, trúboðari og Pork- eris streingjakor syngur. Bønarmøti hóskveldið kl. 21. Elsa Funding talar friggjakveldið kl. 20. Sion, Vågi Evangeliskt møti i kvøld kl. 20. Uppistova Ungmannadeildin (14 år og eldri) hevur videosyn- ing i kvøld kl. 21. Pensionistafelagið Bingo verður í SMS í kveld kl. 20. Pensionistar og onnur kunna luttaka. Vanligi fundurin verður á Hotel Hafnia 23/2 kl. 19.30. Lærarasetan Skúlastjórnin boðar frá, at Guðrið Jensen er sett sum lærari í Skúvoy frá 1. januar 1978. virðismeta tað arbeiðið, sum er gjørt, og eisini gera eina meting av, hvussu stórur samlaði byggikostnaðurin verður. Niðara hæddin stoypt Arbeiðið uppá bygdahúsið í Miðvági steðgaði um ársskiftið, ti tá vóru peng- arnir uppi. Miðvingar hava sum er ongan stund- ing fingið til byggingina. Farið varð undir bygda- húsið í 1976, og arbeiðið er komið so væl áleiðis, at niðara hæddin er stoypt, og súlurnar til dekkið, sum skal leggjast omaná, eru eisini stoyptar. Húsini eru 30 ferðir 30 metrar og gott og væl helvtin av bygninginum verður í tveimum hædd- um. Kosta um tvær milliónir Samlaði byggikostnaðurin er mettur til 2,05 milliónir krónur. Sambært eina meting, sum arkitekturin hevur gjørt, stendur húsið í letuni í um 900.000 krón- um. Hetta hava miðvingar sjálvir goldið. Peningin hava teir fingið inn við basarum, útselum og eðr- um tiltøkum. Størsti part- urin av arbeiðinum er gjørdur vid sjålvbodnari arbeidskraft. Bert einir triggir mans hava arbeitt fast vid at stilla formar upp 0.2., men teir góvust um ársskiftið, tá pening- urin var uppi. AA AAA AAA AA AAI KUNNGERD Tórshavnar kommuna søkir eftir heilsusystir. Víst verður annars til lýsing í Sygeplejersken, ið kemur út 15. februar 1978. Umsóknir verða at senda Tørs- havnar býráð, postbox 32, Tórs- havn, áðrenn 1. mars 1978. Tórshavnar býráð nk -- 00 A ik